Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Paulusar til Timoteus
Kapittul 4
123 4
1 Eg vitni fyri Gudi og fyri Kristi Jesusi, sum skal døma livandi og deyð, og við opinbering og ríki Hansara:
2 Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð, sannfør, revsa, áminn, við øllum langmóði og lærdómi!
3 Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;
4 og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.
5 Men ver tú edrúur í øllum, líð ilt, ger verk evangelists, fullfør tænastu tína!
6 Tí eg verði longu ofraður, og tíðin er komin hjá mær at fara avstað.
7 Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni.
8 Nú liggur rættvísikransurin mær til reiðar; Harrin, hin rættvísi dómari, skal geva mær hann hin dag - og ikki bert mær, men eisini øllum, sum hava elskað opinbering Hansara.
9 Royn, alt tað tú kanst, at koma til mín skjótt!
10 Tí Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er, og fór til Tessalonika; Kreskens fór til Galatia, Titus til Dalmatia.
11 Eingin er hjá mær uttan Lukas. Tak Markus og hav hann við tær! Hann er mær til góða hjálp í tænastuni.
12 Týkikus havi eg sent til Efesus.
13 Táið tú kemur, hav tá við tær kappan, sum eg legði eftir í Troas hjá Karpusi, og bøkurnar, serliga skinnbøkurnar!
14 Aleksander koparsmiður hevur gjørt mær nógv ilt; Harrin fer at løna honum eftir verkum hansara.
15 Varða eisini tú teg fyri honum! Hann stóð orðum okkara hart ímóti.
16 Fyrstu ferð eg vardi meg, kom eingin mær til hjálpar, nei, øll sviku meg - hevði tað ikki verðið teimum tilroknað!
17 Men Harrin stóð hjá mær og styrkti meg, fyri at prædika orðsins skuldi verða fullførd við mær, og øll fólkasløg fáa hana at hoyra; og eg varð frelstur úr gapi leyvunnar.
18 Og Harrin skal bjarga mær frá øllum óndum verki og frelsa meg inn í himmalska ríki Sítt. Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen.
19 Heilsa Prisku og Akvila og húsi Onesiforusar!
20 Erastus varð eftir í Korint; Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet.
21 Royn, alt tú kanst, at koma, áðrenn veturin kemur! Eubulus, Pudens, Linus, Klaudia og allir brøðurnir lata heilsa tær.
22 Harrin Jesus veri við anda tínum! Náðin veri við tykkum!