Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Kolosse
Kapittul 2
1 234
1 Tí eg vil, at tit skulu vita, hvussu nógv stríð eg havi fyri tykkum og fyri tey í Laodikea og fyri øll, sum ikki hava sæð andlit mítt í holdinum
2 - fyri at hjørtu teirra skulu verða troystað, so tey verða knýtt saman í kærleika og náa fram til allan ríkdóm hinnar fullu vitsvissu, til kunnskap um loyndarmál Guds, sum er Kristus.
3 í Honum eru allir skattir vísdómsins og kunnskaparins at finna - fjaldir.
4 Hetta sigi eg, fyri at eingin skal dára tykkum við lokkandi talu.
5 Tí um eg so í holdinum eri fráverandi, eri eg tó í andanum hjá tykkum og gleðist við at síggja, hvussu gott skilið er hjá tykkum, og hvussu føst tit eru í trúnni á Kristus.
6 Eins og tit tí hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, livið soleiðis í Honum,
7 og verið rótfest og latið tykkum byggja upp í Honum og staðfesta í trúnni, eins og tit eru lærd, og vaksið í henni við takkargerð!
8 Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!
9 Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga,
10 og tit eru fylt í Honum, sum er høvd als valds og harradømis.
11 Í Honum eru tit eisini umskorin við umskering, ið ikki er gjørd við hondum, við at verða latin úr holdslikaminum, við umskering Kristusar -
12 grivin við Honum í dópinum, sum tit eisini eru uppreist í saman við Honum, við trúnni á kraft Guds, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu.
13 Eisini tykkum, sum vóru deyð í syndum tykkara og óumskorna standi tykkara - holdinum - gjørdi Hann livandi við Honum. Hann fyrigav okkum øll misbrot okkara
14 og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.
15 Hann avvápnaði tignirnar og valdini og gjørdi tey til skammar fyri eygum alra, táið Hann á krossinum vísti Seg sum sigurharra yvir teimum.
16 Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka ella viðvíkjandi høgtíð, sólkomu ella sabbati!
17 Hetta er jú skuggi tess, ið koma skuldi; men likamið er Kristusar.
18 Latið ongan ræna sigurslønina frá tykkum, um onkur roynir hetta við "eyðmjúkleika" og eingladýrkan, við tað at hann tekst við tað, sum hann hevur sæð í sjónum - uttan grund uppblástur av holdliga sinni sínum -
19 og heldur ikki fast við høvdið, sum alt likamið veksur vøkst Guds út úr, hjálpið og samanbundið av liðum og bondum sínum!
20 Eru tit við Kristusi deyð frá barnalærdómi heimsins, hví lata tit tá, sum tit høvdu livað í heiminum enn, slík boð leggja á tykkum:
21 "Tak ikki, smakka ikki, nem ikki!"
22 - Hetta er tó alt ætlað til oyðingar við at verða nýtt! - Alt slíkt er boð og lærdómar manna!
23 Hetta hevur víst orð fyri at vera vísdómur - við sjálvvaldari dýrkan, "eyðmjúkleika" og ringari viðferð av likaminum, ikki við nøkrum, sum er æru vert! Tað er einki til uttan at metta holdið!