Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra bræv Paulusar til Timoteus
Kapittul 2
1 23456
1 Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum,
2 fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett - fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði.
3 Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt,
4 Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.
5 Tí ein Gud er, og ein millummaður millum Gud og menniskju, menniskjað Kristus Jesus,
6 sum gav Seg sjálvan til loysigjald fyri øll, til vitnisburð á tíð síni.
7 Fyri hetta eri eg settur til prædikara og ápostul - eg sigi sannleika, eg lúgvi ikki - heidningum til lærara í trúgv og sannleika.
8 - Eg vil tá, at menninir allastaðni skulu biðja so, at teir lyfta upp heilagar hendur, uttan vreiði og trætu,
9 somuleiðis, at kvinnurnar skulu skrýða seg við sámiligum búna, við blúgv og heiður, ikki við flættum, gulli, perlum ella dýrum klæðum,
10 men við góðum verkum - sum kvinnum sømir, ið játta seg undir gudsótta.
11 Kvinnan skal still lata seg læra, við øllum lýdni;
12 men eg gevi ikki kvinnu loyvi at vera lærara ella hava ræði yvir manninum; nei, hon skal halda seg stilla.
13 Ádam varð jú skaptur fyrr, so Eva.
14 Og Ádam varð ikki dáraður, men kvinnan varð dárað og fall í brot.
15 Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, so satt sum tær verða verandi í trúgv, kærleika og heilagleika við siðprýði.