Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Pa’araiHin sami sum Na’arai, q.v. 2. Sám. 23,35.
Paddan-Áram(hebr. slættlendi Árams, t.e. Sýrlands.) 1. Mós. 25,20: „Ísakur var 40 ár, táið hann giftist við Rebekku, dóttur Áramearan Betuel úr Paddan-Áram.“ Hoseas kallar tað Áramsland. Hos. 12,13. Hetta var partur av Mesopotamia, q.v. Stórur slætti við fjøllum rundanum. Har lá býurin Karan. Har var faðir Ábrahams, Tara, búgvandi, til hann doyði. 1. Mós. 11,32. Hagar sendi Ábraham træl sín til at fáa Ísaki konu. 1. Mós. 24,1–67. Seinni fór eisini Jákup hagar at fáa sær konu. 1. Mós. kap. 28,29 og 30.
Padon(hebr. bjarging, útfrían.) Navnið á einum av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel. Ezra 2,44.
Pafus(týdn. óvissur.) Býur á Kýpern. Barnabas og Saul ferðaðust har. Les um tað í Áps. 13,1–12. Á sama stað er nú býurin Baffa.
Pagiel(hebr. Gud møtir.) Sonur Okran. Høvdingi í ætt Asers. 4. Mós. 1,13.
Pahat-Móab(hebr. høvdingi Móabs.) Høvuðsmaður í einari ætt í Juda, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel, 2812. Ezra 2,6; og í Neh. 7,11: 2818. Har afturat við Ezra 200 mans.
      Í Neh. 3,11 er nevndur Hassub, sonur Pahat-Móab, at hann vældi um eitt stykki av múrinum um Jerúsalem. Í Neh. 10,14, har høvdingar fólksins skriva undir skjalið, var Pahat-Móab næstfyrstur.
Pa’i(hebr. geipandi, skríggjandi.) Býur Hadads kongs í Edom. 1. Krøn. 1,50.
Palal(hebr. Hann (Gud) dømir.) „Palal, sonur Uzzi, arbeiddi frá staðnum beint yvir av horninum og torninum, ið gongur út úr hinari ovaru kongshøllini við fangahúsgarðin. Neh. 3,25.
PalestinaSunnasti parturin av Sýrlandi. Landamarkini eru mangan broytt. Vit kunnu tó seta norðurmarkið sunnan fyri Hermonsfjall, eysturmarkið móti sýrlendsku-arabisku oyðimørkini og sunnaru helvt av Deyðahavinum, suðurmarkið við ánna Arnon og vestureftir frá suðurenda Deyðahavs. Vesturmarkið er Miðjarðarhavið. Palestina er gr. snið av hebr. Peleschet, Filistaralandið. Við navnið Kána’an í Gamla Testamenti hugsa vit mest um landið vestan fyri Jordan. Jødaland er veruliga Judaland, men í Nýggja Testamenti hava vit navnið Judea (gr. snið) eisini um alt Palestina. Luk. 1,5; 6,17; 7,17. „Hitt heilaga landið“ er navn, sum gjørdist vanligt millum kristin. Zak. 2,16. Palestina er lítið land. Vestan fyri Jordan er tað bert 24000 km². Tað er mest fjallaland, 700 til 1000 m yvir havinum. Hetta hálendið gongur úr suðri og norðureftir gjøgnum vesturjordanska landið. Fjøllini eru av kálksteini, sum er ógvuliga moyrur, og vatn lekur ígjøgnum. Har eru mongdir av holum og nógvar keldur. Landið eystan fyri Jordan er høgt land, sum hellir eystureftir móti oyðimørkini. Millum hesi hálendi er djúp lægd líka úr Orontes í Sýrlandi niður til Akabavíkina við Reyðahavið. Norðast er Genezaretsvatnið, um 208 mtr. lægri enn havið, Jordandalurin og Deyðahavið 392 mtr. lægri enn havið. Hetta er djúpasta lægd á jørðini. Deyðahavið er um 80 km langt, og so nógv salt er í vatninum, at einki livir í tí, og við strendurnar er einki lív (Sodoma- og Gomorraland). 1. Mós. 13,10–13. Størsta slættlendið er strondin við Miðjarðarhavið við góðari jørð, Filistaralandið og Saronsfløtan, men hin alrastørsta fløtan er Jisre’elsfløtan úr strondini norðan fyri Karmel og inneftir til Tabor, Lítla Hermon og Gileadsfjøllini.
      Í Oyðimørkini eystan fyri Jordan síggjast toftir av býum, sum siga frá fornum døgum, tá landið var tiltikið gott. 2. Mós. 3,8. Best er Galilea við fløtum og dølum millum fjøllini. Her er eisini fiskivatnið Genezaretsvatn. Landið varð býtt sundur millum 12 ættir Ísraels. Seinni, ár 930 f.Kr., varð tað býtt í tvey, Ísraelsríki og Judaríki; eisini rópt Norðurríkið og Suðurríkið. Á døgum Krists verður tað nevnt í 4 pørtum: Judea, Samaria, Galilea og Perea. Til Juda-Samaria verður strondin við Filistaralandið roknað. Her eru býirnir Kesarea, Joppe (Jaffa) filistarabýirnir Asdod, Askalon og Gaza. Býir í sjálvum Judea eru Jerúsalem, Betlehem, Jeriko, Hebron og Betel. Í Samaria hevði høvuðsstaðurin sama navn, og so Sikem og Silo. Galilea hevði eina mongd av býum og bygdum. Josefus sigur, at teir vóru 204. Her eru Nazaret, Kana, Nain, En-Dor og við Genezeretsvatnið Tiberius og Kapernaum. Tá talan er um Perea, hugsa vit mest um landið eystan fyri Jordan, frá Móab til ánna Jarmuk. Hetta landið æt Gilead í Gamla Testamenti. Har eru býirnir Pella, Jabesj og Ramot, ið nú eitur Amman.
Pallu(hebr. framúrskarandi.) Annar, ið nevndur er av sonum Rubens. Í 4. Mós. 26,5 stendur: „Frá Pallu pallu’itaættin.“
Palti(hebr. bjargaður.) Ein av teimum, ið Móses sendi úr Paransoyðimørk inn í landið til at kanna tað. 4. Mós. 13,9: „Av ætt Benjamins Palti, sonur Rafu.“
Paltiel(hebr. Gud bjargar.) 4. Mós. 34,17: „Hetta eru nøvn mannanna, ið skulu skifta landið millum tykkara.“ V. 26: „Av ætt Issakarita ein høvdingi, Paltiel, sonur Azzan.“
   2. Maðurin, sum Saul kongur læt fáa Mikal, konu Dávids. 1. Sám. 25,44. Seinni mátti hann lata hana aftur. 2. Sám. 3,14–16. Stundum stavað Palti.
Paltitur(hebr. úr Bet-Pelet.) Tilnavn givið Helez, sum var ein av fremstu køppum Dávids. 2. Sám. 23,26.
Pamfýlia(gr. av hvørjari ætt.) Landspartur á suðurstrond Lítla Asia, Áp. 27,5, millum Kilikia í eystri og Lýkia í vestri. Norðureftir var tað fjallaland. Fólkið var blandað: Kilikiarar, fønikiarar og grikkar. Teir livdu mest av at sigla. Høvuðsstaðurin æt Perge. Paulus og Barnabas kunngjørdu orðið har. Áp. 13,13; 14,24. Fólk úr Pamfýlia vóru hjástødd á hvítusunnuni í Jerúsalem. Áp. 2,10.
Para(hebr. Hapara, ungneytið – Gesenius.) Ein av býunum, ið lutaðist ætt benjaminita eftir slektum hennara. Josva 18,21.23.
ParadísUpprunaliga persiskt orð, sum merkir stórur urtagarður ella viðalund. Í Gamla Testamenti er tað umsett, Hás. 4,13: „Tú veksur upp sum lund av granateplatrøum við dýrum ávøksti, syprisblómum og nardusplantum.“ Før. aut. hevur: „Gróðurangar tínir eru garðar við granattrøum, ið bera dýrmætan ávøkst: kofer“ (hetta er hugtakandi); Præd. 2,5: „urtagarður“; Neh. 2,8: „skógir“. Septuaginta; t.e. Gamla Testamenti á grikskum máli, nevnir urtagarðin Eden, 1. Mós. 2,15: „paradís“.
      Soleiðis nevnir Harrin Jesus staðið, har Hann, meðan hann hekk á krossinum, beyð einum iðrandi ránsmanni at vera saman við sær. Spurningurin er ikki: „Hvar er tað“ ella „Hvussu er har“, men tað, sum er svarið til alt hetta: „Harrin Jesus er har.“
Paran(hebr. kullut.) Høgt, oyðið land norðan fyri Sinai og vestan fyri Edom. Tá ísraelsfólk fóru frá Sinai, komu tey til Paransoyðimørk, 4. Mós. 10,12. Haðani sendi Móses njósnarar inn í Kána’an. 4. Mós. 13,3.
   2. Paran í 1. Sám. 25,1 man meinast við oyðimørkina við Maon, v. 2 og 7.
Parbar(Navn av óvissum uppruna. Kanska sólhús. Onkur umsetari sigur: forstaður.) Partur av Jerúsalem í sambandi við templið. Í 2. Kong. 23,11 kallað Parvarjim, og í 1. Krøn. 26,18 Parbar.
Parmasjta(persiskt: hin ovasti.) Hin sjeyndi, ið nevndur er av sonum Hamans, sum jødarnir drópu í borgini Susan. Ester 9,9.
Parmenas(áhaldandi, varandi.) Ein av hinum sjey, sum samkoman valdi at røkja ávíst starv. Áps. 6,5.
Parnak(hebr. vitigur.) Ein av teimum, sum skuldu skifta landið millum ættir Ísraels, av ætt zebulonita, ein høvdingi, Elizafan, sonur Parnak. 4. Mós. 34,25.
Parosj(hebr. flýddur.) Eftirkomarar Parosj, 2172, vóru millum teirra, sum komu heim úr útlegdini í fylgi við Zerubbabel og teimum. Ezra 2,3; Neh. 7,8. Eisini roknar Ezra upp nógvar, sum fylgdust heim við honum; m.a. av eftirkomarum Parosj, sum til høvuðsmann høvdu ein Zakarja; teir vóru 150 mans. Ezra 8,3. Av teimum vóru eisini nakrir, sum høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,25. Í Neh. 3,25 er sagt frá, at millum teirra, sum arbeiddu upp á múrin, var Pedaja, sonur Parosj.
Parpar(úr arab. farfar, skjótur, skundur.) „Eru ikki Abana og Parpar, áirnar við Damaskus, betri enn øll vøtn í Ísrael!“ Les 2. Kong. 5,1 til 27.
Parsandata(persiskt, forvitin.) Hin elsti av sonum Hamans, sum jødarnir drópu í borgini Susan. Ester 9,7.
PartarFólk, ið eru nevnd millum tey mongu, sum vóru stødd í Jerúsalem hvítusunnudagin, tá Andin kom til jarðar. Áps. 2,1–9. Tey búðu í norðara Persia (Iran).
Parua(hebr. vaksandi, grógvandi.) Faðir Jósafat, sum var fúti Sálomos í Issakar. 1. Kong. 4,17.
ParvajimOrð, sum bara stendur hesa einu ferðina. 2. Krøn. 3,6: „Hann (Sálomo) prýddi høllina við dýrum steinum. Gullið var parvajimgull.“ Teir, sum kønir eru í hesum, halda, at ikki er meint við nakað serstakt land, men heldur sagt í rúmari týdningi, sum tá vit siga t.d. „í eysturlondum“, o.a.
Pasak(hebr. sum býtir út ella haltar.) Elsti sonur Jaflet, av ætt Asers. 1. Krøn. 7,33.
Pas-Dammim= Efes-Dammim, q.v. 1. Krøn. 11,13.
Pasea(hebr. lamin.) Í 1. Krøn. 4,12. Ein av sonum Estons. Teir eru nevndir „rekamenn“. Staðið „Reka“ í Juda er annars ókent.
Pasjur(egyptiskt: fríur.) „Táið Pasjhur, sonur Immer, presturin, sum var yvirumsjónarmaður í húsi HARRANS, hoyrdi Jeremias profetera hetta (hygg kap. 19,15), sló Pasjhur Jeremias profet og setti hann í stokkin í Ovara Benjaminsportri í húsi HARRANS“. Jer. 20,1–2. Les eisini v. 3–6.
   2. Sonur Malkia, ein annar prestur. Jer. 38,1.
   3. Faðir Gedalja. Jer. 38,1.
Patara(gr. týdn. óvissur.) Havnarpláss, har Paulus og teir skiftu skip á triðju trúboðanarferð hansara. Áps. 21,1–2. Plássið var á strondini á Lýkia, týðandi staður, og har búði nógv fólk á døgum Paulusar. Toftirnar eru forvitnisligar. Enn er at síggja skrift, sum staðið hevur uppi yvir einum portri: „Patara, høvuðsstaður lýkiara.“
PatmosLítil klettaoyggj, sum telist upp í oyggjaflokkin „Sporadurnar“ í sjónum, sum nevndur verður „Egearahavið“. Hon er bert 40 km² til støddar. Vit lesa í Opinb. 1,9: „Eg, Jóhannes, sum eri bróðir tykkara og havi lut við tykkum í trongdini, ríkinum og tolinum í Jesusi, var í oynni, sum kallast Patmos.“ Hetta var á døgum Domitians keisara. Her fekk hann opinberingarnar, sum hann skrivaði í bókina, sum hann kallar „Opinbering Jesu Krists“. Les Op. 1,1, og best er at halda fram til kap. 22,21.
Patrobas(gr. Patrobios, sum gongur í sporum faðirsins.) Ein av teimum, sum Paulus letur heilsa. Róm. 16,14.
Patros(egyptiskt suðurland) Navn á „ovara“ Egyptalandi. Eyðkennisnavn til at gera greitt, hvønn part av Egyptalandi, talan er um. Es. 11,11; Jer. 44,1; 44,15; Ez. 30,14.
PatrusarÍbúgvar í Patros. 1. Mós. 10,14; 1. Krøn. 1,12.
Pa’u(týdn. sum Pa’i.) Høvuðsstaður Hadads kongs í Edom. 1. Mós. 36,39; 1. Krøn. 1,50. Pa’i, q.v.
PaulusTað, vit vita um Paulus, er frá brøvum hansara og Ápostlasøguni. Hann varð føddur í Tarsus, sum var høvuðsstaður í landspartinum Kilikia í Lítla Asia. Valabýur og grikskur burturav. Paulus varð føddur ikki langt eftir føðing Krists. Av jødiskari ætt, Róm. 11,1; Fil. 3,5, men faðirin var rómverskur borgari, og Paulus arvaði borgararættin. Áps. 22,25. Hetta og okkurt annað sigur frá, at heimið var væl fyri og helt sambandið við jødadómin í Palestina uppi. Annars blandaði mangur av teimum, ið búðu uttanlands, seg við fólkini, tey búðu ímillum. Tey talaðu hebraiska (árameiska) málið, og tí dugdi Paulus tað málið eisini, afturat grikskum. Áps. 21,40. Í heiminum ráddi andi og læra fariseara við sínum trúskapi móti lógini. Áps. 23,6; 26,5; Fil. 3,5. Afturat jødiska navni sínum Saul hevði hann eisini sítt rómverska tilnavn Paulus. Hann fekk stranga jødiska uppvenjing og útbúgving. Ætlanin hevur verið, at hann skuldi gerast skriftlærdur, rabbinari. Hesum hevur hann eisini tráað eftir. Hann varð so sendur til Jerúsalems, helst á tólv ára aldri, at læra hjá tiltikna læraranum, hinum vísa rabbi Gamaliel. Afturat hesi læruni skuldu teir eisini læra eitt handverk. Paulus arbeiddi við at gera tjøld. Áp. 18,3. Hetta var høgt í metum í Tarsus. Hvussu íðin hann var fyri lógini og lærdómum jødanna, hygg Gal. 1,14. Um Paulus hevur hoyrt ella sæð Jesus í Jerúsalem, er einki sagt um. Eftir øllum at døma er líkt til, at tað fyrsta, hann fekk at hoyra um kristnitrúgv, var frá Stefanusi. Hann gjørdist miskunnarleysur mótstøðumaður móti teimum, sum játtaðu trúgv á Harran Jesus, og tók upp á seg stórt arbeiði til at fáa ruddað hetta av vegnum. Áp. 8,3; 9,1; 22,4; 26,10 o.s.fr. Paulus var veruliga leiðari í stríðnum móti teimum kristnu, og í hesum ørindum er hann á veg til Damaskus at samskipa atsóknina móti teimum. Tá hendi hetta, sum broytti Paulus frá at vera fíggindi Krists til at verða „Trælur Krists“. Hann gjørdist hin fyrsti og størsti trúboðarin. Hesum sigur Paulus frá fleiri ferðir: Áp. 22,6–11; Gal. 1,16; Áp. 26,12–18; 1. Kor. 15,8; og Lukas gevur okkum alla søguna í Áp. 9,1–8. Allar frásagnirnar samsvara í tí, at Paulus ta ferðina fekk opinbering frá Harranum Jesusi sjálvum. Gud opinberaði Son Sín í honum. Gal. 1,11–16; 1. Kor. 9,1: Hann sá Jesus, Harran, 15,8; Efes. 3,3. Hann varð sannførdur um, at hin krossfesti Jesus var Messias, „Sonur Guds, sum eftir holdinum er komin av ætt Dávids, og sum eftir Anda heilagleikans er við kraft prógvaður at vera Sonur Guds við uppreisn frá hinum deyðu – Jesus Kristus, Harra okkara“. Róm. 1,4. Tað, at hann lærdi hetta at kenna, varð avgjørdur dómur yvir alla fortíð hansara undir lógini og samstundis yvir jødadómin sum frelsuveg. Samstundis gav tað vissu um náði Guds og fyrigeving. Honum, „hinum størsta av syndarunum“, atsóknarmanninum, hevði Harrin í náði tikið sær av, gjørt leysan undan trælakorum og givið anda barnarættarins í staðin. Róm. 8,15; 1. Tim. 1,15. Hann kom í lívssamfelag við hin krossfesta og upprisna Frelsaran, loystur undan lóg syndarinnar og deyðans. Róm. 5,1; 8,1 o.s.fr.; 2. Kor. 4,5; 5,17; Ef. 1,3; 2,6; Kol. 1,13. Opinberingin kallaði hann eisini til ápostul og trúboðara millum heidningarnar. Var lógin sum frelsuvegur avtikin við Kristi, so galt jú frelsan fyri øll. Golgataverkið var vorðið ein sáttargerð, sum galt allan heimin, og til at kunngera hetta hevði hin livandi Kristus sjálvur kallað Paulus. Hetta varð hann settur til at kunngera millum fólk av øllum ættum og tungumálum. Áps. 9,15; 22,15; 26,16; Róm. 1,5 og 16; 15,16; 2. Kor. 5,19; Gal. 1,16; Ef. 3,8. Lív Paulusar frá umvending hansara, til hann verður sendur sum fangi til Róm, lesa vit um í Ápostlasøguni og brøvunum. Eftir umvending sína var hann í Damaskus og Arabia í trý ár, so arbeiddi hann í 14 ár í Sýrlandi og Kilikia. Tey næstu 6–7 árini var hann sínar longu ferðir í trúboðanarvirki sínum. Tá hann eftir triðju ferðina vitjaði í Jerúsalem, varð hann tikin og sat í fongsli í Kesarea. So varð hann førdur til Róm og sat fastur har í tey ár.
      Les gjølla, hvat Lukas nú skrivar um ferðina til Róm, í Áps. 27,1 til 28,31. Stutt og greið frásøgn. Hann, sum skrivar, er við sjálvur. Óendaliga mangt annað kundi verið at sagt um Paulusar virki, men hin søguliga síðan endar her. Hann var fangi har í Róm, men „Hann … lærdi um Harran Jesus við øllum dirvi, óhindraður“.
Pedael(hebr. Gud varðveitir ella loysir.) Sonur Ammihud, høvdingi í Naftali. Hann var ein av teimum, sum settir vórðu til at skifta landið millum ættirnar. 4. Mós. 34,17.28.
Pedaja(hebr. HARRIN varðveitir ella loysir.) Abbi Jójakims kongs. 2. Kong. 23,36.
Pedazur(hebr. kletturin varðveitir.) Faðir ættarhøvdingan Gamliel í Manasse. 4. Mós. 1,10; 2,20; 7,54.59; 10,23.
Peka(hebr. sum sær ella vakir. Kann lesast: Gud hevur latið upp eygu hansara.) Hin átjandi av kongunum í Ísrael. Vit lesa um, at hann var høvuðsmaður Pekaia kongs í Ísrael, men í 2. Kong. 15,24 stendur um Pekaja kong í Ísrael, at hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS. Í v. 25: „Men høvuðsmaður hansara Peka, sonur Remalja, fekk í lag samansvørjing móti honum og drap hann í borg kongshallarinnar í Samaria.“
Pekaja(hebr. HARRIN hevur latið upp eygu hansara.) Hin seytjandi av kongum Ísraels. Skrivað er um hann undir navninum Peka, q.v. 2. Kong. 15,22.
Pekod(hebr. vitjan, revsing.) Sterk árameisk ætt, kallað Preqredu. Hon helt til á slættlendinum eystan fyri Tigris. Á døgum Ezekiels var hon partur av ríki kaldeara. Jer. 50,21; Ezek. 23,23.
Pelaja(hebr. HARRIN ger til merkismann.) Ein av sonum Eljoenai, av ætt Dávids. 1. Krøn. 3,24.
Pelalja(hebr. sum HARRIN dømir ella er verji hjá.) Neh. 11,12. Ein av prestunum, sum roknaðir eru upp í Neh. 11,11–12.
Pelatja(hebr. sum HARRIN loysir.) Ein sonur Hananja, av ætt Dávids. 1. Krøn. 3,21.
   2. Ein av oddamonnunum av símeonitum, sum fóru til Se’irsfjøll. 1. Krøn. 4,42.
   3. Ein høvdingi, sum skrivaði undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,22.
   4. Les Ezek. 11,1–12. Harrin talar dómsorð gjøgnum profetin, og frá v. 13: „Men sum eg profeteraði so, tá doyði Pelatja, sonur Benaja. Tá fall eg á andlit mítt og rópti hart: Á, Harri HARRI! Fert tú heilt at gera enda á tí, sum eftir er av Ísrael?“
Peleg(hebr. býti, skifti.) Sonur Eber og fjórði maður frá Sem. Bróðir hansara æt Joktan og sonur hansara æt Re’u. 1. Mós. 10,25; 11,16–19; Luk. 3,35; 1. Krøn. 1,25.
Pelet(hebr. skundur.) 4. Mós. 16,1: „Men Kora, sonur Jizhar, son Kahat, son Levi, hann og Datan og Abiram, synir Eliab, og On, sonur Pelet, av ætt Rubens, fingu ein flokk við sær.“
   2. 1. Krøn. 2,33: „Synir Jónatan vóru Pelet og Zaza.“
   3. Øðrvísi stavað: (hebr. bjarging.) Sonur Jedai, av ætt Kalebs. 1. Krøn. 2,47.
   4. Ein av teimum, sum komu til Dávid í Zikla, Jezuel og Pelet, synir Azmavet. 1. Krøn. 12,3.
Peniel(Eisini stavað Penuel. Hebr. ásjón Guds.) Navnið á staðnum, har Jákup bardist við Gud. 1. Mós. 32,24–32. Í v. 30 „Peniel“. Beint, hvar staðið var, er ikki kent. Tað er ikki langt frá Sukkot, eystan fyri Jordan og norðan fyri Jabbok. Menninir í Penuel vóru ikki lagaligir við Gideon, tá hann elti midjanitarnar eystur um ánna. Les Dóm. 8,5–10. Lesið so kap. 8 at enda.
   2. Sonur Hur og abbasonur Juda. Faðir, t.e. stovnsetari Gedors. 1. Krøn. 4,4.
   3. 1. Krøn. 8,25: „Jifdeja og Peniel vóru synir Sjasjak.“
Peninna(hebr. koraldýr ella perla.) Kona efra’imitin Elkana. Hann var faðir Sámuel. Hin konan æt Hanna og var móðir Sámuel. 1. Sám. 1,2.
Peor(hebr. gjógv.) Fjall í Móabslandi. Upp á toppin har fekk Balak profetin Bileam við sær til at banna fólki Ísraels, sum kundi síggjast haðani av fjallinum, meðan tey hildu til í oyðimørkini. HARRIN forðaði honum í at banna teimum og vendi bannið til signing. Les 4. Mós. 23,1–30 og kap. 24,1–25. Ba’al Peor, q.v.
Peresj(hebr. fráskildur.) Sonur Makir, sum var sonur Manasse. 1. Krøn. 7,16.
Perez(hebr. brot.) Tvíburabróðir Zera, son Tamar við Juda. 1. Mós. 38,29; Matt. 1,3.
Perez-Uzza(hebr. brot Uzza.) Staðið, har Uzza doyði, tí hann tók í ørk Guds. Les 2. Sám. 6,1–10. Vit lesa í v. 8, at „Dávid var illa við“. So lesa vit í v. 9: „Dávid var gripin av ræðslu fyri HARRANUM tann dagin og segði: Hvussu skal ørk HARRANS kunna koma inn hjá mær!“ Dávid og fólkið høvdu gloymt orð Guds, sum segði, at eingin mátti nerta ørkina uttan levitarnir, og at hon skuldi verða borin og ikki koyrd. Um 31 km frá staðnum, har Kirjat Jearim lá við vegin til Jerúsalem, er lítil bygd, sum enn verður kallað Kirbet-el uz, t.e. Toftir Uzza. Her, halda menn, at staðið mundi vera.
PergamusBýur í Mýsia í Lítla Asia. Um 3 km norðan fyri ánna „Bakyrtchai“, sum í gomlum døgum æt „Caicus“ og um 32 km frá havinum. Býurin átti ómetaligt bókasavn við tvey hundrað túsund eintøkum. Antonius tók tað alt til Egyptalands til Kleopatru. Har í býnum funnu teir uppá at gera tilfar at skriva á úr skinni. Hetta varð kallað „Pergament“ eftir staðnum har. Hann var høvuðsstaður í rómverska hjálandinum Asia frá ár 133 f.Kr. Har var viðgitið tempul fyri gudi læknakynstursins „Eskulap“. Samkoma var í Pergamus, og til hana skrivar Jóhannes, Op. 2,12–13: „Hetta sigur Hann, sum hevur hitt tvíeggjaða, hvassa svørð: Eg veit, hvar tú býrt – har, sum hásæti Satans er – og tú heldur fast við navn Mítt; og táið Antipas var trúfasta vitni Mítt – hann, ið dripin varð hjá tykkum, har Satan býr – enntá á teimum døgum avnoktaði tú ikki trúgv Mína.“
PergeHøvuðsstaður í Pamfýlia í Lítla Asia. Hann lá við ánna Cestrus, um 13 km frá strondini. Paulus vitjaði har á fyrstu ferð síni. Áp. 13,13–14. Turkar kalla staðið nú Eski-Kalesi. Perge var tiltikið fyri avgudadýrkan sína. Artemis (Diana) tempul hennara stóð á heyggi uttan fyri býin.
Perida(hebr. skilnaður.) Ein av eftirkomarum tænara Sálomos. Neh. 7,57.
Perizitar(hebr. frá bygdunum.) Ætt, sum nevnd er í mongum støðum, men um uppruna er ikki greitt frá. Nevnd í sambandi við kána’anitar í 1. Mós. 13,7. Í Dóm. 1,4–5 halda teir til í landinum, sum ætlað varð Juda, o.s.fr.
Persia(Elam q.v.) Navnið Persia „Faras“ ljóðar sum orðið, ið nýtt er fyri at bróta, býta og klúgva. Hygg Dán. 5,28 „peres“. Hetta var upprunaliga bert eitt lítið fjallaland eystarlaga í Iran. Har búðu fólkasløg av indo-evropeiskum (ariskum) uppruna. Stýrt sum kongaríki. Eina tíð var tað partur av Media, q.v., men um ár 550 f.Kr. eydnaðist Kýrusi kongi at vinna á harrum sínum og eisini at víðka harraveldi sítt í grannalondunum. Hann kom í samband við hin máttmikla kaldeiska prestaskapin, og við hjálp haðani eydnaðist honum í árinum 539 f.Kr. at taka Bábylon og koyra valdsharraættina har úr hásætinum.
      Eftir tað var Persia stórveldi. Landið, vit kenna sum Judaríki, var vorðið hjáland hjá Persia, sum sæst í bókum Ezra og Nehemiasar. Les Ezra 2,1 og viðm. Tá landið var størst, var tað alt økið millum Miðjarðarhavið, Svartahavið og Kaspiska havið og til ánna Indus. Haðani fram við Indiska Havinum og Arabia. Hetta óføra ríki var býtt sundur í 20 stórar partar, sum vórðu býttir sundur í smærri øki. Tey vóru 127. Ester 1,1; 3,12; 8,9. Kongarnir búðu í ovurfínum borgum í Ekbatana, Susa og Bábylon. Ester 1,5; 8,15; Neh. 1,1; Dán. 8,2. Teir høvdu myndugleika oman fyri øll mark. Ester 1,19; 8,8; Dán. 6,9.16. Ezra nevnir í 7,14, at kongurin hevði sjey ráðgevarar, og í Ester 1,10.12 og 6,14 verða sjey hirðmenn umrøddir. Hesir eru tó kanska teir somu. Í átrúna persara er at finna ein hugmynd um ein komandi Messias (Saoshyant).
      Kendastu kongarnir eru Kýrus 550–529 f.Kr.; Kambysses 529–522 f.Kr. Hann tók eisini Egyptaland; Darius Hystaspessan, 521–485 f.Kr., Xerxes I, 485–465 f.Kr., Artaxerxes, 1464–424 f.Kr., honum var tað, Nehemias tænti hjá. Neh. 2,1; Darius II Nothus, 423–404 f.Kr.; Artaxerxes II Mneman, 404–358, og Artaxerxes III Ochus, 358–335 f.Kr. Hann vann á Egyptalandi, sum tá í 65 ár hevði rátt sær sjálvum. Hann og eftirmaður hansara vórðu myrdir. Hetta gjørdi herovasti hansara og setti Darius III Kondamanus í hásætið 335–330 f.Kr., sum Aleksander hin Stóri vann sigur á. Persia hevði tó framvegis eina góða tíð í felagsskapi við partarum, q.v., tí ein persisk ætt, „sassanidarnir“, ráddu har 261–651 e.Kr., til teir vórðu rendir um koll av muhamedsmonnum, men í 1499 e.Kr. gjørdist Persia aftur egið ríki.
Persis(gr. úr Persia.) Kristin kvinna í Róm, sum Paulus letur heilsa, Róm. 16,12.
Peruda(hebr. skilnaður.) Sama navnið, sum í Neh. 7,57 er stavað Perida. Ezra 2,55.
Petaja(hebr. HARRIN letur upp.) Høvdingi, sum við skifti í embætisflokkar átjandi lutur fall á. 1. Krøn. 24,16.
   2. Ein av levitunum, sum savnaðir vórðu til at játta synd fólksins eftir heimkomuna úr Bábel. Neh. 9,5.
Petor(navn av fjarum uppruna. Útbreiðsla, boð, kanska týðing, útlegging.) Staðið man hava verið sæti fyri vísdóm, sum hevur borið orðið fyri at vera spádóms- ella gandakynstur. Bileam, sonur Beor, var haðani. Les um hetta í 4. Mós. 22,1–5. Býurin lá á vestursíðu Eufrats, stutt sunnan fyri býin Karkemis.
Petra(hygg Sela.)
Petuel(hebr. maður Guds.) Faðir Jóel profets. Jóel 1,1.
Pe’ulletai(hebr. HARRIN virkar ella løn HARRANS.) Hin áttandi, ið nevndur er av sonum Obed-Edoms. 1. Krøn. 26,4.5.
Piheset(egypt. hús (gudinnunnar) Bast.). Á grikskum kallað Boubastos. Á egyptiskum eisini Pi-Pasht. Stað ella hús Pashts. Hetta var ein gudinna egypta, myndað við kettuhøvdi. Diana hjá egyptum, sum plássið varð kallað eftir. Har varð hon dýrkað og tilbiðin í ovurføgrum templi. Persarar oyðiløgdu tað og brutu múrarnar niður, og tí er staðið mest sum horvið. Har finnast bert nakrar toftir, sum enn hava navnið Tell Basta.
      Ezekiel 30,17 spáar, at ungu krígsmenn Pibesets skulu falla fyri svørði og fólkið verða burturflutt.
Pi-Hakirot(hebr. graslendi, sevlendi.) 2. Mós. 14,2: „Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu venda við og gera steðg framman fyri Pi-Hakirot, millum Migdol og havið, beint yvir av Ba’al-Zefon; har skulu tit gera steðg, við havið –“ Júst, hvar staðið er, kann ikki sigast við vissu.
Pikol(hebr. stórur, sterkur, herleiðari.) Hægsti herleiðari Abimeleks filistakongs í Gerar. 1. Mós. 21,22.32. Um ár 1930 f.Kr.
Pilatus(lat. av „pílum“, t.e. spjót, vápn.) Um ta tíðina, sum Jóhannes doypari og Jesus stigu fram fyri fólkið, var Palestina býtt sundur í 4 landaøki. Luk. 3,1. Eitt av hesum – Samaria og Judea – stýrdu rómverskir landshøvdingar (prokuratorar) árini 4 til 41 e.Kr. Hann, sum vit mest hava hoyrt um, er hin fimti av teimum: Pontius Pilatus, sum ráddi har árini 26 til 36 e.Kr. Navn hansara er so nær bundið at rættarganginum viðv. Jesusi Kristi. Hann helt til í Kesarea, við strondina, men kom til Jerúsalems um hátíðirnar. Tá var almikið av fólki savnað har í býnum. Sum rómverskur embætismaður hevði Pilatus ringt orð á sær. Jødiski skrivarin Filo sigur, at hann var harðrendur og miskunnarleysur. Hann tók ímóti mutri og nýtti allan harðskap.
      Hann tók fólk av døgum uttan lógliga rættargongd. Filo kallar hetta „Endaleysa, ótolandi harðskap hansara“. Eisini Josefus søguskrivari talar um harðskap hansara. Sjálvt um báðir hesir eru jødar og tala jødanna vegna, eru kortini prógvaðar sannroyndir, ið tala fyri, at hetta er ov mikið satt. Hann tykist hava vanvirt fólkið, hann var settur til at stýra, og hevði onga fatan av serskilta trúarlívi teirra. Heldur ikki tjóðskaparligu søgu teirra hevur hann lagt nakað í.
      Skjótt eftir, at hann var komin, læt hann hermenn sínar fara ígjøgnum Jerúsalem, berandi hermerki við mynd av keisaranum. Jødarnir tóku tað sum avbjóðing, at hann vildi føra keisaratilbiðjan inn á heilaga grund. Teir gjørdust ovursintir, tí hinir landshøvdingarnir høvdu ikki viljað sært kenslur teirra við hesum. Pilatus tók til rýmingar, men við miklari hóttan. Í Luk. 13,1 lesa vit um eina av misgerðum hansara móti nøkrum galilearum. Les Luk. 23,1–56 um part Pilatusar í líðingarsøguni. Onkur hevði profeterað, at hinir halgu lutirnir úr templinum skuldu liggja niðurgrivnir á Garizimsfjalli í Samaria. Har var mongd av fólki samankomið. Har hevði Pilatus við monnum sínum verið so miskunnarleysur og harður, at bikarið fleyt yvir. Klaga varð send myndugleikunum, og boð kom eftir Pilatusi, at hann skuldi møta hjá keisaranum. Hann fór til Róm, og eftir hetta veit søgan ikki meir um hann. Alt annað, sum sagt er um hann, er bert søgn. Søgnin sigur, at hann varð koyrdur úr øllum størvum, sendur til Gallia (núverandi Frakland), og at hann doyði á sama hátt sum Judas.
Pildasj(hebr. eldslogi.) Ein sonur Nakors, sum var bróðir Ábrahams við Milku. 1. Mós. 22,22.
Pilha(tilbiðjan.) Ein av høvdingum fólksins, sum skrivaðu undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,24.
Piltai(hebr. HARRIN setir í frælsi.) Ein ættarhøvdingi av teimum, sum komu heim úr Bábylon við Zerubbabel. Neh. 12,17.
Pinehas(spámaður?) Sonur Eleazar prest, sum var sonur Áron. 2. Mós. 6,23.25. Vit lesa í 4. Mós. 25,1–18, at fólk Ísraels var farið at blanda seg við móabsfólk og halda seg til gudar teirra. Vit lesa í Op. 2,14 um, at Bileam lærdi Balak at leggja ástoyt fyri børn Ísraels – at eta avgudaoffur og dríva siðloysi. Balak vildi hava Bileam, q.v., at banna Ísrael. Hetta fekk hann ikki gjørt, tí Gud hevði signað tey. So lesa vit í 4. Mós. 25 um fráfallið í Sittim. Um hetta sigur Harrin í Op. 2,14: „Tú hevur har hjá tær nøkur, ið halda fast við læru Bileams, sum lærdi Balak, q.v., at leggja ástoyt fyri børn Ísraels – at eta avgudaoffur og dríva siðloysi.“ Tá ikki varð loyvt Bileam at banna, tí Gud hevði signað tey, royndi hann ein veg, sum ongantíð miseydnaðist, at fáa tey at blanda seg við fólkini. Tá Pinehas sá, at hesin blandingur var farin at leiða til hjúnalag millum fólkini, tók hann spjót og drap tey. Av hesum ídni hansara steðgaði plágan, men 24 000 mans vóru tá deyðir. Pinehas var høvdingi koraita, sæst av 1. Krøn. 9,20. Tá Eleazar var deyður, gjørdist Pinehas høvuðsprestur, hin triði í røðini. Dóm. 20,28.
   2. Yngri sonur Eli. 1. Sám. 1,3; 4,4.11.17.19; 14,3. Hann fall í bardaganum við filistarar, tá teir tóku ørkina frá ísraelsfólki. Um ár 1050 f.Kr.
   3. Levitur á døgum Ezra. Ezra 8,33. Hetta kann eisini skiljast, sum at hesin Eleazar, ið her er umtalaður, var av eftirkomarum hins kenda Pinehas.
Pinon(hebr. myrkur, málmnám.) Ein av ættarhøvdingum Edoms. 1. Mós. 36,41.
Piraton(hebr. tindur.) Býur í Efra’im. Haðani eru tveir sagdir at vera, og eru teir báðir nevndir peratonitar: Dómarin Abdon, Dóm. 12,13 og Benaja peratonitur. 2. Sám. 23,30; 1. Krøn. 11,31.
Piream(hebr. villur.) Kongur í Jarmut. Hann var ein av teimum, sum Adoni-Zedek sendi boð til, tá hann bað teir koma at hjálpa sær við at vinna Gibeon. Josva 10,3.4.
Pisga(hebr. toppur.) Fjallið Rashes-Siyaghah. Kallað Pisga í 4. Mós. 21,20; 5. Mós. 3,27. Hetta eru hæddirnar á tindutu fjallarøðini Abarim í Jordan (gamla Móab). Ein av toppunum har er fjallið Nebo. Les nú 5. Mós. 34,1–8.
Pisidia(gr. landspartur í Lítla Asia, norðan fyri Pamfýlia.) Paulus vitjaði har tvær ferðir. Les Áp. 13,14; 14,21–24.
Pison(hebr. rennandi.) Ein á, ið rann út úr Eden; hon vatnaði urtagarðin, og síðani skilti hon seg sundur í fýra høvuðsgreinar. 1. Mós. 2,10.
Pispa(hebr. útbreiðsla.) Annar, ið nevndur er av sonum Jeters, úr ætt Asers. 1. Krøn. 7,38.
Pitom(egypt. tykist at merkja: hús (sólgudsins) Tum.) Umtalað í 2. Mós. 1,11: „So settu teir arbeiðsfútar yvir tey, at plága tey við trælaarbeiði. Tey máttu byggja Farao tveir býir at goyma føði í, Pitom og Ra’amses.“
Piton(hebr. sakleysur.) Sonur Mika, sum var sonur Jónatan, son Saul. 1. Krøn. 8,34–35.
PløgilandSagt um støddina á jarðarstykki. So mikið, sum ein oksi kundi pløga ein dag. Es. 5,10.
Pokeret-Hazzebajim(hebr. Pokeret = snara Hazzebajim = skógargeitir.) Ein av tænarum Sálomos, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel. Ezra 2,57; Neh. 7,59.
Pontus(lat. havið.) Landspartur í Lítla Asia. Fram við Havinum Svarta, eystarlaga. Landið er tríggjar ferðir umrøtt í Nýggja Testamenti. Áps. 2,9; 18,2; 1. Pæt. 1,1. Av hesum støðunum sæst, at nógvir jødar vóru har. Bestu tíð sína hevði hetta landið, meðan Mitradates var kongur, ár 120 til 63 f.Kr. Meðan Nero var keisari, varð landið gjørt til hjáland í Rómaríkinum.
Porata(gamalt persiskt ávirkiligur.) Ein av sonum Hamans, sum jødarnir drópu í borgini Susan. Ester 9,8. Um ár 509 f.Kr.
Potifar(egypt. sum Ra (sólgudurin) hevur givið.) Navnið er stytting av Potifera. Hirðmaður Faraos og høvdingi yvir lívvaktini. Hann keypti Jósef frá ísmaelitum. Les 1. Mós. 39,1–23.
Potifera(egypt. sum Ra hevur givið.) Ein egypti, sum var prestur í On (Heliopolis). Dóttir hansara var kona Jósefs. Hon æt Asenat. 1. Mós. 41,45.50; 46,20.
Priska(lat. gomul kona.). 2. Tim. 4,19: „Heilsa Prisku og Akvila og húsi Onesiforusar.“
Priskilla(lat. diminutiv av Priska = lítil, gomul kona.) Kona Akvila, q.v. Áp. 18,2.
Prokurus(gr. leiðari í kóri.) Ein av hinum sjey, sum samkoman valdi eftir boðum frá hinum tólv. Áps. 6,1–6.
PtolemaisBýur við strondina við Miðjarðarhavið. Sami sum Akko, q.v. Áps. 21,7.
Pua(hebr. glitur, ljómi.) Ein ljósmóðir í Egyptalandi. Kongurin bað hana drepa øll dreingjabørn. 2. Mós. 1,15.
   2. Pua: (hebr. blástur ella tala). Næstfyrsti, ið nevndur er av sonum Issakars. 1. Krøn. 7,1.
   3. Faðir dómaran Tola, sonur Dodo av ætt Issakars. Dóm. 10,1.
Publius(gr. avhildin.) Hægsti maður í oynni (Malta). Les Áps. 28,1–10.
Pudens(gr. smæðin.) Kristin maður í Róm, sum saman við øðrum sendir vini teirra, Timoteusi, heilsan. 2. Tim. 4,21. Hetta er einasta ferðin, hann er umrøddur í Bíbliuni. Okkurt annað er skrivað um hann aðrastaðni. Eg dugi ikki á at skyna, um tað er álítandi.
Pul(sterkur (R. Young).) 2. Kong. 15,19: „Pul kongur í Assýria trongdi seg inn í landið; tá læt Menahem Pul fáa 1000 talentir av silvuri, fyri at hann skuldi halda við honum og tryggja kongadømið í hond hansara.“ 1. Krøn. 5,26: „Tá eggjaði Gud Ísraels upp móti teimum anda assýriakonganna Puls og Tiglat-Pilnesers, og hann herleiddi teir.“ Søgugranskarar hava funnið fram til, at Pul og Tilgat-Pilneser var sami maðurin. Upprunanavnið var Pula, men tá hann kom í hásætið, broytti hann navnið og kallaði seg eftir einum eldri tiltiknum sigurharra.
Punon(hebr. málmnám.) 4. Mós. 33,42: „Tey fóru úr Zaimona og gjørdu steðg í Punon. Tey fóru úr Punon og gjørdu steðg í Obot.“ Hetta var á ferðini um oyðimørkina. Staðið var eystan fyri Edomsfjøll; sætið hjá ættarhøvdingum Edoms. 1. Mós. 36,41. Hieronymos (345–420) sigur, at har var „lítil bygd, har dømdir brotsmenn høgdu kopar upp úr jørðini millum Petra og Zoar.“
Pur(hebr. lutur.) Stendur bara í Esterar bók 3,7 og 9,24.26. Les um alt hetta.
PurimHátíðardagur til minnis um ta ferðina, tá Haman ætlaði at týna jødarnar. Ester 9,23–32.
Put(hebr. bogi.) Land, har eftirkomarar Kams búsettust. Josefus heldur, tað man vera Libýa. Aðrir hava hildið onkustaðni eystanfyri í Arabia ella Punt, núv. Somaliland. 1. Krøn. 1,8; Nah. 3,9.
Puteoll(lat. smáar keldur.) Havnarbýur í Kampania í Italia. Paulus vitjaði brøðurnar har á vegnum til Róm. Áps. 28,13–14.
Putiel(hebr. Gud lýsir upp.) Verfaðir Eliazars. 2. Mós. 6,25.
Puva(hebr. muður, tala.) Ein av sonum Issakars. 1. Mós. 46,13.
Pætur(gr. steinur.) Pætur er tann av ápostlunum, sum N.T. sigur okkum mest og skilligast um. Upprunaliga æt hann Símun, og faðir hansara æt Jóhannes ella Jónas. Jóh. 1,43; 21,15; Matt. 16,17. Hann var ættaður úr Betsaida, Jóh. 1,45. Hann búði í Kapernaum, tá hann kom í samband við Jesus. Hann var giftur, og vermóðir hansara búði hjá honum. Saman við bróður sínum Andriasi fiskaði hann á Genezaretsvatninum, og í felagi við teimum vóru eisini synir Zebedeusar, Jákup og Jóhannes. Luk. 5,10. Hann var ikki av teimum, sum teir kallaðu „teir lærdu“. Áp. 4,13: „Táið teir sóu, hvussu hugreystir Pætur og Jóhannes vóru, og dugdu at síggja, at teir vóru ólærdir og leikir menn, undraðust teir. Teir kendu teir aftur, at teir høvdu verið við Jesusi.“ Teir hava so havt besta lærdómin, sum fáast kann. „Teir høvdu verið við Jesusi.“ Jesus gav honum navnið Kefas, áram. klettur, á grikskum Petros. Jóhannesar Evangelium nýtir bæði saman. Jóh. 1,41; 6,8.68; 13,6, o.s.fr. Sjálvt um hann var kallaður upp eftir klettinum, so kundi hann vera ivandi. Matt. 14,30. Kortini er tað hann, ið er leiðarin, ið svarar fyri allar lærisveinarnar, Mark. 8,29; Luk. 12,41. Har nøvn ápostlanna verða roknað upp, er hann altíð fyrstur. Í Gal. 2,9 er hann roknaður sum ein av stuðlunum.
      Í hinum 12 fyrstu kapitlunum í Ápostlasøguni er hann hin leiðandi, men eftir tað er tað mest Paulus, vit lesa um. Paulus talar um Pætur í Gal. 2,7, at Pæturi var litið upp í hendur at tala evangeliið fyri hinum umskornu. Tí, sigur Paulus: „Hann, sum gav Pæturi kraft til ápostlaverk millum hinar umskornu, gav mær kraft til hitt sama millum heidningarnar.“
      Fyrra bræv Pæturs.
   I. Inngangur 1,1–2.
   II. Frelsan – kall hins kristna.
   1) Læran útløgd 1,3–12.
   2) Skyldan útløgd 1,13–25.
   3) Mynstrið framhildið 2,1–10.
   III. Undirbrotligheit – atburður hins kristna.
   1) Lýdni móti yvirvøld 2,11–17.
   2) Lýdni manna millum 2,18–25.
   3) Lýdni heima 3,1–12.
   IV. Líðing – uppvenjing hins kristna.
   1) Atferð í heiminum 3,13–4,6.
   2) Atferð í samkomuni 4,7–5,7.
   3) Atferð í tí himmalska 5,8–11.
   V. Endi 5,12–14.
      Seinna bræv Pæturs.
   I. Vøkstur hins kristna.
   1) Føðin 1,1–4.
   2) Framgongd 1,5–11.
   3) Áminning, 1,12–21.
   II. Vandar hins kristna, kap. 2.
   1) Falskir brøður.
   2) Oyðing teirra.
   3) Atferð teirra.
   III. Vón hins kristna.
   1) Væntan Harrans álopin 3,1–4.
   2) Væntan Harrans váttað 3,5–10.
   3) Væntan Harrans venur 3,11 -8.
      Pætur skrivaði brævið um ár 67.