Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jónas
Kapittul 4
123 4
1 Men hetta dámdi Jónasi ógvuliga illa, og ilt kom í hann.
2 Hann bað til HARRAN og segði: "Á HARRI! Var tað ikki hetta, eg hugsaði, meðan eg enn var heima í landi mínum! Tí ætlaði eg hina ferðina at flýggja til Tarsis; eg vitsti jú, at Tú ert náðigur og miskunnsamur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn, og at Tú angrar hitt illa!
3 Tak tí nú lív mítt, HARRI! Eg vil fyrr doyggja enn liva!"
4 Men HARRIN segði: "Er tað beint av tær at vera so illur?"
5 Jónas var farin út úr býnum; hann hevði sett seg eystan fyri býin; har hevði hann gjørt sær leyvhús og sat undir tí í skugganum fyri at síggja, hvussu býnum fór at ganga.
6 Tá læt Gud HARRIN risinusrunn vaksa upp yvir Jónas, til at skugga yvir høvd hansara, so hann kundi verða frægari hýrdur; og Jónas var ógvuliga glaður um risinusrunnin.
7 Men táið lýsti morgunin eftir, læt Gud orm koma og stinga risinusrunnin, so hann følnaði.
8 Og táið sólin kom upp, sendi Gud brennandi heitan eystanvind, og sólin stakk so í høvd Jónasar, at hann fekk maktarloysi; tá ynskti hann sær deyðan og segði: "Eg vil fyrr doyggja enn liva!"
9 Men Gud segði við Jónas: "Er tað beint av tær at vera so illur um risinusrunnin?" Hann svaraði: "Ja, eg havi grund at vera illur, og tað til deyða!"
10 Tá segði HARRIN: "Tú harmast um risinusrunnin, sum tú einki stríð hevur havt av og ikki fingið at vaksa - sum varð til eftir eini nátt og doyði út eftir eini nátt;
11 og Mær skuldi ikki tykst synd í Nineve, hinum stóra staði, har meir enn tólv ferðir tíggju túsund menniskju eru, sum ikki kenna vinstru frá høgru, og nógv kríatúr!"