Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Habakkuk
Kapittul 1
123
1 Spádómurin, ið opinberaður varð Habakkuk profeti.
2 Hvussu leingi, HARRI, skal eg kalla, uttan at Tú hoyrir? Eg rópi til Tín undan yvirgangi, og Tú frelsir ikki!
3 Hví letur Tú meg skoða óndskap, og hvussu fært Tú sjálvur sæð slíka órættvísi? Oyðing og yvirgangur standa fyri eygum mínum; av tí koma trætur, og stríð reisist upp.
4 Tí er lógin máttleys, og rætturin sleppur aldri fram; tí gudleysir kringseta hin rættvísa - tí kemur rætturin fram rangvørgur.
5 Hyggið rundan um tykkum millum tjóðirnar, og óttist, ja, óttist! Tí verk geri Eg á tykkara døgum - tit høvdu ikki trúð tí, um sagt varð tykkum frá tí.
6 Tí Eg lati Kaldearar reisast, hitt grumma og raska fólkið, ið fer fram um alla jørðina at taka í ogn bústaðir, sum er ogn annara.
7 Øgiligt og ræðuligt er tað; frá sær sjálvum tekur tað rætt sín og stórleika sín.
8 Hestar tess eru kvikari enn leopardar og renna skjótari enn úlvar á kvøldi; hestmenn tess koma við rúkandi ferð, ja, úr fjarløgu koma hestmenn tess; teir flúgva sum ørnin, táið hon skjýtur seg niður á rán sítt.
9 Allir koma teir at gera yvirgangsverk; hugurin til bardaga drívur teir fram; teir savna fangar sum sand.
10 Teir spotta kongar, og høvdingar eru teimum til látur; teir læa at hvørjum verndarvirki; teir dunga upp mold móti tí og taka tað.
11 So fúka teir avstað sum vindurin, halda fram - og draga skyld oman yvir seg; styrki sína hava teir til gud.
12 Ert Tú ikki frá fornum tíðum HARRIN Gud mín, heilagi mín! - Vit skulu ikki doyggja. HARRI! Til at fullføra dóm hevur Tú sett teir. Tú, klettur okkara! Til at revsa hevur Tú givið teimum vald.
13 Tú, hvørs eygu eru rein, so Tú fært ikki hugt uppá ilt, og sum ikki orkar at síggja neyð - hví hyggur Tú at trúleysum, hví ert Tú tigandi, táið hin gudleysi forkemur honum, ið rættvísari er enn hann?
14 Tú hevur jú gjørt við menniskju sum við fiskarnar í sjónum, sum við skriðdýrini, ið ongan harra hava!
15 Teir draga tey øll upp við ongli sínum, savna tey í nót sína og sanka tey í garn sítt; tí eru teir fróir og fegnast.
16 Tí ofra teir til nót sína og brenna roykilsi fyri garni sínum; við teimum verður jú lutur teirra feitur, og føði teirra sterk.
17 Men skulu teir fyri tað framvegis sleppa at tøma nót sína og uttan íhald drepa fólkasløg og ikki eira!