Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Krønikubók
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29
1 Allir Ísraelsmenn vórðu settir í ættarbøkur og standa uppskrivaðir í kongabók Ísraels. Juda varð herleitt til Bábel aftur fyri trúloysi sítt.
2 Teir, ið frammanundan búðu har, búðu á ogn síni, í býum sínum; teir vóru vanligir Ísraelsmenn og prestar, Levitar og tempultænarar.
3 Í Jerúsalem búðu av Judamonnum, Benjaminitum, Efra’imitum og Manassitum hesir:
4 Utai, sonur Ammihud, son Omri, son Imri, son Bani, av eftirkomarum Perez, sonar Juda;
5 av Silonitum: Asaja - hin frumborni - og synir hansara;
6 av Zera’itum: Je’uel og brøður teirra - 690;
7 av Benjaminitum: Sallu, sonur Mesullam, son Hodavja, son Hassenua;
8 Jibneja, sonur Jeroham; Ela, sonur Uzzi, son Mikri; Mesullam, sonur Sefatja, son Re’uel, son Jibneja;
9 harumframt brøður teirra, eftir ættum teirra - 956; allir hesir menn vóru ættarhøvdingar í ættum sínum.
10 Av prestunum: Jedaja, Jójarib, Jakin,
11 Azarja, sonur Hilkia, son Mesullam, son Zadok, son Merajot, son Ahitub - hann var høvuðsmaður yvir húsi Guds -
12 framvegis Adaja, sonur Jeroham, son Pashur, son Malkia; Masai, sonur Adiel, son Jazera, son Mesullam, son Messillemit, son Immer;
13 harumframt brøður teirra, ættarhøvdingar í ættum teirra - 1760 - dugnamenn í arbeiðinum við tænastuna í húsi Guds.
14 Av Levitunum: Semaja, sonur Hassub, son Azrikam, son Hasabja, av Meraritum;
15 Bakbakkar, Heres, Galal og Mattanja, sonur Mika, son Zikri, son Asaf;
16 Obadja, sonur Semaja, son Galal, son Jedutun, og Berekja, sonur Asa, son Elkana, sum búði í Netofatitabygdunum.
17 Duravaktararnir: Sallum. Akkub. Talmon, Ahiman og brøður teirra; Sallum var høvdið -
18 og líka enn standa teir við Kongaportur, fyri eystan. Hetta vóru duravaktararnir í Levitaflokkinum.
19 Sallum, sonur Kore, son Ebjasaf, son Kora, og brøður hansara, teir, ið vóru av ætt hansara, Kora’itar, teir høvdu sum tænastuarbeiði sítt at vera vaktarar við gáttir tjaldsins, við tað at fedrar teirra høvdu verið vaktarar við dyrnar í tilhaldi HARRANS.
20 Pinehas, sonur Eleazar, var forðum høvdingi teirra; við honum var HARRIN.
21 Zakarja, sonur Meselemja, var duravaktari við inngongd samkomutjaldsins.
22 Allir hesir, ið vóru útvaldir til at halda vakt við dyrnar, vóru tilsamans 212; teir vóru uppskrivaðir í ættarbøkur eftir bygdum sínum; Dávid og Sámuel síggjari høvdu innsett teir í embæti teirra.
23 Teir og synir teirra stóðu og hildu vakt við portur húss HARRANS, tjaldhússins.
24 Duravaktararnir stóðu móti hinum fýra ættunum, móti eystri, vestri, norðri og suðri.
25 Og brøður teirra, sum búðu í bygdum sínum, skuldu koma inn so við og við, sjey dagar í senn, og hjálpa teimum.
26 Tí teir fýra yvirduravaktararnir vóru menn, ið litið varð á. - Hetta vóru Levitarnir. - Teir høvdu eisini umsjón við kømurunum og skattkømurunum í húsi Guds.
27 Um náttina hildu teir til rundan um hús Guds; tí teir áttu at halda vakt, og teir skuldu hvønn morgun lata upp portrini.
28 Nakrir av teimum áttu at ansa eftir amboðunum, ið nýtt vórðu við tænastuna; teir taldu tey, bæði táið teir bóru tey inn, og táið teir bóru tey út.
29 Og nakrir av teimum skuldu ansa eftir hinum amboðunum - øllum amboðunum í halgidóminum - og eftir tí fína mjølinum, víninum, oljuni, roykilsinum og kryddurtunum.
30 Nakrir av prestasonunum gjørdu kryddsalvuna.
31 Mattitja, ein av Levitunum, frumborni sonur Sallum Kora’it, honum var litið upp í hendur at baka tað, ið bakast skuldi.
32 Nakrir av Kahatitum, brøðrum teirra, skuldu akta eftir sýnisbreyðunum og leggja tey fram hvønn sabbat.
33 Hetta vóru sangararnir, ættarhøvdingar millum Levitarnar; teir hildu til í kømurunum og vóru leysir við aðra tænastu; tí teir høvdu sítt egna arbeiði við at gera dag og nátt.
34 Hesir vóru ættarhøvdingarnir millum Levitarnar, eftir ættum teirra - høvdingar; teir búðu í Jerúsalem.
35 Í Gibeon búði Je’uel, faðir Gibeon; kona hansara æt Ma’aka.
36 Hin frumborni sonur hansara var Abdon; síðani vóru Zur, Kis, Ba’al, Ner, Nadab,
37 Gedor, Ajo, Zakarja og Miklot;
38 Miklot fekk sonin Simeam; eisini hesir búðu saman við brøðrum sínum í Jerúsalem, beint yvir av brøðrum sínum.
39 Ner fekk sonin Kis; Kis var faðir Saul; Saul fekk synirnar Jónatan, Malkisua, Abinadab og Esba’al.
40 Sonur Jónatan var Meribba’al; Meribba’al fekk sonin Mika;
41 synir Mika vóru Piton, Melek og Tarea.
42 Ahaz fekk sonin Jara; Jara fekk Alemet, Azmavet og Zimri; Zimri fekk Moza;
43 Moza fekk sonin Bina; sonur hansara var Refaja, sonur hansara Elasa, sonur hansara Azel;
44 Azel hevði seks synir, ið itu Azrikam, Bokeru, Ísmael, Searja, Obadja og Hanan; hetta vóru synir Azel.