1 | Vei hinum treiska og dálkaða staði, sum er fullur av yvirgangsverkum! |
|
2 | Hann lurtar ikki eftir, hvat nakar sigur, tekur ikki við revsing; á HARRAN lítur hann ikki, til Gud sín heldur hann seg ikki. |
|
3 | Høvdingarnir í honum eru brølandi leyvur; dómarar hansara eru sum úlvar á kvøldi; teir leiva einki til morgunin eftir; |
|
4 | profetar hansara eru skról - trúleysir menn; prestar hansara vanhalga tað, ið heilagt er, gera yvirgangsverk móti lógini. |
|
5 | HARRIN er rættvísur inni har, Hann ger ikki órætt; hvønn morgun letur Hann dóm Sín koma fyri ljósið, tað svitast ikki. - Men hin órættvísi hevur ikki skomm í sær! |
|
6 | Eg havi oytt heidningafólk; múrtindar teirra eru brotnir niður; Eg havi lagt gøtur teirra í oyði, so eingin gongur á teimum; býir teirra eru herjaðir, so har er ikki menniskja - eingin býr har. |
|
7 | Eg segði: Hevði tú bert viljað óttast Meg, tikið við revsing, so skuldi bústaður tín ikki verðið lagdur í oyði - einki skuldi hent av tí, sum Eg havi sett Mær fyri móti tær. - Men tey hava tvørturímóti lagt sær eina við at lata øll verk síni vera illgerðir. |
|
8 | Bíðið Mær tí - sigur HARRIN - til tann dag Eg reisi Meg til at taka herfong! Tí dómur Mín er, at Eg savni heidningafólk, sanki saman ríki, og helli vreiði Mína oman yvir tey, alla brennandi vreiði Mína; tí av vreiðieldi Mínum skal øll jørðin verða løgd í oyði. |
|
9 | Tí tá skal Eg geva tjóðunum nýggjar, reinar varrar, so tær allar ákalla navn HARRANS og tæna Honum av einum hjarta. |
|
10 | Úr landinum hinumegin áir Etiopia skulu teir koma við tilbiðjarum Mínum, spjadda fólki Mínum, sum offurgávu til Mín. |
|
11 | Tann dag skalt tú ikki longur skammast yvir øll verk tíni, sum tú hevur misbrotið teg móti Mær við; tí tá skal Eg rudda burt hjá tær tey, sum so stolt fegnast mitt í tær, og tú skalt ikki longur gera teg sjálvan stóran á heilaga fjalli Mínum. |
|
12 | Nei, Eg skal lata vera eftir í tær eyðmjúkt fólk, sum lítið hevur at týða - og tey skulu hava navn HARRANS til lívd sína. |
|
13 | Leivd Ísraels skal ikki gera órætt og ikki tala lygn; ikki skal vera svikafull tunga í munni teirra; nei, tey skulu finna føði og liva í friði, og eingin skal ræða tey. |
|
14 | Gleð teg stórliga, dóttir Zion! Lat hoyrast fagnað, Ísrael! Gleð og frø teg av fullum hjarta, dóttir Jerúsalem! |
|
15 | HARRIN hevur tikið burt revsidómar tínar, Hann hevur ruddað burt fígginda tín! Kongur Ísraels, HARRIN, er hjá tær - tú skalt einki ilt síggja uppaftur! |
|
16 | Tann dag skal verða sagt við Jerúsalem: "Óttast ikki! Zion, miss ikki mótið! |
|
17 | HARRIN Gud tín er hjá tær, hetjan, sum frelsir; Hann fegnast yvir tær við gleði, Hann tigur í kærleika Sínum, Hann frøist yvir tær við fagnaði!" |
|
18 | Tey, sum við sorg sakna høgtíðirnar, savni Eg - tey eru av tær, vanæra tyngir tey niður. |
|
19 | Tá skal Eg hava við allar teir at gera, sum hava plágað teg; Eg skal frelsa tað, ið haltar, og savna saman tað, ið burtur er rikið; og Eg skal gera tey heiðrað og navngitin um alla jørðina - har tey hava verið so vanærd. |
|
20 | Tá skal Eg leiða tykkum higar, tá skal Eg savna tykkum; tí Eg skal gera tykkum navngitin og heiðrað millum øll fólkasløg á jørðini - táið Eg fyri eygum tykkara vendi lagnu tykkara, sigur HARRIN. |
|
|