Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra bræv Paulusar til Timoteus
Kapittul 6
12345 6
gudsóttin
1 Øll, sum eru trælir undir oki, skulu halda harrar sínar alla æru verdar, so navn Guds og læran ikki verða spottað.
2 Tey, sum hava trúgvandi harrar, skulu ikki vanvirða teir, fyri tað at teir eru brøður, men tess heldur tæna teimum, við tað at teir, ið njóta gott av góða verki teirra, eru trúgvandi og elskaðir. - Lær hetta og áminn um tað!
3 Gongur onkur við fremmandari læru og heldur seg ikki til heilnæmu orð Harra okkara Jesu Krists og læruna, ið samsvarar við gudsótta,
4 so er hann uppblástur, tóat hann einki skilir, men er sjúkur eftir trætum og orðastríði, sum volda øvund, kjak, speireking, óndan illgruna,
5 støðugt klandur - millum menniskju, sum eru hugspilt og hava mist sannleikan, so tey halda gudsóttan vera vinning.
6 Ja, saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur!
7 Vit hava jú einki havt við okkum inn í heimin; tað er opinbert, at vit heldur einki kunnu hava við okkum út haðani.
8 Nei, táið vit hava føði og klæði, skulu vit halda vera nóg mikið.
9 Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.
10 Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.
11 Men tú, maður Guds, flýggja frá hesum! Stevn eftir rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, toli, spakføri!
12 Stríð hitt góða stríð trúarinnar, gríp hitt æviga lív, sum tú vart kallaður til og játtaði hina góðu játting fyri mongum vitnum!
13 Fyri Gudi, sum gevur øllum lív, og fyri Kristi Jesusi, sum vitnaði hina góðu játting fyri Pontiusi Pilatusi, áleggi eg tær,
14 at tú heldur boðið reint og ólastandi líka til opinbering Harra okkara Jesu Krists,
15 sum hin sæli og eina valdandi skal lata okkum síggja á tíð síni - Kongur konganna og Harri harranna,
16 Hann, sum eina hevur ódeyðiligleika, sum býr í ljósi, sum eingin kann koma til, Hann, sum einki menniskja hevur sæð ella kann síggja - Honum tilhoyrir heiður og ævigt vald! Amen.
17 Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.
18 Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin,
19 og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív!
20 Á, Timoteus! Varðveit tað, sum tær er litið upp í hendur, og vend tær burt frá hinum vanheilaga, tóma tosi og mótstøðu "kunnskaparins" - sum tað av órøttum verður kallað,
21 og sum nøkur játta seg undir og eru vilst burt frá trúnni! Náðin veri við tær!