Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrsta bræv Jóhannesar
Kapittul 2
1 2345
1 Børn míni! Hetta skrivi eg tykkum, fyri at tit skulu ikki synda. Men um onkur syndar, hava vit talsmann hjá Faðirinum, Jesus Kristus, hin rættvísa;
2 Hann er bót fyri syndir okkara - og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins.
3 Av tí vita vit, at vit kenna Hann - av, at vit halda boð Hansara.
4 Tann, ið sigur: "Eg kenni Hann!" - og heldur ikki boð Hansara - hann er lygnari, og í honum er sannleikin ikki.
5 Men tann, ið heldur orð Hansara, í honum er av sonnum kærleiki Guds vorðin fullkomin. - Av hesum vita vit, at vit eru í Honum.
6 Tann, ið sigur seg verða verandi í Honum, er eisini bundin at hava somu atferð sum Hann.
7 Tit elskaðu! Tað er ikki nýtt boð, eg skrivi tykkum, men gamalt boð, sum tit hava havt frá upphavi. Hitt gamla boðið er orðið, ið tit hava hoyrt.
8 Og tó er tað nýtt boð, eg skrivi tykkum, og tað er satt, í Honum og í tykkum; tí myrkrið víkur burt, og hitt sanna ljós skínur longu.
9 Tann, ið sigur seg vera í ljósinum - og hatar bróður sín - er í myrkrinum enn.
10 Tann, ið elskar bróður sín, verður verandi í ljósinum, og í honum er einki ástoyt.
11 Men tann, ið hatar bróður sín, er í myrkrinum og gongur í myrkri; og hann veit ikki, hvar hann fer, tí myrkrið hevur blindað eygu hansara.
12 Eg skrivi til tykkara, børn míni, tí syndir tykkara eru tykkum fyrigivnar fyri navns Hansara skuld.
13 Eg skrivi til tykkara, tit fedrar, tí tit kenna Hann, sum er frá upphavi. Eg skrivi til tykkara, tit ungu, tí tit hava sigrað hin illa. Eg havi skrivað til tykkara, børn míni, tí tit kenna Faðirin.
14 Eg havi skrivað til tykkara, tit fedrar, tí tit kenna Hann, sum er frá upphavi. Eg havi skrivað til tykkara, tit ungu, tí tit eru sterk, orð Guds verður verandi í tykkum, og tit hava sigrað hin illa.
15 Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.
16 Tí alt, sum í heiminum er - lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins - er ikki av Faðirinum, men av heiminum.
17 Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.
18 Børn míni! Tað er síðsti tími. Tit hava jú hoyrt, at Antikristus kemur, og longu nú eru nógvir antikristar komnir; av tí síggja vit, at tað er síðsti tími.
19 Teir eru farnir út frá okkum - men teir vóru ikki av okkum; tí høvdu teir verið av okkum, so høvdu teir verðið verandi hjá okkum. Men tað skuldi verða opinbert, at ikki allir eru av okkum!
20 Tit hava salving frá hinum Heilaga og vita alt.
21 Eg havi ikki skrivað til tykkara, fyri tað at tit ikki kenna sannleikan, men tí tit kenna hann og vita, at eingin lygn er av sannleikanum.
22 Hvør er lygnarin, uttan tann, ið noktar, at Jesus er Kristus! Hesin er Antikristus - hann, ið avnoktar Faðirin og Sonin.
23 Hvør tann, ið avnoktar Sonin, hevur heldur ikki Faðirin; tann, ið játtar Sonin, hevur eisini Faðirin.
24 Tað, sum tit hoyrdu frá upphavi, verði verandi í tykkum! Verður tað verandi í tykkum, sum tit hoyrdu frá upphavi, so skulu eisini tit verða verandi í Syninum og í Faðirinum.
25 Hetta er lyftið, Hann lovaði okkum: Hitt æviga lív.
26 Hetta havi eg skrivað tykkum viðvíkjandi teimum, ið villleiða tykkum.
27 Men tit - salvingin, ið tit fingu frá Honum, verður verandi í tykkum; og tykkum nýtist ikki, at nakar lærir tykkum; tí sum salving Hansara lærir tykkum alt, so er tað - satt og ikki lygn. Og verðið verandi í Honum, so sum hon hevur lært tykkum!
28 Og nú, børn míni, verðið verandi í Honum, so vit, táið Hann opinberast, kunnu hava dirvi og ikki verða til skammar fyri Honum í komu Hansara!
29 Vita tit, at Hann er rættvísur, so vita tit eisini, at hvør tann, ið ger rættvísi, er føddur av Honum.