Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Haggai
Kapittul 2
1 2
1 Tann fyrsta og tjúgunda í sjeynda mánaði kom orð HARRANS við Haggai profeti; Hann segði:
2 Sig við Zerubbabel, son Sealtiel, landstjóra í Juda, við Josva, son Józadak, høvuðsprest, og við tey, ið eftir eru av fólkinum:
3 Hevur nakar tykkara, ið eftir eru vorðin, sæð hetta hús í fyrru dýrd tess? Og hvat halda tit um tað nú? Er tað ikki sum einki í eygum tykkara?
4 - Men ver nú hugreystur, Zerubbabel! sigur HARRIN; ver hugreystur, Josva, sonur Józadak, tú høvuðsprestur! Ver hugreyst, alt fólkið í landinum - sigur HARRIN - og arbeiðið! Tí Eg eri við tykkum, sigur HARRIN Gud herskaranna.
5 Sáttmálin, ið Eg gjørdi við tykkum, táið tit fóru út av Egyptalandi, skal standa fastur, og Andi Mín skal búgva millum tykkara - óttist ikki!
6 Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna: Eina ferð enn - áðrenn langt umlíður - skal Eg rista himmal og jørð, hav og turrlendi;
7 Eg skal rista allar tjóðir, so allir hinir dýrabøru skattir tjóðanna skulu koma higar; og Eg skal fylla hetta hús við dýrd - sigur HARRIN Gud herskaranna.
8 Mítt er silvurið, og Mítt er gullið - sigur HARRIN Gud herskaranna.
9 Hetta seinna húsið skal hava størri dýrd enn hitt fyrra - sigur HARRIN Gud herskaranna - og á hesum staði skal Eg geva frið - sigur HARRIN Gud herskaranna.
10 Tann fjórða og tjúgunda í níggjunda mánaði, annað árið ið Darius var kongur, kom orð HARRANS við Haggai profeti; Hann segði:
11 So sigur HARRIN Gud herskaranna: Spyrjið prestarnar um lógina og sigið:
12 "Táið onkur ber heilagt kjøt í kappavelinum og við tí nemur við breyð ella okkurt kókað, við vín, olju ella okkurt annað matkent, verður tað tá heilagt?" Prestarnir svaraðu: "Nei!"
13 Haggai spurdi nú: "Men táið ein, ið er vorðin óreinur av líki, nemur við okkurt av hesum, verður tað tá óreint?" Prestarnir svaraðu: "Ja, tað verður óreint!"
14 Tá tók Haggai til orða og segði: "So er við hesum fólki, so er í eygum Mínum við hesi ætt - sigur HARRIN - og so er við øllum, ið hendur teirra virka, og við tí, sum tey ofra har - tað er óreint!
15 Men vendið nú huganum frá hesum degi aftur í tíðina, áðrenn steinur varð lagdur á stein í templi HARRANS!
16 Kom ein tá í tíðini til korndunga uppá tjúgu mál, so vóru tíggju, og kom ein til vínpersuna og ætlaði at oysa uppúr fimti mál, so vóru tjúgu.
17 Eg sló tykkum við kornbrenning, gulnan og heglingi yvir øll handaverk tykkara - men tit vendu tykkum ikki til Mín! sigur HARRIN.
18 Vendið so huganum frá hesum degi longur aftur í tíðina, frá fjórða og tjúgunda í níggjunda mánaði, frá tí degi grundin varð løgd til hús HARRANS - leggið til merkis!
19 Var enn korn í kornbúðini! Enn hevði hvørki víntræið, fikutræið, granateplatræið ella oljutræið borið nakran ávøkst. - Men frá hesum degi skal Eg signa."
20 Orð HARRANS kom aðru ferð til Haggai, tann fjórða og tjúgunda í mánaðinum; Hann segði:
21 Sig við Zerubbabel, landstjóra í Juda: Eg skal rista himmal og jørð;
22 Eg skal kollvelta hásætum kongaríkjanna og gera enda á styrki heidningaríkjanna; Eg skal kollvelta vagnum og teimum, sum í teimum sita; hestarnir skulu falla, og teir, ið á teimum ríða; hvør skal falla fyri svørði annars.
23 Tann dag - sigur HARRIN Gud herskaranna - skal Eg taka teg, Zerubbabel, son Sealtiel, tænara Mín - sigur HARRIN - og gera við teg sum við innsiglisring; tí teg havi Eg útvalt - sigur HARRIN Gud herskaranna.