Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sorgarsongirnir
Kapittul 5
1234 5
1 HARRI! Minst tað, ið yvir okkum hevur gingið, skoða og síggj, hvussu vit verða háðað!
2 Fremmandir hava fingið arv okkara, útlendingar hús okkara.
3 Vit eru vorðin foreldraleys - eiga ongan faðir; møður okkara eru sum einkjur.
4 Vatnið, ið vit drekka, noyðast vit at keypa; brennið noyðast vit at lata pening fyri.
5 Teir, ið elta okkum, eru okkum í hølunum; vit eru troytt, fáa ikki hvíld.
6 Vit hava givið okkum undir Egyptaland, undir Assýria til at verða mettað við breyði.
7 Fedrar okkara hava syndað - teir eru ikki til longur; men vit noyðast at bera misgerðir teirra.
8 Trælir eru harrar okkara; eingin rívur okkum úr hondum teirra.
9 Við vanda fyri lívinum fáa vit breyðið til okkara, hótt av svørði oyðimarkarinnar.
10 Húð okkara brennur sum ovnur í hungurslogunum.
11 Kvinnur hava teir neyðtikið í Zion, moyggjar í býum Juda.
12 Høvdingar hava teir hongt; onga virðing hava teir víst hinum gomlu.
13 Unglingar bóru kvørnina, dreingir duttu undir viðarbyrðum.
14 Hinir gomlu sita ikki í portrinum longur, hinir ungu eru givnir uppat við streingjaleikinum.
15 Tað er úti við hjartagleði okkara, dansur okkara er umskiftur í sorg.
16 Krúnan er fallin okkum av høvdinum - vei okkum, vit hava syndað!
17 Tí er hjarta okkara sjúkt, tí eru eygu okkara vorðin døpur
18 - tað kemur av, at Zionsfjall liggur í oyði, revar leypa um har.
19 Tú, HARRI, situr í hásæti til ævigar tíðir, hásæti Títt verður mann eftir mann!
20 Hví vilt Tú gloyma okkum í allar ævir, venda Tær frá okkum so langa tíð?
21 HARRI! Leið okkum aftur til Tín - so koma vit aftur! Gev okkum nýggjar dagar, slíkar sum í forðum!
22 Tí manst Tú heilt hava vrakað okkum! Manst Tú vera so ovurhonds vreiður við okkum!