Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Kolosse
Kapittul 3
12 34
1 Eru tit tá uppreist við Kristusi, so søkið tað, sum omanfyri er, har Kristus situr við høgru hond Guds!
2 Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er!
3 Tit eru jú deyð, og lív tykkara er fjalt við Kristusi í Gudi.
4 Táið Kristus, lív okkara, opinberast, skulu eisini tit opinberast við Honum í dýrd.
5 Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan - og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!
6 Fyri hetta kemur vreiði Guds.
7 Í hesum livdu tit eisini áður, táið tit høvdu lív tykkara í tí.
8 Men nú skulu eisini tit leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð, skammiligt tos av munni tykkara.
9 Lúgvið ikki hvørt fyri øðrum, tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess
10 og latið tykkum í hitt nýggja, sum verður endurnýggjað til kunnskap - eftir mynd Hansara, sum skapti tað!
11 Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur - nei, Kristus er alt og í øllum.
12 Latið tykkum - sum hini útvaldu, heiløgu og elskaðu Guds - í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!
13 Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! - Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.
14 Men yvir alt hetta - klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!
15 Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami - og verðið takksom!
16 Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
17 Alt, sum tit gera í orði ella verki - gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!
18 Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum!
19 Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær!
20 Tit børn! Aktið foreldur tykkara í øllum, tí tað líkar Harranum!
21 Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!
22 Tit trælir! Aktið í øllum harrar tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men í einfaldi hjartans, í ótta Harrans!
23 Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
24 Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.
25 Tí tann, ið ger órætt, skal fáa aftur órættin, ið hann gjørdi, og ikki verður gjørdur mannamunur.