|
|
|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | | Fyrsta bræv Jóhannesar | | | Kapittul 1 | | | | | 1 | Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu, og hendur okkara numu við - tað er Orð lívsins, vit tala um. |
| | 2 | Lívið varð opinberað, og vit hava sæð tað; og vit vitna og kunngera tykkum lívið, hitt æviga, sum var hjá Faðirinum og varð opinberað okkum. |
| | 3 | - Tað, sum vit hava sæð og hoyrt, kunngera vit tykkum við, so eisini tit kunnu hava samfelag við okkum; og samfelag okkara er við Faðirin og við Son Hansara, Jesus Kristus. |
| | 4 | - Hetta skriva vit tykkum, fyri at gleði tykkara kann vera fullkomin. |
| | 5 | Hetta er boðskapurin, ið vit hava hoyrt frá Honum og kunngera tykkum, at Gud er ljós, og einki myrkur er í Honum. |
| | 6 | Siga vit, at vit hava samfelag við Hann - og liva í myrkrinum - so lúgva vit og gera ikki sannleikan. |
| | 7 | Men liva vit í ljósinum - eins og Hann er í ljósinum - so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd. |
| | 8 | Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. |
| | 9 | Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. |
| | 10 | Siga vit, at vit hava ikki syndað, so gera vit Hann til lygnara, og orð Hansara er ikki í okkum. |
| |
|
|
|
|
|
|