Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezra
Kapittul 1
12345678910
1 Fyrsta árið ið Kýrus kongur í Persia sat við stýrið, vakti HARRIN - fyri at orð Hansara, sum Jeremias hevði talað, skuldu ganga út - anda Kýrusar persarakongs, so hann læt boð ganga út um alt ríki sítt og eisini skrivliga kunngera:
2 "So sigur Kýrus kongur í Persia: HARRIN Gud Himmalsins hevur givið mær øll ríki á jørðini, og Hann hevur álagt mær at byggja Sær hús í Jerúsalem í Juda.
3 Hvør tann av tykkum, ið hoyrir til fólk Hansara, við honum veri Gud hansara, hann kann fara til Jerúsalem í Juda og byggja hús HARRANS Guds Ísraels - Hann er tann Gud, sum býr í Jerúsalem!
4 Og allastaðni har sum onkur enn er eftir, skal fólkið á staðnum, har hann býr sum fremmandur, veita honum styrk við silvuri og gulli, við góðsi og fæi - umframt tað, ið sjálvkravt verður givið til hús Guds í Jerúsalem."
5 Tá gjørdu teir seg til, ættarhøvdingar Juda og Benjamins og prestarnir og Levitarnir - allir teir, hvørja anda Gud vakti - og hildu avstað til Jerúsalem at byggja hús HARRANS har.
6 Og øll, ið rundan um teir búðu, hjálptu teimum við silvuríløtum, gulli, góðsi, fæi og virðismiklum gávum - umframt alt tað, ið sjálvkravt varð givið.
7 Og Kýrus kongur læt frá sær íløtini úr húsi HARRANS, tey, sum Nebukadnezar hevði flutt burt úr Jerúsalem og sett í hús guds síns;
8 tey læt Kýrus kongur í Persia nú Mitredat skattmeistara fáa, og hann taldi tey og læt tey upp í hendur Sesbazzars, høvdinga Juda.
9 Talið á teimum var: 30 gullskálir, 1000 silvurskálir, 29 offurknívar,
10 30 gullkannur, 410 silvurkannur av ringari slagi, og 1000 onnur íløt.
11 Íløtini av gulli og silvuri vóru tilsamans 5400. Alt hetta hevði Sesbazzar við sær, táið hini burturfluttu fóru úr Bábel til Jerúsalem.