Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi
Kapittul 1
1234
1 Paulus og Timoteus, tænarar Krists Jesu - til øll hini heiløgu í Kristi Jesusi, sum í Filippi eru, við umsjónarmonnum og samkomutænarum.
2 Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!
3 Eg takki Gudi mínum, hvørja ferð eg minnist tykkum;
4 og í hvørji bøn míni biði eg altíð fyri tykkum øllum við gleði.
5 - Eg takki Honum fyri, at tit, líka frá fyrsta degi og til nú, hava havt samfelag við meg í arbeiðinum fyri evangeliið.
6 Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists.
7 Tað er jú rætt fyri meg at hugsa so um tykkum øll; tí eg havi tykkum í hjartanum, bæði í leinkjum mínum, og táið eg verji og staðfesti evangeliið - tit hava jú øll part við mær í náðini.
8 Tí Gud er vitni mítt, hvussu mær leingist eftir tykkum øllum við hjartalagi Krists Jesusar.
9 Og tað biði eg um, at kærleiki tykkara skal verða alt ríkari og ríkari enn í kunnskapi og øllum viti,
10 so tit kunnu døma um, hvat beinast er, og soleiðis vera rein og ongum til ástoyt - til dag Kristusar,
11 fylt við rættvísiávøksti, sum virkaður verður við Jesusi Kristi, Gudi til dýrd og lov.
12 Eg vil, at tit skulu vita, brøður, at tað, sum mær hevur verið fyri, hevur heldur verið evangeliinum til frama;
13 tí harvið er vorðið allari lívvaktini og øllum hinum skilligt, at tað er fyri Kristusar skuld, eg eri í leinkjum;
14 og hinir flestu av brøðrunum hava - við leinkjum mínum - í áliti á Harranum fingið enn meiri dirvi at tala orð Guds óttaleysir.
15 Víst eru eisini nakrir, sum prædika Kristus av øvund og hugi til stríð; men aðrir gera tað tó av góðum vilja.
16 Hesir gera tað av kærleika, vitandi, at eg eri settur at verja evangeliið;
17 men hinir prædika Kristus av trætisjúku, ikki av reinum huga, men í teirri hugsan at leggja trongd aftrat leinkjum mínum.
18 Hvat so! Kristus verður tó prædikaður, ið hvussu er, veri tað nú fyri eitt eiti ella av sonnum, og tað eri eg glaður um. Ja, eg skal eisini framvegis gleða meg;
19 tí eg veit, at hetta skal verða mær til frelsu við bøn tykkara og hjálp frá Anda Jesu Krists.
20 Tað er tráan og vón mín, at eg í ongum skal verða til skammar, men at Kristus, sum altíð, so nú við, skal við øllum dirvi verða dýrmettur í likami mínum, veri tað nú við lívi ella við deyða.
21 Tí at liva er mær Kristus, og deyðin er vinningur.
22 Men um tað at liva í holdinum gevur mær ávøkst av verki mínum, so veit eg ikki, hvat eg skal velja,
23 men standi ivasamur millum hesi bæði: Eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristusi, tí tað var mangan, mangan betri;
24 men at verða verandi í holdinum er neyðugari fyri tykkara skuld.
25 Og við tað at eg eri vísur í hesum, veit eg, at eg skal liva og verða verandi hjá tykkum øllum, tykkum til frama og gleði í trúnni,
26 fyri at rós tykkara í Kristi Jesusi kann verða í yvirflóð við mær, táið eg komi til tykkara aftur.
27 Bert skulu tit liva lív tykkara, sum hóskandi er evangelii Kristusar, fyri at eg, um eg nú komi og síggi tykkum, ella eg eri fráverandi, kann fáa at hoyra um tykkum, at tit standa fastir í einum anda, so tit við eini sál berjast saman fyri trúnni á evangeliið
28 og í ongum lata tykkum ræða av mótstøðumonnunum - tað er teimum merki um undirgang, men tykkum um frelsu, og tað frá Gudi.
29 Tykkum varð jú givið - fyri Kristusar skuld - ikki bert at trúgva á Hann, men eisini at líða fyri Hansara skuld
30 - tit hava jú sama stríð, sum tit sóu hjá mær og nú hoyra um meg.