Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Amos
Kapittul 1
123456789
1 Orðini, ið Amos, sum var ein av hirðunum úr Tekoa, skoðaði um Ísrael, á døgum Uzziasar kongs í Juda, og á døgum Jeroboams kongs í Ísrael, sonar Jóasar - tvey ár fyri jarðskjálvtan.
2 Hann segði: HARRIN skal brøla av Zion og lata rødd Sína hoyrast úr Jerúsalem; tá skal haglendi hirðanna syrgja, og Karmelstindur skal torna upp.
3 So sigur HARRIN: Aftur fyri at Damaskus trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí - aftur fyri at teir tresktu Gilead við treskisleðum av jarni -
4 nei, Eg skal senda eld móti húsi Hazaels, og hann skal oyða hallir Benhadads;
5 Eg skal sora sundur porturslá Damaskus og oyða tey, sum í Avensdali búgva, og tann, sum ber kongastavin í Bet-Eden; og Áramearar skulu verða herleiddir til Kir - sigur HARRIN.
6 So sigur HARRIN: Aftur fyri at Gaza trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí - aftur fyri at teir herleiddu alt fólkið og seldu tey í hendur Edoms -
7 nei, Eg skal senda eld móti múrum Gaza, og hann skal oyða hallirnar har;
8 Eg skal oyða tey, sum í Asdod búgva, og tann, sum ber kongastavin í Askalon; Eg skal venda hond Míni móti Ekron, og tað, ið eftir er av Filistarum, skal ganga til grundar - sigur Harrin HARRIN.
9 So sigur HARRIN: Aftur fyri at Týrus trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí - aftur fyri at teir góvu alt fólkið sum fangar í hendur Edoms og mintust ikki bróðursáttmálan -
10 nei, Eg skal senda eld móti múrum Týrusar, og hann skal oyða hallirnar har.
11 So sigur HARRIN: Aftur fyri at Edom trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí - aftur fyri at hann elti bróður sín við svørði og køvdi alla miskunn - aftur fyri at vreiði hansara helt á at skræða sundur, og hann aldri gav uppat at vera illur -
12 nei, Eg skal senda eld móti Teman, og hann skal oyða hallirnar í Bozra.
13 So sigur HARRIN: Aftur fyri at Ammonitar trífalt hava misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí - aftur fyri at teir kruvdu kvinnurnar í Gilead, sum vóru við barn - fyri at vinna sær meiri land -
14 nei, Eg skal seta eld á múrar Rabba, og hann skal oyða hallirnar har, meðan herróp ljóða, tann dag bardagin stendur, meðan stormurin leikar ódnardagin.
15 Kongur teirra skal fara í útlegd, bæði hann og høvdingar hansara - sigur HARRIN.