Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ester
Kapittul 8
1234567 8910
1 Sama dag gav Ahasverus kongur Ester drotning húsið, ið Haman, fíggindi Jødanna, hevði átt. Og Mordokai fekk loyvi at koma inn fyri kongin; tí Ester hevði sagt honum, hvat hann hevði verið fyri hana.
2 Kongurin tók innsiglisring sín, sum hann hevði tikið frá Haman, og gav Mordokai hann; og Ester setti Mordokai yvir hús Hamans.
3 Men Ester vendi sær aftur til kongin, kastaði seg niður fyri fótum hansara og græt og bønaði hann um at gera til einkis óndskap Hamans Agagits og ráðini, ið hann hevði lagt upp móti Jødunum.
4 Og kongurin rætti út gullstavin móti Ester; tá reistist Ester og steig fram fyri kongin
5 og segði: "Líkar tað konginum, og havi eg funnið náði fyri ásjón hansara, heldur kongurin tað vera beint, og eri eg góð í eygum hansara - so lat verða givið skrivligt boð um at taka aftur brøvini, ið hini óndu ráð Hamans Agagits, sonar Hammedata, stóðu í, tey, sum hann skrivaði til at fáa beint fyri Jødunum í øllum landspørtum kongsins!
6 Hvussu skal eg orka at síggja vanlukkuna, ið kemur yvir fólk mítt, og hvussu skal eg orka at síggja, at ætt mín týnist!"
7 Tá segði Ahasverus kongur við Ester drotning og Jødan Mordokai: "Hús Hamans havi eg givið Ester, og sjálvur er hann hongdur í gálgan, aftur fyri at hann ætlaði at leggja hond á Jødarnar.
8 Skrivið tí nú tit brøv um Jødarnar í navni kongsins, soleiðis sum tykkum tykir best, og innsiglið tey við innsiglisringi kongsins! Tí tað bræv, sum skrivað er í navni kongsins og innsiglað við innsiglisringi kongsins, kann ikki takast aftur."
9 Boð vórðu nú við tað sama - tann triðja og tjúgunda í triðja mánaði, tað er sivan mánaði - send eftir skrivarum kongsins, og skrivað varð, á allan hátt soleiðis sum Mordokai gav boð um, til Jødarnar og jallarnar, landstjórarnar og høvdingarnar í londunum, úr India líka til Etiopia, 127 landspørtum, til hvønn landspart í hansara egnu skrift og til hvørja tjóð á hennara egna tungumáli, eisini til Jødarnar í skrift teirra og á tungumáli teirra.
10 Hann skrivaði í navni Ahasverusar kongs og innsiglaði við innsiglisringi kongsins. Síðani sendi hann brøvini avstað við snarboðum, ið riðu á gangarum úr støllum kongsins.
11 Í teimum stóð, at kongurin gav Jødunum í hvørjum býi loyvi at taka seg saman og verja lívið og í hvørjum fólki og landsparti at týna, drepa og oyða allar vápnaðar skarar, sum gjørdu álop á teir, ja, børn og kvinnur við, og at ræna tað, ið tey áttu
12 - alt ein og sama dag í øllum landspørtum Ahasverusar kongs, tann trettanda í tólvta mánaði, tað er adar mánaði.
13 Fyri at hetta boð skuldi verða kent í øllum landspørtunum, varð avskrift av brævinum kunngjørd øllum fólkunum, so Jødarnir kundu vera til reiðar tann dagin og hevna seg á fíggindar sínar.
14 Eftir boði kongsins fóru snarboðini, ið riðu á hinum kongligu gangarunum, avstað, so skjótt sum teir kundu, við tað sama sum hetta lógboð var givið í borgini Susan.
15 Men Mordokai gekk út frá konginum í kongligum skrúði av bláum purpuri og hvítum líni, við stórari gullkrúnu og í kápu av fínum líni og reyðum purpuri; og býurin Susan rópti hart av gleði og var fróur.
16 Hjá Jødunum var nú ljós og gleði, frøi og heiður;
17 og í hvørjum landsparti og hvørjum býi, allastaðni har sum orð og boð kongsins kom, varð gleði og frøi millum Jødarnar, veitsluhald og høgtíð. Og millum fólkini í landinum vóru mong, sum gjørdust Jødar; tí ótti fyri Jødunum var fallin á tey.