|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Fyrsta bræv Jóhannesar | | Kapittul 5 | | | | 1 | Hvør tann, ið trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Gudi, og hvør tann, ið elskar Faðirin, elskar eisini tann, sum føddur er av Honum. |
| 2 | Av hesum vita vit, at vit elska børn Guds - av tí, at vit elska Gud og halda boð Hansara. |
| 3 | Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung. |
| 4 | Tí alt tað, sum føtt er av Gudi, sigrar heimin, og hetta er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara. |
| 5 | Hvør er tann, ið sigrar heimin, uttan tann, ið trýr, at Jesus er Sonur Guds! |
| 6 | Hann er tann, ið kom við vatni og blóði, Jesus Kristus - ikki bert við vatninum, men við vatninum og blóðinum; og Andin er tann, ið vitnar, tí Andin er sannleikin. |
| 7 | Tey eru trý, sum vitna: |
| 8 | Andin, vatnið og blóðið; og hesi trý eru sameind til eitt. |
| 9 | Taka vit við vitnisburði menniskja, so er vitnisburður Guds størri. Hetta er jú vitnisburður Guds, at Hann hevur vitnað um Son Sín. |
| 10 | Tann, ið trýr á Son Guds, hevur vitnisburðin í sær sjálvum; tann, ið ikki trýr Gudi, hevur gjørt Hann til lygnara, tí hann hevur ikki trúð á vitnisburðin, ið Gud hevur vitnað um Son Sín. |
| 11 | Og hetta er vitnisburðurin, at Gud hevur givið okkum ævigt lív, og hetta lív er í Syni Hansara. |
| 12 | Tann, ið hevur Sonin, hevur lívið; tann, ið ikki hevur Son Guds, hevur ikki lívið. |
| 13 | Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar. |
| 14 | Hetta er hitt hugreysta álit, vit hava á Honum, at biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum. |
| 15 | Og vita vit, at Hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at vit hava tað, sum vit hava biðið Hann um. |
| 16 | Sær onkur bróður sín gera synd, ið ikki er til deyða, so skal hann biðja; og Hann skal geva honum lív - teimum, ið ikki synda til deyða. Synd er, sum er til deyða; tað er ikki viðvíkjandi henni, eg sigi, at hann skal biðja. |
| 17 | Øll órættvísi er synd, men synd er, sum ikki er til deyða. |
| 18 | Vit vita, at hvør tann, ið føddur er av Gudi, syndar ikki; nei, tann, ið føddur er av Gudi, varðar seg sjálvan, og hin illi nemur hann ikki. |
| 19 | Vit vita, at vit eru av Gudi, og at allur heimurin liggur í hinum illa. |
| 20 | Og vit vita, at Sonur Guds er komin, og Hann hevur givið okkum vit til at kenna hin sanna - og vit eru í hinum sanna, í Syni Hansara, Jesusi Kristi; hesin er hin sanni Gud og ævigt lív. |
| 21 | Børn míni! Varðið tykkum fyri avgudunum! |
| |
|
|
|
|
|
|