|
|
|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | | Fyrra brćv Paulusar til Timoteus | | | Kapittul 1 | | | | | 1 | Paulus, ápostul Krists Jesu eftir bođi frá Gudi, Frelsara okkara, og Kristi Jesusi, vón okkara |
| | 2 | - til Timoteus, ektabarn mítt í trúnni. Náđi, miskunn, friđur, frá Gudi Fađir og Kristi Jesusi, Harra okkara! |
| | 3 | Eg biđi teg - nú sum táiđ eg fór til Makedonia - at verđa verandi í Efesus, fyri at tú skalt áleggja summum, ikki at ganga viđ fremmandari lćru |
| | 4 | og ikki at lurta eftir ćvintýrum og endaleysum ćttartřlum, sum meiri elva trćtur enn fremja húshald Guds í trúnni. |
| | 5 | Endamál tess, iđ álagt er, er kćrleiki av reinum hjarta, góđari samvitsku og trúgv, iđ ikki bert er eiti. |
| | 6 | Frá hesum eru summi vilst burtur og hava vent sćr til tómt tos; |
| | 7 | tey vilja vera lóglćrarar, tóat tey hvřrki skilja tađ, sum tey siga, ella tađ, sum tey tala um viđ slíkum sjálváliti. |
| | 8 | Vit vita, at lógin er góđ, um onkur nýtir hana, sum lógin eigur at verđa nýtt, |
| | 9 | so hann skilir hetta, at lógin er til, ikki fyri hin rćttvísa, men fyri lógleys og sjálvráđin, gudleys og syndarar, vanheilřg og óandalig, fyri slík, sum nýta yvirgang móti fađir og móđur, fyri manndráparar, |
| | 10 | siđloysingar, tey, sum synda móti náttúruni, menniskjatjóvar, lygnarar, meinsvorin - og alt annađ, sum er ímóti hini heilnćmu lćru, |
| | 11 | eftir evangeliinum um dýrd hins sćla Guds, sum mćr er litiđ upp í hendur. |
| | 12 | Eg takki Honum, sum gav mćr kraft, Kristi Jesusi, Harra okkara, at Hann roknađi meg trúgvan og setti meg til tćnastuna, |
| | 13 | meg, sum áđur var spottari, atsřkjari og yvirgangskroppur; men eg fann miskunn, av tí at eg vitsti ikki betur, táiđ eg í vantrúgv gjřrdi so. |
| | 14 | Ja, náđi Harra okkara varđ ómetaliga stór viđ trúgv og kćrleika í Kristi Jesusi. |
| | 15 | Tađ er trúvert orđ og til fulnar vert at verđa fagnađ, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og av teimum eri eg hin střrsti. |
| | 16 | Men tí fann eg miskunn - fyri at Jesus Kristus kundi á mćr - sum fyrstur var - vísa alt langmóđ Sítt, teimum til fyridřmi, sum skuldu trúgva á Hann til ćvigt lív. |
| | 17 | Men kongi aldanna, hinum óforgeingiliga, ósjónliga, einasta Gudi, veri heiđur og dýrd í aldur og allar ćvir! Amen. |
| | 18 | Hetta bođ líti eg tćr upp í hendur, barn mítt Timoteus, eftir profetaorđunum, iđ frammanundan eru talađ um teg, fyri at tú eftir teimum skalt stríđa hitt góđa stríđ, |
| | 19 | havandi trúgv og góđa samvitsku - sum nřkur hava kastađ frá sćr og liđiđ skipbrot, trúnni viđvíkjandi. |
| | 20 | Millum teirra eru Hýmeneus og Aleksander, sum eg havi giviđ upp til Satan, fyri at teir skulu verđa tyktađir so, at teir lata vera at spotta. |
| |
|
|
|
|
|
|