|
|
|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | | Brćv Paulusar til Titus | | | Kapittul 1 | | | | | 1 | Paulus, tćnari Guds og ápostul Jesu Krists, til at virka trúgv hjá hinum útvaldu Guds og kunnskap um sannleikan, sum hoyrir til gudsótta, |
| | 2 | í vón um ćvigt lív, sum Gud, iđ ikki lýgur, hevur lovađ frá ćvigum tíđum. |
| | 3 | Og táiđ tíđin var komin, opinberađi Hann orđ Sítt í prćdikuni, sum mćr er litin upp í hendur eftir bođi Guds, Frelsara okkara |
| | 4 | - til Titus, ektabarn mítt í felags trúgv. Náđi og friđur frá Gudi Fađir og Kristi Jesusi, Frelsara okkara! |
| | 5 | Tí var tađ, eg lćt teg verđa eftir á Kreta - at tú skuldi fáa skil á tí, sum eftir var at gera, og seta inn elstar í hvřrjum býi, soleiđis sum eg álegđi tćr, |
| | 6 | um onkur er, sum er ólastandi, mađur einar kvinnu, og hevur trúgvandi břrn, sum ikki hava ringt orđ á sćr fyri óskikkiligt lív ella eru treisk. |
| | 7 | Tí umsjónarmađur skal vera ólastandi sum húshaldari Guds, ikki sjálvgóđur, ikki illfřrur, ikki drykkjumađur, ikki bardagamađur, ikki gjarnur eftir ljótum vinningi, |
| | 8 | men gestablíđur, elskandi hitt góđa, hřviskur, rćttvísur, heilagur, fráhaldandi, |
| | 9 | ein, iđ heldur fast viđ hitt trúverda orđ eftir lćruni - fyri at hann kann vera fřrur fyri bćđi at áminna viđ hini heilnćmu lćru og at teppa tey, sum siga ímóti. |
| | 10 | Tí mong eru, sum ikki vilja vita av rćđi, sum fara viđ tómum tosi og leiđa í villu; serliga eru tađ tey av umskeringini. |
| | 11 | Slík eiga at verđa tept; tí tey villleiđa heil hús viđ at lćra tađ, sum ikki eigur at verđa lćrt - fyri at fáa ljótan vinning. |
| | 12 | Ein teirra - ein av teirra egnu profetum - hevur sagt: "Kretingar eru altíđ lygnarar, óargadýr, letibúkar." |
| | 13 | - Hesin vitnisburđur er sannur. Tí skalt tú hava strangliga at teimum, so tey kunnu verđa heilbjargin í trúnni |
| | 14 | og ikki akta eftir jřdiskum ćvintýrum og bođum manna, sum venda sćr burtur frá sannleikanum. |
| | 15 | Alt er hinum reinu reint; men hinum óreinu og vantrúgvandi er einki reint; nei, bćđi sinni og samvitska teirra eru dálkađ. |
| | 16 | Tey siga, at tey kenna Gud, men tey avnokta Hann viđ verkum sínum; tí tey eru andstyggilig og ólýđin og duga einki gott verk til. |
| |
|
|
|
|
|
|