Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra bræv Paulusar til Timoteus
Kapittul 4
123 456
1 Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda
2 við hykli lygilærara, sum eru brennimerktir í síni egnu samvitsku,
3 sum forbjóða at giftast og geva boð um at halda seg frá føði, ið Gud hevur skapt, fyri at tey, sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk.
4 Tí allur skapningur Guds er góður, og einki at vraka, táið tikið verður ímóti tí við tøkk;
5 tí tað verður halgað við orði Guds og bøn.
6 Táið tú lærir brøðurnar hetta, ert tú góður tænari Krists Jesu, sum verður fostraður upp við orðum trúarinnar og hinnar góðu læru, ið tú hevur fylgt.
7 Men hinum vanheiløgu kellingaævintýrum skalt tú sigast undan; ven teg heldur til gudsótta!
8 Tí hin likamliga venjingin er nyttulig til lítið; men gudsóttin er nyttuligur til alt og hevur lyfti, bæði fyri lívið, ið nú er, og fyri hitt, ið kemur.
9 - Tað er trúvert orð og til fulnar vert at verða fagnað.
10 Tí er tað, vit arbeiða og verða háðaðir - tí vit hava sett vón okkara á hin livandi Gud, sum er Frelsari alra menniskja, mest teirra, sum trúgva.
11 Hetta skalt tú áleggja og læra.
12 Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!
13 Ver íðin í upplestrinum, áminningini, læruni, inntil eg komi!
14 Vanrøk ikki náðigávuna, sum í tær er - sum varð givin tær við profetorðum, við handaálegging hinna elstu!
15 Hugsa um hetta, liv í hesum, so framgongd tín kann verða øllum opinber!
16 Akta eftir tær sjálvum og eftir læruni, ger støðugt tað! Tí táið tú tað gert, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg.