Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jónas
Kapittul 1
1234
1 Orð HARRANS kom til Jónas, son Amittai; Hann segði:
2 "Halt avstað, far til Nineve, hin stóra stað, og tala móti honum! Tí óndskapur teirra er stigin upp fyri andlit Mítt."
3 Men Jónas helt avstað og ætlaði at flýggja til Tarsis, burtur frá ásjón HARRANS; hann fór til Joppe, og táið hann har fann skip, ið skuldi til Tarsis, greiddi hann flutningsgjaldið og fór umborð til at fara við teimum til Tarsis, burtur frá ásjón HARRANS.
4 Men HARRIN sendi harðveður á sjógvin; ódnarstormur varð á havinum, so skipið var um at ganga burtur.
5 Tá kom ræðsla á skipsmenninar, og teir róptu hvør til gud sín; tað, sum í skipinum var, kastaðu teir út fyri at lætta um tað. Men Jónas var farin niður í niðasta rúm skipsins og lá har í fastasvøvni.
6 Skiparin fór tá til hansara og segði: "Hvussu fært tú sovið so? Kom upp og rópa til Gud tín! Kanska Gud hugsar um okkum, so vit ganga ikki burtur."
7 So søgdu teir hvør við annan: "Komið, latið okkum kasta lut, so vit kunnu fáa at vita, hvør ið er skyld í, at henda vanlukka er komin á okkum!" Teir kastaðu so lut, og luturin fall á Jónas.
8 Tá søgdu teir við hann: "Sig okkum, hvør ið er skyld í, at henda vanlukka er komin á okkum! Hvat er ørindi títt, og hvaðani kemur tú? Hvørjum landi ert tú úr, og hvørji tjóð ert tú av?"
9 Hann svaraði: "Eg eri Hebreari, og eg óttist HARRAN, Gud Himmalsins, Hann, sum hevur gjørt havið og turrlendið."
10 Tá fall stór ræðsla á menninar, og teir søgdu við hann: "Hví hevur tú gjørt hetta?" - Teir vitstu, at hann flýddi frá ásjón HARRANS, tí tað hevði hann sagt teimum.
11 Og teir spurdu hann: "Hvat skulu vit gera við teg, so sjógvurin kann slætna hjá okkum?" - Tí sjógvurin østist meiri og meiri upp.
12 Hann svaraði: "Takið meg og kastið meg á sjógvin! So fer sjógvurin at slætna hjá tykkum; tí eg veit, at tað er fyri mína skuld, hesin ógvuligi stormur er komin á tykkum."
13 Menninir royndu nú at rógva aftur til lands; men teir vóru ikki mentir, tí sjógvurin østist meiri og meiri upp ímóti teimum.
14 Tá róptu teir til HARRAN og søgdu: "Á HARRI! Lat okkum ikki ganga burtur, fyri tað at hesin maður skal doyggja, og lat ikki sakleyst blóð koma yvir okkum! - Tú, HARRI, hevur jú gjørt, sum Tú vildi!"
15 Síðani tóku teir Jónas og kastaðu hann á sjógvin; tá slætnaði sjógvurin við tað sama.
16 Og stórur ótti fyri HARRANUM fall á menninar; teir ofraðu HARRANUM sláturoffur og gjørdu lyfti.