Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Habakkuk
Kapittul 3
12 3
1 Bøn. Eftir Habakkuk profet. Eftir sjigjonot.
2 HARRI, eg havi hoyrt boðskapin um Teg - eg ræðist. HARRI, verk Títt - lívga tað aftur, áðrenn mong ár eru umliðin, ja, kunnger tað, áðrenn mong ár eru umliðin! Minst í vreiði Tíni miskunn!
3 Gud kemur úr Teman, hin Heilagi av Paransfjøllum. Sela. Hátign Hansara fjalir himmalin, og jørðin er full av dýrd Hansara.
4 Skin sum sólarljósið stígur upp; geislar eru rundan um Hann; í teimum er veldi Hansara fjalt.
5 Pestur gongur fyri ásjón Hansara, og sótt gongur í fótasporum Hansara.
6 Hann stígur fram - og jørðin nøtrar; Hann hyggur upp - og fólkini skelva; hini ævigu fjøll spreingjast sundur; hinar avgomlu hæddir søkka niður; Hann gongur somu leiðir sum í fornum døgum.
7 Eg síggi tjøld Kusans í sorg; tjaldteppini í Midjanslandi skelva.
8 Er HARRIN tá illur við streymarnar? Logar vreiði Tín móti teimum, ella bræði Tín móti havinum - síðani Tú fert fram á hestum Tínum, í sigurríku vagnum Tínum?
9 Berur og nakin er bogi Tín - eiðir Tínir til ættirnar, orð Títt! - Sela. Í áir klývur Tú jørðina.
10 Fjøllini síggja Teg - og skelva; skýggini senda niður grovregn, og avgrundin letur rødd sína ljóða; mót hæddini lyftir hon hendur sínar.
11 Sól og máni fara inn í bústað sín undan ljósi píla Tína, sum flúgva avstað, undan skini skyggjandi svørðs Tíns.
12 Í bræði gongur Tú yvir jørðina, í vreiði traðkar Tú niður tjóðirnar.
13 Tú heldur avstað at frelsa fólk Títt, at hjálpa salvaða Tínum; Tú sorar niður takið á húsi hins gudleysa, Tú gert grundvøllin beran líka upp at hálsinum. - Sela.
14 Hansara egna spjót rennir Tú gjøgnum høvdini á skarum hansara, sum koma rennandi at spjaða meg sundur og gleðast, sum teir í loyndum skuldu etið upp hin arma.
15 Tú fert gjøgnum havið við hestum Tínum, gjøgnum hini veldigu, brúsandi vøtn.
16 Eg hoyrdi tað. Tá nøtraði alt innan í mær; ljóðið fekk varrar mínar at pipra; rot kemur í bein míni, og eg skelvi, her sum eg standi - tí eg noyðist at standa stillur og bíða eftir neyðardeginum, bíða eftir, at hann kemur móti fólkinum, hann, sum skal koma tí í trongd.
17 Tí fikutræið blómar ikki; víntræið ber ongan ávøkst; ávøkstur oljutræsins miseydnast; markirnar geva onga føði; seyðurin er horvin úr bólinum, og eingi neyt eru eftir í fjósunum.
18 - Men eg skal gleðast í HARRANUM, fegnast í Gudi frelsu mínar!
19 Harrin HARRIN er styrki mín; Hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga eftir hæddum mínum. - Til songmeistaran. Við streingjaleiki mínum.