Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíblian á WAP/fartelefonini
Bíblian á fartelefon/WAP

Sum ein liður í at gera Bíbliuna so lætt tilgongiliga sum gjørligt hevur Bíbliugrunnurin eisini Bíbliuna tøka í WAP-sniði soleiðis, at tað er gjørligt við flestu fartelefonunum, ið hava møguleika fyri dátaflutningi (WAP/GPRS), at lesa í Bíbliuni.

WAP-Bíblian liggur á slóðini wap.biblian.fo . Gevið gætur at tað eru fleiri fartelefonir, ið kunnu hava trupulleikar at nýta allar møguleikarnar í Bíbliuni á WAP. Eisini ber til at koma inn á WAP-Bíbliuna gjøgnum VAPP hjá Vodafone.

Verandi fyrsta útgáva, sum gjørdist tøk í september 2006, er lutfalsliga einføld og hevur ikki heilt somu møguleikar som netútgávan og sum App-útgávan til iPhone, iPod, iPad og Android.