Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ester
Kapittul 1
12345678910
1 Á døgum Ahasverusar - tað var tann Ahasverus, sum ráddi úr India til Etiopia, yvir 127 londum -
2 á teimum døgum ið Ahasverus sat í kongahásæti sínum í borgini Susan, hendi hetta:
3 Triðja árið, ið hann sat við stýrið, helt hann veitslu fyri øllum høvdingum og tænarum sínum; herhøvdingarnir í Persia og Media og stórmenn hansara og høvdingarnir í landspørtunum vóru gestir hjá honum.
4 Og í mangar dagar - 180 dagar - vísti hann teimum dýrd og ríkdóm kongadømis síns og skreyt og fagurleika stórleika síns.
5 Táið hesir dagar vóru at enda, helt kongurin fyri øllum fólkinum, sum í borgini Susan var, bæði høgum og lágum, veitslu í sjey dagar í forgarðinum við urtagarð kongshallarinnar.
6 Teppi av hvítum líni, bummull og bláum purpuri vóru við bondum av hvítari bummull og reyðum purpuri fest í silvurringar og at marmorsúlum; beinkir av gulli og silvuri stóðu á gólvi, ið var lagt við alabastri, hvítum marmori, perlumóðursteini og svørtum marmori.
7 Drykkirnir vórðu bornir í gullskálum, og skálirnar líktust ikki hvør aðrari; har treyt ikki kongligt vín - sum kongi sømdi.
8 Og viðvíkjandi drekkingini var givin tann fyriskipan, at eingin skuldi noyðast; kongurin hevði givið fyristøðumonnum sínum tað boð, at ein og hvør skuldi fáa, so mikið sum hann vildi.
9 Samstundis helt Vasti drotning veitslu fyri kvinnunum í kongaborg Ahasverusar kongs.
10 Sjeynda dagin - kongurin var tá í góðum lagi av víni - segði hann við Mehuman, Bizta, Harbona, Bigta, Abagta, Zetar og Karkas, teir sjey hirðmenninar, ið tæntu hjá Ahasverusi kongi,
11 at teir skuldu leiða Vasti drotning fram fyri kongin, við kongligari krúnu á høvdinum, so hann kundi vísa fólkunum og høvdingunum vakurleika hennara - tí hon var ógvuliga vøkur.
12 Men Vasti drotning noktaði at koma eftir boði kongsins, sum hirðmenninir bóru henni. Tá kom ógvuliga ilt í kongin - vreiði hansara tendraðist.
13 Og kongurin spurdi vísmenninar, sum skil høvdu á tíðunum - soleiðis vórðu orð kongsins løgd fram fyri allar teir, sum kønir vóru í lóg og rætti;
14 og teir, ið næstir stóðu honum, vóru Karsena, Setar, Admata, Tarsis, Meres, Marsena og Memukan, hinir sjey persisku og medisku høvdingarnir, ið sóu andlit kongsins og høvdu hægstu sætini í ríkinum -:
15 "Hvat eigur eftir lógini at verða gjørt við Vasti drotning, aftur fyri at hon hevur ikki gjørt, sum Ahasverus kongur við hirðmonnunum gav henni boð um?"
16 Tá tók Memukan til orða, so kongurin og høvdingarnir hoyrdu: "Vasti drotning hevur misbrotið seg, ikki bert móti konginum, men móti øllum høvdingunum og øllum fólkunum í øllum londum Ahasverusar.
17 Tí tað fer at spyrjast millum allar kvinnurnar, hvussu drotningin hevur borið seg at, og hetta fer at fáa tær at vanvirða menn sínar; tær fara at siga: "Ahasverus kongur beyð, at Vasti drotning skuldi verða leidd fram fyri hann, men hon kom ikki!"
18 Ja, longu í dag fara høvdingafrúurnar í Persia og Media, táið tær fáa at frætta, hvussu drotningin hevur borið seg at, at svara øllum høvdingum kongsins á sama hátt - og so fer ikki at tvørra vanvirðing og vreiði!
19 Um tað tí líkar konginum, so lat kongligt boð ganga út - og lat tað verða uppskrivað millum lógir Persara og Medara, so tað ikki stendur til at vika! - at Vasti aldri uppaftur skal koma fyri eygu Ahasverusar kongs! Og kongligu tign hennara gevi kongurin eini aðrari kvinnu, sum er betri enn hon!
20 Táið tá hetta boð, ið kongurin letur ganga út, verður kent um alt ríki hansara - tí tað er stórt - fara allar kvinnur, bæði høgar og lágar, at vísa monnum sínum virðing."
21 Hesi orð dámdi konginum og høvdingunum væl, og kongurin gjørdi, sum Memukan hevði sagt.
22 Hann sendi brøv til øll lond kongsins - til hvønn landspart í hansara egnu skrift og til hvørja tjóð á hennara egna tungumáli - at hvør maður skuldi vera harri í húsi sínum og tala mál fólks síns.