Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sorgarsongirnir
Kapittul 1
12345
1 Sum hon situr eina, staðurin, ið áður var so fjølbygdur! Hon er vorðin sum einkja; hin stóra millum tjóðirnar, furstafrúin í londunum, er vorðin trælkvinna.
2 Hon grætur so sáran um næturnar, og tárini renna henni á kinn; troystara hevur hon ongan millum allar ástvinir sínar; allir vinir hennara eru vorðnir henni trúleysir, teir eru vorðnir fíggindar hennara.
3 Í útlegd er Juda farið, eftir trongd og stóra møði; tað býr millum heidningarnar, hevur onga hvílu funnið; allir atsóknarmenn tess hava fingið tað aftur á trongum støðum.
4 Vegirnir til Zion syrgja, við tað at eingin kemur til hátíðirnar; øll portrini har eru oyðin, prestarnir har suffa, moyggjarnar eru sorgarbundnar har, og sjálvt hevur tað beiska sorg.
5 Tað hevur fingið óvinir sínar til harrar, fíggindar tess sita í trygd; tí HARRIN hevur lagt sorg á tað, aftur fyri at tað hevur syndað so nógv; hini smáu børn tess hevur fíggindin herleitt.
6 Burtur svann frá dóttur Zion øll dýrd hennara; høvdingar hennara vórðu líkir hjørtum, ið einki gras finna; teir gingu har máttleysir fyri eygum atsóknarmanna.
7 Í hesi neyðartíð síni, nú hon er í útlegd, minnist Jerúsalem alla dýrdina, hon hevði í fornum døgum; táið fólk hennara fall fyri hond fíggindans, og hon ongan hjálparmann hevði, sóu fíggindarnir hana, og teir høvdu frægd av tí, sum hon hevði mist.
8 Stórliga hevur Jerúsalem syndað; tí er hon vorðin andstygd; allir teir, ið heiðraðu hana, vanvirða hana, tí teir sóu skomm hennara; sjálv suffaði hon og vendi sær burtur.
9 Klædnafaldur hennara er dálkaður av óreinsku hennara; hon hugsaði ikki um, hvat endin fór at verða av henni; tí varð fall hennara so ræðuligt, eingin troystaði hana. - HARRI, hygg neyð mín! Fíggindin ger seg stóran.
10 Fíggindin rætti út hondina eftir øllum dýrabørum, ið hon átti, ja, inn í halgidóm sín sá hon heidningarnar koma, teir, ið Tú hevði forboðið at koma í samkomu Tína.
11 Alt fólk hennara suffar og leitar eftir breyði; tað av dýrabørum, ið tey eiga, lata tey fyri mat at uppihalda lívinum við. - Hygg, HARRI, hygg, hvussu vanvird eg eri vorðin!
12 Gongur hetta tykkum ikki at hjarta, øll tit, ið ganga framvið eftir vegnum? Hyggið, og vitið, um slík plága finst sum plágan, ið mær er vold, hon, ið HARRIN hevur volt mær sorg við, tann dag vreiði Hansara brendi!
13 Av hæddini sendi Hann eld í bein míni og forkom teimum; Hann legði net fyri føtur mínar, Hann rak meg aftur, legði meg í oyði, gjørdi meg sjúka bæði dag og nátt.
14 Hond Hansara hevur knýtt saman syndir mínar til ok; samanbundnar eru tær lagdar á háls mín, Hann hevur tikið máttin frá mær; Harrin hevur givið meg í hendur teirra, sum eg ikki eri ment at standa ímóti.
15 Harrin vrakaði allar kapparnar, ið hjá mær funnust, Hann stevndi saman móti mær fólkaskara til at sora ungu menn mínar; Harrin tróð persuna til dóm yvir moyggina, dóttur Juda.
16 Um hetta gráti eg; eyga mítt, eyga mítt rennur burtur í vatni, tí langt frá mær er troystarin, ið lívga kundi sál mína; børn míni eru oydd - tí fíggindin gjørdist ov sterkur.
17 Zion rættir út hendur sínar, tað hevur ongan troystara; HARRIN hevur stevnt saman móti Jákupi fíggindum hansara rundan um hann; Jerúsalem er vorðin andstygd millum teirra.
18 HARRIN er rættvísur - tí eg stóð boðum Hansara ímóti. Hoyrið, øll fólk - hyggið kvøl mín! Moyggjar mínar og ungu menn mínir fóru burtur herleidd.
19 Eg rópti eftir ástvinum mínum, men teir sviku meg. Prestar mínir og hinir elstu mínir góvu upp andan í býnum, táið teir leitaðu eftir mati at uppihalda lívinum við.
20 Hygg, HARRI, hvussu eg eri í neyð! Tað kókar innan í mær, hjartað vendir sær í brósti mínum - tí eg var ólýðin; uttanfyri hevur svørðið gjørt meg barnleysa, innanfyri er tað sum deyðin.
21 Teir hoyrdu, at eg suffaði, men har var eingin, ið troystaði meg; allir fíggindar mínir frættu um vanlukku mína, og teir vórðu glaðir um, at Tú hevur gjørt hetta. - Men Tú letur koma ein dag, ið Tú hevur boðað frá, og tá skulu teir verða sum eg!
22 Lat allan óndskap teirra koma fyri ásjón Tína, og ger við teir, sum Tú hevur gjørt við meg til straff fyri allar syndir mínar! Tí suff míni eru mong, og hjarta mítt er sjúkt.