Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Amos
Kapittul 2
1 23456789
1 So sigur HARRIN: Aftur fyri at Móab trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí - aftur fyri at teir brendu til kálk beinini í edomskongi -
2 nei, Eg skal senda eld móti Móab, og hann skal oyða hallir Kerijots; Móab skal doyggja í vápnagnýggi, meðan herróp ljóða, og hornið verður blást.
3 Eg skal oyða dómaran av landi teirra, og allar høvdingar teirra skal Eg drepa saman við honum - sigur HARRIN.
4 So sigur HARRIN: Aftur fyri at Juda trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí - aftur fyri at teir vanvirdu lóg HARRANS og hildu ikki boð Hansara, villleidd av lygigudum sínum, sum fedrar teirra høvdu hildið seg til -
5 nei, Eg skal senda eld móti Juda, og hann skal oyða hallir Jerúsalems.
6 So sigur HARRIN: Aftur fyri at Ísrael trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí - aftur fyri at teir selja hin sakleysa fyri pening og hin fátæka fyri einar skógvar.
7 - Teir stunda eftir at síggja dust á høvdi hinna ørmu og boyggja rætt hinna eyðmjúku. Faðir og sonur ganga til somu gentu og vanhalga soleiðis heilaga navn Mítt.
8 Á pantsettum klæðum liggja teir og strekkja seg hjá hvørjum altari, og vín, sum teir hava tikið í bót, drekka teir í húsi Guds síns.
9 Og Eg oyddi tó Amoritar fyri teimum, teir, ið vóru so høgir sum sedristrø og so sterkir sum eikitrø; Eg forkom ávøksti teirra í erva og rótum teirra í neðra.
10 Eg flutti tykkum út av Egyptalandi og leiddi tykkum 40 ár í oyðimørkini, so tit skuldu fáa land Amorita í ogn;
11 Eg uppvakti summar av sonum tykkara til profetar og summar av unglingum tykkara til Nasirearar - er tað ikki so, tit Ísraelsmenn! sigur HARRIN.
12 Men tit fingu Nasireararnar at drekka vín, og profetunum noktaðu tit at profetera.
13 Eg skal tí lata jørðina riða undir tykkum, eins og vagnur riðar, táið hann er fullur av bundum;
14 hin kviki skal einki skýli finna, og hin sterki skal ikki fáa nýtt mátt sín, ei heldur kappin fáa bjargað lívi sínum;
15 bogamaðurin skal ikki vera mentur at standa; hin fótfimi skal ikki fáa bjargað lívinum, ei heldur hestmaðurin á hesti sínum;
16 hin djarvasti av køppunum skal flýggja nakin tann dag - sigur HARRIN.