Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Paulusar til Timoteus
Kapittul 3
12 34
1 Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.
2 Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheiløg,
3 kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða,
4 svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud;
5 tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.
6 Tí til teirra hoyra tey, sum sníkja seg inn í húsini og fanga konufólk, ið knógva undir syndum og leiðast av alskyns girndum
7 og læra altíð og kunnu aldri koma at kenna sannleikan.
8 Sum Jannes og Jambres stóðu Mósesi ímóti, standa eisini hesi sannleikanum ímóti - menniskju, sum eru spilt í sinninum og at vraka, trúnni viðvíkjandi.
9 Men tey skulu onga framgongd fáa meir; tí vitloysi teirra skal verða øllum opinbert - eins og eisini vitloysi hinna varð.
10 Men tú hevur fylgt mær eftir, í læru, í atburði, í ætlan, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli,
11 í atsóknum, í líðingum - slíkum, sum á meg komu í Antiokia, í Ikonium, í Lystra. Slíkar atsóknir havi eg útstaðið, men Harrin hevur bjargað mær úr teimum øllum.
12 - Og øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt.
13 Men ónd menniskju og svikarar fara fram til hitt verra; tey villleiða og verða villleidd.
14 Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað;
15 og tú kennir frá barni av hinar heiløgu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.
16 Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
17 so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.