Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Krønikubók
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29
1 Sum Dávid nú einaferð sat í húsi sínum, segði hann við Natan profet: "Tú sært, eg búgvi í húsi av sedrisviði, og sáttmálaørk HARRANS býr í tjaldi!"
2 Natan svaraði Dávidi: "Ger tú alt tað, sum tú hevur í huga! Tí Gud er við tær."
3 Men somu nátt kom orð Guds til Natan; Hann segði:
4 "Far og sig við tænara Mín Dávid: So sigur HARRIN: Ikki tú skalt byggja mær húsið, sum Eg skal búgva í!
5 Eg havi jú ikki búð í húsi, frá tí degi Eg leiddi Ísraelsmenn higar og til henda dag, nei, Eg flutti úr einum tjaldi í annað, úr einum tabernakli í annað.
6 Havi Eg nakrantíð, alla ta tíð Eg havi ferðast um millum Ísraelsmenn, sagt við nakran av dómarum Ísraels, sum Eg setti fólki Mínum Ísrael til hirða: "Hví hava tit ikki bygt Mær hús av sedrisviði!"
7 Og nú skalt tú siga við tænara Mín Dávid: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg tók teg úr haganum, har sum tú gekst eftir smáfænum, til at vera høvdinga yvir fólki Mínum, Ísrael.
8 Eg var við tær, allastaðni har sum tú fórt, og týndi allar fíggindar tínar fyri tær; Eg læt teg vinna stórt navn, so stórt sum teir størstu á jørðini hava.
9 Eg havi gjørt fólki Mínum Ísrael bústað til, og Eg havi plantað tað har, so tað fær búð á staði sínum og verður ikki órógvað longur, og yvirgangskroppar herja tað ikki longur sum áður
10 - líka frá teirri tíð Eg setti dómarar yvir fólk Mítt, Ísrael - og Eg havi eyðmýkt allar fíggindar tínar. Og nú lati Eg teg vita, at HARRIN skal byggja tær hús.
11 Táið dagatal títt er fult, og tú fert til fedrar tínar, skal Eg eftir teg reisa upp avkom títt, ein av sonum tínum, og Eg skal grundfesta kongadømi hansara.
12 Hann skal byggja Mær hús, og Eg skal í allar ævir grundfesta hásæti hansara.
13 Eg skal vera honum faðir, og hann skal vera Mær sonur; náði Mína skal Eg ikki lata víkja frá honum - soleiðis sum Eg læt hana víkja frá honum, ið undan tær var.
14 Nei, til ævigar tíðir skal Eg lata hann verða í húsi Mínum og í ríki Mínum; til ævigar tíðir skal hásæti hansara verða grundfest."
15 - Øll hesi orð bar Natan Dávidi og segði honum frá allari hesi sjón.
16 Tá fór Dávid kongur inn og varð verandi har fyri ásjón HARRANS; og hann segði: "Hvør eri eg, HARRI Gud, og hvat er hús mítt, at Tú hevur latið meg komið til hetta!
17 Og so var hetta ov lítið í eygum Tínum, Gud, so at Tú talaði um hús tænara Tíns langt fram í tíðina! Ja, menniskjaliga hevur Tú vent Tær til mín, til at seta meg høgt, HARRI Gud!
18 Hvat meiri skal Dávid tá siga við Teg um heiðurin, ið Tú hevur víst tænara Tínum! Tú kennir jú tænara Tín!
19 HARRI! Fyri tænara Tíns skuld og eftir hjarta Tínum hevur Tú gjørt alt hetta stóra og kunngjørt alt hetta stóra.
20 HARRI! Eingin er sum Tú, og eingin Gud er uttan Tú - eftir øllum tí, sum vit hava hoyrt við oyrum okkara.
21 Og hvar á jørðini finst eitt fólk sum fólk Títt, Ísrael, eitt fólk, ið Gud kom og fríaði út, so tað skuldi vera Hansara egna fólk - til at gera Tær navn við stórum og øgiligum verkum, at reka út fólkasløg fyri fólki Tínum, sum Tú fríaði út av Egyptalandi!
22 Tú setti fólk Títt, Ísrael, til at vera Títt fólk til ævigar tíðir, og Tú, HARRI, ert vorðin Gud teirra!
23 Lat tí nú, HARRI, orðið, ið Tú hevur talað um tænara Tín og hús hansara, standa fast til ævigar tíðir - ger, sum Tú hevur sagt!
24 Ja, lat tað standa fast! So skal navn Títt verða stórt til ævigar tíðir, og sagt skal verða: "HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, er Gud yvir Ísrael!" Og so skal hús Dávids, tænara Tíns, vera grundfest fyri ásjón Tíni.
25 Tí Tú, Gud mín, hevur opinberað fyri tænara Tínum, at Tú skalt byggja honum hús - tí hevur tænari Tín fingið dirvi at biðja fyri ásjón Tíni.
26 Og nú, HARRI, Tú ert Gud, og Tú hevur lovað tænara Tínum alt hetta góða!
27 Lat tí nú líka Tær at signa hús tænara Tíns, so tað verður standandi fyri ásjón Tíni til ævigar tíðir! Tí tað, ið Tú, HARRI, signar, tað er signað í allar ævir!"