Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Haggai
Kapittul 1
12
1 Annað árið ið Darius var kongur, tann fyrsta í sætta mánaði, kom orð HARRANS við Haggai profeti til Zerubbabel, son Sealtiel, landstjóra í Juda, og til Josva, son Józadak, høvuðsprest; Hann segði:
2 So sigur HARRIN Gud herskaranna: Hetta fólk sigur: "Enn er tíðin ikki komin - tíðin at byggja hús HARRANS."
3 Orð HARRANS kom tá við Haggai profeti; Hann segði:
4 Er tíðin tá komin hjá tykkum at búgva í bróstaðu húsum tykkara, meðan hetta hús liggur í oyði!
5 Tí sigur nú HARRIN Gud herskaranna so: Leggið til merkis, hvussu tykkum gongst!
6 Tit sáa nógv - men lítið kemur í hús; tit eta - men verða ikki mett; tit drekka - men fáa ikki tostan sløktan; tit klæða tykkum - men eingin verður heitur; og tann, ið tænir fyri løn, fær lønina í holutan pung.
7 So sigur HARRIN Gud herskaranna: Leggið til merkis, hvussu tykkum gongst!
8 Farið niðan á fjøllini eftir viði, og byggið húsið! Tað toknast Mær, og tá skal Eg vísa dýrd Mína - sigur HARRIN.
9 Tit væntaðu nógv - men lítið varð; og táið tit bóru tað í hús, blásti Eg tað burtur. Hví? - sigur HARRIN Gud herskaranna. Tí hús Mítt liggur í oyði, meðan tit hava nógv um at vera, hvør við hús sítt.
10 Tí hevur himmalin latið seg aftur yvir tykkum og gevur ikki døgg, og jørðin hevur sýtt tykkum grøði sína.
11 Eg havi kallað turk higar, yvir landið og fjøllini, yvir kornið, vínið, oljuna og alt tað, ið jørðin gevur av sær, yvir fólk og fæ og yvir alt tað, ið hendur tykkara virka.
12 Og Zerubbabel, sonur Sealtiel, og Josva, sonur Józadak, høvuðspresturin, og alt tað, ið eftir var av fólkinum, lurtaðu eftir rødd HARRANS Guds síns og eftir tí, sum Haggai profetur segði - tí HARRIN Gud teirra hevði sent hann - og fólkið óttaðist HARRAN.
13 Tá segði Haggai, sendiboð HARRANS, við fólkið - so sum HARRIN hevði álagt honum -: Eg eri við tykkum - sigur HARRIN.
14 Og HARRIN vakti anda Zerubbabels, sonar Sealtiels, landstjóra í Juda, anda Josva, sonar Józadaks, høvuðsprests, og anda als fólksins, ið eftir var, so teir komu og fóru undir arbeiðið uppá hús HARRANS Guds síns, Guds herskaranna;
15 tað var tann fjórða og tjúgunda í sætta mánaði, annað árið ið Darius var kongur.