Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Paulusar til Timoteus
Kapittul 2
1 234
1 So verð tá tú, barn mítt, sterkur í náðini í Kristi Jesusi!
2 Tað, sum tú hevur hoyrt meg tala fyri mongum vitnum, fá trúføstum monnum tað í hendur, sum eru førir fyri aftur at læra onnur!
3 Líð ilt við mær sum góður hermaður Krists Jesusar!
4 Eingin, sum er í hertænastu, letur seg fanga av umhugsan fyri hesum lívi; tí hann vil toknast honum, sum tók hann í tænastu.
5 Á sama hátt - um onkur er við í kappleiki, hann fær ikki kransin, leikar hann ikki lógliga.
6 Tann bóndi, sum arbeiðir, eigur fyrst at fáa av ávøkstinum.
7 Skil tað, sum eg sigi! - Harrin skal geva tær at skilja alt.
8 Minst Jesus Kristus, sum er risin upp frá hinum deyðu, av ætt Dávids, eftir evangelii mínum,
9 sum eg líði ilt fyri, líka til hetta, at vera bundin sum illgerðarmaður! Men orð Guds er ikki bundið.
10 Tí toli eg alt fyri hinna útvaldu skuld, fyri at tey við skulu vinna frelsuna í Kristi Jesusi við ævigari dýrd.
11 Tað er trúvert orð. Tí eru vit deyð við Honum, skulu vit eisini liva við Honum;
12 halda vit út, skulu vit eisini ráða við Honum; avnokta vit, skal eisini Hann avnokta okkum;
13 eru vit ótrúgv, verður Hann tó verandi trúgvur, tí avnokta Seg sjálvan kann Hann ikki.
14 Minn á hetta, og vitna fyri ásjón Harrans, at tey mugu ikki stríðast um orð - til ongan bata, men teimum til oyðing, sum hoyra!
15 Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
16 Men halt teg burtur frá hinum vanheilaga, tóma tosi! Tí tey fara altíð longur í gudloysi,
17 og orð teirra koma at eta um seg sum kreft. Millum teirra eru Hýmeneus og Filetus,
18 sum eru vilstir burt frá sannleikanum og siga, at uppreisnin hevur longu verið - og bróta niður trúnna hjá summum.
19 Tó, fasti grundvøllur Guds stendur og hevur hetta innsigli: "Harrin kennir Síni", og: "Hvør tann, sum nevnir navn Harrans, haldi seg frá órættvísi!"
20 Men í stórum húsi eru íløt, ikki bert av gulli og silvuri, men eisini av træ og leiri, og summi eru til æru, summi til vanæru.
21 Heldur tí onkur seg reinan frá hesum, skal hann vera ílat til æru, halgað, húsbóndanum til nyttu, til reiðar til alt gott verk.
22 Flýggja frá ungdómslystunum, stevn eftir rættvísi, trúgv, kærleika, friði, saman við teimum, ið kalla á Harran av reinum hjarta!
23 Men sigst undan hinum býttisligu og skilaleysu trætum - tú veitst jú, at tær leiða av sær ófrið!
24 Tænari Harrans eigur ikki at stríðast, men vera mildur við øll, førur fyri at læra onnur, tolin, táið hann líður ilt.
25 Hann skal við spakføri hava at teimum, sum seta seg ímóti; kanska Gud tó einaferð unnir teimum umvending, so tey koma at kenna sannleikan
26 og kunnu vakna aftur úr snerru Djevulsins; tí av honum eru tey fangað til at gera vilja hansara.