Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezra
Kapittul 8
1234567 8910
1 Hetta vóru ættarhøvdingarnir, ið komu við mær heim úr Bábel, meðan Artaxerxes kongur sat við stýrið - teir verða her roknaðir upp eftir ættum sínum -:
2 Av eftirkomarum Pinehasar Gersom; av eftirkomarum Itamars Dániel; av eftirkomarum Dávids Hattus;
3 av eftirkomarum Sekanja - av eftirkomarum Paros - Zakarja, og við honum 150 mans, sum vóru uppskrivaðir í ættarbók;
4 av eftirkomarum Pahat-Móabs Eljoenai, sonur Zeraja, og við honum 200 mans;
5 av eftirkomarum Sekanja sonur Jehaziel, og við honum 300 mans;
6 av eftirkomarum Adins Ebed, sonur Jónatan, og við honum 50 mans;
7 av eftirkomarum Elams Jesaja, sonur Atalja, og við honum 70 mans;
8 av eftirkomarum Sefatja Zebadja, sonur Mikael, og við honum 80 mans;
9 av eftirkomarum Jóabs Obadja, sonur Jehiel, og við honum 218 mans;
10 av eftirkomarum Selomits sonur Josifja, og við honum 160 mans;
11 av eftirkomarum Bebai Zakarja, sonur Bebai, og við honum 28 mans;
12 av eftirkomarum Azgads Jóhanan, sonur Hakkatan, og við honum 110 mans;
13 av eftirkomarum Adonikams nakrir, ið komu seinni - teir itu Elifelet, Je’uel og Semaja - og við teimum 60 mans;
14 av eftirkomarum Bigvai Utai og Zabbud, og við teimum 70 mans.
15 Eg savnaði teir saman við ánna, sum rennur í Ahava, og vit reistu tjøldini og lógu har tríggjar dagar. Men táið eg hugdi gjøllari at fólkinum og prestunum, fann eg ongar Levitar har.
16 Eg sendi tí boð eftir Eliezer ættarhøvdinga, Ariel, Semaja, Elnatan, Jarib, Elnatan, Natan, Zakarja og Mesullam og eftir lærarunum Jójarib og Elnatan.
17 Teir sendi eg til Iddo høvdinga í Kasifja og legði teimum orð í munnin, sum teir skuldu yvirtala Iddo og brøður hansara við - tempultænararnar í Kasifja - til at senda okkum tænarar til hús Guds okkara.
18 Og við tað at Gud okkara helt góðu hond Sína yvir okkum, sendu teir okkum skilagóðan mann, ið æt Serebja, eftirkomara Mali, son Levi, son Ísrael - hann og synir og brøður hansara, 18 tilsamans -
19 eisini Hasabja og við honum Jesaja av eftirkomarum Merari, og brøður hansara og synir teirra, 20 tilsamans,
20 og av tempultænarunum, sum Dávid og høvdingarnir høvdu givið Levitunum til tænarar, 220 mans, sum allir vóru nevndir við navni.
21 So læt eg har við ánna Ahava boða føstu, at vit skuldu eyðmýkja okkum fyri ásjón Guds okkara og biðja Hann lata eydnuna vera við okkum og børnum okkara og øllum, ið vit áttu, á ferðini.
22 Eg varnaðist at biðja kong um herfólk og hestmenn at verja okkum móti fíggindum á ferðini; tí vit høvdu sagt við kong: "Gud okkara heldur hond Sína yvir øllum teimum, ið søkja Hann, og letur teimum gangast væl; men máttur og vreiði Hansara eru yvir øllum teimum, ið venda Honum bakið."
23 Vit fastaðu tá og bóðu Gud okkara um hjálp, og Hann bønhoyrdi okkum.
24 Síðani valdi eg út tólv av prestahøvdingunum og Serebja og Hasabja og tíggju av brøðrum teirra;
25 teimum vigaði eg út silvurið, gullið og íløtini - gávuna til hús Guds okkara, sum kongur, ráðgevarar og høvdingar hansara og allir Ísraelsmenn, ið har búðu, høvdu latið;
26 eg vigaði teimum út 650 talentir av silvuri, silvuríløt, sum vóru 100 talentir í virði, 100 talentir av gulli,
27 20 gullkannur, sum vóru 1000 darikar í virði, og 2 íløt av fínum, skínandi kopari, sum var at meta javnt við gull í virði.
28 Og eg segði við teir: "Tit eru halgaðir HARRANUM, og íløtini eru halgað Honum, og silvurið og gullið eru sjálvkravd gáva til HARRAN Gud fedra tykkara.
29 Vakið tí yvir hesum og ansið eftir tí, inntil tit fáa vigað tað út í Jerúsalem, í kømurum húss HARRANS, fyri eygum prestahøvdinganna, Levitanna og ættarhøvdinga Ísraels!"
30 Prestarnir og Levitarnir tóku tá við silvurinum, gullinum og íløtunum - hesum, ið vigað var - til at flyta tað til Jerúsalem, til hús Guds okkara.
31 Síðani hildu vit avstað frá ánni Ahava, tann tólvta í fyrsta mánaði, til at fara til Jerúsalem; og Gud okkara helt hond Sína yvir okkum, so Hann frelsti okkum undan hondum fígginda og slíkra, sum lógu og lúrdu eftir okkum á vegnum.
32 Táið vit vóru komnir til Jerúsalem, hvíldu vit okkum har tríggjar dagar.
33 Men fjórða dagin vórðu silvurið, gullið og íløtini vigað í húsi Guds okkara og latin upp í hendur Merimots prests, sonar Uria; saman við honum var Eleazar, sonur Pinehas, hjástaddur og tók ímóti, og somuleiðis Levitarnir Józabad, sonur Josva, og Noadja, sonur Binnui.
34 Alt varð latið eftir tali og vekt, og øll vektin varð samstundis uppskrivað.
35 Hinir burtfluttu, ið heimaftur vóru komnir úr útlegdini, ofraðu nú Gudi Ísraels brennioffur; teir ofraðu 12 tarvar - fyri alt Ísrael - 96 veðrar, 77 lomb og 12 syndoffurbukkar - alt samalt sum brennioffur til HARRAN.
36 So fluttu teir jøllum kongsins og landstjórunum hinumegin Ánna boð kongsins. Hesir veittu tá fólkinum og húsi Guds dugnað.