Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Saba(á hebr. Sjeba.) Land og fólk, sum kent er frá fyrndartíðum. Saba var í útsynningshorninum á Arabia, nú kallað Jemen. Sabearar hildu eisini til í Etiopia og Norðurarabia. Teir náddu høgt í mentan, siga fornleivdir og innskriftir frá. Teir vóru semitar, 1. Mós. 10,28; 1. Krøn. 1,22. Saba var víða gitið fyri gull sítt og gimsteinar. Teir handlaðu nógv við kryddurtum og roykilsi. Es. 60,6.
      Væl er kend søgan um drotningina úr Saba, sum kom til Jerúsalems at vitja Sálomo kong.
      Leiðin hjá keypmonnum teirra, tá teir fóru við fylgjum av kamelum, sum bóru hesar dýru vørurnar í stórum mongdum, lá gjøgnum ríki Sálomos, so tað hevði ikki lítið at týða, at har var vinalag ímillum.
      Grannar teirra „himjarar“ vunnu yvir Saba í aðru øld e.Kr.
Sabaktani(árameiskt – sum var móðurmál Jesusar – sleppa, lata fara.) Úr Sálm. 22,1, sum skrivað var á hebraiskum „azabtani“. Matt. 27,46; Mark. 15,34.
SabbatsferðÍ Ápostlasøguni 1 lesa vit: „Tá fóru teir aftur til Jerúsalem av fjallinum, sum kallast Oljufjallið, og er nær við Jerúsalem, sabbatsferð haðani.“ Sabbatsferð var um leið ein kilometur.
Sabbatur(hebr. hvíla.) Hebr. orðið „Sjabbat“. Hetta hebr. orðið Sjabbat er ættað úr bábyloniskum máli og runnið av orði, ið har hevði týdningin „at vera liðugt“. Bábylonarar hugsaðu her um dagin, tá mánin gjørdist rundur aftur. Í Ísrael var hann „hin sjeyndi dagurin í viku“. Heidningafólkini hava í mánadýrkanini havt dagin, sum bar á mánaskiftini, til merkisdag. Ísrael fekk hann millum lógboðini, og munnu tey hava kent hann fyrr. Tey eru biðin „at minnast hann“. Fariseararnir á Jesusar døgum hildu hann strangliga og áløgdu fólkinum tað sama. Harrin Jesus segði við teir, at teir gjørdu meir burtur úr hesum, enn ætlað var, og minti teir á, at „Um kríatúr dettur í brunn sabbatsdagin, hjálpa tit tí uppúr aftur, men tá Eg hjálpi sjúkum menniskja tann dagin, siga tit, at Eg geri tað, ið ikki er loyvt“. Tá myndin verður til veruleika, kámast fyrimyndin. Tá Harrin Jesus vann okkum æviga loysn, hvíla vit í honum. Hinum kristnu av heidningafólkinum var ikki álagt at halda sabbatin. Róm. 14,5; Kol. 2,16. Sunnudagur er ikki komin ístaðin fyri sabbatin. Hini trúgvandi savnaðust tann vanliga frídagin; mong av teimum vóru jú trælir.
      Í tíðarskeiði lógarinnar var fyrst verk og so hvíld. Evangeliið kunnger fyrst hvílu (í Harranum) og so verk (í Honum, sum ger meg sterkan).
Sabta(týdn. ókendur.) Hin triði sonur Kusj og abbasonur Kam. 1. Mós 10,7.
SaddukeararEin flokkur av jødafólkinum, sum umtalaður er frá Makkabearatíðini, og ikki lítið umtalaður í evangeliunum. Navnið man vera frá ætt Sadoks ella sadokssynir. 2. Krøn. 31,10. Zadok, q.v. Teir roknaðu seg sum yvirstætt. Teir virdu skrivaðu lógina, men siðir og boð farisearanna løgdu teir einki í. Uppreisn trúðu teir einki uppá og heldur ikki, at slíkt var til sum einglar og andar. Teir settu Harranum spurningar, eins og fariseararnir, til at fanga Hann í orðum, men Hann vísti teimum á, at slíkir spurningar standast av tí, at teir eru óvitandi. Jesus svaraði teimum: „Tit villast, tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds.“ Matt. 22,23–29. Vit síggja eisini, at sjálvt um teir vóru ósamdir í læru, vildu teir allir hava vitni Harrans beind av vegnum. Áp. 23,6–10. Tá templið fall, var tann flokkurin liðugur. Einki skrivað orð er eftir teir.
Sadok(Zadok, q.v.)
Saf(hebr. fat, bolli, gátt. Í 2. Mós. 12,22 umsett til „fat“. Før. aut.: offurbolli. Í Dóm. 19,27 og 2. Kong. 12,9 ums. til „dyrnar“. F. aut. betri: „gáttina“. Veruleikin man vera tann, at hetta ílat, her talast um, var ein kulla í trappusteininum ella gáttini, sum var ein hella. Varð blóðið stoytt har í, og ísopurin vaks fram við vegginum, var hetta høgligt at fáa fatur á og skjótt at smyrja upp á durastavirnar. Vildi ein so ikki nýta blóðið, kom hann at traðka í tað, tá hann gekk út og inn. Hetta er myndarligt. Veruleikin er mangan umtalaður, t.d. í Hebr. 10,28.29.) Í 2. Sám. 21,18: „Seinni stóð uppaftur – við Gob – ein bardagi við Filistarar; tá feldi Sibbekai Husjatitur Saf, sum var av Rafaættini“.
Saffira(úr áram. ljós, føgur.) Ánanias, q.v.
Saham(hebr. feitt, stakið) Triði, ið nevndur er av sonum Rehabeams. 2. Krøn. 11,19.
Sakar(hebr. løn. Sum í Es. 40,10: „Og løn Sína hevur hann við Sær.“) Faðir Ahiam, hararit. 1. Krøn. 11,34.
   2. Fjórði sonur Obed-Edoms. 1. Krøn. 26,4.
SalamisBýur á eysturstrond Kypros. Fyrsta staðið, sum Paulus og Barnabas vitjaðu aftaná, at teir vóru farnir úr Seleukia. Áp. 13,1–5. Av v. 5 sæst, at har vóru fleiri sýnagogur, so har hava verið nógvir jødar. Á døgum Konstantins var býurin fyri tí ólagnu, at hann fórst í jarðskjálvta. Uppafturbygdur fekk hann navnið Konstantia. Nú er hann kallaður Famagusta.
Salem(hebr. friður.) 1. Mós. 14,18: „Og Melkizedek, kongurin í Salem, prestur hjá Gudi hinum Hægsta,“ … sum eigur Himmal og jørð (v. 19). Hetta navnið Salem er ivaleyst sama staðið sum Jerúsalem. Sálm. 76,2. Í Amarnabrøvunum er at finna „Urusalim“, býur friðarins.
Salim(hebr. friður, gr. liðugt, R. Young.) Enon, q.v. Jóh. 3,23.
Salka(hebr. gongd.) Býur í Basjan. Nevndur í 5. Mós. 3,10; 1. Krøn. 5,11. Eitur nú Salkhad, um 70 km eystan fyri Jordan.
Sallai(hebr. sum vrakar.) Benjaminitur, sum saman við 928 av ætt síni búsettist í Jerúsalem, heim aftur komnir úr útlegdini. Neh. 11,8.
   2. Ein av prestunum, sum komu til Jerúsalems við Zerubbabel. Neh. 12,20. Í v. 7 er hann kallaður Zallu.
SalluAnnar staviháttur fyri Sallai.
Salma(hebr. búni) Sonur Kaleb. Stovnari Betlehems. 1. Krøn. 2,51.
Salmai(hebr. HARRIN samsýnir, letur í.) Ein av tempultænarunum, sum nevndir eru í Neh. 7,48.
Salmanassar(Assýriskt sjalman (gudurin) er hin hægsti.) Assýrisku skriftirnar hava sagt okkum frá fimm av kongum teirra við tí navninum. Bert ein teirra er nevndur við navni í Gamla Testamenti, og hann er Salmanassar fimti í søgu Assýria. Um Salmanassar triði ikki er nevndur við navni, so vóru hann og Akab kongur í Ísrael samtíðarmenn. Frá tíð Salmanassars hins Triðja er í British Museum ein steinur, um 2 metrar høgur. Á øllum fýra síðunum er skrivað. Her sigur kongurin sjálvur frá: „Eg fór úr Argana og kom til Qarqar. Henda kongastaðin gjørdi eg til einkis og brendi í eldi eitt túsund og tvey hundrað vagnar, eitt túsund og tvey hundrað hestar og tjúgutúsund mans úr Adadidri í Damaskus; sjey hundrað vagnar, sjey hundrað hestar, tíggju túsund mans hjá Ituleni hamatiti; tvey túsund vagnar, tíggju túsund mans hjá Akbai ísraeliti“ o.s.fr.
Sálmarnir(gr. psalmos, hebr. mizmor.) Sálmabókin í Gamla Testamenti – ofta nevnd Dávidssálmar, tí so mangir av sálmunum eru eftir Dávid. Sálmarnir eru 150 í tali, og av teimum 100, har høvundanavn er nevnt, hevur Dávid 73, Asaf 12, synir Kora 10, Sálomo 2, Etan 1, Heman 1 og Móses 1. Teir eru fjølbroyttir í innihaldi og orðalagi. Har eru sálmar, ið tilbiðja Harran fyri dýrd og stórleika Hansara, fyri skapanaryerkið, fyri stórverk Hansara fyri ísraelsfólk og fyri náði og trúfesti Hansara móti tí einstaka, ið lítur á Hann og leitar sær skjól hjá Honum. Vit finna sálmar, ið mynda bøn, syndajáttan og ákallan, og nakrir av sálmunum eru skilliga skrivaðir um hin komandi Messias. Summir eru stuttir, aðrir longri; Sálmur 117 hevur bert 2 vers, meðan Sálmur 119 hevur 176. Í Nýggja Testamenti verður fleiri ferðir tikið til Sálmarnar. Soleiðis vísir eisini Harrin Jesus á, hvussu Sálmarnir tala um Hann. Luk. 20,41–44; 24,44. Orðini, ið Harrin rópti á krossinum: „Gud Mín, Gud Mín, hví ert Tú farin frá Mær“, Matt. 27,46 og Mark. 15,34, eru úr Sálmi 22,2, og „Faðir! Í hendur Tínar gevi Eg Anda Mín“, Luk. 23,46, eru at finna í Sálmi 31,6. Sálmarnir hava gjøgnum øldirnar verið ein dýrur skattur hjá fólki Guds. Har hevur mangan verðið funnin tann troyst og lívgan, ið tørvur hevur verið á í skiftandi umstøðum.
Salmon(hebr. ílatin.) Faðir Boaz í Betlehem, ið var langabbi Dávid kong. Rutt 4,21–22. Í 1. Krøn. 2,11 nevndur Salma.
Saloma(hebr. hin friðarliga.) Verður nevnd sum ein av kvinnunum, ið stóðu við kross Jesusar og sum aftan á sabbatin komu til grøvina við angandi salvum. Søgan sigur, at Saloma var móðir ápostlarnar Jákup og Jóhannes, hon, sum kom til Harran við teimum báðum og bað um, at teir skuldu sleppa at sita hvør við sína lið Hansara í ríki Hansara. Matt. 20,20–21. Harrin Jesus svaraði teimum við at tala um krossins leið og um tænastuna. Í Jóh. 19,25 lesa vit: „Móðir Hansara og systir móður Hansara, Maria, kona Klopas, og Maria Magdalena. Her man eingin ivi vera um, at „systir móður Hansara“ er Saloma. Er hetta so, fór Maria aftan á krossfestingina heim til systur sína. Hon kundi sjálvandi vera ættað úr Nazaret, um hon búði í Kapernaum, tá hon var kona Zebedeus, sum var fiskimaður har. Saloma var ein teirra, sum tæntu Harranum við tí, tær høvdu, Matt. 27,55; Mark. 15,40; 16,1 o.s.fr., men søgan um hana og synirnar í Matt. 20,20–21 lærir okkum, hvussu hugmóð kann taka seg upp, sjálvt bar, sum hjartalagið er av tí allarbesta.
Sálomo(hebr. friðarligur.) Sonur Dávid kong við Batsebu. 2. Sám. 12,24; 1. Krøn. 3,5. Hann varð kongur aftan á faðir sín og ráddi um ár 965–925 f.Kr. Vit lesa í 2. Sám. 12,24 um Batsjebu og Dávid „… og hon átti son, sum hann gav navnið Sálomo; hann elskaði HARRIN; og Hann sendi boð við Natan profeti, sum fyri HARRANS skuld gav honum navnið Jedidja.“ T.e. sum HARRIN elskar.
      Í 1. Kong. 1 lesa vit um hendingar í sambandi við, at Sálomo gjørdist kongur. Hvussu tvørligt alt var gjørt, javnaði alt seg til síðst, men longu í kap. 3,1 byrjar hann at víkja til viks: „Nú svágdi Sálomo seg við Farao, kongin í Egyptalandi – hann giftist við dóttur Farao.“ Kortini vísir tað, sum aftaná stendur í kap. 3, at hann enn var eitt satt Guds barn, og vísur. So lesa vit í kap. 4,21: „Sálomo var barri yvir øllum ríkjunum frá Ánni (Eufrat) til Filistaraland og líka at landamarki Egyptalands; teir komu við gávum til Sálomo og tæntu honum alla tíð hansara.“
      Søgan – skrivað á stein – í grannalondunum – sigur frá, at har var ikki mikil megi um hetta mundið. Tey gjørdu ikki mikið um seg. Eftir ár 1150 var hin tjúgunda kongsættin í Egyptalandi sera veik – kongarnir har hvør eftir annan vóru einki mentir. Hetta stóð við, til Sjesjak fyrsti (egypt. Sheshanq) 940–920 fekk tað aftur á føtur. Hetitar vóru farnir um koll um ár 1200 f.Kr. og vóru har bert einstakir víggirdir staðir eftir: Senjirbi, Karkemis og Hamat. Í 2. Krøn. 8,3 stendur, at Sálomo tók Hamat. Sýrland hevði ongan sterkan kong frá Tiglat-Pileser 1110 líka til Ashurnasirpal annan um 830 f.Kr. HARRIN hevði sagt við Dávid í 1. Krøn. 22,9: „Men tú skalt fáa son; hann skal vera friðarmaður, og Eg skal lata hann fáa frið fyri øllum fíggindum hansara rundanum.“ Orðið sigur, at Harrin lovaði honum frið. Fornfrøðin sigur frá, á hvønn hátt hann læt hann fáa frið.
      Nú lesa vit 1. Kong. 1,5 og allan vegin til kap. 10,29 og undrandi hugsa vit um, hvat Harrin fekk gjørt gjøgnum Sálomo. Vit undrast stórliga yvir, hvat náði Harrans kann gera, har sum hjartað er fylt av Honum. Her er veruliga einki mark. So lesa vit kap. 11, allan. Hetta er grøtiligt, men kortini ikki til at undrast yvir. Fræið, vit sáa, tá vit blanda okkum upp í henda heim, verður ein dag ríkliga heystað.
      Sálomo sáaði, tá hann svágdi seg við Farao í kap. 3,l. Her í kap 11 er tað í fullum blóma. Gud letur seg ikki spotta; tað sum menniskja sáar, skal tað eisini heysta. „Villist ikki.“
Salu(hebr. vigaður. Óeydnismaður – R. Young.) Faðir Zimri, sum Pinehas drap, tí hann var við til at blanda ísraelsfólk við móabitar. 4. Mós. 24,1–18.
SalvaAt salva ella smyrja var nógv nýtt í Ísrael, bæði sum smyrsl til likamið og eisini, tá tað hevði við vígslu at gera. Mest var tað olivinolja við angandi plantuevnum íblandað: nardus, myrra, kanel, safran o.a. 5. Mós. 28,40; Mika 6,15; Es. 57,9. At vera salvublandari var eitt yrki. 2. Mós. 30,25; Præd. 10,1; Neh. 3,8. Serliga kostnaðarmikil var nardussalvan. Salvuna høvdu tey í krukkum við trongum hálsi, so hon ikki skuldi torna. Tær fínastu vóru av alabast. Matt. 26,7; Mark. 14,3; Luk. 7,37. At vera ílatin og salvaður hoyrdi saman. Rutt 3,3. At salva eins høvur og føtur var tekin upp á virðing. Salva, olja ella balsam vórðu nýtt til heilivág. Es. 1,6; Jer. 8,22; 46,11; 51,8. Salving við olju hevði viðhvørt bæði læknaligan og andaligan týdning. Mark. 6,13; Ják. 5,14. Tá menniskju ikki salvaðu seg, var tað tekin uppá, at tey syrgdu. Dán. 10,3; Es. 61,3. Í N. Testm. umtalast at salva tann deyða. Matt. 26,12; Mark. 14,8; Jóh. 12,7; Mark. 16,1; Luk. 23,56. Tá ein varð nevndir „salvaður“, hevði tað týdningin, at hann við at verða salvaður varð vígdur til verk sítt. Um høvuðsprestin er sagt í 3. Mós. 4,3: „Er tað hin salvaði – Hamasjia – presturin“, og í fimta versi: „So skal hann – hin salvaði – Hamasjia – presturin.“ Við hvørt er sagt um kongar, at teir eru salvaðu Harrans. 1. Sám. 24,7: „… HARRIN lati tað vera langt frá mær at gera slíkt við Harra mín, við salvaða – Lemesja – HARRANS … Tí salvaði – Mesjiah – HARRANS er hann.“ Í Jóh. ev. 1,41: „Annar av teimum báðum, ið hoyrdu tað, sum Jóhannes segði, og fóru aftan á Jesusi, var Andrias, bróðir Símun Pætur. Hann hitti fyrst bróður sín, Símun, og segði við hann: Vit hava funnið Messias“ (tað er útlagt: Kristus).“
Samaria(hebr. Sjameron.) Í 1. Kong. 16,24 lesa vit um Omri kong í Ísrael: „Hann keypti Samariafjall frá Semer fyri tvær talentir av silvuri; og hann bygdi bý á fjallinum og kallaði hann Samaria eftir Semer, ið fjallið hevði átt.“ Býurin lá á eini hædd, nógv hægri enn láglendið uttanum, sum aftur er innigirt av fjøllum (Efra’imsfjøllini). Es. 28,1; Amos 4,1. Omri gjørdi hann til høvuðsstað í norðurríkinum ístaðin fyri Tirza. Býurin vaks og fekk mongd av stórum húsum. 1. Kong. 22,39. Samstundis, sum hann var høvuðsstaður, gjørdist hann eisini miðdepil fyri avgudadýrkanini, sum fekk fast undir fótum, tá Akab bygdi tempul fyri Ba’al. 1. Kong. 30–32; Hos. 8,5.
      Her virkaðu tá profetarnir við brennandi áhuga fyri HARRAN. Elias, q.v., Elisa, q.v., og Hoseas, q.v. Fleiri ferðir varð Samaria álopin. Hetta vóru kongarnir í Sýrlandi, sum gjørdu ónáðir. Serliga var tað Benhadad III, tey liðu nógv av. 2. Kong. 6,24 o.s.f. Assýriakongurin Salmanassar kringsetti hann í heili trý ár. 2. Kong. 17,5; 18,9, og eftirmaður hansara Sargon tók hann ár 722 f.Kr. 2. Kong. 17,6. Hann varð kortini ikki so nógv skaddur og varð skjótt uppafturbygdur. Hetta gjørdu assýrar og fremmand fólk, sum komu hagar at seta seg. 2. Kong. 17,24. Seinni tók Aleksander hin Stóri býin og sendi bæði sýrlendingar og makedonarar hagar at búgva. Ár 110 f.Kr. tók Johannes Hyrkanus Samaria. Hetta var undir makkabearabardaganum. Hann varð kortini uppafturbygdur. – Nú vóru tað rómverjar, sum bygdu. Augustus keisari læt Heródes hin Stóra fáa hann sum gávu. Hann bygdi hann størri við mongum stórum borgum, har ímillum var eitt stórt tempul. Hann gav býnum navnið Sebasta, t.e. Augusta eftir Augustusi. Eftir hetta varð býurin kallaður Sebastiji, men hann minkaði burtur, meðan grannabýurin Sikem vaks. Kirkjusøgumaðurin Eusebius kallar Samaria bygd.
   2. Landið har uttanum varð eisini kallað Samaria. Á døgum Jesusar hevði Arkelaus tað saman við Judea. Seinni varð tað saman við Judea ein partur av hjálandinum Sýrlandi við ymsum landshøvdingum. Navnið varð eisini nýtt um mittasta partin av Vesturjordan (Galilea, Samaria, Judea). Navnið Samaria varð mangan nýtt, tá talan var um norðurríkið, hinar 10 ættirnar.
Samgar-Nebu(Kann vera úr akkadiskum shamgir-nabu og merkja „Nebo vísi náði“ – M. Unger.) Ein av stórmonnum bábelskongs, tá ið Jerúsalem varð tikið. Jer. 39,3.
Samla(hebr. búni.) Ein av kongunum, sum ráddu í Edomslandi, áðrenn ísraelsmenn fingu kongar. 1. Mós. 36,36–37.
SamosOyggj uttan fyri Efesus. Gitin er hon fyri at vera fruktagóð. Har var avgudatempul teirra, sum toftir eru sjónligar av enn. Leirvørur haðani vóru eisini tiltiknar. Skip, sum komu av Svartahavinum og Dardanellunum, fóru vanliga inn hagar á vegnum til Sýrland. Áp. 20,15.
SamotrakeOyggj norðariaga í Egearahavinum millum Troas í Lítla Asia og Neapolis í Trakia. Nevnd er hon í Áp. 16,11 í sambandi við, at Paulus fór yvir til Europa. Skipið steðgaði har við oynna.
Samson(hebr. sterkur.) Vit lesa søgu Samsons, alla; tað er skjótt gjørt. Dóm. kap. 13–16.
      Um hann enn var ólýðið barn, helt lyfti Guds allan vegin. Náðin vardi, eftir at fíggindin hevði gjørt hann veikan. „Hárið fór aftur at vaksa.“ Náðin virkaði við sama lag. Hann misti tó gudsbarnsins seinastu signing. Hann vann á mongdum av fíggindum Guds til seinast, men hann doyði saman við teimum. Orðið sigur um gudsbarnið, at tað kann standa, eftir at hava vunnið sigur á øllum. Ef. 6,13.
Sámuel(hebr. navn Guds, Gud hoyrir, ella umbiðin frá Gudi.) Ein av best kendu og mest avhildnu monnunum í Ísrael. Les. 1. Sám. 1,1–28; 2,1–36; 3,1–21. Hetta endar við, at alt Ísrael, úr Dan líka til Be’ersjeba, sá, at Sámuel av sonnum var kallaður til profet HARRANS. Eftir hetta komu teir í stríð við filistarar og taptu. Filistarar tóku ørk Guds. Synir Eli, Hofni og Pinehas, fullu í bardaganum. Tá gamli Eli hoyrdi hetta, datt hann aftur av stólinum, breyt hálsin og doyði. Hann var 98 ár. Vit lesa nú í kap. 8,1: „Táið Sámuel var vorðin gamal, setti hann synir sínar til dómarar í Ísrael.“ Men longu í v. 3 síggja vit, hvussu hetta miseydnaðist: „Men synir hansara gingu ikki í fótasporum hansara; teir lógu eina eftir egnum vinningi, tóku mutur og boygdu rættin.“ Hetta var ein orsøkin til, at fólkið kravdi at fáa kong.
      Høvuðsorsøkin var kortini, at tey vildu vera sum allar aðrar tjóðir. Kap. 8,5. Hetta lyndi hevur hildið sær væl millum fólk Guds. Hetta dámdi honum illa, at tey vrakaðu beinleiðis stjórn HARRANS og vildu hava kong. Tá segði HARRIN við hann: „Akta fólkið í øllum, sum teir siga við teg. Tað er ikki teg, ið teir vraka, tað er Meg.“ Sámuel salvaði so Saul, son Kisj, til kong yvir Ísrael. Saul royndist ikki væl, og HARRIN vrakaði hann. 1. Sám. 16,1.
      So lesa vit í 1. Sám. 16,13, at Sámuel salvar Dávid til kong yvir Ísrael. 1. Sám. 25,1: „So doyði Sámuel, og alt Ísrael kom saman og syrgdi hann; og teir jarðaðu hann í Rama, har sum hann búði.“
SámuelsbøkurnarFyrra Sámuelsbók
   I. Sámuel – dómari og profetur, Kap. 1–7.
      Føðing og barnaár. 1,1–2,11.
      Fall Elis og kall Sámuels. 2,12–3,21.
      Ísrael í valdi filistara. 4,1–7,2.
      Sámuel dómari. 7,3–17.
   II. Saul kongur. Kap. 8–31.
      Fólkið vil hava kong. 8,1–22.
      Saul verður valdur. 9,1–11,25.
      Fráfaringartala Sámuels. 12,1–25.
      Bardagi við filistarar. 13,1–14,52.
      Ólýdni og fall Sauls. 15,1–35.
      Dávid salvaður og kallaður til Saul. 16,1–23.
      Dávid og Goliat. 17,1–58.
      Dávid verður høvuðsmaður. 18,1–19,9.
      Dávid flýggjar og flakkar. 19,10–31,31.
      Saul og synirnir doyggja. 31,1–13.
   Seinna Sámuelsbók
   Tíðin, tá Dávid var kongur.
   I. Sorgarsongur Dávids. Kap. 1.
   II. Fragdar- og sigurstíð Dávids. Kap. 2–10.
      Kongur í Juda. 2,1–4,12.
      Kongur í øllum Ísrael. 5,1–16.
      Dávid flytur ørkina til Zion; ætlar at byggja HARRANUM hús, men fær boð við Natan profeti. Tilbiður. 6,1–7,29.
      Bardagar Dávids. 5,17–25; 8,1–10,19; 12,26–31.
   III. Sorgar- og trongdartíðir Dávids. Kap. 11–24.
      Fall og iðran. 11,1–12,35.
      Synd Amnons og uppreistur Absaloms. 13,1–19,8.
      Kongsvaldið fingið aftur í lag. 19,9–43.
      Uppreistur Sjeba Bikrissonar. 20,1–22.
      Hungursneyð og stríð við filistarar. 21,1–22.
      Lovsongur Dávids og vitnisburður. 22,1–23,7.
      Embætismenn og hetjur Dávids. 20,23–26; 23,8–39.
      Fólkateljingin, revsingin. Altarið verður reist. 24,1–25.
Samverjar(Samariubúgvar) varð fólkið kallað á tíð Nýggja Testamentis, sum búði í landspartinum Samaria, ið hevði Judea til suðurmark og Galilea til norðurmark. Teir vóru fólk fyri seg. 2. Kong. 17,24 og úteftir sigur frá uppruna tess: Tá assýrarar tóku Samaria á ári 722 f.Kr., førdu teir ein stóran part av fólkinum, sum hoyrdi til Ísrael, burtur, og sendu teir fólk úr Bábel aftur hagar. Hesir mundu fyri tað mesta vera krígsfangar. Hetta fólkið blandaði seg við tey av Ísrael, sum eftir vóru, so hetta gjørdist blandingsfólkið samverjar. Assýriakongurin sendi ein av hinum burtfluttu prestunum aftur til Samaria, og hann skuldi læra teir, hvussu teir skuldu óttast HARRAN. 2. Kong. 17,28. Av hesum stóðst sjálvandi hetta, sum stendur í 2. Kong. 17,29–33: „Men hvørt fólk gjørdi sær gudamyndir sínar og setti tær í húsini á hæddunum, sum Samverjar høvdu gjørt – hvørt fólk í býi sínum, har sum tey búðu. Fólkið úr Bábel gjørdi sær Sukkot-Benot; fólkið úr Kut gjørdi sær Nergal; fólkið úr Hamat gjørdi sær Asjima; Avvitar gjørdu sær Nibhaz og Tartak, og Sefarvitar brendu børn síni, Adrammelek og Anammelek, gudum Sefarvajims, til heiður. Og so óttaðust tey HARRAN við – og gjørdu av sínum egnu monnum prestar við hæddirnar, sum ofraðu fyri tey í húsunum á hæddunum. Tey óttaðust HARRAN – men dýrkaðu sínar egnu gudar við, á sama hátt sum fólkini, ið tey vóru flutt burtur frá.“
      Tá jødarnir komu aftur úr útlegdini, vildu teir einki samfelag hava við samverjar. Teir bygdu sær tí egið tempul á Garizim. Harav festist enn meiri markið millum tey fólkini. Hetta tempul samverja varð lagt í oyði í makkabearabardaganum. Teir høvdu skriftlærdar og sýnagogur, har lógin varð lisin og útløgd. Sum heilaga bók høvdu teir bert tær fimm Mósebøkurnar. Profetunum og seinni skriftum vildu teir ikki vita av. Tí høvdu teir ikki somu opinbering sum jødar. Hetta sigur Jesus eisini í Jóh. 4,22. Hann virdi tó samverjar á heilt annan hátt, enn jødar annars gjørdu. Hann tosaði við teir, hjálpti teimum og rósti samverja fram um jøda. Luk. 10,25–36; 17,11–16; Jóh. 4,4. Her stendur, at Hann, Jesus, mátti fara gjøgnum Samaria. Jødar fóru annars eystur um ánna, tá teir fóru til Galilea, uttan um Samaria. Jóh. 8,48 o.s.fr. Harrin Jesus segði, áðrenn Hann fór frá vinum sínum: „Tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerúsalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“ Áp. 1,8.
Sanballat(akkad. Sin (mánagudurin) hevur givið lív.) Umtalaður í Neh. 2. Kallaður horonitur. Neh. 2,10–19; 13,28. Hetta sigur neyvan frá, at hann var frá Horonajim í Móab, men heldur úr Bet-Horon í Samaria. Alt, vit vita um hann úr skriftini, er, at hann hevði okkurt starv, borgarligt ella hermansligt í tænastu hjá Artaxerxes. Neh. 4,2. So síggja vit eisini, at frá tí, Nehemias landsstjóri kom til Judea, hevði hann sett sær fyri at mótvirka arbeiði hansara. Neh. 2,10. Teir, ið við honum vóru í hesum, vóru Tobias ammonitur og Gesjem, arabarin. Neh. 2,19; 4,7. Eina ferð enn finna vit navn Sanballats. Neh. 13,28: „Ein sonur Jójada, son Eljasib høvuðsprest, var dótturmaður Sanballat Horonit; eg rak hann tí burt frá mær.“
SandalirSkógvar, q.v.
Sankerib(akkad. Sin – mánagudurin – hevur økt um brøðurnar.) Ein av kongum Assýria. Hann var sonur Sargon kong. Sankerib kom í hásætið hin tólvta dagin í mánaðinum Ab, um leið sum juli-august her hjá okkum. Faðir hansara var valdsharri, og hann hevði tikið við svørðinum, alt hann hevði. Sankerib lesa vit um í 2. Kong. 18. Les hann allan. Hann kringsetti Samaria í trý ár, tá hann tók býin. Teir fluttu fólkið til Assýria. Í v.13 lesa vit, at fjúrtanda árið, ið Ezekias sat við stýrið, fór Sankerib, kongurin í Assýria, móti øllum hinum víggirdu býum Juda og tók teir. Les kap. 19. Sankerib sendir bræv til Ezekias kong, men hann fer við brævinum niðan í hús HARRANS og breiðir tað út fyri ásjón HARRANS. Aftan á alt hetta sendi HARRIN teimum troystandi orð og kom sjálvur upp í leikin. Vit lesa í 19,35: „Somu nátt fór eingil HARRANS út og drap í heri Assýringa 185 000 mans; tíðliga morgunin eftir funnu teir teir allar liggjandi lík.“ Hann fór so heim aftur til Nineve. Herfólk hansara var deytt. Enda Sankeribs lesa vit um í 2. Kong. 19,37: „Og einaferð hann tilbað í húsi Nisroks, guds síns, drópu synir hansara Adrammelek og Sarezer hann við svørði; síðani flýddu teir til Áraratsland, og sonur hansara Asarhaddon tók ríkið eftir hann.“
Sansanna(hebr. pálmagrein.) Ein av býum ættar judamanna við markið móti Edom. Josva 15,21.31. Nú kallað Kirbet esh – Shamshaniyat.
SáraHáborin. 1. Mós. 17,15. Ábraham, q.v.
Saraf(hebr. brennandi ella ormur.) Ein av eftirkomarunum hjá Sjela, syni Juda. 1. Krøn. 4,22.
SáraiUpprunaliga navn konu Ábrahams, q.v. Hon er nevnd við hesum navninum í frásøgnini úr 1. Mós. 11,29 til 17,15.
SardesHøvuðsstaður í gamla landinum Lydia í Lítla Asia. Býurin var gitin fyri ríkidømi og tankaloysi. Býurin var fleiri ferðir álopin og niðurbrotin, seinast vóru tað turkararnir ár 1402. Hitt fimta av brøvunum í Opinberingini er sent til Sardes. Op. 1,11.
Sareptagr. av hebr. navninum Zarefat, q.v. Sálm. 12,7: „reinsaða (zaruf) silvurið“.
Sargon(úr assýriskum Sarrukenu, kanska sólsonur.) Kongur í Assýria. Bert eina ferð nevndur í Bíbliuni. Es. 20,1. Hesin Sargon II, sum ráddi 721–705 f.Kr., var eftirmaður Salmanassars kongs. Ísraelsmenn gjørdu uppreistur, men til onga nyttu. Hann tók Samaria og sendi burtur stóran part av fólkinum eystureftir. Hann býtti fólkið um við annað fólk úr Bábel og Arabia. Í 715 f.Kr. hevði filistarakongurin í Asdod noktað at senda skatt. Hann varð so frákoyrdur og bróðir hansara settur í staðin, men í ári 713 f.Kr. koyrdi fólkið hann frá og setti annan kong. Hann fekk í lag, at teir tóku seg saman, hann og aðrir filistarabýir í Juda, Móab og Edom. Etioparar í Egyptalandi lovaðu at hjálpa til, men tá Sargon kom, stóð Asdod einsamallur. Kongurin flýddi til Egyptalands, men teir lótu hann í hendur assýraranna. Esaias nýtir hetta sum dømi um, hvør styrki og álit er í tí at líta á egyptar.
Sarid(hebr. undansloppin, sum livir eftir.) Stað við suðurmark Zebulons. Josva 19,10. Nú Tell Sadua í útsynning úr Nazaret.
Saron(hebr. Sjaron, t.e. slætti.) Slættlendið fram við strond Palestina, sum røkkur frá Joppe norður til Karmelsfjall. Breiddin oman og niðan er millum 10 og 20 km. Tiltikin fyri vakrar blómur. Es. 35,2; Hás. 2,1. Slættin var væl vatnaður, sum urtagarður. Í nútímans Ísrael er slættin nýttur til sitróngarðar og líknandi vinnu. Í gomlum døgum var har vanlig ferðamannaleið framvið havinum, sum bant saman Lítla Asia, Egyptaland og Mesopotamia. Rannsóknir siga frá, at har hava fólk hildið til frá allar elstu tíðum. Kend býnøvn frá søguligari tíð hava vit eisini. T.d. Dor; Lydda; Joppe; Kesarea; Bakkon og Antipatris eru væl kendir bíbliubýir har á leið.
Sarsekim(hebr. høvdingi hirðmanna.) Ein av stórmonnum Nebukadnezars, bábelkongs, tá teir tóku Jerúsalem. Jer. 39,2.
Satan(hebr. satan, gr. satanos. Mótstøðumaður.) Hin hægsti av falnum andum. Er eisini nevndur Djevulin: Diabolos, t.e. ákærarin, Drekin, hin óndi, eingil avgrundarinnar, høvdingi í hesum heimi, gudur henda heims, Apollyon, Abaddon, Belial, Beelsebul; men Satan ella Djevulin eru mest nýtt.
      Í 1. Kong. 11,14 lesa vit: „Tá vakti HARRIN Sálomo upp mótstøðumann, Hadad Edomit.“ Orðið „mótstøðumaður“ her er orðið „Satan“. Sama er í 11,23; 1. Kong. 5,4 „mótstøðumenn“; Sálm. 109,6 „klagari“. Satan er fyrst nevndur í Job 1,6–12; 2,17. Hann er har ímillum „synir Guds“, men tað sæst, at hann einki fær gjørt uttan vilja HARRANS. Tey mongu støð í Bíbliuni, har vit koma fram á navn hins Ónda, minna okkum á, at hitt illa, vit eru mint um, er ein veruleiki, sum vit ikki skulu undirmeta.
SáttmálaørkinLes. 2. Mós. 25,10–22. Í halgidómi Ísraels var henda kistan, har goymdar vórðu steintalvurnar við hinum 10 boðunum, sum Móses hevði fingið á Sinai. Ørkin var 2,5 alin long, 1,5 alin breið og 1,5 alin høg, gjørd av akasiuviði og klædd við gulli uttan og innan. Lokið var av berum gulli og verður kallað Náðistólurin. Á honum vóru tveir kerúbar av gulli við veingjunum breiddum út yvir náðistólin. Her vildi HARRIN tala við menniskjað, men bert tá blóð av offurdýrinum var áslett. Náðistólurin, q.v. Á ørkina vórðu gjørdir 4 ringar av gulli og stengur av akasiuviði til at bera hana við. Í ørkini var eisini krukka við manna.
      Á ferðini um oyðimørkina var ørkin í tabernaklinum, q.v. Tá tey fóru um Jordans á, og tá tey tóku Jeriko, varð ørkin borin undan teimum. Seinni lesa vit, at ørk Guds var í Silo. Josva 18,1; 1. Sám. 1,9, og Eli hevði hana í varðveitslu. Synir Eli tóku ørkina og fóru við henni í bardaga móti filistarum. Ísrael tapti, og filistarar tóku ørkina til Asdod, inn í hús Dagons, guds teirra. Harav stóðust vanlukkur, so teir sendu hana aftur. Seinni tók Dávid hana til Jerúsalems. Tá tempul Sálomos var liðugt, varð hon sett inn hagar.
      Í kongatíðini var hon til, men er so horvin, óvist nær. Á døgum Jeremiasar er hon burtur eftir orðum hansara. Jer. 3,16.
Saul(hebr. umbiðin.) Ein av kongunum, sum ráddu í Edomslandi, áðrenn ísraelsmenn fingu kongar. 1. Mós. 36,31.37.38.
   2. Fyrsti kongur Ísraels. Hann var av ætt Benjamins. Sonur stórbóndan Kisj í ætt Benjamins.
      Búði í býnum Gibea. 1. Sám. 9,1 o.s.fr. Sámuel salvaði Saul til kong, og vísti tað seg at fara at eydnast, tí hann fór undan fólki sínum í bardaga móti ammonitum, kap. 11,1–15. Síðani slóu hann og sonurin Jónatan filistarar. Hann var eisini í bardaga við hini grannalondini, men tað, sum fyrst ráddi um, var at fáa Ísrael frá øki filistara. 1. Sám. 9,16.
      Saul var maður við gamla hermannalyndinum. Kongadømið hvílir á tí, sum hann við heri sínum kann gera. Hov, embætismenn og skatt er einki sagt um. Honum gekst illa kortini. Sámuel hevði at honum, at hann var ólýðin kalli sínum. 1. Sám. 13,7 o.s.fr.; kap. 15.
      Seinnu ár hansara vóru vanlukkulig. Hann var hugsjúkur og ógvuliga øvundsjúkur inn á herhøvuðsmann sín Dávid, sum meir og meir varð avhildin millum fólkið. Honum eydnaðist ikki at vinna á filistarum. Aftaná, at filistarar høvdu sigrað á Gilboa, letur til, at hann sjálvur gjørdi enda á lívi sínum. Synir hansara Jónatan, Abinadab og Malkisjua fullu sama dagin.
   3. Paulusar jødiska navn. Áp. 9,4.17.
Seba(týdn. óvissur.) Sonur Kusj, sum var sonur Kam. 1. Mós. 10; 1. Krøn. 1,9.
Sebam(hebr. týdn. óvissur, kuldi?) Í 4. Mósebók 32 lesa vit um, at rubenitar og gaditar høvdu fingið hug á landinum eystan fyri Jordan, tí tað var gott til fæhald. Teir bóðu tí um loyvi at búsetast tí megin ánna. Móses og Eleazar góvu teimum loyvi til hetta við tí treyt, at teir fyrst komu yvir um ánna við teimum, til landið alt var tikið. Ein av býunum, sum teir nevndu, var hesin Sebam. Bert eina ferð nevndur við tí navninum. 4. Mós. 32,3. Seinni kallaður Sibma, q.v.
Sebathebr. ellivti mánaðurin í ári jødanna. Zakarias 1,7.
Sefar(hebr. teljing.) Eitt av „fjøllunum í eystri“, nevnt í sambandi við landamark Joktans. 1. Mós. 10,30. Menn halda, at hetta er elligamli býurin Zafar, nú framborið Isfar, í landspartinum Hadramaut í Suðurarabia, ikki langt frá havnarbýnum Mirbet.
Sefarad(navnið er av ókendum uppruna.) Í Obadias v. 20 er sagt frá: „… hini herleiddu úr Jerúsalem, sum eru í Sefarad, skulu taka í ogn býir Suðurlandsins.“ Onkur heldur, at hetta kann vera Sardes í Lítla Asia, ella í parti av Media í útsynning úr Kaspiska Havinum. Navnið er at finna í assýriskum skriftum og má hava samband við Saparda, sum Sargon tekur til sum landspartur í Media.
Sefarvajim(navn av fjarum uppruna.) Navn á einum landi, sum sagt er um í 2. Kong. 17,24: „Síðani læt kongurin í Assýria fólk koma úr Bábel, Kuta, Avva, Hamat og Sefarvajim og búsetast í býum Samaria í staðin fyri Ísraelsmenn; tey tóku Samaria í ogn og búsettust í býunum har.“ Menn eru ikki rættiliga samdir um, hvar hann var, men vit síggja, at hetta er stað, sum assýrarar nýliga høvdu tikið. 2. Kong. 18.34; 19,13; Es. 36.19; 37,13.
Segub(hebr. høgt settur.) Yngri sonur Hiel úr Betlehem, sum bygdi uppaftur Jeriko. Josva 6,26 og 1. Kong. 16,34.
   2. Sonur Hezron, sum var sonarsonur Juda. Segub var faðir Jair. 1. Krøn. 2,21.22.
Se’ir(hebr. loðið, skógvaksið.) Fjallaland Edoms. 1. Mós. 32,3. Í 5. Mós. kallað „Se’irsfjøll“, 5. Mós. 2,5. Tá fólk Ísraels var á ferð heim til Kána’an, skuldu teir ikki gera fólki Esaus nakran ófrið, tí HARRIN hevði givið Esau Se’irsfjøll í ogn. Hetta er fjallalandið sunnan fyri Deyðahavið. Navnið Se’ir er nevnt langt fyri hetta, men tá eru íbúgvarnir aðrir. Hygg 1. Mós. 14,6. Søgan kennir teir við navninum huritar. Horitar, q.v.
Se’ira(hebr. skógvaksið.) Stað í fjallalandi Efra’ims á markinum móti Benjamin. Ehud fór hagar at krógva seg, tá hann í Jeriko hevði dripið Eglon kong. Dóm. 3,26.27.
Sekaka(hebr. inngirt.) Bygd í oyðimørk Juda nær við Deyðahav. Josva 15,61. Ikki er rættiliga vist, hvar tað var.
Seku(hebr. vaktarstað.) Vit lesa í 1. Sám. 19,22 (sagt um Saul kong): „Tá fór hann sjálvur til Rama. Og táið hann kom at hinum stóra brunninum í Seku, spurdi hann: Hvar eru Sámuel og Dávid? Og svarað varð: Teir eru í Najot við Rama.“
Sekundus(lat. annar.) Áp. 20,4: „Í fylgi við honum til Asia vóru Sopater, sonur Pyrrus, úr Berøa, av Tessalonikamonnum Aristarkus og Sekundus, Gajus úr Derbe og Timoteus, og Týkikus og Trofimus úr Asia.“
Sela(hebr. klettur, gr. Petra = klettur.) Høvuðsstaður edomita. Navnið hevur hann fingið eftir støðu síni og av tí sermerkta hátti, hann var bygdur. Hann lá í dali við klettum rundanum, og húsini vóru partur av teimum, høgd inn í sjálvan klettin. Býurin var heilskapaður tær fyrstu øldirnar e.Kr., og væl vardar toftir av hesum sjáldsama stað eru til enn. Stór tempul eru høgd inn í klettin. Framsíðan tykist vera sjálvur kletturin. Amazja kongur í Juda tók býin og kallaði hann Jokte’el. Um ár 300 f.Kr. tóku nabuteara-arabar (eftirkomarar Nebajots, sum var elsti sonur Ísmael) Sela.
Selaøðrvísi stavað, hebr. orð, sum mangar ferðir stendur í Sálmunum. Týdningurin er ikki við vissu kendur, og orðið er ikki umsett.
Sela-Hammalekot(hebr. bjargingarkletturin ella skilnaðarkletturin.) Les um hetta í 1. Sám. 23,24–28.
Seled(hebr. gleimur.) Ein av eftirkomarum Jeramels av ætt Juda. Hann var hin eldri av sonum Nadabs og doyði barnleysur. 1. Krøn. 2,30.
SeleukiaBýur við ósa Orantes. Havnarbýur Antiokia, q.v. Býurin, sum Paulus fór frá á fyrstu trúboðanarferð síni. Áp. 13,4, og ivaleyst bar hann við har á heimferðini eisini. 14,26. Seleukus Nikator hevði bygt býin, men av tí at hann hevði bygt aðrar við sama navninum, var hesin kallaður Seleukia Pieria, tí hann var nær við fjallið Pierus og eisini Seleukia ad mare, t.e. við havið. Nú er hann kallaður el-Kalusi.
Sem(hebr. Sjem: navn.) Ein av teimum trimum sonum Nóa, sum hann fekk, tá hann var 500 ár. 1. Mós. 5,32. Um ár 5000 f.Kr. ella eitt sindur fyrr. Tá hann var 98 ár, fór hann í ørkina, og trý ár aftan á, at flóðin byrjaði, fekk hann sonin Arpaksad, og onnur børn seinni. Deyði hansara á seks hundrað ára aldri er umtalaður í 1. Mós. 11,11. Parturin av foldini, sum givin varð eftirkomarum Sems, 1. Mós. 10,21–31, gekk tvørtur yvir partinum hjá Jafet og Kam og í brotnari linju frá Miðjarðarhavinum til Indiska Havið. Londini vóru: Sýrland (Áram), Kaldea (Arpaksad), partur av Assýria (Asjur), av Persia (Elam), og av arabisku hálvoynni (Joktan). Ættarfólk Sems verður kallað semitar. Av teimum kom Jesus Kristus til jarðar. Róm. 9,3–5.
Semakja(hebr. HARRIN styðjar.) Sonur Sjemaja. Ein av teimum, sum eru kallaðir dugnamenn. 1. Krøn. 26,7.
Semer(hebr. vardur.) Samaria, q.v.
   2. Sonur Levitin Mali. 1. Krøn. 6,46.
   3. Sonur Hebers aserit. 1. Krøn. 7,34. Í v. 32 stavað Somer.
   4. Sonur Elpa’al, benjaminit. 1. Krøn. 8,12.
Sena’a(hebr. tornarunnur.) Har fólkið er upproknað, sum kom heim úr útlegdini í fylgi við Zerubbabel (Ezra 2,2), stendur í Ezra 2,35: „úr Sena’a 3630“. Staðið er eisini nevnt í Neh. 3,3, og uttan í Ezra og Nehemias ongastaðni í Bíbliuni. Man hava verið býur í Juda, men óvist hvør.
Sene(hebr. røð ella egg á kletti.) Annar av klettunum í Mikmasskarðinum, har Jónatan og vápnasveinurin fóru yvir um at berjast við filistarar. 1. Sám. 14,4.
Senir(kavaklæddur tindur.) Amoritiska navnið á fjallinum Hermon, q.v. 5. Mós. 3,9; Hás. 4,8; Ezek. 27,5.
Seorim(hebr. byggkorn. Orðið kann eisini merkja „skelvandi“ ella „hvast“ av hvøssu, sveiggjandi øksunum.) Seorim var tann, sum fjórði luturin fall á við prestaskiftini í 1. Krøn. 24,8.
Sera(hebr. yvirflóð.) Dóttir Aser, son Jákup. 1. Mós. 46,17.
Serafar(hebr. saraf = brennandi, gløðandi.) Vit lesa í Es. 6,2: „Serafar stóðu rundan um Hann; seks veingir hevði hvør; við tveimum fjaldi hann andlitið.“ Les søguna lidna. Tá vit lesa um ormarnar í oyðimørkini, er sama orðið nýtt: „saraf“, sum hegnisliga er umsett til føroyskt: „eiturormar“. Sum kunnigt var tað hendingin um eiturormarnar og koparormin, Harrin nýtti til fyrimynd av deyða sínum á krossinum. Týdningin av orðinum serafar í Es. 6 sigur onkur vera umleið sama sum kerúbar, q.v.
Seraja(hebr. HARRIN stríddi ella hevur vunnið.) Ríkisskrivari Dávids. 2. Sám. 8,17. Navnið er øðrvísi stavað í øðrum støðum, t.d. 20,25: „Seja“; 1. Krøn. 18,16: „Savsa“.
   2. Sonur Azarja og høvuðsprestur á kongstíð Zedekiasar. 2. Kong. 25,18; 1. Krøn. 6,14; Ezra 7,1, tá kaldearar tóku Jerúsalem ár 587 f.Kr. Hann og aðrir vórðu sendir sum fangar til Nebukadnezar. Jer. 52,24–27.
   3. Ísraelsmaður, úr Netofa, sonur Tanhumet. 2. Kong. 25,23; Jer. 40,8, ár 588 f.Kr.
   4. 1. Krøn. 4,13–14: „Synir Kenaz vóru Otniel og Seraja; sonur Otniel var Hatat. Meonotai fekk sonin Ofra; Seraja fekk sonin Jóab.“
   5. Sonur Asiels og faðir Josibja av ætt Símeons. 1. Krøn. 4,35.
   6. Prestur, av teimum, sum komu heim aftur til Jerúsalems og Juda í fylgi við Zerubbabel. Ezra 2,2; Neh. 12,1. Hesin kann væl vera hin sami, sum skrivaði undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,2.
   7. Sonur Azriel. Hann var ein av teimum, sum Jójakim kongur segði við, at teir skuldu taka Baruk skrivara og Jeremias profet. Jer. 36,26.
   8. Sonur Neria, sum fór til Bábels við Zedekiasi í Juda, fjórða árið, ið hann sat við stýrið. Seraja fekk konginum innivist, tá ið hann var á ferð. Les Jer. 51,59–64.
Sered(úr sýrlendskum se rad, ótti, ræddur.) Elsti sonur Zebulons. Les 4. Mós. 26,26.
Sergius PaulusRómverskur landshøvdingi á Kýpern. Sagt er um hann, at hann var vitigur maður. Les um hetta í Áp. 13,6–13.
Set(hebr. settur – í annans stað. Onkur annar gevur tí týdningin „fræ“.) Triði sonur Ádams og faðir Enoks. Luk. 3,38.
Setar(pers. stjørna.) Ein av hinum persisku og medisku høvdingunum, ið sóu andlit kongsins og høvdu hægstu sætini í ríkinum. Ester 1,14.
Setar-Boznai(pers. glógvandi stjørna.) Ezra sigur í kap. 5 um, tá teir fóru undir at byggja hús Guds í Jerúsalem, v. 3: „Men so komu Tatnai, sum var landsstjóri hinumegin Ánna, Setar-Boznai og embætisbrøður teirra til teirra og søgdu so við teir: Hvør hevur sagt við tykkum at byggja hetta tempul og seta henda múr í stand?“ Vit lesa um alt hetta í Ezra 3,1–13. Les Ezra kap. 4,5 og 6 og „hygg við undran, hvat ið Harrin hevur gjørt.“
Setur(hebr. fjaldur.) Ein av hinum tólv njósnarunum, sum Móses sendi at kanna Kána’ansland. „Av ætt Asers Setur, sonur Mikael.“ 4. Mós. 13,13.
Siaha(hebr. samkoma.) Ein av tempultænarunum, tá fólkið kom heim úr útlegdini við Zerubbabel. Ezra 2,44. Í Neh. 7,47 er navnið stavað Sia.
Sibbekai (Sebekja)(hebr. vøkstur HARRANS.) Ein av mætastu køppum Dávids. 2. Sám. 21,18.
Sibma(hebr. kuldi?) Býur eystan fyri Jordan, sum ætt Rubens fekk og bygdi upp aftur. Eisini stavað Sebam, q.v. Sibma er umtalaður í Josva 13,19; 4. Mós. 32,38; Es. 16,8.9; Jer. 48,32.
Sibrajim(hebr. dupult vón.) Býur millum landamark Damaskus og landamark Hamats. Ezek. 47,16. Er kanska tað sama, sum í 4. Mós. 34,9 er kallað Zifron.
Siddimsdalur(hebr. kann týða slættar, fløtur. Menn siga, at hetta kann merkja „saltfløtur“ úr hetitiskum „siyanta“ = salt.) Dalurin var sunnan fyri Deyðahav, áðrenn Sodoma og grannabýirnir vórðu lagdir í oyði) og hvurvu í havinum.
      Í 1. Mós. 14,10 stendur, at hann var fullur av jarðbiksholum.
SidonZidon, q.v.
Sifmot(hebr. fruktagott – R. Young.) Ein av býunum sunnarlaga í Juda, har Dávid helt til, tá hann fjaldi seg fyri Saul. Seinni sendi hann teimum gávur av fonginum, tá hann hevði vunnið á amalekitum. 1. Sám. 30,28.
Sihon(hebr. sum sópar burtur, t.e. hann, sum sigrar.) Ein kongur amorita. Høvuðsstaður hansara var Hesjbon nær við Medeba. Sihon noktaði Ísrael at fara gjøgnum land sítt, og hann fór við hermegi út móti teimum. Men hetta varð honum dýrt. Vit lesa um tað í 4. Mós. 21,21–3l; 5. Mós. 1,4.
Sikar(gr. snið av hebr. ryggur, herðar.) Elligamalt stað í Palestina. 1. Mós. 12,6 „Sikem“; Áp. 7,16 „Sikem“.
SikemSama sum Sikar.
Silas(gr. úr árameiskum „skila“ (Saul), sum aftur er stytting av Silvanus ella Sylvan.) Hann var ein av teimum, sum nevndir eru í Áp. 15,22 og kallaðir „hávirdir menn millum brøðurnar“. Ikki er annars sagt, av hvørjum fólki hann var, men navn hansara, sum er ættað úr latíni, silva (skóg), sigur frá, at hann var grikskur jødi. Sum sæst í Áp. 16,37 og 38 var hann rómverskur borgari. Hann er ivaleyst hin sami, sum í brøvum Paulusar er kallaður Silvanus.
Silla(hebr. vegur, grein.) Orðið er bert eina ferð nevnt. 2. Kong. 12,20: „… og drópu Jóas í Millohúsi, sum gongur oman ímóti Silla.“
Silla(hebr. skuggi, skjól.) Zilla, q.v.
Silo(hebr. týdn. óvissur.) Ein av týdningarmestu býunum í Palestina í dómaratíðini. Her var halgidómur HARRANS. Dóm. 21,19; 1. Sám. 3,21. Sáttmálaørkin varð goymd har, til filistarar tóku hana. 1. Sám. 4,3.4. Her var tað, Harma gav son sín til Gud, og her var tað, Sámuel fekk kall sítt. Í Josvabók 18,1 lesa vit, at øll samkoma ísraelsmanna kom saman í Silo, og at har reistu teir samkomutjaldið.
      Í kongatíðini er lítið sagt um Silo. Í 1. Kong. 11,29 og onkrum øðrum stað er hann nevndur sum heimstaður Ahia profets, og so eina ferð aftrat. Jer. 41,5. Á sama staðnum er nú bygdin Seilun um 20 km sunnan fyri Sikem.
Siloa(hebr. sendur.) Kelda í Jerúsalem við rennandi vatni. Viðhvørt í Gamla Testamenti kallað Gihon, t.e. sum rennur. Ezekias kongur læt gera berghol úr kelduni gjøgnum heyggin, 533 metrar langt. Vatnið rann tá í hyl, kallaður Siloa, innan fyri múrin. Hetta varð gjørt, fyri at vatntrot ikki skuldi gerast, um býurin skuldi verið leingi kringsettur. Í sunnara enda á hesum bergholinum funnu menn í 1880 innskrift, sum segði frá arbeiðnum at gera bergholið. Hetta, siga teir, er elsta skrift, sum til er á hebraiskum máli, sum nakar veit um. Es. 8,6.
Siloam(hebr. sendur.) Jóh. 9,7. Siloa, q.v.
SilvanusSilas, q.v. 2. Kor. 1,19; 1. Pæt. 5,12.
Sime’i(hebr. gitin, kendur.) Maður av ætt Sauls. Hann bannaði Dávidi og grýtti grót eftir honum, tá hann flýddi fyri Absalom. 2. Sám. 16,5.
   2. Ein maður, sum ikki helt við Adonja, tá hann vildi gera seg sjálvan til kong aftan á Dávid. Ein av fútum Sálomos, Sime’i sonur Ela, umtalaður í 1. Kong. 4,18, er ivaleyst sami maðurin.
Símeon(hebr. bønhoyring.) Er sama navnið sum Simon, Símun. Símeon er í ætt við hebr. snið. Simon, Símun er í ætt við gr. snið.
   1. Sonur Jákup við Leu. 1. Mós. 29,33. Hann og Levi, bróðirin, gjørdu seg inn á sikemsmenn í ræðuligari øði, tá teir vildu hevna systur sína Dinu. 1. Mós. 34. Jákup bannaði atferð teirra og lýsti dóm yvir teir, at teir skuldu spjaðast um í Ísrael. 1. Mós. 49,5–7. Ætt Simeons fekk heldur ikki nakran landslut fyri seg. Hon var í felagsskapi við Juda at ogna sær Kána’ansland. Hon hevði býir og markir sunnarlaga í Juda, men eftir 1. Krøn. 4,41–43 tóku símeonitar sær nýtt land frá amalekitum, meðan Ezekias var kongur í Juda.
   2. Í Luk. 2,25 lesa vit: „Í Jerúsalem var tá maður, ið æt Símeon; hesin maður var rættvísur og óttaðist Gud, og hann væntaði troyst Ísraels; og Heilagi Andin var yvir honum.“ Les til v. 35. Hesin Símeon nevnist bert hesa einu ferðina.
   3. Símeon (Símun) við lat. navninum Niger (svartur). Ein av profetunum og lærarunum í Antiokia. Áp. 13,l.
   4. Símun kánaneari: Ein av ápostlum Krists. Matt. 10,4; Mark. 3,18; Luk. 6,15; Í Áp. 1,13 kallaður Zelotes.
   5. Ein av brøðrum Jesusar. Matt. 13,55; Mark. 6,3.
   6. Ein fariseari í Galilea, sum Jesus fór inn hjá. Luk. 7,36.
   7. Ein maður í Betania, kallaður „spitalski Símun“. Matt. 26,6.
   8. Símun úr Kýrene. Hann, sum bar kross Jesusar. Mark. 15,21.
   9. Faðir Judas Iskariot. Jóh. 6,71; 13,2.26.
   10. Áp. 8,9: „Har var nú maður, ið æt Símun; hann hevði frammanundan fingist við gand har í býnum.“ Les til v. 25.
   11. Garvari í Joppe. Áp. 9,43. Pætur gisti hjá honum.
   12. Símun Pætur. Pætur, q.v.
SinBýur í Egyptalandi. Grikkar kallaðu hann Pelusium, sum sigst at týða „mýrilendi“. Hann lá bert 4 km frá havinum. Hann lá so fyri, at um nakar vildi gera álop á Egyptaland, mátti hann fyrst taka Sin. Sankerib royndi tað, men fekk hann ikki. Asarhaddon tók Sin og alt Egyptaland ár 671 f.Kr. Ezekiel kallar Sin: „Sterku vernd Egyptalands.“ Ezek. 30,15–16.
Sin„Síðani fóru tey avstað úr Elim, og tann fimtanda í øðrum mánaði eftir at tey vóru farin út av Egyptalandi, kom øll samkoma Ísraelsmanna til oyðimørkina Sin, ið liggur millum Elim og Sinai.“
      Oyðimørkin Sin var strondin á hálvoynni Sinai við Reyðahav. Nú El Kaa.
   2. Oyðimørkin við Kadesj-Barnea, partur av Paransoyðimørk. 4. Mós. 13,3.
SinaiNavnið er av fornum og fjarum uppruna, og kann ikki sigast við vissu, hvør týdningurin er.
      Er tað úr semitiskum, kann tað merkja óslætt ella hvast, sum hebr. „sene“, t.e. tornarunnur. Kann eisini stava frá „Sin“ (mánagudinum). Mánadýrkanin var komin til Arabia. Sinai var fjallið, sum ísraelsfólk náddi til í triðja mánaði aftaná, at tey vóru farin úr Egyptalandi. Upp á fjallið har fór Móses. Hann talaði við HARRAN og fekk lógina, sum skrivað var á tvær steintalvur. 2. Mós kap. 19; kap. 20. Júst hvat fjall tað var í hesum stóra fjallalendinum, man ikki vera lætt at gera av.
SinimTjóð í eystri, óvist hvar. Kanska Kina. Es. 49,12.
SionSirjon, q.v.
SippaiÍ 2. Sám. 21,18 stavað Saf. „Seinni var aftur – við Gezer – bardagi við Filistarar; tá feldi Sibbekai Husatitur Sippai, ið var av Rafaættini.“ 1. Krøn. 20,4.
Sira(hebr. bor Sira, t.e. keldan, har íløt fyllast.) Kelda stutt norðan fyri Hebron. Jóab sendi boð hagar eftir Abner. Les um hetta í 2. Sám. 3,1–39. Keldan hevur enn sama navnið so at siga: Áin Sara.
Sirjon(hebr. brynjubjálvi.) Hægsti tindurin á Hermonsfjalli, sum zidoningar kallaðu tað. 5. Mós. 3,9.
Sisera(hebr. fylking – R. Young.) Herhøvdingi Jabins kongs í Kána’an, sum hevði kongasæti sítt í Hazor. Sisera búði í Harosjet Haggojim. Dóm. 4,2.
   2. Ein av eftirkomarum tempultænaranna. Ezra 2,53.
Sismai(HARRIN er høgt settur – R. Young.) Sonur Elasa og faðir Sjallum, av ætt Juda. 1. Krøn. 2,40.
Sitna(hebr. fíggindskapur. Av somu rótini sum „satan“.) 1. Mós. 26,17–23.
Sitri(hebr. skjól HARRANS.) Sonur Uzziel, sum var sonur Kahat, av ætt Levi. Hann er bert nevndur hesa einu ferðina. 2. Mós. 6,22.
SivAnnar mánaðurin. 1. Kong. 6,1.37.
SivanTriði mánaðurin. Ester 8,9.
Sja’af(áram., smyrsl, grein?) Hin seinasti, ið nevndur er av sonum Jedai. 1. Krøn. 2,47.
   2. Sonur Kaleb við hjákonu hansara Ma’aku. 1. Krøn. 2,49.
Sja’alabbin(hebr. sjakala- ella revabú.) Í Dóm. 1,35 stavað Sja’albim. Sama í 1. Kong. 4,9. Býur í ætt Dans. Man vera tann, sum nú er kallaður Selbit.
Sja’alimSama sum Sja’alabbin. 1. Sám. 9,4.
Sja’arajim(hebr. tvey portur ella dupultportur.) Býur í Juda nær við Azeka. Josva 15,36;
   2. Býur í ætt Simeons. 1. Krøn. 4,31. Sami sum Sharuhen, Josva 19,6.
Sja’asjgaz(persiskt, helst trælur teirra vøkru.) Hjákonuvaktari Ahasverusar kongs. Ester 2,14.
Sjabbetai(hebr. borin – í heim – sabbat.) Levitur á døgum Ezra. Ezra 10,10–15.
Sjadrak(akkad., kann vera Shudur og sum Aku, mánagudurin. Kann eisini bert vera annar staviháttur av Marduk, býargudur Bábylons.) Navnið, sum hægsti hirðmaður bábelskongs gav Hanaja. Les Daniel 1,7.
Sjafan(hebr. Sjafam: ungur, pretin.) „Synir Gad høvdu bústaðir sínar beint yvir av teimum í Basanslandi líka til Salka: Jóel, hin fyrsti, harnæst Sjafan … 1. Krøn. 5,11.12.
Sjafan(hebr. ansin, sleiskur – R. Young.) Sonur Azalja. Hann átti son, sum æt Ahikam, 2. Kong 22,12, og ein, sum æt El’asa, Jer. 29,3. Hann var ríkisskrivari á døgum Josiasar. Les 2. Kong. 22,1–12.
      Um hetta mundið var tað, at Hilkia høvuðsprestur segði við Sjafan ríkisskrivara: „Eg havi funnið lógbókina í húsi HARRANS. Og Hilkia fekk Sjafan bókina, og hann las hana. Síðani fór Sjafan ríkisskrivari aftur til kongin við boðum og segði: Tænarar tínir hava latið av hondunum peningin, sum var í templinum, og fingið umsjónarmonnum teirra, ið arbeiða upp á hús HARRANS, hann. Síðani segði Sjafan ríkisskrivari konginum frá, at Hilkia prestur hevði fingið honum bók. Og Sjafan las hana fyri konginum.“ Les til 22,20.
Sjafat(hebr. Hann – Gud – dømir.) Sonur Hori. Ein av umsjónarmonnunum, sum Móses eftir boði HARRANS sendi at kanna landið. Hann var av ætt Símeons. 4. Mós. 13,5.
   2. Faðir Elisa profets. 1. Kong. 19,16.19; 2. Kong. 3,11; 6,31.
   3. Ein av seks sonum Sjemaja í ættartali Juda aftan á heimkomuna úr Bábel. 1. Krøn. 3,22.
   4. Ein av høvdingum Gadita í Basan. 1. Krøn. 5,12.
   5. Sonur Adlai. Hann var settur yvir neytunum, sum gingu í dølunum. 1. Krøn. 27,29.
Sjafir(hebr. vakurt.) Ein av býunum í Juda. Mika 1,11. Kann vera tann, ið nú kallast Suafir í landnyrðing úr Asdod.
Sjage(hebr. avleiðis.) Faðir Jónatan hararit, sum var ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,34.
Sjaharajim(hebr. tvíljós, t.e. skýming.) Benjaminsmaður í Móabslandi. 1. Krøn. 8,8.
Sjahazuma(hebr. móti hæddunum.) Býur í ætt Issakars millum Tabor og Jordan. Josva 19,22. Nú kallað Tell el Mekarkash.
Sjakja(hebr. fragd HARRANS.) Hin sætti, ið nevndur er av sjey sonum Sjaharajims við konuni Hodesj. 1. Krøn. 8,10.
Sjala(hebr. skot av vøksti ella plantuskot.) 1. Mós. 10,24; 11,12–15; 1. Krøn. 18.24.
Sjalef(hebr. at taka, at draga, og í Job 20,25 at toga.) Sonur Joktan semit. 1. Krøn. 1,20.
Sjalem(hebr. friður.) Staður, sum umtalaður er í sambandi við Melkizedek kong. 1. Mós. 14,18. Uttan iva sami býur sum Jerúsalem. Sálm. 76,3. Í Amarnabrøvunum er at finna navnið Uru-salim, t.e. friðarstaður. At her talast um Jerúsalem er eingin ivi um.
Sjalisja(hebr. talorðið „triðja“.) Landslag í Efra’imsfjøllum, har Saul leitaði eftir eslum faðirs síns. 1. Sám. 9. Kann kanska umsetast til „tríhyrnt“.
Sjalleket(hebr. útkasting.) Portur til templið. Alt, sum skuldi blakast burtur, varð koyrt út har. Les. 1. Krøn. 26,16.
Sjallum(hebr. endurgjald.) Hin sekstandi av kongunum í norðurríkinum Ísrael. Faðir hansara æt Jabez. Sjallum fekk í lag samansvørjing móti Zakarja, syni Jeroboam II, og drap hann. Hetta gjørdi enda á kongsætt Jehus, sum frammanundan var sagt í 2. Kong. 10,30, ár 742 f.Kr. Sjallum var bert kongur í okkurt um ein mánað, so varð hann dripin.
   2. Sonur Tikva, maður profetinnuna Huldu. 2. Kong. 22,14; 2. Krøn. 32,22. Ár 626 f.Kr. Uttan iva hin sami, sum var faðirbróðir Jeremiasar profets. Jer. 32,6.
   3. 1. Krøn. 2,40.41: „Elasa fekk sonin Sismai; Sismai fekk sonin Sjallum; Sjallum fekk sonin Jekonja; Jekonja fekk sonin Elisjama.“
   4. Hin fimti, ið nevndur er av sonum Josiasar kongs. Jer. 22,11. Verður annars kallaður Jóahaz. 2. Kong. 23,30.
   5. Sonur Sauls, son Símeons. 1. Krøn. 4,24–25.
   6. Høvuðsprestur, sonur Zadoks og faðir Hilkia. 1. Krøn. 6,12,13. Hann var ein av forfedrum Ezra. Ezra 7,l.2. Í 1. Krøn. 9,11 stavað Mesjullam.
   7. Yngsti sonur Naftali við Bilhu. 1. Krøn. 7,13. Í 1. Mós. 46,24 stavað Sjillem.
   8. Ein av eftirkomarum Kora. Koraitar vóru vaktarar við gáttir tjaldsins. Les 1. Krøn. 9,17.19.31. Hann tykist vera hin sami sum tann, hvørs eftirkomarar vóru millum eftirkomarar duravaktaranna, ið komu heim úr Bábel. Ezra 2,42.
   9. Faðir Hizkia, sum var ein av høvdingum efra’imita, sum stigu fram fyri teir, sum høvdu verið í bardaga við Juda, og søgdu við teir: „Tit koma ikki inn higar við fangunum! Tit munnu ætla at økja um syndir og misbrot okkara og soleiðis til lítar draga skyld oman yvir okkum fyri HARRANUM!“ Les. 2. Krøn. 28,9–15.
   10. Jødi av eftirkomarum Banisar, sum sendi fremmandu konu sína aftur. Ezra 10,42.
   11. Ein duravaktari av levitunum, sum sendi heidnu konu sína aftur. Ezra 10,24.
   12. Sonur Hallohesj, høvdingi yvir hini helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Jerúsalem. Hann og døtur hansara arbeiddu uppá at seta í stand múrin um Jerúsalem. Neh. 3,12.
Sjalmai(hebr. klæddur. Stavast eisini Salmai og Sanlai.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Neh. 7,48.
SjalmanSami sum Salmanassar kongur í Assýria, q.v. Hos. 10,14.
Sjamgar(hebr. kanska skeinkjari ella spottari.) Hin triði, ið nevndur er av dómarum Ísraels. Einki er sagt um fedrar hansara, uttan at hann var sonur Anat, sum kann siga frá, at hann var av ætt Naftali. Dóm. 1,33. Vit lesa alt, sum sagt er um hann í Dóm. 3,31.
Sjamhut(hebr. ótti, oyðing.) Ein av heryvirmonnum Dávids. Høvdingi yvir 24 000 monnum. Hann tænti í fimta mánaði, eftir sum tænastan var sundurskift. 1. Krøn. 27,8.
Sjamir(hebr. hvast, tornarunnur.) Býur í Judafjøllum. Josva 15,48. Hann hevur verið har á leið, sum toftirnar av Somera eru nú, um 3 km úr Hebron.
   2. Býur í Efra’imsfjøllum. Har var heimstaður Tola dómara, og har er hann jarðaður. Dóm. 10,1–2.
   3. Ein kahatita-levitur. 1. Krøn. 24,24. Her stavað Samur.
Sjamlai(hebr. klæddur.) Eisini stavað Sjalmai. Ein av tempultænarunum. Ezra 2,46.
Sjamma(hebr. einsemi.) Hin áttandi, ið nevndur er av sonum Zofa, av ætt Azers. 1. Krøn. 7,37.
   2. Hin triði, ið nevndur er av sonum Re’uel, sum var sonur Esau. 1. Mós. 36,13; 1. Krøn. 1,37.
   3. Ein av sonum Ísai og bróðir Dávids. Les 1. Sám. 16. Navn hansara er viðhvørt stavað Sjemea. 1. Krøn. 20,7.
   4. Sjamma hararitur, sonur Age. Ein av bestu stríðsmonnum Dávids. 2. Sám. 23.11.
Sjammai(hebr. ærdur – R. Young.) Eldri sonur Onam, av ætt Juda. 1. Krøn. 2,28.
   2. Sonur Rekem og faðir Maon, í ætt Juda. 1. Krøn. 2,44.45.
   3. Les 1. Krøn. 4,17. Óvist er, um hann er sonur Ezra av ætt Juda, ella Mered við Bitju.
Sjammot(hebr. kendur, tiltikin – R. Young) Haroritur. Ein av reystu køppum Dávids. 1. Krøn. 11,27. Man vera tann sami sum Sjamma haroditur í 2. Sám. 23,11.
Sjammua(hebr. tiltikin.) Ein av hinum 12 njósnarunum. „Av ætt Rubens Sjammua, sonur Zakkur.“ 4. Mós. 13,4.
   2. Ein sonur Dávids við Batsebu. 2. Sám. 5,14. Stundum er navnið stavað Sjimea. 1. Krøn. 3,5.
   3. Levitur, faðir Abda. Neh. 11,17. Í 1. Krøn. 9,16 stavað Sjemaja.
   4. Ein av ættarhøvdingunum millum prestarnar á døgum Jójakims. Neh. 12,18.
Sjamserai(hebr. hetja.) Sonur Jeroham benjaminit. Teir vóru seks brøður og vóru av ættarhøvdingunum í Jerúsalem. 1. Krøn. 8,26.
Sjarai(hebr. HARRIN loysir.) Ein teirra, ið sendu frá sær aftur heidnu konu sína. Ezra 10,40.
Sjarar(áram,. sterkur.) Faðir Ahiam ararit. Í 1. Krøn. 11,35 stavað Sakar.
Sjarezer(akkad. verjið kongin.) Sonur Sankerib kong í Assýria, q.v. Hann og beiggi hansara, Adrammelek, drópu faðir sín, meðan hann tilbað í húsi Nisroks, guds síns. 2. Kong. 19,37.
Sjaronhebr. slætti. Saron, q.v. 1. Krøn. 5,16.
Sjaruhen(hebr. bústaður góðskunnar.) Býur, sum hoyrdi til Juda, men seinni lagdur til Símeon. Josva 19,6. Hann er í Josva 15,32 kallaður Sjilhim, og í 1. Krøn. 4,31 er hann kallaður Sja’arajim. Nú kallaður Tell el-Fara, stutt frá Lakisj (Tell el-Duweir), sum er tætt við gamla vegin millum Palestina og Egyptaland.
Sjasjai(hebr. ljóslyntur, fríur.) Ein av eftirkomarum Banisar, sum sendi heidnu konu sína aftur. Ezra 10,40.
Sjasjak(hebr. álopsmaður.) Sonur Beria, benjaminit. 1. Krøn. 8,14. Hann átti synir, upproknaðir frá v. 22 til 25.
Sjaul(hebr. umbiðin frá Harranum.) Ein av sonum Símeons, sum hann hevði fingið við kána’anitiskari kvinnu. 1. Mós. 46,10.
   2. Ein teirra, sum. stýrdu í Edomslandi, áðrenn ísraelsmenn fingu kongar. 1. Krøn. 43,48; 1. Mós. 36,37. Her stavað Saul.
   3. Ein av sonum Kahats. 1. Krøn. 6,22.24.
Sjave(hebr. dalur.) Kallaður Kongadalur ella Kidron norðanvert við Jerúsalem. 1. Mós. 14,17; 2. Sám. 18,18. Tað var har, Absalom hevði reist sær merkisstein.
Sjave KirjattajimDalur Kirjattajims, q.v.
Sjavsa(hebr. aðalsmaður.) Ríkisskrivari Dávids og Sálomos. 1. Krøn. 18,16.
Sjeal(hebr. spurningur, umbøn.) Ein av eftirkomarum Banisar, sum sendi frá sær heidnu konu sína. Ezra 10,29.
Sjealtiel(hebr. eg havi biðið Gud um hann.) Faðir Zerubbabels. Ezra 3,2.8; 5,2.
Sjearja(hebr. HARRIN virðir.) Hin fjórði av seks sonum Azels. Eftirkomarar Sauls. 1. Krøn. 8,38.
Sjearjasjub(hebr. leivd vendir við.) Les Es. 7,1–14, so v. 3 og kap. 10,21.
Sjeba(hebr. eiður, sjey.) Sonur Raema, son Kusj. 1. Mós. 10,7; 1. Krøn. 1,9. Hann hevur sett seg niður onkustaðni við Persaraflógvan.
   2. Ein sonur Joktan, sum var sonur ættarfaðirin Eber. 1. Mós. 10,28; 1. Krøn. 1,22. Ætt Joktans var eitt hitt fyrsta fólkaslagið, sum settist í Suðurarabia. Kongaríkið, ið tá varð stovnsett, var til í mangar øldir. Tað nevnist eftir einum syni Joktan, sum æt Sjeba, men er mest kallað Saba.
   3. Eldri sonur Joksans, ið var sonur Ábrahams við Keturu. Ætt hansara, letur tað til, búsettist í Arabia, helst á eysturstrondini, har tey tykjast vera blandað við sabearar (6). 1. Mós. 25,2–3.
   4. Sonur Bikri, benjaminitur av Efra’imsfjøllum. Seinasti høvuðsmaðurin frá uppreistri Absaloms. Les 2. Sám. 20,1–22.
   5. Ein av høvuðsmonnum gadita í Basjan á døgum Jeroboams II. 1. Krøn. 5,13.
   6. Hebr. Sjeba: Kongaríki Sabeara í Suðurarabia. Í 1. Kong. 10 lesa vit um drotningina úr Saba, ið var og vitjaði Sálomo kong. Sabearar vóru handilsfólk, og vegirnir millum teir og stóru ríkini við Eufrat og Tigris gingu gjøgnum ríki Sálomos. Tí hevði tað ikki lítið at týða, at góð semja var millum londini har.
   7. Býur, sum lagdur varð til ætt Símeons. Josva 19,2. Nevndur millum Be’ersjeba og Molada.
   8. Brunnurin, sum Be’ersjeba var kallaður eftir. Navnið Be’ersjeba er orðaleikur við orðið eiður í 1. Mós. 26,31 og orðið „sjey“ í 1. Mós. 21,28–31.
Sjebam(hebr. smyrsl.) Ein av býunum í landinum eystan fyri Jordan, sum ættirnar Ruben og Gad vóru fegnar at fáa. 4. Mós. 32,3. Hetta er ivaleyst sama staðið, sum aðrastaðir er stavað Sjibma og Sibma.
Sjebanja(hebr. HARRIN letur koma aftur.) Ein av prestunum, sum blástu í lúðrar framman fyri ørk Guds, tá hon varð flutt úr húsi Obed-Edoms til Jerúsalems. 1. Krøn. 15,24.
   2. Ein av levitunum, sum stóðu á „levitapallinum“. Teir bóðu fólkið reisa seg og lova HARRANUM. Neh. 9,4.5. Hann skrivaði undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,10.
   3. Annar Levitur, sum skrivaði undir sáttmálan. Neh. 10,12.
   4. Prestur, sum skrivaði undir sáttmálan. Neh. 10,4.
Sjeber(arab. sabr, ljón, oyðing.) Hin eldri av sonum Kalebs við Ma’aku, hjákonu hansara. 1. Krøn. 2,48.
Sjebna(hebr. vøkstur, í vøkstri, ungmenni.) Fúti, hallarstjóri, seinni ríkisskrivari Ezekiasar kongs. Esaias profetur tekur harðliga til orða móti honum fyri hugmóð hansara. Kongar og stórmenn í Egyptalandi fingu grøv gjørda til sín sjálvs, meðan teir livdu. Hetta letur til, at hann hevur fingið í lag til sín. Es. 22,15–22. Seinni gjørdist Eljakim, sonur Hilkia, hallarstjóri, meðan Sjebna bert var skrivari.
Sjebuel(hebr. Gud hevur fangað.) Ein av eftirkomarum Gersoms. 1. Krøn 23,16; 26,24. Yvirumsjónarmaður yvir skattunum. Hann er hin seinasti av eftirkomarum Mósesar, sum vit vita um.
   2. Ein av hinum 14 sonum Hemans sangara. Í 1. Krøn. 25,4 kallaður Sjubael.
Sjede’ur(hebr. Sjaddai, ella tann, sum spreiðir ljós.) Faðir Elizur av ætt Rubens. Ein teirra, sum skuldu hjálpa til við fólkateljingini. 4. Mós. 1,5; 2,10; 7,30.35; 10,18.
Sje’era(hebr. skyldkona.) Dóttir Efra’im. 1. Krøn. 7,24. Hon bygdi ovara og niðara Bet-Horon og eisini Uzzen-Se’era. Hesin Efra’im mundi vera av ætt Efra’ims ættarfaðirsins og livdi aftan á, at fólk Ísraels hevði tikið Kána’ansland.
Sjefam(hebr. fruktagott – R. Young.) Stað, sum nevnt er í sambandi við eysturmark Ísraelslands. 4. Mós. 34,10.11. Nakað nær við Ribla.
Sjefatja(hebr. HARRIN dømir.) Sonur Dávids við Abital. 2. Sám. 3,4; 1. Krøn. 3,3.
   2. Sonur Re’uel og faðir Mesjullam, av teimum, sum búðu í Jerúsalem. 1. Krøn. 9,8.
   3. Ein av teimum, sum komu til Dávid í Ziklag, meðan hann fjaldi seg har av ótta fyri Saul. 1. Krøn. 12,l.5.
   4. Sonur Ma’aka, ættarhøvdingi símeonita á døgum Dávids. 1. Krøn. 27,16.
   5. Hin seinast nevndi av seks sonum Jósafats kongs í Juda. 2. Krøn. 21,2.
   6. Av teimum, sum komu heim úr útlegdini í fylgi við Zerubbabel, vóru av eftirkomarum Sefatja: 372. Ezra 2,4; Neh. 7,9.
   7. Eftirkomarar hjá einum øðrum Sjefatja; teir vóru av eftirkomarum tænara Sálomos og komu heim við Zerubbabel. Ezra 2,57; Neh. 7,59.
   8. Ein av eftirkomarum Perezar, sum búðu í Jerúsalem. Neh. 11,4.
   9. Sonur Mattan. Hann var ein, ið hoyrdi tað, sum Jeremias talaði til alt fólkið. Jer. 38,1.2. „Tá søgdu høvdingarnir við kongin: Lat drepa henda mann! Hann tekur jú mótið frá hermonnunum, sum eftir eru í hesum býi“ o.s.fr. V. 4.5.6.
Sjefer ella Sjefersfjall(hebr. fagurt.) Stað, sum fólk Ísraels gjørdi steðg í á ferðini um oyðimørkina. 4. Mós. 33,24. Hvar staðið var, er ikki heilt vist.
Sjefo(hebr. úrlatin.) Ein av sonum Sjobals, son Se’ir úr Edom. Í 1. Krøn. 1,40 stavað Sjefi.
Sjefufam(hebr. ormur.) Ein av sonum Bela, elsta sonar Benjamins. 1. Krøn. 8,5.
Sjeharja(hebr. HARRIN leitar.) Annar, ið nevndur er av seks sonum Jeroham ættarhøvdings, sum búði í Jerúsalem. 1. Krøn. 8,26.
Sjeja(hebr. sjálvglaður, men ymist stavað, t.d. í 2. Sám. 8,17: Seraja; 1. Kong. 4,3: Sisa.) Ríkisskrivari Dávids. 2. Sám. 20,25.
Sjekanja(hebr. granni HARRANS.) Man hava verið sonur Obadja, kanska av eftirkomarum Dávids. Staðið tykist nakað fløkt. 1. Krøn. 3,21.22.
   2. Hin tíggjundi í røðini av hinum 24 prestaskiftunum á døgum Dávids. 1. Krøn. 24,11.
   3. Ein av teimum, sum skuldu vera álitismenn í prestabýnum og býta út gávurnar til brøður sínar. 2. Krøn. 31,15.
   4. Ezra 8,3: „Av eftirkomarum Sjekanja – av eftirkomarum Paros – Zakarja, og við honum 150 mans, sum vóru uppskrivaðir í ættarbók.“
   5. Ein annar Sjekanja, sonur Jehaziel. Við honum komu heim úr útlegdini 300 mans. Ezra 8,5.
   6. Sonur Jehiel av eftirkomarum Olams. Ezra 10,2.
   7. Sjekanja, sum hevði vaktina við Eysturportur. Neh. 3,29.
   8. Verfaðir Tobiasar Ammonits, ið var mótstøðumaður jødanna. Neh. 6,18.
   9. Nevndur á listanum yvir prestar og levitar, Neh. 12,3, sum komu úr Bábel við Zerubbabel um ár 536 f.Kr.
Sjela(hebr. friður – R. Young.) Yngsti sonur Juda við kána’anitisku konu hansara. 1. Mós. 38,5.11.14.26; 46,12; 4. Mós. 26,20; 1. Krøn. 2,3; 4,21.
   2. Sonur Arpaksjad, men her stavað „Sala“. 1. Krøn. 1,18.
Sjelemja(hebr. HARRIN samsýnir.) Viðvíkjandi duravaktaraskiftunum: „Fyri portrið móti eystri fall luturin á Sjelemja; eisini fyri son hansara Zakarja, ein klókan ráðgevara, kastaðu teir lut, og lutur hansara fall á portrið móti norðri.“ 1. Krøn. 26,14.
   2. Ein av eftirkomarum Banisar á døgum Ezra. 10,39. Ár 436 f.Kr.
   3. Ein annar av eftirkomarum Banisar um somu tíð. Ezra 10,41.
   4. Faðir Hananja, sum setti í stand ein part av múrum Jerúsalems. Neh. 3,30.
   5. Neh. 13,13: „Yvir goymslurnar setti eg Sjelemja prest“ o.s.fr.
   6. Abbi Jehudi, sum høvdingarnir sendu til Baruk og lótu siga: „Tak við tær rulluna, ið tú last upp úr fyri fólkinum, og kom higar!“ Jer. 36,14.
   7. Ein av teimum, sum kongurin segði við, at teir skuldu taka Baruk skrivara og Jeremias profet; „Men HARRIN fjaldi teir.“ Jer. 36,26.
   8. Faðir Jehukal, ið var ein av teimum, sum Zedekias kongur sendi til Jeremias profet og læt siga: „Bið fyri okkum til HARRAN Gud okkara!“ Jer. 37,3.
   9. Faðir Jerija, sum var høvuðsmaður yvir vaktini. Jer. 37,13.
Sjelesj(hebr. trinni. Kann eisini vera ættað úr árab. lagaligur, lýðin.) Sonur Helem og langabbasonur Asjer. 1. Krøn. 7,35.
Sjelomi(hebr. friðarligur.) Faðir Ahihud høvdinga. Av teimum, sum skuldu skifta landið millum ættirnar, var hann fyri ætt Aserita. 4. Mós. 34,27.
Sjelomit(hebr. kvennkyn av Sjelomi.) Dóttir Dibri av ætt Dans. Hon var móðir til mannin, sum steinaður varð fyri gudsspottan. 3. Mós. 24,11.
   2. Dóttir Zerubbabel. 1. Krøn. 3,19.
   3. Hin fyrst nevndi av trimum sonum Sjime’i. Her stavað Sjelomot. 1. Krøn. 23,9.
   4. Levitur, høvd Jizharita á døgum Dávids. 1. Krøn. 23,18. Í 24,22 stavað Sjelomot.
   5. Levitur, ættaður frá Eliezer, syni Móses. Hann og brøður hansara skuldu ansa eftir øllum tí, sum var HARRANUM halgað. 1. Krøn. 26,25.26. Her er navnið stavað Sjelomot.
   6. Seinasta barnið, sum Rehabeam fekk við konu síni Ma’aku, dóttur Absalom. 2. Krøn. 11,20.
   7. Av eftirkomarum Sjelomits sonur Josifja, og við honum 160 mans. Ezra 8,10.
SjelomotSama sum Sjelomit (4).
Sjelumiel(hebr. friður Guds.) Sonur Zurisaddai, høvuðsmaður í ætt Símeons við fólkateljingina í Sinaioyðimørk. 4. Mós. 1,6.
Sjema(hebr. umtalað, hoyrt um, væl kent.) Seinasti, sum nevndur er av sonum Hebron. Sjema fekk sonin Raham. Av ætt Juda. 1. Krøn. 2,43.44.
   2. Sonur Jóel og faðir Azaz av ætt Rubens. 1. Krøn. 5,8.
   3. Ein av sonum Elpa’als Benjaminits, hann sum var við til at reka burtur tey, sum í Gat búðu. 1. Krøn. 8,13.
   4. Ein av teimum, sum stóðu undir høgru lið Ezra hinum skriftlærda, meðan hann las úr lógini fyri fólkinum. Neh. 8,4.
   5. Býur sunnarlaga í Juda, nevndur millum Amam og Molada. Josva 15,26. Í Josva 19,2 stavaður „Sjeba“.
Sjema’a(hebr. væl dámdur:) Benjaminsmaður úr Gibea, faðir Ahiezer høvuðsmann og Jóas, sum vóru millum teirra, sum komu til Dávid í Ziklag, meðan hann noyddist at halda seg har av ótta fyri Saul. 1. Krøn. 12,3.
Sjemaja(hebr. HARRIN hevur hoyrt, ella hoyrt um.) Tá ríkið var farið í helvt, savnaði Rehabeam av ætt Juda og Benjamin 180 000 útvaldar hermenn til at berjast við hús Ísraels. 1. Kong. 12,21.24. „Tá kom orð Guds til Sjemaja gudsmann; Hann segði: Sig við Rehabeam, son Sálomo, kongin í Juda, og við alt hús Juda og hús Benjamins og hitt fólkið: So sigur HARRIN: Tit skulu ikki fara og berjast við brøður tykkara, Ísraelsmenn! Vendið við aftur, hvør heim til sín sjálvs! Tí hetta, ið hent hevur, er komið frá Mær. – Og teir aktaðu orð HARRANS.“ Vit lesa meir um Sjemaja í t.d. 2. Krøn. 12,1–16.
   2. Sonur Sekanja av eftirkomarum Zerubbabels. 1. Krøn. 3,22. Hann hevði vaktina við eysturportur og arbeiddi upp á múrin um Jerúsalem. Neh. 3,29. Man vera tann, sum kallaður er „Sime’i“ í Luk. 3,26.
   3. Faðir Sjimris og ættarfaðir Ziza høvding í Símeon. 1. Krøn. 4,37.
   4. Sonur Jóel, ein rubenitur og faðir Gog. 1. Krøn. 5,4.
   5. Levitur av meraritunum, sum búðu í Jerúsalem aftan á herleiðingina. 1. Krøn. 9,14. Hann var ein av teimum, sum stóðu fyri uttanhýsisarbeiðnum við hús Guds. Neh. 11,15.
   6. Sonur Galal og faðir Obadja levit, sum búði í Netofatitabygdunum. 1. Krøn. 9,16.
   7. Sonur Elizafan og høvuðsmaður yvir húsi teirra. Teir vóru 200 mans. 1. Krøn. 15,8.
   8. Hann, ið skrivaði listan yvir prestaskiftini, „skrivarin“ kallaður. 1. Krøn. 24,6.
   9. Elsti sonur Obed-Edom, duravaktara í templinum. 1. Krøn. 26,4.6.7.
   10. Ein av levitunum, sum Jósafat sendi á triðja ári sínum til býirnar í Juda til at læra fólkið. 2. Krøn. 17,7–9.
   11. Ein av eftirkomarum Jedutuns sangara, sum var við at reinsa templið á døgum Ezekiasar. 2. Krøn. 29,14.
   12. Ein av levitahøvdingunum, sum góvu levitunum stórar gávur til páskaofrið á døgum Josiasar. 2. Krøn. 35,9.
   13. Ein av eftirkomarum Adonikams, sum saman við tveimum brøðrum kom við 60 monnum heim úr útlegdini við Ezra. Ezra 8,13, ár um 457 f.Kr.
   14. Ein av ættarhøvdingunum, sum Ezra sendi boð eftir frá tilhaldi sínum við ánna, sum rennur í Ahave. Hann sendi teir til Iddo, høvdinga í Kasifja, og tempultænararnar har, at yvirtala teir til „at senda okkum tænarar til hús Guds okkara“. Les Ezra 8,15–18.
   15. Prestur av húsi Harims, sum sendi frá sær fremmandu konu sína. Ezra 10,21.
   16. Ísraelsmaður, sonur ein annan Harim, sum sendi frá sær fremmandu konu sína. Ezra 10,31.
   17. Sonur Delaja. Les um hann í Neh. 6,10–13.
   18. Nehemias 12,1: „Hetta eru prestarnir og Levitarnir, ið heim fóru við Zerubbabel, syni Sealtiel, og Josva: …“ V. 6.18. Kanska hin sami, sum skrivaði undir sáttmálan. Neh. 10,8.
   19. Ein av høvdingum Juda, tá múrur Jerúsalems varð vígdur. Neh. 12,34.
   20. Ein, sum var við í lovsongsflokkinum, tá múrur Jerúsalems varð vígdur, eftir at hann var uppafturbygdur. Neh. 12,36. Ár 445 f.Kr.
   21. Ein av sangarunum um hetta sama mundið. Neh. 12,42.
   22. Faðir Uria profet úr Kirjat-Jearim. Jer. 26,20.
   23. Sjemaja úr Nehelam. Falskur profetur á døgum Jeremiasar. Jer. 29,24.
   24. Faðir Delaja, sum var ein av høvdingunum, ið Baruk las bókrullu Jeremiasar fyri. Jer. 36,12.
Sjemarja(hebr. HARRIN varðveitir.) Ein av teimum, sum komu til Ziklag til Dávid, meðan hann enn noyddist at halda seg har av ótta fyri Saul. 1. Krøn. 15.
   2. Annar sonurin, sum Rehabeam fekk við konu síni Abihajil. 2. Krøn. 11, 18.19.
   3. Av eftirkomarum Harims, sum læt fremmandu konu sína frá sær. Ezra 10,32.
   4. Av eftirkomarum hjá Bani, sum eisini læt fremmandu konuna aftur. Ezra 10,41.
Sjemeber(hebr. tiltikin hetja.) Kongur í Zebojim. Nevndur í bardaga, í felagi við øðrum, móti fleiri støðum, millum onnur Sodoma. 1. Mós. 14,2.7.8.
SjemerSemer. Samaria, q.v.
Sjemida(hebr. sum elskar vísdóm.) Ein av seks sonum Gileads; teir stovnsettu sjemidaættina í ætt Manasse. 4. Mós. 26,32; Josva 17,2.
Sjeminit„Sangararnir Heman, Asaf og Etan skuldu sláa skáltrummur av kopari.“ 1. Krøn. 15,19.21 „og Mattitja, Eliflehu, Mikneja, Obed-Edom, Je’iel og Azazja á sitarum eftir sjeminit til at leiða songin.“ Í Sálmi 6,1 og 12,1 er orðið Sjeminit umsett til „hin áttandi“. Her man vera talan um ljóðfarið, kanska talið á streingjunum ella okkurt annað.
Sjemiramot(hebr. ljósið av hæddini ella navn Hins Hægsta.) Levitur, sangari av øðrum flokki, tá ørkin varð flutt til Jerúsalems. 1. Krøn. 15,18.
   2. Ein av levitunum, sum Jósafat kongur sendi til at læra fólkið í býum Juda. 2. Krøn. 17,7–9.
Sjemuel(hebr. Gud hoyrir.) Annað snið av navninum Sámuel. Millum nøvn teirra manna, sum skuldu skifta landið millum fólk Ísraels, er í 4. Mós. 34,20: Av ætt simeonita Semuel sonur Ammihud.
Sjen(hebr. toppur, tindur, tonn.) 1. Sám. 7,12: „Nu tók Sámuel ein stein og setti hann millum Mizpa og Sen; hesum steini gav hann navnið Eben-Ezer og segði: Higartil hevur HARRIN hjálpt okkum!“ Hvar sjálvt staðið, sum kallað er Sjen, var, er ikki heilt vist. Grikskar skriftir kalla staðið „Jesjana“.
Sjenazzar(úr akkad. á! Sin – mánagudurin – varðveiti!) Ein sonur Jekonja, fangan. 1. Krøn. 3,18.
Sjerebja(hebr. HARRIN hevur sent brennandi hita.) Sjemaja (14), q.v. Les Ezra 8,18: „Og við tað at Gud okkara helt góðu hond Sína yvir okkum, sendu teir okkum skilagóðan mann, ið æt Sjerebja, eftirkomara Mali, son Levi, son Ísrael – hann og synir og brøður hansara, 18 tilsamans – .“ Hann var ein teirra, sum útløgdu lógina fyri fólkinum. Ezra 8,7. Hann var ein av teimum, sum søgdu: „Reisið tykkum og lovið HARRANUM Gudi tykkara frá ævi til ævi! … „ Neh. 9,5. So var hann eisini við at skriva undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,1–12.
Sjeresj(hebr. rót.) Sonur Makir av ætt Manasse við konu hansara Ma’aka. 1. Krøn. 7,16.
Sjesbazzar(úr akkad. sólgudurin verji hann.) Kaldeiska navnið, sum Zerubbabel varð kallaður við. Um hetta lesa vit í Ezra 1,8–11 og í kap. 5,13–17.
Sjesjai(hebr. ljósleittur.) Ein av teimum trimum eftirkomarum Anaks, sum búðu í Hebron. 4. Mós. 13,22. Judamenn vunnu á teimum. Dóm. 1,10.
SjesjakAnnað navn fyri Bábylon. Kann fáast við at venda stavraðnum. Jer. 25,26; 51,41.
Sjesjan(hebr. lilja.) 1. Krøn. 2,31: „Sonur Appajim var Jisji; sonur Jisji var Sjesjan; sonur Sjesjan var Alai. Synir Jada, bróður Sammai, vóru Jeter og Jónatan; Jeter doyði og átti ongan son. Synir Jónatan vóru Pelet og Zaza. – Hetta vóru eftirkomarar Jerame’els. Sjesjan átti bert døtur, ongar synir. Men Sjesjan hevði egyptiskan tænara, ið æt Jarha; og hann læt tænara sín Jarha fáa dóttur sína til konu; hann fekk við henni sonin Attai.“
Sjetar(pers. stjørna.) Ein av hinum sjey persisku og medisku høvdingunum, ið sóu andlit kongs og høvdu hægstu sætini í ríkinum. Ester 1,14.
Sjetar-Boznai(pers. glógvandi stjørna.) Ein av embætismonnunum á døgum Darius Hystappis. Hann ætlaði at tarna, kanska steðga arbeiðnum upp á tempul Guds. Ezra 5,3.5; 6,6.13.
Sjibbolet(hebr., kann merkja løkur í áarføri, kornaks í góðum gróðri, skjótt vaksandi.) Søgu um framburðin lesa vit í Dóm. 12,16.
Sjifra(hebr. vakurleiki.) Onnur av jarðamøðrunum í Gosen, ið fingu boð um, at tær skuldu drepa dreingjabørnini hjá teimum hebraisku kvinnunum. 2. Mós. 1, 15.16.
Sjiftan(hebr. dómari.) 4. Mós. 34,17: „Hetta eru nøvn mannanna, ið skulu skifta landið millum tykkara:“ V. 24: „Av ætt Efra’imita ein høvdingi, Kemuel, sonur Sjiftan.“
Sjihor(hebr. myrkt, gruggut.) Navn á eini á. Eftir 1. Krøn. 13,5 er líkt til, at her talast um „Egyptalandsá“, sum nú kallast „Wadi el Arisj“. Annars umtalað í Es. 23,3; Jer.2,18.
Sjihor-Libnat(hebr. ljós á, glasáin – W. Gesenius.) Sunnan fyri Karmel, á markinum til ætt Asers. Sagt er, at tá fønikarar komu eftir at gera glas, var tað úr sandinum í hesi ánni. Verður nú kallað „Nahs Zerka“, sum sigst at merkja „Krokudilluáin“. Josva 19,26.
Sjikron(hebr. drykkjuskapur.) Býur nær við vestur- og norðurmarkið av ætt Juda, nevndur í sambandi við Ba’alafjall. Josva 15,11. Man hava verið har, sum nú toftirnar eru av Beit Shit, millum Ekron og Asdod.
Sjilhi(hebr. vápnaður.) Faðir Azubu, sum var móðir Jósafat kong. 1. Kong. 22,42; 2. Krøn. 20,31.
Sjilhim(hebr. vápnaðir.) Josva 15,21: „Býir ættar Judamanna ytst við markið, við markið móti Edom, í Suðurlandinum.“ V. 32: „Lebaot, Sjilhim, Ajin og Rimmon.“
Sjillem(hebr. afturløning.) Sonur Naftali. 1. Mós. 46,24; 4. Mós. 26,49. Í 1. Krøn. 7,13 stavað „Sjailum“.
Sjilsja(hebr. av trý, trinni.) Hin níggjundi, ið nevndur er av sonum Zofa av ætt Asjer. 1. Krøn. 7,37.
Sjimea(hebr. undran ella tiltikin.) Ein sonur Dávid við Batsjebu. 1. Krøn. 3,5. Navnið er í 2. Sám. 5,14 stavað „Sjammua“.
   2. Sonur Uzza og faðir Haggija. Levitar av ætt Merari. 1. Krøn. 6,29,30.
   3. Levitur av fólki Gersons. Eftirkomari Asafs. 1. Krøn. 6,39.
   4. Bróðir Dávid. 1. Krøn. 20,7. Navn hansara er viðhvørt stavað „Sjamma“.
   5. Sonur Miklot. 1. Krøn. 8,32. Í 1. Krøn. 9,38 stavað „Sjimeam“.
Sjimeat(hebr. kvennkyn til Sjimea.) Móðir Jozakar, sum var annar av tænarum Jóas kongs, sum drópu hann. 2. Kong. 12,21.
Sjime’i(hebr. umtalaður, viðgitin.) Sonur Gersom, son Levi. 2. Mós. 6,17; 4. Mós. 3,18; 1. Krøn. 6,17.29; 23,7.9.10; Zak. 12,13. Í 1. Krøn. 6,29 er sagt, at Sime’i var sonur Libni, son Mali. Líkt er til, at okkurt lítið er umlopið í hesum versinum.
   2. Sjime’i, sonur Gera av ætt Benjamin og skyldur við hús Sauls. Hann búði í Bahurim, hinumegin Oljufjallið. Les um hetta í 2. Sám. 16,5–13. So lesa vit 1. Kong. 2,36–46.
   3. Ein maður, sum ikki helt við Adonja, tá hann vildi gera seg til kong. Hvør, hann annars var, er ikki lætt at gita. 1. Kong. 1,8.
   4. Ein av hinum 12 fútunum, sum Sálomo setti yvir Ísrael. 1. Kong. 4,7.18.
   5. Sonur Pedalja og bróðir Zerubbabel. 1.Krøn. 3,19.
   6. Sonur Zakkur. Sjime’i hevði sekstan synir og seks døtur. 1. Krøn. 4,26.27.
   7. Rubenitur. Sonur Gog og faðir Mika. 1. Krøn. 5,4.
   8. Levitur, sonur Jahat, son Gersom, son Levi. 1. Krøn. 6,42.43.
   9. Sonur Jedutun, hann, sum tíggjundi luturin fall á í tænastuni við hini 24 sangaraskiftini. 1. Krøn. 25,17.
   10. Tann, sum var yvir víngørðum Dávids, Sime’i úr Rama. 1. Krøn. 27,27.
   11. Ein av levitunum av húsi Hemans, sum vóru við til at reinsa templið eftir boðum Ezekiasar. 2. Krøn. 29,14.
   12. Levitur, sum saman við Konanja, leviti, hevði umsjón við gávunum, sum fólkið kom við til hús HARRANS. 2. Krøn. 31,12.
   13. Levitur á døgum Ezra, sum hevði tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,23.
   14. Ein av eftirkomarum Hasums, sum hevði tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,33.
   15. Sonur Bani, somuleiðis. Ezra 10,38.
   16. Benjaminitur, av forfedrum Mordokai. Ester 2,5.
Sjimeon(hebr. bønhoyring.) Ísraelsmaður av eftirkomarum Harims, sum var ein teirra, sum sendu heidnu konuna aftur. Ezra 10,31. Símeon, q.v.
Sjimon(týdn. sum Sjimeon.) 1. Krøn. 4,20. Navnalistin er ikki lættur at skilja her.
Sjimrat(hebr. sum vakir.) Benjaminsmaður, hin níggjundi, ið nevndur er av sonum Sjime’i. 1. Krøn. 8,21.
Sjimri(hebr. HARRIN vakir.) Ein av høvdingunum í ættum sínum, ið nevndir eru í 1. Krøn. 4,37–38.
   2. Ein av reystu køppum Dávids, Jedial, sonur Sjimri. 1. Krøn. 11,45.
   3. Sonur Elizafan. Ein av levitunum, sum var við til at reinsa hús HARRANS. 2. Krøn. 29,11–13.
Sjimrit(hebr. Simri við kvennkyni.) Móabitisk kvinna; móðir Józabad, sum var annar av tænarum Jóazar, sum drópu hann. 2. Krøn. 24,26.
Sjimron(hebr. varðhald.) Hin fjórði, ið nevndur er av sonum Issakars. 1. Mós. 46,13; 4. Mós. 26,24.
   2. Býur í Zebulon. Josva 19,15. Hann var ein av býunum, sum fór í part við Jabin. Josva 11,1.4. Í Josva 12,20 kallaður Sjimron Meron.
Sjimsjai(hebr. ljós ella sólskin.) Skrivarin, sum saman við Rehum ráðharra skrivaði bræv til Artaxerxes kong um Jerúsalem at fáa steðgað arbeiðnum við at laða múrin. Ezra 4,8.
Sjineab(hebr. tonn, t.e. tindur faðirs.) Kongurin í Adma á døgum Ábrahams. 1. Mós. 14,2. Ár 1965 f.Kr.
Sjion(hebr. oyðing, toftir.) Býur í Issakar. Josva 19,19. Nevndur millum Hafarajim og Anaharat. Eitt stað er í dag, sum líkist eitt sindur í framburði og er har nærhendis. Tað er „Aym esj-Sjan“, um 4–5 km í útnyrðing vestan úr fjallinun Tabor.
Sjisja(hebr. torført orð, kanska HARRIN stríddi.) Faðir Elihoref og Ahia, sum vóru ríkisskrivarar Sálomos. 1. Kong. 4,3. Kanska hann er hin sami, øðrvísi stavaður, sum Sjavsja, ið hevði hetta sama starvið hjá Dávidi.
Sjisjak(egypt. Skeshonq I.) Kongur í Egyptalandi. Stovnari av 22. libýsku kongsættini. Ætlandi var hann kongur ár 935–914 f.Kr. Hann er fyrsti Farao, sum nevndur er við navni í Bíbliuni. Vit kenna søguna um, tá hann gjørdi herferð móti Jerúsalem. 1. Kong. 14,25. Les v. 25–28. Søga egypta gevur ikki við vissu árstalið, tá henda ferð varð gjørd. Farao Sjisjak, q.v.
Sjitrai(hebr. HARRIN skipar fyri.) 1. Krøn. 27,29: „Sjitrai úr Saron (hevði umsjón) yvir neytunum, sum gingu í Saron.“
Sjittim(hebr. akasiuviður.) Navnið er stytting av Abel-Hasjittim, q.v. 4. Mós. 25,1.
   2. Tá Jóel profetur í kap. 3,23 nevnir Akasiudal, er tað landið vestan fyri ánna, hann talar um. Akasiuviður veksur í turrari sandjørð. Ezekiel talar um, hvussu her henda undur á komandi tíðum, 47,1–14. Vatn við signingum og gróðri rennur í mongd út úr húsi HARRANS.
Sjiza(hebr. skreyt.) Faðir Adina rubenit, ið nevndur er høvdingi rubenita. 1. Krøn. 11,42.
Sjoa(hebr. ríkidømi – Gesemus, Young.) Tjóð, sum nevnd er í sambandi við bábylonarar, kaldearar og assýrarar. Ezek. 23,23. Hetta kann vera sama fólkið, sum í Amarnabrøvunum er kallað „Sutu“. Hetta var sýrlendskt hirðafólk, sum setti seg fast í landinum eystan fyri Tigris og var í felagsskapi við árameiska fólkið. Assýrar vunnu ongantíð á teimum.
Sjobab(hebr. burtur- ella afturvendur.) Annar, ið nevndur er av sonum Dávids, sum hann fekk í Jerúsalem. 1. Krøn. 3,5; 14,4.
   2. Sonur Kaleb, son Hezron. 1. Krøn. 2,18.
Sjobai(hebr. sum tekur fangar, hertekur.) Ezra 2,42: „Eftirkomarar duravaktaranna vóru: Eftirkomarar … Sjobai.“
Sjobak(hebr. útbreiðsla.) Herhøvdingi Hadadezers kongs í Áram. Hann fall í bardaga við Dávid. 2. Sám. 10,1–9.
Sjobal(hebr. gangandi, fløðandi, grógvandi.) Ein av ættarhøvdingum horita. 1. Mós. 36,29.
   2. Sonur Kaleb í heldur ógreiða listanum. 1. Krøn. 2,50. Teir stovnsettu Kirjat-Jearim. Sjobal, sum er nevndur í 1. Krøn. 4,1, er ivaleyst tann sami.
Sjobek(úr arab. sabiq, sum sigrar ella sum gongur undan.) Ein av „høvdingum fólksins“, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,14–24.
Sjobi(hebr. hann, sum hertekur.) Sonur Nahasj í Rabba í Ammon. Hann kom í fylgi við Makir, syni Ammiel í Lo-Debar og Barzillai gileaditi úr Rogelin. Teir komu við útbúningi til Dávid og menn hansara. 2. Sám. 17,27.28.
SjofakSami sum Sjobak. 1. Krøn. kap. 19.
Sjoham(hebr. gimsteinur.) Levitur av húsi Meraris, av teimum, sum tæntu við ørkina á døgum Dávids. 1. Krøn. 24,27.
Sjomer(hebr. vaktarmaður.) Annar, ið nevndur er av trimum sonum Hebers av ætt Asers. 1. Krøn. 7,32. Í v. 34 stavað Sjemer. 2. Faðir Józabad, sum var annar av teimum, sum drópu Jóas kong. 2. Kong. 12,21. Í 2. Krøn. 24,26 er navnið stavað Sjimrit, tað er kvennkynsorð og tykist har vera móðir Józabad.
Sjua(hebr. eydna.) Kána’anitur úr Adullam. Dóttir hansara var kona Juda og móðir trý av børnum hansara. 1. Krøn. 2,3; 1. Mós. 38,2.
Sjua(Annar staviháttur.) Niðurboygdur, tungur.) Hin seinasti, ið nevndur er av 6 sonum Ábrahams við Keturu. 1. Mós. 25,2. 1. Krøn.1,32.
   2. Bróðir Kelub, av eftirkomarum Juda. 1. Krøn. 4,11.
Sjual(hebr. revur, sjakalur.) Hin triði, ið nevndur er av ellivu sonum Zofa. 1. Krøn. 7,36.
   2. Sjualsland. 1. Sám. 13,17: „… ein flokkurin tók leiðina til Ofra í Sjualslandi.“ Menn halda, at hetta staðið hevur verið í landnyrðing úr Betel í Benjamin.
Sjubael(hebr. Gud hevur fangað.) Tveir levitar. Annar í 1. Krøn. 24,20 og hin í 25,20.
Sjufam, eisini stavað Sjefufam(hebr. ormakendur.) Eftirkomarar Benjamins. „Frá Sjefufam sjufamitaættin.“ 4. Mós. 26,39.
Sjuham(hebr. niðurboygdur.) 4. Mós. 26,42: „Synir Dan eftir ættum sínum vóru: Frá Sjuham er komin sjuhamitaættin.“
Sjulamit(hebr. úr Sjulem, t.e. Sjunem. Kann eisini merkja friðarlig.) Kvinna, sum Sálomo talar við í Hás. 6,13.
Sjumatitar(hebr. úr Sjunem.) Ein av høvuðsættunum í Kirjat-Jearim. 1. Krøn. 2,53.
Sjunamitisk(hebr. úr Sjunem.) 2. Kong. 4,12.
Sjunem(hebr. man vera stytting av Sjunajim: Dupult hvíldarstað.) Býur í Issakar. Her savnaðust filistarar til seinasta bardaga móti Saul. 1. Sám. 28,4. Haðani var Abisjag. 1. Kong. 1,3. Har búði kvinnan, hvørs son Elisa vakti av deyða. 2. Kong. 4,8–37. Kallast nú Sulam, tætt við lítla Hermon.
Sjuni(hebr. friðarligur, stillur.) Ein av sonum Gads. Ætt hansara varð kallað Sjunaitar. 1. Mós. 46,16; 4. Mós. 26.15.
Sjuppim(hebr. ormar.) Ein av eftirkomarum Benjamins. 1. Krøn. 7,12.15.
   2. Levitur, sum saman við Hosa skuldi halda vakt við Salleketportur. 1. Krøn. 26,16.
Sjur(hebr. skansi, verjugarður.) Staðið er umtalað í 1. Mós. 25,18, har sagt er frá ætt Ísmaels: „Teir búðu frá Havila til Sjur, sum er beint yvir av Egyptalandi, og fram ímóti Assjur.“ Vit lesa í 1. Sám. 27,8: „… tí hetta vóru fólkini, ið frá fornum tíðum høvdu búð har í landinum, yvir ímóti Sjur og líka til Egyptalands.“ So lesa vit í kap. 15,7: „Saul vann nú sigur á Amalekitum og elti teir úr Havila líka til Sjur, sum liggur eystan fyri Egyptaland.“ Hesin verjugarðurin var bygdur fram við landnyrðingsmarkinum á Egyptalandi, líka væl kendur í fornum søgum, sum viðgitni múrurin í Kina. Hesin verjugarður egypta er umtalaður í skriftum frá tólvtu kongsættini, um 2000–1775 f.Kr. Oyðimørkin har er kallað Sjur, t.d. í 1. Mós. 16,7, í søguni um Hagar, tá hon flýddi frá Ábraham. Í 4. Mós. 33,8 er oyðimørkin kallað „Edomsoyðimørk“.
Sjusjan(hebr. lilja. Grikska sniðið er Susan. Í okkara bíblium kallað Susan.) Staðið hevur fingið navn sítt av tí yvirflóð av liljum, sum vuksu har á leið. Hetta nógv umtalaða stað varð grivið út 1884–86. Har sæst, at búseting hevur verið um 4000 ár f.Kr. Seinasta búsetingin er frá um leið 1200 e.Kr. Í 1901 varð steinur funnin har við áskriftini „Lóg Hammurabis“, q.v. Staðið var um leið 20 km úr strondini á Persaraflógvanum. Staðið er í Bíbliuni umtalað sum ein av høvuðsstøðunum í veldiga Persararíkinum. Her var vetratilhald konganna. Neh. 1,1; Ester 2,8; 3,15; Dán. 8,2. Kongsborgin var bygd av sedrisviði av Libanon, silvuri úr Egyptalandi, prýdd við gulli og so fílabeini úr India. Alt hetta sæst av toftunum, ið útgrivnar eru. Býurin, sum í seinni tíðum varð kallaður Sjusj, kom upp í hitt stóra heimsríki Kýrusar, tá hann tók Bábel og hjálondini. Eftir dagar Aleksanders hins Stóra minkaði býurin, so hann misti allan týdning. Nú eru bert toftirnar eftir.
Sjutela(hebr. ljóð av onkrum, sum brotnar – Gesenius.) Hin fyrsti, ið nevndur er av trimum sonum Efra’ims. Les 4. Mós. 26,35.36.
Skapanin„Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.“ 1. Mós. 1,1. Hetta er tað, sum sagt er um skapanina. So er sagt frá í v. 2, at tá var jørðin oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum. Hvussu langt var ímillum v. 1 og 2, er ikki sagt frá. Sálm. 90,4: „Tí túsund ár eru í eygum Tínum sum dagurin í gjár.“ Heimsins vísu halda, at tað má hava tikið milliónir av árum at tilevna alt hetta, sum í jørðini er at finna. Ja, hví ikki tað. Henda tíðin kann væl hava verið ógvuliga long. Eftir v. 14 í 1. Mós. 1 var einki til at máta og áseta tíð eftir tá. Jørðin var oyðin og tóm. Grikkin Hesiodos talaði og skrivaði um „Kaos“. Hetta er ein hugsað og samføst rúgva, sum gjøgnum øldir aldanna er vorðin broytt til tað, sum nú er. Hetta er ikki læra úr Bíbliuni, sum mangur heldur. Gudgivnu søgu skapaninnar lesa vit um í 1. Mós. 1,1–31.
Skevas(gr. kanska úr latíni scævas = vinstra, ella lámur – James Strong.) Skevas er nevndur í Áp. 19,14. Har er sagt, at hann var høvuðsprestur. Les um hetta frá v. 13 til og við v. 20.
Skógvar(Skógvarnir í Eysturlondum vóru sandalir. Sólar av træ ella leðri, sum vóru festir við reimum upp um fótin, ella bondum, tveingjum upp um øklarnar. Jóh. 1,27.
Skriftin - Skriftirnar(hebr. katab, t.e. skrivaði, gr. grafe, t.e. áskrivað, skjal.) Gamla Testamenti kallar sjáldan seg sjálvt „Skriftin“. Fyrsta ferðin man vera í 2. Krøn. 30,18: „… men ótu páskalambið øðrvísi enn fyriskrivað var.“ Í før. aut. sagt: „soleiðis sum skrivað stóð.“ Í ensk. aut. „otherwise than it was written.“ Í Dán. 10,20 stendur: „ … hvat skrivað er í sannleiksbók.“ Í før. aut. 12,1: „bók sannleikans“. Í ensk. aut. v. 21 „scripture of truth“. Her man ikki talast um eina serliga bók, men „Skriftina“, Hitt Gamla Testamentið. Harrin Jesus og ápostlarnir, saman við evangelistunum, tala um „Skriftirnar“ á so skilligan hátt, at vit vita, at hetta er Bíblia teirra, Hitt Gamla Testamentið, talan er um. Harrin Jesus sigur í Matt. 4,4.7.10 „skrivað er“, „Uppaftur er skrivað“, „skrivað er“. Paulus sigur í 1. Kor. 15,3 um Jesus Kristus, at Hann doyði fyri syndir okkara eftir skriftunum, at Hann varð jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin eftir skriftunum. Her er skilligt, at við orðinum skriftirnar er meint við táverandi Bíbliuna. Hitt Gamla Testamentið. Í 2. Tim. 3,16: „Øll skriftin er innblást av Gudi.“ Ensk aut.: „All scripture is given by inspiration of God.“ Før. aut.: „Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig.“
Skýtti, SkýttarTjóð av flakkandi hirðafólki, sum hildu til norðan fyri Havið Svarta og fram við Kaspiska Havinum, helst óvist, hvussu langt inn í Asia. Grikkar kallaðu teir skýttar. Sjálvir kallaðu teir seg „skoloti“, og teir roknaðu uppruna sín frá „Targetaus“, ið skuldi vera sonur Zeus. Í navninum „Targetaus“ halda summir seg síggja uppruna til navnið „turkar“. Hesir skýttar vóru leingi mentanarleysir villmenn. Í einasta staðnum, teir eru nevndir í Bíbliuni, Kol. 3,11, eru teir nevndir sum dømi upp á tjóðirnar, sum hava fingið og fáa høvi til at lata seg í hitt nýggja, sum verður endurnýggjað til kunnskap – eftir mynd Hansara, sum skapti tað.
      Á døgum Psammeteus kongs í Egyptalandi, sum var samtíðarmaður Josiasar kongs, hersettu skýttar Palestina og rændu tempul Venus Urania í Askelon. Teir ætlaðu at leypa á Egyptaland, men kongurin fekk teir við gávum og góðum orðum at venda aftur. Skýttar munnu hava hildið til í Bet-Sjan, q.v., tí hann er í Septuaginta, Dóm. 1,27, kallaður Skytopolis. Væl kann vera, at hesi fólk, sum Ezekiel talar um í kap. 38 og 39, eru skýttar.
SláturoffurLógin sigur um hetta: „Tú mást ikki ofra blóðið av sláturofrum Mínum saman við nøkrum, ið súrgað er.“ Les Hebr. 5,1: „Ein og hvør høvuðsprestur verður jú tikin millum menniskju og innsettur fyri menniskju til tænastu fyri Gudi til at bera fram bæði gávur og sláturoffur fyri syndir.“ Tá Dániel profetur talar um, hvat henda skal í komandi tíðum av ræðuligum tilburðum, sigur hann í kap. 9,27: „… mitt í vikuni skulu sláturoffur og matoffur halda uppat.“ Í 1. Mós. 31,54 lesa vit: „Jákup ofraði sláturoffur á fjallinum.“ Les kap. 31, allan, til at skilja hetta betur. Í 1. Mós. 46,1 lesa vit: „So fór Ísrael avstað við øllum, ið hann hevði, og táið hann kom til Be’ersjeba, ofraði hann sláturoffur til Gud Ísaks, faðirs síns.“ Hvat meir sigur nú Orðið um hetta? Vit lesa í 1. Sám. 15,22: „Men Sámuel segði: Man HARRIN leggja líka mikið í brennioffur og sláturoffur sum í lýdni fyri orði HARRANS! Nei! Lýdni er meiri vert enn sláturoffur, og at lurta eftir er meiri vert enn veðrafiti!“ Í Sálm. 40,7 lesa vit: „Sláturoffur og matoffur líkar Tær ikki – Tú gavst Mær opin oyru – brennioffur og syndoffur krevur Tú ikki.“ V. 9: „at gera vilja Tín, Gud Mín, er gleði Mín, lóg Tín er Mær í hjarta!“ Í Sálm. 51,18.19 lesa vit: „Tí Tær líkar ikki sláturoffur – annars hevði eg givið Tær tað – brenniofrum tekur Tú ikki við; offur til Gud er sundurbrotin andi; sundurbrotið, sundursorað hjarta vanvirðir Tú ikki, Gud!“ So lesa vit í Matt. 27,50: „Men Jesus rópti aftur við harðari rødd og gav upp andan. Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, úr erva líka niður ígjøgnum; jørðin skalv, og klettarnir klovnaðu.“ Tá forhangið í templinum skrædnaði, varð vegurin inn í halgidómin opin. Hebr. 9,11–15.
      Ei blóð, ei altar nú,
      nei, ofrið liðugt er,
      ei roykurin frá lambinum
      mót himli longur fer;
      men betri blóð úr betri æðrum rann,
      sum reinsar sálirnar og skuld út strika kann.
Smyrna(gr. myrra.) Býur í Jonia, innast í Smyrnavíkini á vesturstrond Lítla Asia, um 35 km úr Efesus. Alyattes kongur í Lydia legði býin í oyði ár 560 f.Kr., og so lá hann til dagar Aleksanders hin Stóra 336–323: hann fór í holt við at byggja hann uppaftur tætt við hin fyrra. Eftirmenn Aleksanders hildu fram við hesum, og teir gjørdu hann til tiltiknan handilsstað. Hann varð nevndur „Krúna Jonia“ og „Prýði Asia“. Í 178 f.Kr. varð býurin sundursoraður av landskjálvta, men varð uppafturbygdur beinan vegin. Í árinum 133 f.Kr. kom hann undir rómverjar sum partur av hjálandinum Asia. Evangeliið kom tíðliga til Smyrna. Eitt av brøvunum til samkomurnar var til samkomuna har. Op. 2,8–11. Úti við 100 ár eftir hetta varð biskupurin har, Polykarpus, brendur á báli í Smyrna. Núverandi turkiska navnið er Izmir.
SoLes 2. Kong. 17,1: „Tólvta árið, ið judakongur Akaz sat við stýrið, varð Hosea, sonur Ela, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann stýrdi í 9 ár.“ V. 3: „Móti honum kom Salmanassar, kongurin í Assýria, og Hosea noyddist at geva seg undir hann og lata skatt til hansara. Men táið kongurin í Assýria kom eftir, at Hosea hevði spunnið í samansvørjing móti honum, við tað at hann hevði sent boð til So kong í Egyptalandi og læt ikki longur skatt til kongin í Assýria, sum hann áður hevði gjørt ár undan ári, setti kongurin í Assýria hann fastan og helt hann í fangahúsi.“ Hesin Hosea var hin seinasti kongurin í Norðurlandinum (Ísrael).
      Hvør var nú So kongur? Eingin av teimum kendu faraounum æt So, men landið var býtt í landspartar tá, so har vóru smákongar. So hevur verið ein teirra. Hesin man hava verið Sib’e, sum navn hansara eisini kann sigast.
      Assýrarakongurin Sargon II sigur, at hann vann á honum ár 720 f.Kr., tvey ár aftan á, at hann hevði tikið Samaria.
Sodi(Sodija): (hebr. vinur HARRANS.) Faðir Gaddiel, sum var ein av njósnarunum, sum Móses eftir boði HARRANS sendi úr Parans oyðimørk til at kanna Kána’ansland. 4. Mós. 13,10.
SodomaÁ slættanum sunnan fyri Havið Deyða lógu á døgum Ábrahams býirnir Sodoma, Gomorra, Adma og Zebo’im. Vit lesa í 1. Mós. 12,10: „Nú kom hungursneyð í landinum; tá fór Ábraham til Egyptalands at búgva har sum fremmandur, við tað, at hungursneyðin var so svár í landinum.“ So lesa vit í kap. 13,1: „So fór Ábraham úr Egyptalandi til Suðurlandið, hann og kona hansara og alt tað, ið hann átti; og Lot var við honum.“ Vit lesa í kap. 13,7: „Stríð íkom tá millum hirðarnar hjá Ábrahami og Lot.“ Tá nú Ábraham vildi hava frið, og landið var nóg stórt, bað hann Lot velja, hvar hann vildi vera. Lot valdi; og tá hann sá, at slættin oman móti Zoar líktist Egyptalandi, v. 10, valdi hann at fara tann vegin. Betri hevði verið fyri hann, um hann ongantíð hevði sæð Egyptaland. Kap. 13,12: „Ábraham varð búgvandi í Kána’anslandi, og Lot búði í býunum á slættanum og fór við tjøldum sínum líka at Sodoma. – Men fólkið í Sodoma var gudleyst og syndaði stórliga móti HARRANUM.“ Í 1. Mós. 18,17 lesa vit: „Men HARRIN segði: Skuldi Eg dult fyri Ábrahami tað, ið Eg ætli at gera!“ So lesa vit alla hendingina frá 1. Mós. 18,18 til 19,29.
SoheletsteinurNavnið er av eldri uppruna og tykist at merkja: Ormasteinur. Les 1. Kong. 1,9. Dávid hevði son, sum hann ongantíð hevði havt at og ongantíð spurt hann: „Hví bert tú teg so at.“ Tá so Dávid varð gamal, gjørdi hesin sonur Dávids, Adonja æt hann, seg sjálvan stóran og segði: „Eg vil vera kongur!“ Hann fór so út til Soheletstein, sum er við Rogelskeldu. Har gjørdi hann stórsligna veitslu við hetta gamla heidna offurstaðið og beyð teimum við, sum hann væntaði fóru at halda við sær. Lesið so tað, sum eftir er av fyrsta kap.
Soko(hebr. girðing við tornarunnum.) Býur á slættlendi Juda, um 22 km í útsynning úr Jerúsalem. Hann varð lagdur til ætt Juda. Rehabeam kongur bygdi hann og aðrar býir í Juda um til víggirdar staðir, aftan á at norðurættirnar høvdu gjørt uppreistur. 2. Krøn. 11,7. Men á døgum Akasar kongs tóku filistarar hann. Josva 15,35; 1. Sám. 17,1; 2. Krøn. 11,7; 28,18.
   2. Býur í fjallalendi Juda, um 16 km í útnyrðing úr Hebron. Staðið kallast nú Chirbet Suweke. Josva 15,48.
      Í 1. Krøn. 4;18 lesa vit: „Heber, faðir Soko.“ Óvist er, um her er talan um ein mann ella henda býin.
   3. Býur við eysturmarkið á Saronslættanum. Hann hoyrdi til Heferland, eitt av skattaøkjum Sálomos. 1. Kong. 4,10.
SongVerulig song, sum vit hugsa okkum hana, var í hesum londunum, sum umtalað eru í Bíbliuni, ein hentleiki, sum var sjáldsamur uttan í valahúsum. Vanligi maðurin svav á teppi á gólvinum, um hann var í tjaldinum ella í húsinum. Stundum vóru fleiri teppi samanløgd. Oman á sær hevði hann tunt teppi, ella hann ballaði seg í kappan. Dóm. 4,18; Es. 28,20.
      Tá Jákup doyði í Egyptalandi, lá hann í song, 1. Mós. 47,31, meðan eisini er sagt frá, at Farao hevði song og sovikamar; 2. Mós. 8,3. Men í Palestina, tá Ábraham lá fyri deyðanum, nevnist ikki song. Song hoyra vit fyrst um í kongshøllum. 1. Sám. 19,15; 2. Sám. 4,7; 13,5. Men tá kamar Elisa profets hevði song, sigur tað, at hon nú var vorðin vanlig í teimum betri staddu húsunum. Vanligari hava tær verið á døgum Harrans. Mark. 4,21; Luk. 8,16. Summi munnu hava nýtt legu av løttum slag, kanska mottu, sum kundi rullast saman. Tí Harrin segði jú: „Tak song tína og far,“ t.d. Matt. 9,6. Stórmenn mestsum í ørviti av ríkidømi og valdi sínum tykjast at hava nýtt ovurdýrar legubeinkir. Amos 6,4; Ester 1,6.
Sopater(gr. sum bjargar faðir.), Áp. 20,1–3. So lesa vit í v. 4: „Í fylgi við honum (Paulusi) til Asia vóru Sopater, sonur Pyrrus úr Berøa.“ Hann er kanska hin sami sum Sosipater í Róm. 16,21.
Sorek(hebr. reydligt, vínhús.) Í Dóm. 16,4 lesa vit um eina kvinnu í Sorekdali, sum dómarin Samson varð góður við. Navnið á dalinum er nú Wadyes Surar, har jarnbreytin úr Joppe til Jerúsalems nú er. Henda vegin komu filistarar á døgum dómaranna og Dávids, tí hetta er stytsti vegur hjá teimum inn í Juda úr Ekron og Asdod. Bardagin, har Ísrael misti ørkina til filistarar, fór fram ovast í hesum dalinum. Vit lesa í 1. Sám. 6 um, hvussu filistarar vórðu noyddir til at senda ørkina aftur til Ísrael. V. 12: „Men kýrnar fóru beina leiðina til Bet-Sjemes.“
Sosipater(ivaleyst hin sami sum Sopater.) Ein av teimum, sum Paulus heilsar frá í Róm. 16,21.
Sostenes(gr. styrki; álítandi.) Sýnagogustjóri í Korint. Vit lesa í Áp. 18 frá v. 12 til 17.
   2. 1. Kor. 1,1: „Paulus, við vilja Guds kallaður til ápostul Jesu Krists, og bróðirin Sostenes.“ Spurt kann vera, um hesin er hin sami sum sýnagogustjórin í Korint. Alt er jú Harranum møguligt, men navnið man hava verið vanligt har.
Sotai(hebr. HARRIN vendir aftur.) Ezra 2,55: „Eftirkomarar tænara Sálomos vóru: Eftirkomarar Sotai, Soferets, Peruda.“
Spásøgn(hebr. Massa.) Hetta orðið kann týða bæði spásøgn og byrði av týdninginum at „áleggja“. Tá so fólk spottandi spurdu: „Hvat er „byrði“ HARRANS?“ lesa vit í Jer. 23,33 o.s.fr. um, hvat Harrin sigur um hetta.
Stakys(gr. kornaks.) Ein kristin í Róm, sum Paulus letur heilsa. Paulus kallar hann: „Hin elskaði mín“. Róm. 16,9.
Stefanas(gr. krúna.) Lærisveinur í Korint, hvørs húsfólk Paulus sigur, at hann doypti. 1. Kor. 1,16. Paulus umtalar tey í 1. Kor. 16,15: „… tit kenna tey hjá Stefanasi, at tey eru frumgróður Akaja, og at tey hava givið seg sjálv hinum heiløgu til tænastu.“ Hann umtalar aftur Stefanas í v. 17.
Stefanus(gr. ein krúna.) Hvar og nær hann varð føddur, er ikki sagt frá. Hitt fyrsta, vit lesa um hann, er í Áp. 6,1–6. Har verða valdir sjey av brøðrunum, harav hann er ein. Um hann er serstakliga sagt, at hann var fullur av trúgv og Heilaga Andanum. Í v. 8 stendur: „Stefanus var fullur av náði og kraft.“ Tá hann so gjørdi tekin og undur, komu nakrir og gjørdu vart við seg. Teir vóru eisini úr sýnagoguni, sum kallað er eftir hinum frígivnu, „og teir kjakaðust við Stefanus. Men teir vóru ikki førir fyri at standa ímóti vísdóminum og Andanum, ið hann talaði av. Tá fingu teir eftir loyniligari avgerð nakrar menn at siga: Vit hava hoyrt hann tala spottandi orð móti Mósesi og móti Gudi! Teir østu so upp fólkið og hinar elstu og skriftlærdu, og teir løgdu hond á hann, drógu hann við sær og leiddu hann fyri ráðið“. V. 9–15. So lesa vit kap. 7, allan. Stefanus andaðist sum Harri og meistari okkara. Hann bað fyri drápsmonnum sínum og yvirgav anda sín til Harran Jesus, v. 59 og 60.
Stigi(á hebr. sullam.) 1. Mós. 28,10–12. Hetta orðið stendur bert hesa einu ferðina í Bíbliuni. Jákup sær í dreymi stiga standa frá jørð til Himmals. Einglar Guds gingu upp og niður gjøgnum hann. Hetta lærir okkum, at henda leið er opin, um farið verður eftir Honum, sum sigur: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið!“ Jóh. 14,6.
Stoisku vísdómslærararnirTeir eru í Áp. 17,18 nevndir saman við hinum epikursku, q.v. Hetta var ein flokkur av heimspekingum, sum byrjaði í Aten um ár 300 f.Kr. Teir lærdu, at náttúran var virkandi listarliga formandi andi, sum teir kallaðu Gud, ella sálin; eisini vitið, hugsanin, sum teir kallaðu Logos, sum er grikska orðið fyri „orð“. Í hugi teirra var „orð“ og „hugsan“ tað sama. Alt, sum til er, er vorðið til av hesi hugsan, einum slag av „urtilveru“. Navnið høvdu teir av „he stoa“, sum var staðið, har Zenon, lærari teirra, helt sínar fyrilestrar. Bert hesa einu ferðina sæst, at teir stoyttu saman við Paulus. Teir vildu fáa at vita, hvat hetta var fyri læra, hann boðaði. Hann var fegin við at kunngera teimum evangeliið. V. 22–34. Hann minnir teir eisini á, hvat nøkur av egnu skøldum teirra hava sagt: „Tí í Honum liva, rørast og eru vit.“ „Vit eru jú eisini ætt Hansara.“ Stoikarnir, sum hetta høvdu sagt, vóru skøldini Aratus og Kleantes, sum virkaðu í triðju øld f.Kr.
Sua(hebr. kann merkja so mangt, t.d. at turka ella sópa burtur.) Hin fyrsti, ið nevndur er av fimm sonum Zofa. 1. Krøn. 7,36.
   2. Ein av sonum Ábrahams við Keturu. 1. Mós. 25,2.
Sukatitar(týdn. óvissur.) Teir eru bert nevndir í 1. Krøn. 2,55, q.v.
Sukkitar(hebr. smáttubúgvar.) Hesir nevnast eisini bert eina ferð, 2. Krøn. 12,3. Vit lesa hesa sorgarsøguna í 2. Krøn. 12,1: „Men táið kongadømi Rehabeams var grundfest, og vald hansara var styrkt, vendu bæði hann og alt Ísrael lóg HARRANS bakið.“ Í v. 2 lesa vit um Sisak kong í Egyptalandi, at hann kom ímóti Jerúsalem – „tí teir høvdu verið Harranum ótrúgvir.“ V. 3: „Hann kom við 1200 hervagnum og 60 000 hestmonnum; og fólkið, ið við honum kom úr Egyptalandi – Libýarar, Sukkitar og Etioparar – stóð ikki til at telja.“
Sukkot(hebr. smáttur.) Stað eystan fyri Jordan í arvaluti Gads. Josva 13,27. Staðið er umtalað longu, tá Jákup kom heim aftur úr Paddan-Áram. 1. Mós. 33,17: „Men Jákup helt avstað og fór til Sukkot; har bygdi hann sær hús og gjørdi smáhús til fæið …“ Í Dómarabókini lesa vit meir um Sukkot, í kap. 8, 4–6 og 13–15. Staðið kallast nú Tell der Alla, við ánna Jabbok, um 8 km eystan fyri Jordan.
   2. Les 2. Mós. 12,37: „So fóru Ísraelsmenn tá avstað úr Rameses og tóku leiðina til Sukkot …“ Hetta man ikki hava verið býur, men staðarnavn. Ikki er gott at vita vist, hvat staðið var, sum talan er um her.
Sukkot-BenotAvgudur, sum fólkið úr Bábel, ið flutt var til Samaria, setti upp har og dýrkaði. 2. Kong. 17,30.
Surportur„Sur“ er torført orð. Av týdninginum „at fara aftur og fram“ (J. Strong) kann týða „sum gongur á leikindum“, men tað mundu tey øll gera. Í 2. Krøn. 23,5 kallað Jesodportrið. Jesod = undirstøði. Kanska týdningurin er haðani. (So heldur W. Gesenius.)
Susan(gr. lilja.) Shushan, q.v. Neh. 1,1.
Súsanna(gr. lilja.) Lukas 8,3: „Jóhanna, sum gift var við Kuza, húsfúta Heródesar, Súsanna og mangar aðrar, ið tæntu teimum við tí, sum tær áttu.“
Susi(hebr. maður á hesti.) 4. Mós. 13,11: „Av ætt Jósefs – av ætt Manasse – Gaddi, sonur Susi.“ Hann var ein av hinum 12 njósnarunum, sum Móses sendi eftir boði HARRANS inn í Kána’an til at kanna landið.
SveiggjubringanLes um hetta í 3. Mós. 7,29–36.
SveittiHetta orðið stendur bert tríggjar ferðir í Bíbliuni. 1. Mós. 3,19: „Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin.“ Ezek. 44,18: „Teir skulu hava línhúgvur á høvdinum og buksur av líni um lendarnar; teir mugu ikki vera gyrdir við nøkrum, sum voldir sveitta.“ Lukas 22,44: „Og Hann kom í deyðaangist og bað enn tráligari; sveitti Hansara varð sum blóðsdropar, ið fullu niður á jørðina.“ Sveitti nevnist fyrstu ferð í sambandi við, at syndin var komin í heimin. Aðru ferð í sambandi við tænastuna við altarið, har fjalt var yvir syndina. Triðju ferð í sambandi við líðingar Harrans, tá Hann á likami sínum bar synd heimsins.
SýeneBýur í Egyptalandi, nú Aswan. Tá Ezekiel tekur til í kap. 29,10: „Frá Migdol til Sýene“ merkir hetta „Frá norðast til sunnast“. Býurin var við markið til Etiopia. Toftir eru sjónligar enn av gamla býnum og grótbrotunum, har egyptar fingu tilfarið til standmyndir sínar.
Sýlur(hebr. Marzea.) Orðið stendur bert tvær ferðir. Vit lesa um hetta í 2. Mós. 21,1–6 og 5. Mós. 15,12–17.
Sýnagoga(gr. savnaður, samkoma.) Hús ella høli, har jødar savnaðust til gudsdýrkan. Templið í Jerúsalem var staðið, har offurtænastan fór fram, og har skuldu teir koma saman á høgtíðunum. Men tíðliga í tíðini hava sýnagogur verið, ið hvussu er, meðan fólkið var í útlegd. Allastaðni, har jødar búðu, bæði í Ísraelslandi og í londunum uttanum, funnust sýnagogur, har tey komu saman til bøn og at lesa úr skriftunum, og har útløgdu teir skriftirnar til tað mál, ið fólkið har á staðnum tosaði. Harrin Jesus nevnir ofta sýnagogu í evangeliunum, og fleiri ferðir lesa vit, at Hann lærdi í sýnagogu teirra. Best kend er helst hendingin, ið vit lesa um í Luk. 4. Í v. 15 stendur, at „Hann lærdi í sýnagogum teirra.“ Og frá v. 16 lesa vit, at Hann reistist at lesa fyri teimum (í Nazaret) úr Esaiasar bók (42,7): „Andi HARRANS er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg … at kunngera náðiár HARRANS.“ Vit lesa um Paulus og teir, ið ferðaðust við honum, at teir kunngjørdu orð Guds í sýnagogum í Salamis á Kýpern, Áp. 13,5; í Ikonium í Lítla Asia, 14,1; og í Korint í Grikkalandi, 18,4. Í Jóh. 12,42 lesa vit, at tað vóru mangir, sum trúðu á Jesus, men kendust ikki við tað, tí teir óttaðust fariseararnar og vildu sleppa frá at verða koyrdir úr sýnagoguni. Í teimum sera álvarsomu brøvunum til tær 7 samkomurnar, sum vit finna í Opinberingini kap. 2 og 3, verður tvær ferðir nýtt málberingin „sýnagoga Satans“. Op. 2,9; 3,9.
Syntýke(gr. eydnuborin.) Fil. 4,2: „Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at vera samsintar í Harranum.“
SýrakusBýur á eysturstrond Sisilia. Tiltikin í søguni fyri stødd og vakurleika (Cicero). Í Áp. 28,12 lesa vit: „Vit fóru inn í Sýrakus og vórðu har tríggjar dagar.“
SýrlandÍ rúmum týdningi kundi Sýrland í eldri tíð týða landið fram við eysturstrond Miðjarðarhavsins eystur til Eufrat. Áram, árameiskt, q.v. Navnið man vera stytting av Assýria, q.v.
SøturVit lesa í Sálmi 119,103: „Sum orð Tíni eru gómum mínum søt! Tey eru søtari enn hunangur munni mínum!“