Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezra
Kapittul 2
1 2345678910
1 Hetta vóru menninir úr landspartinum, sum fóru heim úr útlegdini í hinum fremmanda landi; Nebukadnezar bábelskongur hevði herleitt teir til Bábel, men nú fóru teir aftur til Jerúsalem og Juda, hvør til bý sín;
2 teir komu í fylgi við Zerubbabel, Josva, Nehemiasi, Seraja, Re’elaja, Mordokai, Bilsan, Mispar, Bigvai, Rehum og Ba’ana. Talið á monnunum av Ísraelsfólki var:
3 Eftirkomarar Paros: 2172;
4 eftirkomarar Sefatja: 372;
5 eftirkomarar Ara: 775;
6 eftirkomarar Pahat-Móabs - eftirkomarar Josva og Jóabs -: 2812;
7 eftirkomarar Elams: 1254;
8 eftirkomarar Zattu: 945;
9 eftirkomarar Zakkai: 760;
10 eftirkomarar Bani: 642;
11 eftirkomarar Bebai: 623;
12 eftirkomarar Azgads: 1222;
13 eftirkomarar Adonikams: 666;
14 eftirkomarar Bigvai: 2056;
15 eftirkomarar Adins: 454;
16 eftirkomarar Aters - frá Ezekiasi -: 98;
17 eftirkomarar Bezai: 323;
18 eftirkomarar Jóra: 112;
19 eftirkomarar Hasums: 223;
20 eftirkomarar Gibbars: 95;
21 ættaðir úr Betlehem: 123;
22 menn úr Netofa: 56;
23 menn úr Anatot: 128;
24 ættaðir úr Azmavet: 42;
25 ættaðir úr Kirjat-Arim, Kefira og Be’erot: 743;
26 ættaðir úr Rama og Geba: 621;
27 menn úr Mikmas: 122;
28 menn úr Betel og Ai: 223;
29 ættaðir úr Nebo: 52;
30 eftirkomarar Magbis: 156;
31 eftirkomarar hins Elams: 1254;
32 eftirkomarar Harims: 320;
33 ættaðir úr Lod, Hadid og Ono: 725;
34 ættaðir úr Jeriko: 345;
35 ættaðir úr Sena’a: 3630.
36 Prestarnir vóru: Eftirkomarar Jedaja - av ætt Josva -: 973;
37 eftirkomarar Immers: 1052;
38 eftirkomarar Pashurs: 1247;
39 eftirkomarar Harims: 1017.
40 Levitarnir vóru: Eftirkomarar Josva og Kadmiels - av eftirkomarum Hodavja -: 74.
41 Sangararnir vóru: Eftirkomarar Asafs: 128.
42 Eftirkomarar duravaktaranna vóru: Eftirkomarar Sallums, Aters, Talmons, Akkubs, Hatita og Sobai - tilsamans 139.
43 Tempultænararnir vóru: Eftirkomarar Ziha, Hasufa, Tabbaots,
44 Keros, Siaha, Padons,
45 Lebana, Hagaba, Akkubs,
46 Hagabs, Samlai, Hanans,
47 Giddels, Gahars, Reaja,
48 Rezins, Nekoda, Gazzams,
49 Uzza, Pasea, Besai,
50 Asna, Me’unita, Nefusita,
51 Bakbuks, Hakufa, Harhurs,
52 Bazluts, Mehida, Harsa,
53 Barkos, Sisera, Tama,
54 Nezia og Hatifa.
55 Eftirkomarar tænara Sálomos vóru: Eftirkomarar Sotai, Soferets, Peruda,
56 Ja’ala, Darkons, Giddels,
57 Sefatja, Hattils, Pokeret-Hazzebajims og Ami.
58 Tempultænararnir og eftirkomarar tænara Sálomos vóru tilsamans 392.
59 Hesir vóru teir, ið fóru heim úr Tel-Mela, Tel-Harsa, Kerub, Addan og Immer, men sum ikki vóru førir fyri at greiða frá ætt síni og uppruna sínum - um teir vóru av Ísrael -:
60 Eftirkomarar Delaja, Tobiasar og Nekoda: 652.
61 Og av eftirkomarum prestanna: Eftirkomarar Habaja, Hakkoz og Barzillai - hansara, sum hevði tikið dóttur Barzillai Gileadit til konu og var uppkallaður eftir teimum.
62 Hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; teir vórðu tí sum óreinir stongdir úti frá prestadøminum;
63 og landstjórin segði við teir, at teir máttu ikki eta av hinum háheilaga, fyrrenn prestur við urim og tummim var komin.
64 Øll samkoman var tilsamans 42 360,
65 umframt tænarar og arbeiðskonur teirra; tey vóru 7337; teir høvdu eisini 200 sangarar og sangarinnur.
66 Hestar teirra vóru 736, múldýrini 245,
67 kamelarnir 435, og eslini 6720.
68 Summir ættarhøvdingarnir góvu, táið teir komu til hús HARRANS í Jerúsalem, sjálvkravdar gávur til hús Guds, so tað kundi verða upp aftur bygt, har sum tað hevði staðið;
69 teir góvu eftir førimuni til byggikassan: 61 000 darikar í gulli og 5000 minur í silvuri, harumframt 100 prestakyrtlar.
70 Bæði prestarnir, Levitarnir, nakað av fólkinum, sangararnir, duravaktararnir og tempultænararnir búsettust í býum sínum, og annars búði alt Ísrael í býum sínum.