Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Ta’anak(hebr. Kann ivaleyst umsetast til „skansi“.) Kongastaður kána’anita. Hetta var ein teirra, sum menn Ísraels vunnu sigur á. Josva 12,21. Hann var lagdur afturat vestara parti av Manasse. Í bardaga kána’anita undir Sisera móti Deboru og Barak tykist Ta’anak at hava verið høvuðstilhald hjá heri teirra. Teir høvdu býin framvegis, men seinni, tá menn Ísraels styrknaðu, noyddu teir kána’anitar at træla hjá sær. Teir róku teir tó ikki burtur. Josva 17,13. Ta’anak er vanliga nevndur saman við Megiddo, og teir vóru høvuðsbýirnir í hesum fruktagóða økinum í vestara partinum av slættanum við Esdraelon, sum er grikska navnasniðið av Jisre’el.
Ta’anat-Silo(hebr. leiðin til Silo.) Stað við norðurmark Efra’ims. Josva 16,6. Staðið er nú kallað Kirbet Ta’ana, um 11 km sunnan fyri Sikem.
Tabbaot(hebr. ringar.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr útlegdini í fylgi Zerubbabels. Ezra 2,43.
Tabbat(hebr. ringur.) Stað, sum nevnt er í sambandi við, tá herar midjanita flýddu. Dóm. 7,22. Staðið er nú kallað: Ras Abu-Tahat.
Tabe’el(áram. Gud er góður.) Es. 7,6: „Vit skulu fara ímóti Juda og loypa ræðslu á tað, vit skulu leggja tað undir okkum og seta son Tabe’el til kong har!“ Ikki er greitt frá, hvør hesin Tabe’el var, ella hvussu sonurin æt.
   2. Ein av embætismonnunum í Jerúsalem, sum sendu bræv til kongin í Persia, har teir klaga heimkomnu jødarnar, tí teir vóru farnir í holt við at byggja upp aftur múrin um Jerúsalem. Ezra 4,17.
Tabernaklið(Halgidómur Ísraels í oyðimørkini. Varð eftir boði HARRANS gjørt til halgidóm teirra, meðan tey vóru á ferð heim til lyftislandið. Meðan tey høvdu tilhald sítt við fjallið Sinai, fekk Móses nágreiniligar fyriskipanir um, hvussu tað skuldi gerast og vera vorðið uttan og innan og eisini um, hvussu gudstænastan skuldi fara fram. Eftir tí, sum hann hevði fingið at vita, tá hann var á fjallinum, skuldi alt gerast. Í 2. Mós. kap. 25 til 27 er sagt, hvussu alt skuldi verða gjørt, uttan og innan. Í kap. 35–39 er gjølla sagt frá, hvussu HARRIN gav ávísum monnum listarligar gávur til hetta verkið, og hvussu hetta alt varð gjørt.
      Navnið „Tabernakul“ er umseting av hebr. „oher“, t.e. tjald, og „misjkan“, t.e. bústaður, tilhald.
      Meðan Móses var á fjallinum hjá HARRANUM, har hann fekk lógina, og har hann gjølla fekk at vita, hvussu halgidómurin skuldi gerast, fór hin ræðuliga hendingin fram, sum vit lesa um í 2. Mós. 32, tá fólkið valdi gullkálvin og helt hátíð fyri honum. Aftan á hetta fráfallið vildi HARRIN ikki búgva í tilhaldi teirra. Móses reisti tá annað tjald fyribils, „Samkomutjaldið“, uttan fyri tilhaldið. Les 2. Mós. 33,7–11.
      Í Nýggja Testamenti finna vit sama hugtakið, men umsett til ymisk orð. Skene, gr. tjald, smátta, tabernakul. Matt. 17,4 „bústaður“; Mark. 9,5 „bústaður“; Luk. 9,33 „bústaður“; Hebr. 11,9 „tjald“; Áp. 7,44 „vitnisburðartjaldið“; Hebr. 8,5 „tabernaklið“; Hebr. 8,2 „tabernaklið“; Áp. 15,16 „tjaldbúð“. Hebraiska orðið fyri tjald ella tabernakul „Ohel“ stendur í Gamla Testamenti um 120 ferðir. Annað orð „Misjkan“ stendur stívliga 100 ferðir.
Tabita(áram. hind, gr. dorkas.) Vit lesa um hana í Áp. 9,36–43, har sagt er frá, at hon doyði, og at Pætur vakti hana aftur til lívs.
Tabrimmon(áram. Rimmon er góður.) Rimmon var veðurgudur Damaskusar. Tabrimmon var faðir Ben-Haddad kong í Sýrlandi, sum ráddi samstundis sum Asa kongur í Juda. 1. Kong. 15, 16–19.
Taddeus(frá áram. hjartaligur.) Tilnavn Judas Lebbeusar, sum var ein av lærisveinum Jesu Krists. Matt. 11,3; Mark. 3,18.
Tadmor(eftir hebr. tamor, t.e. pálmatræ.) Býur, sum Sálomo kongur bygdi í oyðimørkini. 2. Krøn. 8,4. Grikkar og rómverjar kallaðu hann Palmyra. Hann var í landsynning úr Damaskus. Hin fyrsti, sum í søguni nevnir Palmyra, er høvundurin Plinius hin eldri, ár 23 til 79 e.Kr. Í aðru øld e.Kr. er líkt til, at Hadrian keisari hevur gjørt nógv við býin til prýðis. Maktstríð í triðju øld gjørdi, at býurin fekk so harða viðferð, at hann ongantíð rættiliga kom fyri seg aftur. Har á leið er nú býur, kallaður Tudmur. Har eru toftir, sum siga frá miklari bygging onkuntíð.
Tafat(hebr. skartgripur ella dropi.) Dóttir Sálomo kongs, gift við Abinadab fúta í Naftali-Dor. 1. Kong. 4,11.
Tahan(hebr. kann merkja: tilhald.) Ein av ættarhøvdingunum í Efra’im. 4. Mós. 26,35.
   2. Sonur Tele og faðir Ladan í ætt Efra’ims. 1. Krøn. 7,25.
Tahasj(hebr. reyðlitt, sjókúgv.) Sonur Nakor við Re’umu. 1. Mós. 22,24.
Tahat(hebr. lágt, eyðmýkjandi.) Levitur av ætt Kahats, sonur Assir og faðir Uriel. 1. Krøn. 6,24.
   2. Sonur Bered og faðir Elada av ætt Efra’ims. 1. Krøn. 7,20.
   3. Sonur Elada av ætt Efra’ims. 1. Krøn. 7,20.
   4. Eitt av støðunum, sum fólk Ísraels gjørdi steðg í á ferðini um oyðimørkina, millum Makhelot og Tara. 4. Mós. 33,27. Ikki er heilt vist, hvar staðið var.
Talmai(hebr. ella egypt. foyrut ella plógmaður. Kanska frá telem, foyra, sum í Sálmi 65,11: „Tú vatnar foyrur hennara“.) Ein av hinum yvirvaksnu sonum Anaks, sum búðu í Hebron. 4. Mós. 13,22. Kaleb rak teir burtur haðani. Josva 15,13.14. Judamenn gjørdu enda á teimum. Dóm. 1,10.
   2. Sonur Ammihud, kongur í Gesjur, sum var lítið árameiskt ríki norðarlaga í Basan. Ma’ake, dóttir Talmai kong, var ein kona Dávid og móðir Absalom. 1. Krøn. 3.2.
Talmon(hebr. harðligur.) Ein av duravaktarunum í levitaflokkinum. 1. Krøn. 9,17; Neh. 11,19; Ezra 2,42; Neh. 7,45.
Tama(hebr. bardagi – R. Young.) Millum tempultænararnar vóru eftirkomarar Tama. Neh. 7,55; Ezra 2,53.
Tamar(hebr. pálmatræ.) Kona Er, sum var sonur Juda. Aftaná at Er var deyður, kona Onan, bróður hansara. Greitt frá í 1. Mós. 38, 1–30; og í Matt. 1,3.
TammuzVit lesa í Ezekiel 8,14: „Nú leiddi Hann meg at durum Norðurporturs á húsi HARRANS; og har fekk eg at síggja kvinnurnar sita og gráta um Tammuz.“ Gudurin Tammuz var akkadiskur avgudur. Læran um hann breiddi seg um semitiska heimin. Sagt varð, at hann var maður og bróðir Isthar, sum var gudinna fruktar og nøringar. Bábyloningar hildu, at Tammuz doyði tíðliga um heystið, tá vøksturin á jørðini følnaði. Hann fór í helheimin og kom fyri seg aftur av tárum hinnar grátandi Isthar. Tá so gróðurin kom, og aftur fór at spretta, varð sagt, at Tammuz var upp aftur risin. Grikkar kallaðu hann „Adonis“, og egyptar kallaðu hann „Osiris“. Fólkið í býnum Byblos, sum í Gamla Testamenti er kallaður Gebal, dýrkaðu „Adonis“, sum eisini varð kallaður Tammuz, við siðleysum ólevnaði. Við til dýrkanina hoyrdi hitt árliga hjúnalagið millum kong gróðursins og eina prestinnu. Hetta skuldi ímynda vaknan náttúrunnar aftan á veturin. Tammuz Isthar-dýrkanin var vanvirðislig og ósambærlig fyri fólk HARRANS.
Tanhumet(hebr. hugnaður.) Faðir Seraja úr Netofa á døgum Gedalja. 2. Kong. 25,23.
Tappenes(egypt. týdn. óvissur.) Vit lesa í 1. Kong. 11,14. Hadad 3, q.v.
Tappua(hebr. eplatrø.) Gamal kána’anitiskur kongsbýur millum Efra’im og Manasse. Býurin hoyrdi til Efra’im, meðan „Tappualandið“ lutaðist ætt Manasse. Josva 12,17.
   2. Býur í Juda á láglendinum. Núverandi Beit Nettif, um 21 km vestan fyri Betlehem. Josva 15,34.
Tara(akkad. turahu, t.e. seinkan.) Sonur Nakor, ættaður úr Ur í Kaldea. Synir hansara vóru: Ábraham, Nakor og Haran. Við teimum gjørdist hann ættarfaðir ísraelita, ísmaelita, midjanita, móabita og ammonita. 1. Mós. 24–32. Hann og fólk hansara fóru heiman á ferð móti Kána’an. Hann doyði í Karan, 205 ára gamal, ár 2100 f.Kr.
   2. Stað, sum fólk Ísraels gjørdi steðg í á ferðini um oyðimørkina. 4. Mós. 33, 27–28.
Tarala(hebr. megi Guds – R. Young.) Ein av býunum, sum lutaðust ætt benjaminita eftir slektum hennara. Josva 18,21–27.
Tarsis(fønikiskt orð, sum komið er úr akkadiskum og merkir bræðingarvirki ella reinsivirki.) Nakrar ferðir í Gamla Testamenti er orðið „Tarsis“ nýtt í sambandi við stór skip, handilsskip og skipaflotar. 1. Kong. 10,22. Farnir grikskir og rómverskir søgumenn siga frá fønikiskum hjálandi, „Tartessus“, við ósan á ánni Baetis, t.e. Guadalquir í Spania.
      Navnið Tartessus var upprunaliga bert navn á ánni Baetis og slættlendinum har uttanum, men seinni eisini navn á býnum við ánna, helst „Gadir“, t.e. Kadiz. Grikkar settu seg fastar her um ár 600 f.Kr. Landið, sum grikkar og ísraelsmenn nevndu „Tarsis“, kann hava verið her. Frásøgnirnar peika henda vegin. Kartago gjørdi seg til harra yvir hesum landspartinum ár 500 f.Kr. Givið er, at fønikiarar hava ført gull og koparmálm haðani. Teir vóru kendir fyri hegni sítt til slíkt arbeiði. Slík bræði- og reinsiverk hava verið bæði á Sisilia og í Spania. So lesa vit í 1. Kong. 9,26–28: „Sálomo kongur læt eisini smíða skip – í Ezjon-Geber, sum liggur við Elot á Reyðahavsstrond í Edomslandi. Hiram læt menn sínar, royndar sjómenn, fara við skipunum saman við monnum Sálomos. Teir fóru til Ofir og førdu gull haðani, 420 talentir – hetta førdu teir Sálomo kongi heim.“ Vit fáa meir um hetta undir orðinum Ezjon-Geber.
   2. Sonur Javan, sum var sonur Jafet.
   3. Sonur Bilhan benjaminit. 1. Krøn. 7,10. 1. Mós. 10,4.
   4. Ein av teimum, ið næstur stóð konginum Ahasverusi í borgini Susan. Ester 1,14.
TarsusHøvuðsstaður í Kilikia, nær við, har sum áin Kydnos rennur í Miðjarðarhavið. Áp. 9,11. Paulus, q.v.
TartakEin av gudum Avvita. Navnið verður nýtt sum „Hetja myrkursins“. Les 2. Kong. 17,28–33.
Tartan(á assýriskum stavað tartanu og turtanu.) Herovasti hjá konginum í Assýria. 2. Kong. 18,17; Es. 20,1. Tartan var ikki mansnavn, men heiti hansara eins og Rabsjaris og Rabsjake, q.v.
Tatnai(persiskt og merkir (helst) gáva.) Landsstjóri í Samaria. Hann og Zetor-Boznai, q.v., komu við embætisbrøðrum sínum til jødarnar og søgdu so við teir: „Hvør hevur sagt við tykkum at byggja hetta tempul og seta henda múr í stand?“ Ezra 5,3.
Teba(hebr. kjøt, slátur.) Ein bróðursonur Ábrahams, sonur Nakor og Re’umu, 1. Mós. 22,24.
Tebalja(hebr. HARRIN hevur reinsað.) Sonur Meraritin Hosa. 1. Krøn. 26,11.
TebetTíggjundi mánaður. Ester 2,16.
Tebez(hebr. sjónskt.) Býur í Efra’im. Dóm. 9,50.
Tehafnehes(á gomlum egypt. máli kann tað merkja upphav landsins ella heimsins.) Jer. 43,7.8. Tá Nebukadnezar hevði tikið Jerúsalem og sent Zedekias kong og nógv av fólkinum til Bábel, rýmdu tey, ið eftir vóru, til Egyptalands, móti ávaring Jeremiasar. Tey búsettust í Tehafnehes, sum er tað sama sum Tapanhes, Migdol, Nof og Patrosland. Les kap. 43 og 44 hjá Jeremiasi.
Tehinna(hebr. bøn, ákallan.) Ein sonur Esjton, ein av monnunum úr Reka, sum var stað í Juda. Menn siga seg ikki vita rættiliga, hvar tað var. 1. Krøn. 4,12.
Tekoa(hebr. at sláa, t.d. tjaldhælin fastan. Kann eisini merkja at sláa tónan á ljóðfari – W. Gesenius.) Bygd í Juda, um 10 km sunnan fyri Betlehem. Her var føðistaður hjá Amos profeti, q.v. Bert toftirnar eru eftir. Staðið, sum nú verður kallað Kirbet-Tequa, var eitt av teimum, sum Rehabeam víggirdi. 2. Krøn. 11, 5–6.
Tela(hebr. brot.) Sonur efra’imitin Refa. 1. Krøn. 7,25.
Tel-Abib(hebr. gróðrarheyggjur.) Stað í Bábel við ánna Kebar. Jødar, sum burtfluttir vóru, hildu til har. Ez. 3,15. Býurin við Joppe, sum ber sama navnið, framb. Tel Aviv, man vera uppkallaður eftir hesum staðnum.
Tela’im(hebr. smálomb.) Staðið, har Saul savnaði fólkið saman til at berjast móti Amalek. 1. Sám. 15,4.
Telassar(tell Assur, t.e. heyggjur Assurs.) Býur í fjallalandinum norðan fyri ella norðarlaga í Mesopotamia. Hann er nevndur í 2. Kong. 19,12 og Es. 27,12. Eisini er sagt, at edensmenn búgva har.
Telem(hebr. lamb.) Býur sunnarlaga í Juda. Josva 15,24. Hann er nevndur millum Zif og Bealot. Kann vera hin sami sum Tela’im, q.v.
Tel-Harsa(hebr. skógheyggjur.) Býur í Bábel. Í Ezra 2,59 nevndur saman við Tel-Mela, Kerub, Addan og Immer. Sagt er um nakrar, sum fluttu heim haðani aftan á útlegdina, at teir ikki vóru førir fyri at greiða frá ætt síni og uppruna sínum – um teir vóru av Ísrael.
Tel-Mela(hebr. saltheyggjur.) Ezra 2,59. Tel-Harsa, q.v.
Tema(hebr. suður, turkað.) Hin níggjundi av sonum Ísmaels. 1. Krøn. 1,30. Ættin er umtalað í Job 6,19.
Teman(hebr. sunnan ella høgra síða.) Elsti sonur Elifaz, sum var sonur Esau. 1. Mós. 36,11; 1. Krøn. 1,36. Hann var ein av høvdingunum har. 1. Mós. 36,15. Ættin bar navn hansara. 1. Mós. 36,16. Helst aftan á ár 1900 f.Kr. Temanitalandið var tað sunnasta av Edom og leingi sterka verja tess. Ez. 25,13: „Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg skal rætta út hondina móti Edom og beina burtur haðani bæði fólk og fæ; Eg skal gera tað til oyðimørk líka úr Teman, og líka at Dedan skulu tey falla fyri svørði.“ Temanitar vóru kendir fyri vísdóm sín. Hetta er kanska orsøkin til sterku orð Obadiasar í v. 8–10.
Temanitur(ættaður frá Teman.) Vit lesa í Job 2,11, at ein av vinum Jobs, Elifaz, var Temanitur.
Templið(latín: templum, gudahús.) Hitt vanligasta orðið á hebr. er hêkël. Hetta er gamalt akkadiskt orð, sum merkir borg ella stórur bygningur. Tá vit nú tala um templið, meina vit við templið í Jerúsalem, sum bygt og vígt var til Jahve, Gud Ísraels, og hevur tað langa og drúgva søgu. Vit tala í hesum sambandi um 3 tíðarskeið:
   1. Tempul Sálomos, sum stóð til ár 587 f.Kr.
   2. Tempul Zerubbabels, sum var liðugt ár 516 f.Kr.
   3. Tempul Heródesar hins Stóra, sum varð bygt í staðin fyri Zerubbabels, nógv størri og prýðiligari. Hetta templið varð lagt í oyði ár 70 e.Kr. Í gomlum døgum tykist hava verið tann regla í fríum londum, at kongur skuldi lata tempul byggja til gudsdýrkan fólksins.
      Kongurin skapti á henda hátt eitt stað til fólkið at savnast á. Tey savnaðust til guddóm sín og kong sín. Tí var mangan so skikkað, at sum kongur var, so var fólkið. Dávid kongur setti halgidómin í Jerúsalem. Hann flutti sáttmálaørkina hagar. 2. Sám. 6,1–23. Hon varð sett í tjald har; so at nú var gudstænastan, sum boð og fyriskipanir vóru gjørd um, flutt hagar. Dávid bygdi ikki tempul, tó tað var ætlan hansara. Les 2. Sám. 7,1–29. Sonur hansara Sálomo læt templið byggja á Moria hædd, har Dávid hevði bygt altar á treskiplássi Aravnas (Ornans) Jebusits. 2. Sám. 24,18–25; 1. Krøn. 21,18–26. Tilfar og serkøna hjálp fekk Sálomo frá vinmanni sínum Hiram kongi í Týrus. 1. Kong. 5; 2. Krøn. 2. Navn hansara er í Krønikubókunum ofta stavað „Huram“. Templið varð bygt av høgdum gróti. Veggirnir vóru bróstaðir við sedrisviði. Gólvið var av syprisviði. Alt varð klætt við gulli. Templið var 60 alin langt, 20 alin breitt og 30 alin høgt. Eins og tabernaklið var tað býtt sundur í trý: „Hitt Heilaga“; „Hitt Alraheilagasta“ og ein forhøll, sum var 30 alin breið og 10 alin long. Í húsinum vóru síðukømur til goymslur og tilhald hjá nøkrum av teimum, sum tæntu við halgidómin. Les Neh. 13,3–13. Hitt Alraheilagasta vendi vestureftir, meðan inngongdin til templið vendi eystureftir. Framman fyri inngongdina vóru tvær koparsúlur, sum vórðu nevndar Jakin og Boaz. Jakin skuldi minna tey á, at HARRIN ger trygt, Boaz talar um, at HARRIN ger sterkt. Hitt Heilaga var 40 alin langt, 20 alin breitt og 30 alin høgt. Her vóru 10 ljósastakar av gulli, 5 hvørjumegin, og 10 borð til sýnisbreyð. So var roykilsisaltar av sedrisviði, klætt við gulli, og her vóru eisini 100 gullskálir. Innan fyri hitt Heilaga var hitt Alraheilagasta. Tað var 20 alin langt, 20 alin breitt og 20 alin høgt. Har vóru eingir gluggar, tí HARRIN hevði sagt, at Hann vildi búgva í bølamyrkri. 1. Kong. 8,12. Har vóru tveir kerúbar av oljutræ, klæddir við gulli. Teir vóru 10 alin høgir. Útrættu veingir teirra, sum nurtu saman á miðjuni í rúminum, rukku at vegginum báðumegin. Undir veingjum teirra var náðistólurin. Uttan um templið var ein „innari forgarður“, sum eisini varð kallaður „prestanna forgarður“, har brennioffuraltarið av kopari stóð, og so hitt stóra, runda vatnílatið av kopari, 10 alin frá trom til trom, har prestarnir skuldu vaska sær. So vóru 10 onnur vaskiíløt, har alt skuldi skolast, sum hoyrdi til brennioffuraltarið.
      Har vóru eisini øskuíløt, eldspakar og skálir at sletta blóð við. Uttan fyri henda garðin var „ytri forgarður“, har fólkið kundi savnast saman. Vit lesa um hetta í 1. Kong. 6 og í 2. Krøn. kap. 3 og 4.
      Tá Bábelskongur Nebukadnezar tók Jerúsalem ár 597 f.Kr., vóru mong av íløtunum í templinurn tikin og send til Bábel. Ellivu ár eftir hetta varð alt, ið eftir var, sent sama vegin, og templið varð brent. 2. Kong. kap. 24 og 25; 2. Krøn. kap. 36.
   2. Tempul Zerubbabels: Ár 938 f.Kr. gav Kýrus kongur í Persia boð um, at jødarnir, sum vóru í Bábel, kundu fara heim aftur til land sítt og byggja upp aftur tempul Jerúsalems. Í Ezra bók 4 og 5 og Hagg. 1 og 2 lesa vit um alt hetta. Templið var stórt, men sum Haggai profetur sigur, tá hann talar við tey, sum mintust tempul Sálomos: „Hevur nakar tykkara, ið eftir eru vorðin, sæð hetta hús í fyrru dýrd tess? Og hvat halda tit um tað nú? Er tað ikki sum einki í eygum tykkara? Haggai 2,3.
      Íløtini, sum høvdu verið í Bábel, komu nú heim aftur og á stað sítt. Har afturat er nevnt 1 ljósastaki, 1 borð til sýnisbreyð og 1 roykilsisaltar, men ørkin við náðistólinum er ikki nevnd. Søguskrivarin Josefus sigur frá, at á staðnum, har ørkin átti at staðið, lá bert ein flatur steinur, um 5 cm tjúkkur. Brennioffuraltarið stóð í innara forgarðinum. Annars er ikki so nógv skrivað um hetta templið. Tað er ikki so lýst út í æsir sum tempul Sálomos.
      Seleukidakongurin Antiokus IV Epifanes vanhalgaði hetta templið, tá hann ár 167 f.Kr. læt byggja altar til Zeus á staði brennioffuraltarsins og ofraði ein grís á tí.
      Vit lesa í Jóh. 10,22: „Nú kom tempulvígsluhøgtíðin í Jerúsalem.“ Henda høgtíð varð hildin til áminning um tann dagin, tá Judas Makkabeus ár 164 f.Kr. reinsaði templið aftur.
      Zerubbabels tempul stóð úti við 500 ár, men tað skaddist nakað illa, tá herovasti rómverja, Pompejus, tók Jerúsalem, ár 63 f.Kr.
   3. Tempul Heródesar: Hetta var mest sum endurbøting og afturatbygging at templi Zerubbabels. Heródes hin stóri, q.v., byrjaði ár 20 f.Kr. Hann gjørdi tempulplássið dupult so stórt, sum tað hevði verið. Á døgum Harrans Jesusar var templið enn í gerð. Ikki fyrr enn ár 64 e.Kr. var tað liðugt. Bert 6 ár eftir hetta løgdu rómverjar tað oyði og somuleiðis Jerúsalem allan.
      Hetta templið var av hvítum marmori og glæsiligt á at líta. Mark. 13,1; Luk. 21,5.
      Sum hini fyrru templini var tað býtt sundur í „Hitt Heilaga“ og „Hitt Alraheilagasta“. Í hinum Heilaga stóð roykilsisaltarið og hin sjeyarmaði ljósastakin og eisini borðið til sýnisbreyðini. Í hinum Alraheilagsta, har Sáttmálaørkin, Náðistólurin og kerúbarnir skuldu verið, var tómt, bert ein flatur steinur. Har á setti høvuðspresturin roykilsisílatið hin stóra bótardagin, eina ferð um árið.
      Millum rúmini var forhang. Matt. 27,51; Hebr. 6,19; 9,3; 10,20. Uttan fyri var forgarður prestanna, har var brennioffuraltarið og vaskiílatið. Uttan fyri hann var annar forgarður, har bert fólk av Ísrael kundu koma. Hann var eisini býttur sundur millum menn og kvinnur. Inngongd til „Innara forgarð“ var gjøgnum „Føgrudyr“. Áp. 3,2. Uttanfyri var eisini forgarður, sum kallaður varð „Forgarður heidninganna“. Har var skrivað á inngongdini, at heidningarnir ikki máttu fara longur enn til „Millumgarðin, ið skilti sundur“. Ef. 2,14; Áp. 21,28.
      Uttan um forgarðin var múrur við súlugongum. Eystureftir var súlugong Sálomos. Jóh. 10,23; Áp. 3,11; 5,12. Her var tað, hinir skriftlærdu hildu til.
      Nágreinilig frásøgn um templið og alt viðvíkjandi hesum er at finna í skriftum Josefusar og í „Talmud“, t.e. bókmentum rabbinaranna.
      Harrin Jesus viðurkendi templið sum halgidóm. Hann nevndi tað eisini: „Hús Faðirs Míns.“ Jóh. 2,16. Tá Hann rak teir út haðani, sum keyptu, seldu og vekslaðu pening har, vísti Hann á ídni Sítt fyri halgidóminum. Jóh. 2,14–17.
      Harrin talaði eisini um Seg sjálvan sum tempul nýggja sáttmálans, men hetta skilti fólkið ikki. Og Hann talaði frammanundan um, hvat ið skuldi henda við býnum, templinum og fólkinum, og Hann græt um, at fólkið ikki kendi vitjanartíð sína. Luk. 19,41–44.
Teofilus(gr. vinur Guds.) Luk. 1,3; Áp. 1,1. Maðurin, sum Lukas kannar bæði skriv síni. Fyrst evangeliið eftir Lukas og so Ápostlasøguna. Hvør hann var, er ikki sagt frá. Eitt og annað er sagt um hann, men hetta er (næstan) alt gitingar.
Teresj(hebr. frá persiskum, harðligur, strangur.) Annar av hirðmonnunum hjá Ahasverusi kongi, sum vóru illir inn á kong og ætlaðu at leggja hendur á hann, tá til bar. Hin æt Bigtan, q.v. Ester 2,21.
Tertius(lat. triði.) Maðurin , sum skrivaði Rómbrævið fyri Paulus. Róm. 16,22.
Tertullus(lat. diminutiv, t.e. minkanarorð av Tertiusi.) Ein „røðari“, sum vit lesa um í Áp. 24,l. Hesir røðararnir vóru málkønir, orðkringir menn, sum tann, ið skuldi fyri rættin, fekk við sær til verju ella ákæra. Les um hetta í kap. 23 og 24.
Teudas(gr. óvist. Kanska: gáva Guds.) Tá ráð jødanna ætlaði at forkoma ápostlunum, lesa vit í Áp. 5,36, hvat Gamaliel sigur: „Nakað síðani steig Teudas fram; hann segði seg at vera nakað, og flokkur av monnum fór at halda seg aftrat honum, okkurt um 400. Men hann varð dripin, og allir, ið trúðu honum, spjaddust og vórðu til einkis.“ Søguskrivarin Josefus nevnir mann, sum einki er at ivast í, er hesin sami. Hann sigur: „Gandakallur, sum æt Teudas, fekk ein flokk av fólki við sær og bað tey koma við sær oman at Jordan. Hann segði seg vera profet, og at hann ætlaði at skilja vatnið í ánni sundur, so tey kundu fara yvir um á turrum. Um 400 menn lótu seg lokka við honum. Herfólk varð sent eftir teimum, og gjørdu teir enda á hesum. Teudas varð tikin og hálshøgdur. Hann man hava verið leiðari hjá trúarflokki ella uppreistrarbólki.
Tiberias(uppkallaður eftir Tiberiusi keisara.) Býur við Galileavatn – Tiberiasvatn. Jóh. 6,1.23. Jóh. 21,1. Josefus sigur frá, at Heródes Antipas læt hann byggja og kallaði hann Tiberias eftir Tiberiusi keisara, sum ráddi frá ári 14 til 37 e.Kr. Býurin var ein av 9 býum við vatnið, sum høvdu ikki minni enn 15.000 íbúgvar. Hann var bygdur á toftirnar av gamla býnum Rakkat, sum nevndur er í Josva 19,35.
      Nakað av býnum stóð oman á gomlu gravstøðunum, og tí dámdi jødum ikki at búgva har.
      Vit lesa ikki um, at Jesus vitjaði har í býnum. Tiberias var høvuðsstaður í Galilea, frá tí hann varð bygdur, til tíð Heródesar Agrippa II. Hann flutti høvuðsstaðin burtur aftur haðani.
      Um hesa tíðina vóru íbúgvarnir mest grikkar og rómverjar. Lívið fór fram á heidnan hátt, og tað stygdi jødarnar burtur. Seinni, tá Jerúsalem var lagt í oyði ár 70 e.Kr., gjørdist Tiberias miðstøð jødisku læraranna, og frá ári um 150 hevði ráð jødanna sæti har, eins og skúlar rabbinaranna. Haðani kom „Talmud“, sum er m.a. reglulig útlegging av jødiskari lóg og rætti. Eisini „Massara“, har hesir lærdu rabbinarar bøttu gamla skriftmál teirra. Málið var frá gomlum døgum avskrivað bert við hjáljóðum, men nú góvu teir skriftini sjálvljóð eisini, so at upprunaligi framburðurin ikki skuldi verða gloymdur. Hetta var ikki løtuverk, men helt fram til úti við ár 1000 e.Kr.
Tiberiasvatnsama sum Galileavatn og Genesaretsvatn. Jóh. 6,1; 21,1.
TiberusRómverskur keisari. Fulla navn hansara var: Tiberius Klaudius Nero Cesar. Hann var føddur í Róm 16. november ár 42 f.Kr. Hann gjørdist keisari, tá hann var 55 ár. Hann var tiltikin herleiðari og samstundis av bestu talarum, eins og leiðari í dagligum viðurskiftum. Meðan hann var keisari, var hann nakað harður og sjálvráðin og hevndarhugaður av lyndi. Hetta er eitt sindur av tí, sum søgan sigur um hann. Í skriftini er hann nevndur bert eina ferð. Luk. 3,1.
Tibhat(slátur, útbreiðsla.) Ein av býum Hadarezers kongs í Zoba. Í 2. Sám. 8,8 stavað Beta. 1. Krøn. 18,8.
Tibni(hebr. bygningur HARRANS – W. Gesenius.) Hin sætti av kongunum í Ísraelsríki. Hann var sonur Ginat. Aftaná at Zimri, av ótta fyri Omri og fólki hansara, hevði brent seg inni í kongsborgini í Tirza, býtti fólkið seg sundur. Onnur helvtin helt við Tibni, syni Ginat, og onnur helt við Omri. 1. Kong. 16,1–22. Her í v. 22 endaði stríðið: „Tibni doyði, og Omri varð kongur.“ Hetta hendi um ár 886 f.Kr.
Tideal(týdn. ókendur.) Navn á kongi, sum í felagi við Kedorlaomer og øðrum gjørdu innrás í Palestina um ár 1960 f.Kr. Hann var kongur í Gojim. Einki annað er sagt um hann. Í landnyrðingsparti Bábylonia var land, sum kallað varð Goi, men óvist er, um hetta er sama landið. 1. Mós. 14,1.
Tiglat-PileserHebr. framburður av sýrlendska navninum „Tukultiapil-esharra“, sum sigst at merkja „álit mítt er sonur Esharra“. Esharra var annað navn fyri gud teirra „Ninib“. Les 2. Kong. 15,29. Í 1. Krøn. 5,6 og 2. Krøn. 28,20 stavað Tilgat-Pilneser.
TigrisNavn, sum í Septuaginta, q.v. í 1. Mós. 2,14 stendur fyri navnið „Hiddekel“, sum var ein av áunum í Eden, tann, sum rann eystan fyri Assur. Hiddekel ella Tigris var akkadiskt. Í gamla máli Bábels var tað stavað Idiglat av „digla“, t.e. sum kringsetur. Av Idiglat evnaðu persarar orðið „tigra“, sum við orðaleiki á máli teirra kom at merkja ørvur, Hiddekel, q.v.
Tigulsteinur(hebr. libna, av laban, t.e. at gera hvítt. Eftir hvíta leirinum, sum teir gjørdu steinin av.) Fyrsta, sum nevnt er um hetta, er í søguni um Bábelstornið, um 1000 ár aftan á flóðina miklu. 1. Mós. 11,3. Bestu frásøgnina um tigulgrót fáa vit í 2. Mós. 5, har sagt er frá, tá fólk Ísraels mátti træla í Egyptalandi, og arbeiðsfútarnir vóru ógvuliga ólagaligir við tey. Hálmurin, her talast um, varð nýttur til at blanda í leirið til at halda tí saman, meðan tað var bleytt. Í bygningum hjá teim gomlu kaldearunum sæst lítið til grót. Lítið var til av tí og óhøgligt og langt at fara eftir tí. Teir nýttu tað so at siga bert til yvirliggjarar yvir vindeygum og hurðum, gáttir og durastavir og til at seta hongslini føst í. Tigulgrótið var høvuðstilfarið (Maspero: Dawn of civilization). Leirið varð grivið upp úr jørðini, í Egyptalandi var tað fram við Nilánni. So var tað væl knoðað saman og hálmur blandaður í tað, og gingu tey so uppi í tí, til tað var passaliga fast, so var tað evnað til steinar og turkað í sólini ella í tigulovni, sum nevndur er í t.d. 2. Sám. 12,31.
      Samanber Nahum 3,14. Esaias profetur gremur seg um hetta fóikið, sum brennir roykilsi á tigulsteinum í staðin fyri altar av gróti, sum lógin krevur. 2. Mós. 20,25; Es. 65,3.
Tikva(hebr. vón.) Sonur Harhas og faðir Sjallum, sum var maður Huldu profetinnu. 2. Kong. 22,14. Í 2. Krøn. 34,22 stavað Tokhat.
Tilon(hebr. frá Netilon gáva.) Hin seinasti, ið nevndur er av sonum Símeons av ætt Juda. 1. Krøn. 4,20.
Timeus(týdn. óvissur. Kanska kendur, ærdur.) Faðir hin blinda biddaran, sum Harrin Jesus grøddi, so hann fekk sjónina. Hann er kallaður „Bartimeus“, t.e. „Timeusson“. Mark. 10,46.
Timna(hebr. tvingsil.) 1. Mós. 36,12: „Og Elifaz, sonur Esau, hevði hjákonu, sum æt Timna; við henni fekk Elifaz Amalek. – Samanber við 1. Krøn. 1,36.
Timna(øðrvísi stavað, lutur.) Býur við norðurmark Juda. 1. Mós. 38,12. Nú kallaður Kirbet Tibna.
   2. Býur í hálendi Juda. Josva 15,57.
Timnat-Heres(hebr. lutur frá sólini.) Dóm. 2,8.9.
Timnat-Sera(hebr. dupultur lutur.) Sama staðið sum Timnat-Heres. Josva 19,50.
Timon(gr. ærdur.) Hin fimti, ið nevndur er av teimum sjey, sum ápostlarnir valdu til at røkja starvið at býta út til treingjandi í samkomuni. Áp. 6,5.
Timoteus(gr. sum gevur Gudi heiður.) Kæri vinur og samverkamaður Paulusar ápostuls. Hann var føddur í Lystra í Lítla Asia. Faðirin var grikki og móðirin jødisk, Áp. 16,1, hon æt Eunike. 2. Tim. 1,5. Hann var frá barni av lærdur at kenna hinar heiløgu skriftirnar. 2. Tim. 3,15–17. Hann varð umvendur 16 ára gamal, meðan Paulus var í Lystra.
      Fyrra bræv Paulusar til Timoteus.
      Loysnarorð: Samkoman, 3,15.
   A. Inngangur 1,1–2.
   B. Samkoma Guds: 1. Læra, 1,3–20. 2. Tænasta, 2,1–15. 3. Umsjón, 3,1–13.
   C. Tænarin:
   1. Atferð hansara viðvíkjandi:
      a) Sannleikanum, 3,14–16.
      b) Skeivleikunum, 4,1–11.
      c) Øllum í samkomuni, 4,12–16.
   2. Virki hansara viðvíkjandi:
      a) Teimum trúgvandi, 5,1–6,2.
      b) Hinum illa, 6,3–16.
      c) Teimum ríku, 6,17–19.
   D. Endi, 6,20–21.
      Seinna bræv Paulusar til Timoteus:
      Loysnarorð: Skammast ikki, 1,8.12.16; 2,15.
   Boðskapur: Trúskapur hóast trongd og fráfall.
   Skrivað: Seint í 67 ella tíðliga í 68 í hørðum fongsli í Róm. Aftan á stóra eldsbrunan í Róm ár 64, sum hini kristnu fingu skuldina fyri, var brotsverk at kallast kristin, og øgilig atsókn tók seg upp. Her er Paulus aftur í fongsli; ikki í einum húsum, men helst í hinum myrka, váta fongslinum, har fangar kundu verða etnir upp av rottum. Gamal, kaldur og bókleysur biður hann Timoteus royna at koma til sín. Søgnin sigur, at Paulus, Jesu Kristi stríðsmaður, varð avrættaður í juni mánaði ár 68. Í hesum seinasta brævi sínum eggjar hann Timoteusi, elskaða syni sínum í trúnni, til ikki at gevast, men at kveikja aftur náðigávuna.
   1. Trúskapur móti Harranum, sannleikanum og tænarum Hansara hóast trongd, 1,1–18.
   2. Trúskapur móti Harranum í heilagari atferð, 2,1–26.
   3. Trúskapur móti Harranum og evangeliinum hóast fráfall, 3,1–16 til 4,5.
   4. Harrin stendur trúfasta tænara sínum nær í skilnaðarstundini. 4,6–22.
Tiras(Uppruni og týdn. ókendur.) Yngsti sonur Jafet, son Nóa. Bústaður fólks hansara man hava verið við strond Egearahavsins. 1. Mós. 10,2.
Tiratitar(týdn. óvissur.) Ein av ættum hinna skriftlærdu, sum í Jabez búðu. Ættirnar, ið nevndar eru, vóru: Tiratitar, simatitar og sukatitar; hetta eru teir kinitar, ið eru ættaðir frá Hammat, faðir rekabsættina. 1. Krøn. 2,55.
Tirhaka(týdn. ókendur.) Hann er umtalaður í 2. Kong. 19,9. Les kap. 19,1–37. Í søgu egypta er navn hansara stavað „Tarharka“. Har er sagt frá, at hann fór móti Sankerib kongi ár 701 f.Kr. Har er hann ikki enn kallaður Farao, men hægsti herleiðari farbróður síns.
Tirhana(Navnið er av ókendum uppruna.) Ein av sonum Kalebs við Ma’aku, hjákonu hansara. 1. Krøn. 2,48.
Tirja(hebr. ótti.) Hin triði, ið nevndur er av sonum Jehallelels av ætt Juda. 1. Krøn. 4,16.
Tirza(hebr. yndi.) Hin yngsta av fimm døtrum Zelofhads. Les 4. Mós. 26,33; 27,1; 36,10–11.
   2. Gamal kána’anitiskur býur, hvørs kongur var ein av teimum 31, sum Josva vann á vestan fyri Jordan. Tirza var høvuðsstaður ísraelskonga til Omri. So lesa vit í 1. Kong. 16,18 um ta ferðina, tá Zimri setti eld á borgina har og brann inni av ótta fyri Omri og fólki hansara. Eftir hetta er Tirza bert eina ferð nevndur í søguni. 2. Kong. 15,14–16. Yndisliga Tirza er tiltikin í Hás. 6,4.
      Tell el-Tar’ak, t.e. „heyggjurin á høga rygginum“, varð kannað í 1931 (W. F. Albrigt). Har komu teir eftir, at hetta var gamli býurin Tirza um 20 km í útnyrðing úr Nablus. Har hava fólk búð frá umleið mitt í fjórða túsundári f.Kr. til onkuntíð í 9. øld f.Kr.
TisbiturNavn, sum Elias profetur viðhvørt verður nevndur við. 1. Kong. 17,1; 2. Kong. 1,3.8; 9,36. Menn, sum kunnigir eru, bæði í Skriftini og í landinum har, umseta hetta: Elias Jabesjiti.
Titus(lat. navn, týdn. ókendur, grikska sniðið er Titos.) Ein av samverkamonnum Paulusar. Hann er ikki umtalaður í Ápostlasøguni. Hann var grikki, Gal. 2,2. Hann varð umvendur við talu Paulusar. Tit. 1,4. Frá Antiokia fór hann við Paulusi ár 48 ella 49 til ápostlafund í Jerúsalem. Har, sigur Paulus, var Titus, sum var grikki, ikki tvingaður til at lata seg umskera. Vit hitta Titus aftur 5–6 ár eftir hetta. Tá virkar hann saman við Paulusi í Efesus. Paulus sendir hann til Korint, har hann skal royna at steðga tvídrátti í samkomuni og at kveikja aftur lív í álit teirra á Paulus. Hetta eydnaðist Titusi. 2. Kor. 7,5–16. Paulus, sum var alspentur, tá hann bíðaði eftir Titusi, fór til Makedonia í staðin fyri at bíða eftir honum í Troas. 2. Kor. 2,12; 7,5–6. Og har hittust teir. Titus varð sendur til Korint við seinna brævi til samkomuna har. So skuldi hann eisini savna inn til tey heiløgu í Judea. Hann man hava endað skeið sítt á Kreta.
      Bræv Paulusar til Titus:
   1. Inngangur, 1,1–4.
   2. Innsetan av elstum, 1,5.
      a. Eyðkenni teirra, 1,6–9.
      b. Óskil í samkomuni, sum teir skulu fáa skil á. 1,10–16,
   3. Hvat talast og lærast skuldi, 2,1.
   Áminning til:
      a. Gamlar menn og kvinnur, 2,23.
      b. Ungar kvinnur, 2,4–5.
      c. Ungar menn, 2,6.
      d. Hann, ið áminnir onnur, skal vera fyrimynd, 2,7–8.
      e. Kristnir trælir og harrar teirra, 2,9–10.
   4. Grundarlagið fyri hesar áminningar, 2,11–15.
   5. Framhald av áminningum: Yvirvøldini undirgivin, 3,1–2.
   6. Góðska og kærleiki Guds og frelsuverk Hansara. 3,3–7.
   7. Ávaring móti ranglærarum, 3,9–11.
   8. Heilsan, 3,12–15.
Toa(akkad. tahu, barn ella kanska eyðmjúkur.) Levitur av húsi Kahats. Faðir Eliel og sonur Zif. 1. Krøn. 6,34. Í 1. Sám. 1,1 stavað Tohu.
Tob(hebr. gott.) Landið Tob, sum umtalað er í 2. Sám. 10,6.8, var landspartur norðast í Pirea á markinum móti Sýrlandi. Landið er kallað Tobion í 1. Makk. 5,13, ella beinari Toubin, sum í 2. Makk. 12,17. Her var tað, Jefta fekk sær tilhald, tá hann flýddi, tí hálvbrøður hansara róku hann burtur. Dóm. 11,3. Har varð hann høvdingi yvir ránsmannaflokki, til hinir elstu av fólkinum í Gilead komu og bóðu hann koma við teimum í bardaga móti ammonitum og vera leiðara teirra. Les Dóm. 11, allan. Væl kann tað vera, at Tob er sama staðið, sum í nýggjari tíð varð stavað „Taiyibeh“.
Tob-Adonja(hebr. HARRIN er góður.) Ein av levitunum, sum Jósafat kongur sendi út í býir Juda at læra fólkið lóg HARRANS. 2. Krøn. 17,8.
Tobia(hebr. HARRIN er góður.) Ein annar av levitunum, sum Jósafat kongur sendi út í býir Juda at læra fólkið lóg HARRANS. 2. Krøn. 17,8.
   2. Ein av hinum heimkomnu úr Bábel. Zak. 6,10.
Tobias(hebr. HARRIN er góður.) Ein hin ringasti mótstøðumaðurin hjá Nehemiasi og jødunum, tá teir fóru undir at byggja uppaftur múrar Jerúsalems. Tobias verður nevndur „ammonitiskur trælur“. Hann dugdi væl at sleppa sær upp í teir, sum høvdu nakað at siga. Hetta lesa vit um í Neh. 6,17–19. Les eisini Neh. 13, allan.
   2. Millum teir mongu, ið heim vóru komnir úr Bábel og ikki vóru førir fyri at greiða frá ætt síni, verða nevndir eftirkomarar Tobiasar. Ezra 2,59–60.
Tofel(hebr. kálk.) Stað í oyðimørkini, helst á markinum á Paransoyðimørk. 5. Mós. 1,l.
Tofet(hebr. tví, spýtt, vanvirðing, sum í Job 17,6: „Eg eri settur fólki til orðtak, eg eri maður, sum verður spýttur í andlitið.“) Offurstað í dali Hinnomssonar, har heidningar og í fráfalstíðum jødar við ofraðu til Molok, q.v. Í 2. Kong. 23,10 lesa vit um Josias kong: „Hann vanhalgaði eisini Tofet í Hinnomssonardali, so at eingin skuldi lata son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin fyri Molok.“
Togarma(hebr., týdn. óvissur.) Sonur Gomer og bróðir Askenaz og Rifat. 1. Mós. 10,3; 1. Krøn. 1,6. Eftirkomarar Togarma eru millum teirra, sum handlaðu við Týrus. Ez. 27,14. Í kap. 38 er Togarmafólkið nevnt millum tey mongu, sum á síðstu tíðum fara við mongum øðrum í felagsskap við Gog í Magogslandi, høvdinga yvir Rosj, Mesjek og Tubal. Les Ez. 38,1–7.
      Í assýriskum skriftum er nevndur býur í eystur-Kappadokia „Til-garimmu“. Henda kann, at hetta navnið stavar úr Togarma.
Tohu(akkad. tahu, barn.) 1. Sám. 1,l. Hin sami, sum í 1. Krøn. 6,34 er stavaður Toa.
To’i(hebr. av leið.) Kongur í Hamat á døgum Dávids. Les. 2. Sám. 8,9–11. Navnið er upprunaliga hetitiskt.
Token(hebr. vekt, mát.) Býur í ætt Símeons. 1. Krøn. 4,32. Kann vera, hann er tann sami, sum í Josva 15,24 er stavaður Telem.
Tokhat(hebr. sama sum Tikva, vón.) Faðir Sjallum, sum var maður Huldu profetinnu. 2. Krøn. 34,22; 2. Kong. 22,14.
Tola(hebr. skarlak. Kann merkja eitt slag av ormum.) Ein av sonum Issakars. 1. Krøn. 7,1; 1. Mós. 46,13. Vit lesa í 1. Krøn. 7,2 um teir, sum vóru ættaðir frá Tola, at á døgum Dávids vóru teir 22 600 í tali.
   2. Dómari í Ísrael, av ætt Issakars, dómari í 23 ár. Dóm. 10,1.2.
Tolad(hebr. sum fær avkom.) Býur í ætt Símeons á døgum Dávids. 1. Krøn. 4,29. Í Josva 15,30 stavað Eltolad. Staðið er helst tað, sum nú verður kallað: Kirbet Erka Sakra.
TolaitarEftirkomarar Tola, q.v. 4. Mós. 26,23.
To’usum To’i, q.v.
TrakonitisEin partur av høvdingadømi Filips. Luk. 3,l. Lítið óslætt klettaland eystan fyri Jordan, ímóti arabisku oyðimørkini. Navnið í Gamla Testamenti var Argob, q.v., í táverandi landinum Basan.
Tres TaberneÁp. 28,15. Kann umsetast til Trý vertshús. Les um hetta í Áp. 28,11–16.
Troas(gr. Troada, økið uttanum Troja.) Býur við strondina á Mýsia, nær við Hellespont, nú kallað Dardanellurnar. Býurin var í eldri tíðum kallaður Antigonia Troas, eftir Antigonos, sum hevði bygt hann. Hesin Antigonos við tilnavninum „Kyklops“, t.e. „einoygdi“, livdi til ár 300 f.Kr. Hann var ein av herstjórum Alexanders hins Stóra og fekk part av Lítla Asia at ráða yvir. Ein annar av herstjórum Alexanders æt Lysimakos. Hann tók Antigonosar part av Lítla Asia. Býin Troas bygdi hann um og kallaði hann Alexandria Troas eftir Alexanderi hinum Stóra. Hesin Lysimakos, kongur í Trakia, livdi frá um 355 til 281 f.Kr. Troas vaks nógv undir rómverjaveldinum og varð við umhvørvinum gjørt til ein part av Róm. Staddur í Troas var tað, at Paulus fekk boð at fara yvirum til Europa. Áp. 16,8 o.s.fr. Seinni ferðaðist hann eisini har. 2. Kor. 2,12–17; Áp. 20,1–14; 2. Tim. 4,13.
Trofimus(gr. sum alir upp við týdn. at geva, t.d. smábørnum.) Maður úr Efesus, sum varð umvendur við prædiku Paulusar, og fór við honum til Jerúsalems. Her varð Paulus skuldsettur fyri at hava tikið Trofimus við sær inn í templið. Vit lesa um hetta í Áp. 20,4; 21,27–29. Trofimus er eisini nevndur í 2. Tim. 4,20.
Trogillium(gr. týdn. óvissur.) Stað og landoddi á strondini á Jonia innan fyri oynna Samos. Sundið er um 1,5 km breitt. Henda vegin fór Paulus á heimleið av triðju ferð síni. Hann var eina nátt í Trogillium. Áp. 20,15. Havnin har verður enn kallað „Paulusar havn“.
Trýfena(gr. eiggilig, góðgæti.) Kvinna í Róm, sum Paulus letur heilsa í Róm. 16,12.
TrýfosaSama týdning sum Trýfena, og sama heilsan er til báðar. Róm. 16,12.
Tubal(hebr. týdn. óvissur.) Ein sonur Jafet. 1. Mós. 10,2; 1. Krøn. 1,5. Navn á ættini „Tibarenar“ á strondini í Lítla Asia við Havið Svarta (Dr. teol. H. L. Jansen, Realleksikon). Aftan fyri hetta er ivaleyst spásøgn um hendingar á komandi døgum.
Tubalkáin(Tubal-smiðurin.) Vit lesa í 1. Mós. 4,22: „Eisini Zilla fekk son, Tubalkáin; hann varð ættarfaðir at øllum teimum, ið smíða kopar og jarn. Systir Tubalkáin var Na’ama.“
Tummas(frá áram. Te’oma, tvíburi. Grikska sniðið er Didymus.) Ein av lærisveinum Jesusar; man hava verið úr Galilea, sum teir flestu av teimum. Í hinum fyrstu trimum evangeliunum lesa vit um, at hann verður kallaður til lærisvein. Í evangel. eftir Jóhannes lesa vit meir um hann. Les Jóh. 11,13–16. Í Jóh. 14,5 sigur Tummas: „Harri, vit vita ikki, hvar Tú fert, og hvussu kunnu vit vita vegin!“ Hetta gjørdi, at Harrin gav okkum hetta dýrabara versið: „Jesus svaraði honum: Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.“ Aftur hitta vit Tummas í Jóh. 20,19–29, sum jú er eitt av best kendu støðum í Skriftini. Hetta var orsøkin til, at vit av Jesusar egna munni fingu orðini: „Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva.“ Tummas gevur okkum her eina hægri opinbering av Harranum. Ísrael kendi Harran sum Harra okkara og Gud okkara; Tummas vísti okkum Hann sum: Harra mín og Gud mín. Í Nýggja Testamenti hitta vit Tummas bert tvær ferðir afturat; fyrst í Jóh. 21,2 við Tiberiasvatn saman við seks øðrum lærisveinum. So í Áp. 1,13, tá hann og hinir lærisveinarnir, aftan á himmalsferð Harrans Jesusar, komu aftur til Jerúsalems og fóru upp í salin í erva.
Týatira(gr., navnið tykist torført at týða.) Býur í Lítla Asia. Samkoman har var ein av teimum sjey, sum Jóhannes varð biðin at skriva til. Op. 1,11; 2,18. Býurin lá við markini til Mýsia og Jonia, eitt sindur sunnan fyri ánna Hyllus, norðarlaga í dalinum millum hæddirnar Tmolus og Temnus. Hetta var eitt av teimum mongu støðunum, sum makedoniarar høvdu í Lítla Asia, sum hjáland, aftaná at Alexander hin Stóri hevði gjørt enda á stórveldinum Persia.
      Sagt hevur verið, at purpurliting var best úr Týatira. Vildu tey hava tað serliga vakurt, skuldu tað vera haðani. Tey hildu seg vita, at tað var vatnið har, sum hóskaði so væl til purpurliting; hetta er væl hugsandi. Hygg Áp. 16,14. Guddómurin har í staðnum var Apollo, sólgudur teirra. Hann varð har kallaður Tyrimnas. Navnið er makedoniskt, so tað er haðani, tann gudadýrkanin er komin. Nútímans býurin Akhistor liggur á sama stað, sum Týatira lá, í umhvørvinum, sum nú verður kallað Anatalian Turkey.
TýkikusLærisveinur úr Asia, sum Paulus kallar: „Hin elskaði bróðirin og trúgvi tænarin í Harranum.“ Áp. 20,4; Ef. 6,21; Kol. 4,7; Tit. 3,12; 2. Tim. 4,12.
Týrus(frá hebr. Zur, t.e. klettur; gr. Turos; lat. Tyros.) Kendur handilsstaður í Fønikia. Hann lá úti á eini oyggj, sum upprunaliga ikki var bert ein, men Hiram kongur fylti upp ímillum tær og gjørdi alt til eina oyggj, sum hann gjørdi til sterkt hervirki. Býurin er ógvuliga gamal. Hann var á hæddini á døgum Dávids kongs og seinni. Sankerib kongur, q.v., kringsetti býin í 5 ár, men hann fekk hann ikki. Nebukadnezar kongur kringsetti hann í 13 ár, men heldur ikki honum eydnaðist at taka hann. Ezekiel profetur spáddi kortini, at hann fór at ganga undir. So í árinum 332 f.Kr. kom Alexander hin Stóri hagar, hann gjørdi eina byrging út á oynna, og eftir 7 mánaðir mátti býurin geva seg yvir. Íbúgvarnir vórðu seldir til trælir. Síðani hevur sjógvurin skolað sandin inn móti byrgingini, so býurin liggur nú á eini hálvoyggj. Týrus er ofta nevndur í Bíbliuni. Dávid og Sálomo vóru vinir við Hiram kong. 2. Sám. 5,11; 1. Kong. 9,11.
      Drotning Akabs kongs, Jesabel, var kongsdóttir úr Týrus. 1. Kong. 16,31.
      Profetar Ísraels søgdu mong dómsorð móti Týrus. Amos 1,9; Jóel 3,9; Es. kap. 23; Jer. 47,4; Ezek. kap. 26, 27 og 28.
      Jesus ferðaðist so langt norður sum til landið við Týrus og Sidon. Matt. 15,21. Samkoma var tíðliga í Týrus. Les Áp. 21.
TænariVanligt orð í Bíbliuni, men sjáldan í sama týdningi, sum vit hugsa um tænara, ið nú á døgum er maður í løntum starvi. Í fornøld var heitið „tænari“ altíð „trælur“. Heimspekingarnir Platon og Aristoteles tala um tvey sløg av menniskjum: trælir og fríir. Trælurin hevur bert hálvt vit. Hann er bert tól við smávegis vitan og verður taldur upp í ogn og búnýti. Gamla Testamenti hevur ikki forboð móti at hava træl, men kor teirra tykjast at hava verið ójøvn. Í 1. Mós. 24 lesa vit um ein tænara Ábrahams, at hann (v. 2) „… stóð fyri øllum, ið hann átti…“ Í 1. Mós. 15,3 stendur: „… ein tænari, sum føddur er í húsi mínum …“
      Har stendur veruliga „hústrælur mín“. Í aut. før. stendur „húskallur“, men hetta er ikki snórabeint, tí húskallur kundi siga upp tænastuna til ásettan dag, men tað kundi trælurin ikki. Í Gamla Testamenti á hebr. máli var trælur stavað Abd, og í Nýggja Test. á grikskum doulos. Tá vit hitta orðið „tænari“, er næstan altíð annað hetta orðið aftan fyri tað. Mangan lesa vit um mann, sum virðiliga talar við annan, at hann nevnir seg sjálvan „trælur tín“. Aftan fyri orðið trælur er í Nýggja Testamenti viðhvørt orðið „diakonos“ og einstakar ferðir „pais“, sum t.d. Áp. 4,25. Tá Paulus byrjar brøv síni, t.d. brævið til rómverjar, nevnir hann seg: Paulus, tænari (doulos) Jesu Krists. Róm. 1,1. Um træl, sum var av fólki Ísraels, vóru aðrar reglur galdandi. Les um hetta í 5. Mós. 15,12–18.