Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ester
Kapittul 3
12 345678910
1 Nakað eftir hetta gjørdi Ahasverus kongur Haman Agagit, son Hammedata, stóran og gav honum meiri heiður og størri vald enn øllum høvdingunum, ið hjá honum vóru.
2 Allir tænarar kongsins, sum í kongsportrinum vóru, fullu á knæ og kastaðu seg niður fyri Haman; tí so hevði kongurin boðið um hann. Men Mordokai fall ikki á knæ og kastaði seg ikki niður fyri honum.
3 Tá søgdu tænarar kongsins, sum í kongsportrinum vóru, við Mordokai: "Hví brýtur tú boð kongs?"
4 Og táið teir høvdu sagt hetta við hann fleiri dagar upp í slag, og hann lurtaði ikki eftir teimum, søgdu teir Haman tað fyri at vita, um lagt mundi fara at verða í grundirnar, sum Mordokai gav; tí hann hevði sagt teimum, at hann var Jødi.
5 Táið nú Haman sá, at Mordokai hvørki fall á knæ ella kastaði seg niður fyri honum, kom ógvuliga ilt í hann.
6 Og táið honum varð sagt, hvørjum fólki Mordokai var av, tykti honum vera ov lítið at leggja hond bert á Mordokai; nei, hann setti sær fyri at fáa týnt allar Jødar, sum vóru í øllum ríki Ahasverusar, av tí at tað var fólkið, ið Mordokai var av.
7 Í fyrsta mánaði, tað er nisan mánaði, tólvta árið ið Ahasverus kongur sat við stýrið, varð pur - tað er lutur - kastaður fyri eygum Hamans, um hvønn dag fyri seg og hvønn mánað fyri seg, líka til tólvta mánað, tað er adar mánað.
8 Síðani segði Haman við Ahasverus kong: "Her er eitt fólk, ið býr spjatt og fyri seg sjálvt millum hini fólkini í øllum landspørtum ríkis tíns; lógir teirra líkjast ikki lógunum hjá nøkrum øðrum fólki, og tey gera ikki eftir lógum kongsins. Tað sømir seg ikki fyri kongin at lata tey vera í friði.
9 Um tað líkar konginum, so lat ganga út skrivligt boð um, at tey skulu verða týnd! Eg fari tá at kunna viga upp í hendur embætismannanna 10 000 talentir av silvuri at verða lagt í skattkømur kongsins."
10 Tá tók kongurin innsiglisringin av hondini og flýddi Haman Agagiti hann, syni Hammedata, jødafíggindanum.
11 Kongurin segði við Haman: "Silvurið er tær givið, og við fólkið kanst tú gera, sum tær tykir best."
12 Boð vórðu send eftir skrivarum kongsins - tann trettanda í fyrsta mánaði - og teir skrivaðu, á allan hátt sum Haman beyð, til jallar kongsins, til landstjórarnar yvir hvørjum landsparti fyri seg og til høvdingarnar yvir hvørjum fólki fyri seg - til hvønn landspart í hansara egnu skrift og til hvørja tjóð á hennara egna tungumáli. Í navni Ahasverusar kongs vórðu brøvini skrivað, og tey vórðu innsiglað við innsiglisringi kongsins.
13 So vórðu snarboð send við brøvum til allar landspartar kongsins, at allir Jødar skuldu verða týndir, dripnir og fyribeindir, bæði ung og gomul, smábørn og kvinnur, øll ein dag, tann trettanda í tólvta mánaði - tað er adar mánaði - og at tað, ið tey áttu, skuldi verða givið til rán.
14 Fyri at hetta boð skuldi verða kent í øllum landspørtunum, varð avskrift av brævinum kunngjørd øllum fólkunum, so tey kundu vera til reiðar tann dagin.
15 Eftir boði kongsins fóru snarboðini skundisliga avstað, við tað sama sum boðið var givið í borgini Susan. So settust kongurin og Haman at drekka; men býurin Susan var sligin av ræðslu.