1 | Er nú nøkur áminning í Kristusi, er nøkur troyst kærleikans, er nakað samfelag Andans, er nøkur hjartans góðska og miskunn, |
|
2 | so gerið gleði mína fullkomna - at tit semjast tykkara millum, hava sama kærleika, somu sál, somu tráan, |
|
3 | einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv, |
|
4 | og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til! |
|
5 | Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi! |
|
6 | Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri rán at vera javnlíki Guds; |
|
7 | nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur. |
|
8 | Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan. |
|
9 | Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er, |
|
10 | fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru, |
|
11 | og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd. |
|
12 | Eins og tit tí, elskaðu míni, altíð hava verið lýðin, so arbeiðið, ikki bert sum táið eg var hjá tykkum, men uppaftur nógv meiri, nú eg ikki eri hjá tykkum, við ótta og bivan uppá frelsu tykkara! |
|
13 | Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum. |
|
14 | Gerið alt uttan at knarra og uttan at ivast, |
|
15 | so tit kunnu vera lýtaleys og rein, ólastandi børn Guds, mitt í rangvørgari og øvigari ætt, so tit vísa tykkum millum teirra sum himmalljós í heiminum |
|
16 | og halda fram orð lívsins, mær til rós á degi Kristusar - at eg havi ikki runnið til einkis, ei heldur arbeitt til einkis. |
|
17 | Um eg tá verði ofraður undir ofringini av trúgv tykkara og tænastuni fyri hana, so gleðist eg, og gleðist saman við tykkum øllum. |
|
18 | Á sama hátt skulu eisini tit gleðast, og gleðast saman við mær. |
|
19 | Eg havi ta vón í Harranum Jesusi, at eg skjótt fái sent Timoteus til tykkara, fyri at eisini eg kann fáa gott mót, táið eg fái at vita, hvussu tykkum veit við. |
|
20 | Tí eg havi ongan samsintan, sum av sonnum hjarta vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við; |
|
21 | allir søkja teir sítt egna, ikki tað, sum Kristi Jesusi hoyrir til. |
|
22 | Men roynda trúskap hansara kenna tit, at eins og barn tænir faðir sínum, hevur hann tænt við mær í evangeliinum. |
|
23 | Hann vóni eg tá at fáa sent, við tað sama sum eg fái at síggja, hvussu við mær verður. |
|
24 | Og eg havi tað álit á Harranum, at eg eisini sjálvur skal koma skjótt. |
|
25 | Men eg helt vera neyðugt at senda Epafroditus til tykkara, hann, sum er bróðir mín og virkar og stríðir saman við mær, og sum er sendimaður og tænari tykkara at hjálpa mær í trongd míni. |
|
26 | Tí honum longdist eftir tykkum øllum, og hann hevði ongan frið á sær, av tí at tit høvdu hoyrt, at hann var sjúkur. |
|
27 | Hann var eisini sjúkur - og deyðsjúkur; men Gud miskunnaði honum - og ikki bert honum, men mær við - so eg skuldi ikki hava sorg oman á sorg. |
|
28 | Eg skundi mær tí tess meir at senda hann, fyri at tit aftur kunnu verða glað, táið tit síggja hann, og eg kann fáa lætta í sorg míni. |
|
29 | Takið tá ímóti honum í Harranum við allari gleði, og haldið slíkar í æru! |
|
30 | Tí fyri Kristusar verks skuld mundi hann doyð, við tað at hann vágaði lívið fyri at bøta um saknin av tykkum í tænastuni móti mær. |
|
|