Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi
Kapittul 4
123 4
1 Brøður mínir, sum eg elski, og sum mær leingist eftir, gleði mín og kransur mín, standið tí soleiðis fastir í Harranum, tit elskaðu!
2 Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at vera samsintar í Harranum;
3 ja, eg biði teg við, tú, sum av røttum bert navnið Synzygus: Kom teimum til hjálpar! Tí tær hava strítt saman við mær í evangeliinum, og somuleiðis Klemens og hini, ið hava arbeitt saman við mær, tey, hvørja nøvn standa í bók lívsins.
4 Gleðist í Harranum, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist!
5 Milda sinni tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er nær!
6 Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
7 So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
8 Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!
9 Tað, sum tit eisini hava lært og tikið við og hoyrt og sæð hjá mær - gerið tað, so skal Gud friðarins vera við tykkum!
10 Tað hevur verið mær stór gleði í Harranum, at nú endiliga aftur stendur so væl til hjá tykkum, at tit hava fingið hugsað um hjálp til mín. Ikki tí, tit hugsaðu um tað áður við, men tykkum bar ikki til.
11 - Hetta sigi eg ikki av trongd; tí eg havi lært at lata vera mær nóg mikið - tað, sum eg havi.
12 Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava yvirflóð; við hvønn stand og øll viðurskifti eri eg kunnigur, bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava yvirflóð og at líða trongd.
13 Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
14 Tó gjørdu tit væl í at taka lut í trongd míni.
15 Tit vita jú eisini sjálvir, Filippimenn, at í fyrstu tíð evangeliums, táið eg fór avstað úr Makedonia, hevði eingin samkoma rokning við meg um givið og móttikið, uttan bert tit.
16 Tí eisini í Tessalonika sendu tit mær bæði eina ferð og tvær ferðir tað, sum mær tørvaði.
17 Tað er ikki tað, at eg trái eftir gávuni; nei, eg trái eftir ávøkstinum, ið ríkliga kemur tykkum til góða.
18 Nú havi eg nóg mikið av øllum og havi yvirflóð; mær trýtur ikki, nú eg við Epafroditusi havi fingið gávu tykkara - yndisligan anga, offur, fagnað av Gudi og Honum til gleði.
19 Og Gud mín skal eftir ríkidømi Sínum fylla alla trongd tykkara í dýrd í Kristi Jesusi.
20 Honum, Gudi og Faðir okkara, veri dýrdin í aldur og allar ævir! Amen.
21 Heilsið hvørjum heiløgum í Kristi Jesusi!
22 Brøðurnir, ið hjá mær eru, lata heilsa tykkum. Øll hini heiløgu lata heilsa tykkum, serliga tey, sum hoyra til hús keisarans.
23 Náði Harrans Jesu Krists veri við anda tykkara!