Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Kolosse
Kapittul 4
123 4
1 Tit harrar! Gerið móti trælum tykkara tað, sum rætt og hampiligt er! Tit vita jú, at eisini tit hava Harra í Himli.
2 Verið áhaldandi í bønini, vakið í henni og takkið!
3 Biðið fyri okkum við, at Gud skal lata okkum upp dyr fyri orðinum, til at tala loyndarmál Kristusar, fyri hvørs skuld eg eisini eri í leinkjum -
4 at eg kann opinbera tað, so sum eg eigi at tala!
5 Umgangist í vísdómi tey, sum uttanfyri eru, og keypið hina lagaligu tíð!
6 Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!
7 Hvussu mær gongst, skal Týkikus, hin elskaði bróðirin, sum so trúliga hjálpir mær og tænir saman við mær í Harranum, bera tykkum boð um, alt samalt.
8 Hann sendi eg til tykkara, júst fyri at tit skulu vita, hvussu til stendur við okkum, og fyri at hann skal troysta hjørtu tykkara.
9 Eisini sendi eg Onesimus, hin trúfasta og elskaða bróðurin, sum er úr býi tykkara; teir skulu siga tykkum frá øllum her.
10 Aristarkus, sum er fangi saman við mær, letur heilsa tykkum, eisini Markus, systkinabarn Barnabas. Hann hava tit fingið boð um - kemur hann til tykkara, so takið ímóti honum!
11 Eisini Jesus, sum kallast Justus, letur heilsa tykkum. Av hinum umskornu eru hesir teir einastu samverkamenn fyri ríki Guds, sum eru vorðnir mær til troyst.
12 Epafras letur heilsa tykkum, hann, sum er úr býi tykkara - tænari Krists Jesu, sum altíð stríðir fyri tykkum í bønum sínum, at tit skulu standa fullkomin og fullvís í øllum vilja Guds.
13 Tí eg gevi honum tann vitnisburð, at hann ger sær nógvan ómak fyri tykkum og teimum í Laodikea og teimum í Hierapolis.
14 Lukas, læknin, hin elskaði, og Demas lata heilsa tykkum.
15 Heilsið brøðrunum í Laodikea, somuleiðis Nymfu og samkomuni í húsi hennara!
16 Táið hetta bræv er lisið upp hjá tykkum, síggið tá til, at tað eisini verður lisið upp í samkomuni í Laodikea, og at eisini tit fáa lisið brævið úr Laodikea!
17 Sigið við Arkippus: "Akta eftir tænastuni, tú hevur fingið í Harranum, at tú fullførir hana!"
18 Heilsan er við míni, Paulusar, egnu hond. Minnist leinkjur mínar! Náðin veri við tykkum!