Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Zefanias
Kapittul 2
1 23
1 Sansa teg og gakk í teg sjálva, tú tjóð, sum veit ikki av skomm,
2 áðrenn ráðið er fullborið - sum dumba kemur dagurin fúkandi! - áðrenn brennandi vreiði HARRANS kemur yvir tykkum, áðrenn vreiðidagur HARRANS kemur yvir tykkum!
3 Søkið HARRAN, øll tit eyðmjúku í landinum, tit, sum halda lóg Hansara! Stundið eftir rættvísi, stundið eftir eyðmjúkleika! Tað kundi borið á, at tit vórðu fjald vreiðidag HARRANS.
4 Tí Gaza skal liggja frárýmt, og Askalon í oyði; mitt á ljósum degi skal fólkið í Asdod verða rikið burtur, og Ekron skal verða rykt upp við rót.
5 Vei tykkum, tit, sum búgva fram við sjónum, tú Kretafólk! Orð HARRANS kemur yvir teg, Kána’an, tú Filistaraland; Eg skal oyða teg, so eingin býr í tær.
6 Sjósíðan skal verða til haglendi, har hirðarnir hava brunnar og seyðabyrgi.
7 Og hon skal lutast teimum, ið eftir eru av húsi Juda; tey skulu har hava beiti sítt; í húsum Askalons skulu tey hvíla seg um kvøldið - tí HARRIN Gud teirra skal vitja tey og venda lagnu teirra.
8 Eg havi hoyrt, hvussu Móab speirekur, og hvussu Ammonitar háða, hvussu teir hava spottað fólk Mítt og borið seg hugmóðiga at móti landi teirra.
9 Tí skal, so satt sum Eg livi - sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels - gangast Móab sum Sodoma, og Ammonitum sum Gomorra: Notur skulu eiga teir, og saltgrøv og oyðimørk skulu teir verða til ævigar tíðir; leivd fólks Míns skal ræna teir; tað, ið eftir er av fólki Mínum, skal taka teir í ogn.
10 So skal teimum gangast aftur fyri hugmóð teirra, aftur fyri at teir háðaðu fólk HARRANS Guds herskaranna og bóru seg hugmóðiga at móti tí.
11 Øgiligan skal HARRIN vísa Seg móti teimum; tí Hann skal forkoma øllum gudum á jørðini, og allar oyggjar heidninganna skulu tilbiðja Hann, hvørt fólk á staði sínum.
12 Eisini tit, Etioparar, skulu falla fyri svørði Mínum.
13 Hann rættir út hondina móti norðri og ger enda á Assur, leggur Nineve í oyði, ger tað turt sum oyðimørk.
14 Har skulu fylgi liggja, flokkar av alskyns villum dýrum; pelikanar og pinnsvín skulu hava náttaherbergi á súluhøvdunum har; fuglar skulu hoyrast láta í vindeygunum; eyrur skal liggja á gáttunum, tí bróstið av sedrisviði er skrætt niður.
15 Hetta er fagnaðarbýurin, sum búði so tryggur, sum segði í hjartanum: "Eg og eingin annar!" - Sum hann er vorðin til oyðimørk, til bøli fyri villdýr! Hvør tann, sum gongur framvið, bríkslar eftir honum og ristir hondina háðandi.