Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ester
Kapittul 7
123456 78910
1 Kongurin og Haman komu nú í veitsluna hjá Ester drotning.
2 Sum tey tá sótu og drukku vín, segði kongurin - eisini henda seinna dagin - við Ester: "Hvat er bøn tín, Ester drotning? Hon skal verða tær veitt! Og hvat vilt tú hava? Um tað so var hálvt ríkið, skuldi tað ikki verðið tær sýtt!"
3 Tá svaraði Ester drotning: "Havi eg funnið náði fyri eygum tínum, kongurin, og líkar tað konginum, so lat lív mítt verða mær givið eftir bøn míni, og fólk mítt eftir ynski mínum!
4 Tí vit eru seld, bæði eg og fólk mítt, til at verða týnd, dripin og fyribeind. Høvdu vit so bert verið seld at verðið trælir og trælkvinnur, skuldi eg tagt, men nú er fíggindi okkara ikki førur fyri at bøta konginum skaðan."
5 Ahasverus kongur spurdi Ester drotning: "Hvør er hann, og hvar er hann, ið hevur vágað sær at gera hetta?"
6 Ester svaraði: "Ein mótstøðumaður og fíggindi - illi Haman, ið har situr!" Tá varð Haman sligin av ræðslu fyri konginum og drotningini.
7 Kongurin reistist í vreiði, rýmdi úr veitsluni og fór út í urtagarð hallarinnar; men Haman steðgaði eftir, at biðja Ester drotning um lív sítt; tí hann dugdi at síggja, at kongurin hevði gjørt av at lata vanlukkuna koma yvir hann.
8 Táið nú kongurin kom aftur úr urtagarði hallarinnar, inn í salin, har sum veitslan hevði verðið hildin, hevði Haman kastað seg niður yvir beinkin, ið Ester drotning sat á. Tá segði kongurin: "Man hann enntá ætla at neyðtaka drotningina her í mínum egna húsi!" Kongurin hevði ikki meir enn talað hetta orð, tá sveipaðu teir inn andlit Hamans.
9 Og Harbona, ein av hirðmonnum kongsins segði: "Við hús Hamans stendur longu gálgi, 50 alin høgur, sum hann sjálvur hevur latið reisa Mordokai, honum, sum einaferð talaði tað, ið var konginum til so stóran bata!" Tá segði kongurin: "Heingið hann í hann!"
10 Teir hongdu nú Haman í gálgan, sum hann hevði latið reisa Mordokai. So sissaðist kongurin.