Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Paulusar til Timoteus
Kapittul 1
1234
1 Paulus, við vilja Guds ápostul Krists Jesu, til at kunngera lyftið um lívið í Kristi Jesusi -
2 til Timoteus, elskaða barn mítt. Náði, miskunn, friður, frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Harra okkara!
3 Eg takki Gudi, sum eg eins og forfedrar mínir tæni í góðari samvitsku; tí uttan íhald minnist eg teg í bønum mínum nátt og dag,
4 fullur av tráan eftir at síggja teg - táið eg minnist tár tíni - fyri at eg kann verða fyltur við gleði.
5 Tí eg eri mintur um trúnna, sum í tær er, og sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Eunike, móður tíni - trúgv, sum ikki er bert eiti. Eg eri vísur í, at hon býr í tær við.
6 Tí minni eg teg á, at tú kveikir aftur ta náðigávu Guds, sum í tær er við álegging handa mína.
7 Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.
8 Skammast tí ikki við vitnisburðin um Harra okkara ella við meg, fanga Hansara, men líð ilt við evangeliinum í kraft Guds,
9 sum frelsti okkum og kallaði okkum við heiløgum kalli, ikki eftir verkum okkara, men eftir tí, sum Hann sjálvur hevði sett Sær fyri, og eftir náðini, sum okkum varð givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum,
10 men nú er vorðin opinber við opinbering Frelsara okkara Jesu Krists, Hansara, sum gjørdi deyðan til einkis og við evangeliinum førdi fram í ljósið lív og óforgeingiligleika;
11 til at boða evangeliið eri eg settur prædikari, ápostul og lærari heidninga.
12 Tí líði eg eisini hetta; men eg skammist ikki við tað, tí eg veit, hvønn eg trúgvi á, og eg eri vísur í, at Hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið upp í hendur, til hin dag.
13 Hav til fyrimynd hini heilnæmu orð, ið tú hevur hoyrt av mær, í trúgv og kærleika í Kristi Jesusi!
14 Varðveit við Heilaga Andanum, sum í okkum býr, hin fagra skatt, ið tær er givin í hendur!
15 Tú veitst hetta, at øll tey í Asia hava vent sær frá mær; millum teirra eru Fýgelus og Hermogenes.
16 Harrin vísi húsi Onesiforusar miskunn! Tí hann hevur mangan styrkt meg og hevur ikki skammast við leinkjur mínar;
17 nei, táið hann var í Róm, gjørdi hann sær nógvan ómak at leita eftir mær, og fann meg.
18 Harrin gevi honum at finna miskunn hjá Harranum hin dag! Og hvussu nógva tænastu hann gjørdi í Efesus, veitst tú best.