Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Zefanias
Kapittul 1
123
1 Orð HARRANS, ið kom til Zefanias, son Kusi, son Gedalja, son Amarja, son Ezekias - á døgum Josiasar judakongs, sonar Amons.
2 Burt, ja, burt skal Eg sópa alt av jørðini! - sigur HARRIN.
3 Eg skal sópa burt menniskju og dýr, Eg skal sópa burt fuglarnar undir himli, fiskarnar í sjónum og alt, sum voldir fall, saman við hinum gudleysu; og Eg skal týna menniskjuna av jørðini - sigur HARRIN.
4 Eg skal rætta út hond Mína móti Juda og móti øllum, sum í Jerúsalem búgva, og Eg skal týna av hesum staði alt tað, ið eftir er av Ba’al, nøvn avgudaprestanna saman við prestunum,
5 tey, sum á tekjunum tilbiðja her himmalsins, tey, sum tilbiðja HARRAN og svørja Honum trúskap, men samstundis svørja um kong sín,
6 og tey, sum hava vent sær frá HARRANUM, og sum ikki hava leitað til HARRAN og ikki spurt eftir Honum.
7 Verið still fyri Harranum HARRANUM! Tí dagur HARRANS er nær; HARRIN hevur gjørt sláturoffur til, Hann hevur halgað gestir Sínar.
8 Offurdag HARRANS skal Eg heimsøkja høvdingarnar og kongasynirnar og allar, sum ganga í útlendskum klæðum.
9 Eg skal tann dag heimsøkja hvønn tann, ið loypur um gáttina - teir, ið fylla hús Harra síns við yvirgangi og sviki.
10 Tann dag - sigur HARRIN - skal hoyrast neyðarróp úr Fiskaportri, venan úr nýggja býpartinum og ógvuligt brak av hæddunum.
11 Venið tykkum, tit, sum í Mortaranum búgva! Tí endi er gjørdur á øllum keypmannafólkinum; týndir eru allir, ið dragsaðu pening.
12 Og um hesa somu tíð skal Eg við lyktum leita um alt Jerúsalem, og Eg skal heimsøkja tey fólk, sum liggja á berskaka sínum og siga í hjartanum: "HARRIN ger hvørki gott ella ilt!"
13 Góðs teirra skal verða til rán, og hús teirra skulu verða løgd í oyði; tey skulu byggja hús, men ikki búgva í teimum, og planta víngarðar, men ikki drekka vín úr teimum.
14 Nær er dagur HARRANS, hin stóri; hann er nær og kemur brádliga. Hoyrið - hatta er dagur HARRANS! Fullur av angist rópar tá kappin.
15 Vreiðidagur er tann dagur, dagur við neyð og trongd, dagur við kollvelting og oyðing, dagur við myrkri og niðu, dagur við skýggjum og mjørka,
16 dagur við lúðraljóði og herrópi móti hinum víggirdu støðum og hinum høgu múrtindum.
17 Tá skal Eg loypa slíka ræðslu á menniskjuni, at tey ganga har sum blind - aftur fyri at tey hava syndað móti HARRANUM; blóð teirra skal verða kastað burtur sum dust, og kjøt teirra sum tøð.
18 Hvørki silvur teirra ella gull teirra skal vera ment at bjarga teimum vreiðidag HARRANS; av vreiðieldi Hansara skal øll jørðin verða oydd; tí Hann skal gera enda - ja, brádliga gera enda á øllum, sum á jørðini búgva.