Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Dabbesjet(hebr. kamelkúlur, hæddir.) Býur á markinum í Zebulon. Josva 19,11. Ikki heilt vist hvar.
Daberat(hebr. beiti.) Levitabýur í Issakar. Josva 19,12; 1. Krøn. 6,72; Josva 21,28. Hann var vestan fyri Tabor. Nú Deburik.
Dagon(Ivaleyst diminutiv av dag, t.e. fiskur.) Guddómur, dýrkaður í Mesopotamia frá heilt gomlum tíðum; men síðani vestari eisini. Á myndum vanliga sæddur at hava kropp sum fiskur, men við mannahøvdi og -hondum. Hin bábylonisk-assýriski Dagon er umrøddur í skrift Filo úr Byblos sum gudur fyri fræ, korn og ávøkst. Hetta er meiri sagt um í sýrlendskari skrift frá Ras-Sjamra, har Dagon er settur í samband við jarðyrki og umtalaður sum faðir stóra gudsins Ba’al. Dagon varð ærdur millum gomlu fønikararnar og varð gjørdur tjóðargudur filistara, sum honum til heiðurs bygdu tempul í Asdod, Gaza og aðrastaðni. Býir vórðu kallaðir eftir honum, t.d. Bet-Dagon. Josva 15,41. Hendingar í sambandi við tempul Dagons lesa vit um í Dóm. 16,28–30 viðvíkjandi deyða Samsons, og tá filistarar høvdu tikið ørk Guds frá Ísrael, 1. Sám. 5,1–7, og meir um hetta undir navninum Bet-Sjan, q.v.
Dalfon(hebr. dettandi, fallandi, at dryppa. Er eisini umsett til: „takdropi“. Orðt. 19,13.) Annar nevndi av 10 sonum Hamans, sum jødarnir drópu hin 13. í adar mánaði. Ester 9,7.
Dalila(hebr. glýðra.) Samson, q.v.
DalmanutaStað á vesturstrond Galileavatns. Í Matt. 15,39. Hagar fór Jesus við báti til bygdina Magadan (Magdala). Dalmanuta er nevnt í Mark. 8,10. Plássið er hitt sama, sum nú kallast Áin-el-Baride, t.e. kalda kelda. Staðið, alt sum tað er, kallast nú el-Mejdel, helst sama sum í Josva 19,38 er kallað „Migdal-el“.
DalmatiaLandspartur við eysturstrond Adriatarhavsins 2. Tim. 4,10 „… Titus fór til Dalmatia.“ Paulus sigur í Róm. 15,19, at hann líka til Illýria hevur kunngjørt evangelium Kristusar. Dalmatia og Illýria tykjast vera sami landsparturin.
Damaris(tignarlig.) Ein kvinna í Aten. Umvend við talu Paulusar. Áp. 17,34.
DamaskusSigst at vera elsti býurin í Miðeystri. Hann liggur eystan fyri Antilibanon, har Abana sum lívgevari rennur framvið og ger staðið fruktagott. So liggur býurin eisini væl fyri við markið móti oyðimørkini, so ferðsluvegurin eystur og vestur er har framvið. Tríggir vegir fara út úr býnum: Vestureftir (veruliga í útsynning) gongur ein um Galilea móti Egyptalandi. Suðureftir ein til Mekka og eystari ein til Bagdad. Josefus søguskrivari sigur, at tað var Uz, sonur Árams, sum grundaði Damaskus. Fyrstu ferð, hann er nevndur í Bíbliuni, er, tá Ábraham sigur, at elsti trælur hansara var úr Damaskus. Tá áramearar úr Damaskus komu at hjálpa Hadadezer kongi í Zoba, sum Dávid var í kríggj við, feldi Dávid 22.000 av teimum. Dávid setti herfólk í tann partin av Áram, sum hoyrdi undir Damaskus, og áramearar vórðu tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara. 2. Sám. 8,5–6. Á døgum Sálomos gjørdist Resin, q.v., harri í Damaskus. Vit hava lisið um Akaz kong, q.v., at hann bað Tiglat-Pileser í Assýria hjálpa sær móti kongunum í Ísrael og Áram. Fyri hetta gav Akaz honum silvurið og gullið, sum var í húsi HARRANS og í skattkømurum kongshallarinnar. Kongurin í Assýria gjørdi tá, sum hann var biðin; hann fór ímóti Damaskus, tók hann, flutti fólkið burtur til Kir og drap Resin. Damaskus hevði langa tíð um at koma seg aftur. Vit vita ikki, nær hann varð bygdur upp aftur, men Strabon (grikskur landafrøðingur, sum livdi til um 21 e.Kr.) sigur hann vera mætasta býin har á leið í grikkatíðini. Av 2. Kor. 11,32 sæst, at Damaskus hoyrdi til kongadømi Aretasar, q.v. Annars í Nýggja Testamenti lesa vit um Damaskus í sambandi við umvending og tænastu Paulusar, q.v.
Dan(hebr. dómari.) Fimti sonur Jákups og fyrsti hjá Bilhu, trælkvinnu Rakular. 1. Mós. 30,6.
      Ætt Dans: Bert ein er nevndur sonur Dan, hann æt Husjim, 1. Mós. 46,23. Tá fólkið fór út úr Egyptalandi, vóru tey 62.700 í tali frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn.
      Í seinnu teljingini vóru teir 64.400. Næsthægstir í tali, sum fyrru ferð. Á ferðini var tilhald teirra við norðursíðu tabelnakulsins saman við Aser og Naftali. Kendur maður í ætt Dans var Oholiab, sonur Ahisamak. Hann var hjálparmaður Bezalels, son Ur. 2. Mós. 31,1–6. Dan var hin seinasti at fáa sín part av landinum, og partur hansara var hin minsti, men har var fruktagott, og so var nakað av sjóvarstrond. Okkurt hava teir havt við sjógvin at gera, tí í Dóm. 5,17 er sagt: „Og Dan – hví dvøldi hann við skipini?“ Vit lesa meir um ættina í Dóm. 18.
      Dan til Be’ersjeba: 1. Sám 3,20 o.a. Orðafelli, ið týðir: „Frá norðast til sunnast í landinum.“
      Dans tilhald: Vestan fyri Kirjat-Jearim. Les Dóm. 18,12.
Dániel(hebr. Gud er dómari mín.) Sonur Dávid við Abigajil. 1. Krøn. 3,1. Í 2. Sám. 3,3 er hann kallaður Kilab.
   2. Hin kendi profeturin og tænarin í kongshøll Bábylons. Einki er sagt um foreldur ella ætt hansara, men, sum sæst av Dán. 1,3, var hann annaðhvørt av kongsætt ella av høvdingaætt. Hann varð ungur tikin til Bábylon saman við trimum øðrum unglingum: Hananja, Misael og Azarja, tá fólkið varð burturflutt úr Juda, fjórða árið, Jójakim var kongur, ár 604 f.Kr. Dániel og vinir hansara vórðu tiknir til tænarar í kongshøllini og fingu onnur nøvn eftir landsins siði, tá størri broyting gjørdist í umstøðum mansins, og serliga tá broytingin ávirkaði frælsi hansara. 2. Krøn. 23; 24,17. Eftir hetta fekk Dániel navnið Beltsazar. Nú lesa vit alt um hetta í Dániels bók. Hon er stutt – bert 12 kapitlar – men full av lærdómi, kunnleika og viti. Her talar Andin, Guddómurin sjálvur. Ezekiel profetur skrivar so um Dániel: „Orð HARRANS kom til mín, hann segði: Menniskjasonur! Táið land syndar móti Mær og vísir trúloysi, og Eg rætti út hondina móti tí, bróti tí sundur breyðstavin, sendi hungur yvir tað og oyði av tí bæði fólk og fæ – um tá hesir tríggir menn: Nóa, Dániel og Job vóru har í landinum, skuldu teir við rættvísi síni eina fingið bjargað sínum egna lívi – sigur Harrin HARRIN.“ Ezek. 14,12–14.
      Eingin ivi er um, at hetta er profeturin Dániel, hann talar um, tá hann enn var á lívi. Dániel legði seg eftir rættvísi heilt frá ungum árum og var nú gott 30 ár; sjálvur kongur undantikin mundi hann tá vera best kendi maður í landinum.
   3. Prestur av fólki Itamars, sum kom heim úr Bábel við Ezra. Ezra 8,2. Man vera hin sami, sum skrivaði undir sáttmála Nehemiasar. Nehem. 10,6.
Dan-Ja’an(Dan í skógunum.) Óvist er, hvat stað her er talað um. 2. Sám. 24,6.
Danna(hebr. knarr.) Býur í Judafjøllum, um 12 km úr Hebron. Josva 15,49.
DansurEr nevndur í Bíbliuni í mongum støðum. Nú kann vera, at eysturlendingar eru skjótari enn vit til at vísa kenslur sínar við kvikligum viðbrøgdum, men eisini vit taka til „at dansa av gleði“, sjálvt um vit við tí ikki meina við spælið, sum vit nevna dansur. Børn dansaðu á gøtuni. Matt. 11,17. Ungar gentur stuttleikaðu sær við dansi. Dóm. 11,34; 21,21. Við hátíðarhald varð dansað. So varð eisini, tá tey gleddust yvir, at sigur var vunnin. 1. Sám. 18,7. Hendi okkurt gleðiligt í húsinum, varð dansur. Luk. 15,25. Fyri tað mesta vóru tað kvinnur, ið dansaðu, viðhvørt eisini menn. Menn og kvinnur dansaðu ongantíð saman. Dansað varð fyri tað mesta úti á markini ella á rúmligum plássum og um dagin. Varð tónleikur nýttur til dans, var tað trumma, floyta og so eisini streingjatól. Viðv. dansi við gudsdýrkan lesa vit, at Dávid dansaði „alt tað hann var mentur“, men hetta dámdi ikki konuni, Mikal, og hon setti at honum fyri hetta. Men hann segði, at tað var fyri ásjón HARRANS, hann dansaði. Vit lesa, at Mikal varð revsað fyri, at hon ikki var hyggin í at fata hetta. 2. Sám. 6.
      Bjargaðir um havið sungu Móses og ísraelsmenn HARRANUM lovsong. 2. Mós. 15. Mirjam tók trummu, og kvinnurnar fylgdu henni eftir við trummu og dansi. V. 21: Mirjam skipaði songin (tó hon var um 92 ár). 2. Mós. 2,47. Móses var 80 ár, tá tey fóru út av Egyptalandi.
      Øll kenna vit søguna um, tá tey dansaðu um gullkálvin, 2. Mós. 32. Í v. 10 lesa vit, at HARRIN sigur við Móses: „Lat nú Meg ráða, so vreiði Mín kann tendrast móti teimum.“ Í v. 21: „Men Móses segði við Áron: Hvat hevur hetta fólk gjørt tær, síðani tú hevur fingið tey at gera so stóra synd.“
      V. 22: „Áron svaraði: Verð ikki illur Harri! Tú veitst sjálvur, at fólkið liggur í tí illa“ (tíðarandin!). Munur er á dansi. Dávid dansaði av gleði fyri ásjón HARRANS. 2. Sám. 6. Dóttir Heródias dansaði eisini. Matt. 14. Men tann dansurin førdi til, at Jóhannes doyparin varð hálshøgdur.
DaraSami sum Darda. 1. Krøn. 2,6.
Darda(hebr. perla vísdóms.) Í 1. Kong. 4,31 stendur, sagt um Sálomo: „Hann var vísari enn øll menniskju – vísari enn Etan Ezra’itur og vísari enn Heman, Kalkol og Darda, synir Mahol; hann var tiltikin millum øll fólkasløg rundanum.“
Darius(Kongur í gamla Persararíkinum.) Darius var vist ikki fólkanavn, men kongsheiti. Darius I var kongur frá 521 til 486 f.Kr., sonur Hystapes. Hann var oddamaður í uppreistrinum móti Gaumata (falska Smerdes), og varð kongur, tá teir høvdu fingið hann av døgum. Hygg Artaxerxes. Hann basti so ymsum uppreistrum, sum vóru íkomnir av hendingini við Smerdes og Kambysses, q.v. Hann víðkaði landamarkið eystureftir, og ár 513 f.Kr. bardist hann við skýttar (teir eru nevndir í Kol. 3,11). Aftaná uppreistur í Lítla Asia ár 500–497 leyp hann á Grikkaland, men tapti við Marathon. Annars dugnaligur kongur. Hann býtti stóra ríki sítt í sjálvstøðugar landspartar og setti har landsstjórar, skipaði peningamál, postverk o.a. Ezra 4,5–24; 5,5–7; 6,1–12.15; Hagg. 1,1; 2,10; Zak. 1,1–7.
      Darius 2. var kongur frá 424 til 404 f.Kr. Á hansara døgum var afturgongd. Egyptaland fór burturúr. Landshøvdingarnir í Lítla Asia løgdu seg út í stríðið millum Sparta og Hellas o.a. Dán. 6,1–2.10.26.29.
      Darius 3. var kongur frá 336 til 330. Hann var hin seinasti av kongunum í gamla Persia. Aleksander Stóri leyp á teir. Darius flýddi til Eysturpersia, har landshøvdingin Bessas tók hann av døgum. Nehem. 12,22.
Darkon(hebr. sum ber ella strevast.) Millum eftirkomarar tænara Sálomos nevnast millum aðrar eftirkomarar Darkons. Ezra 2,56.
Datan(hebr. brunnur.) Sonur Eliab. Var saman við Abiram og On, soni Pelet, av ætt Rubens, við í uppreistri Kora. 4. Mós. 16,1–33.
Dávid(hebr. elskaður ella kanska høvdingi.) Eftir frásøgn í Mari, q.v., brøvunum. Har er sagt um „benjaminitar“, ránsmenn. Orðið fyri „leiðarar“ teirra er dawidum, so kanska er hetta upprunaliga navnið á best kenda kongi Ísraels. Hann varð føddur í Betlehem, yngsti sonur mann, sum æt Ísai. Hann man hava átt 7 eldri brøður. 1. Sám. 16,1; 2. Sám. 5,4; 1. Sám. 16,10. Í dreingjaárunum var hann seyðahirði. Hann hevði góðar og ymiskar gávur. Ein av tænarum Sauls segði um hann: „Eg havi sæð ein son Ísai Betlehemit, sum er kønur at spæla; hann er djarvur maður og bardagamaður, er orðkringur og vakur maður, og HARRIN er við honum.“ 1. Sám. 16,18. Hann var íðin í virki sínum. Einaferð hann vardi seyðin hjá pápanum, hevði hann dripið bæði leyvu og bjørn. Eftir ólýdni Sauls kongs var HARRIN ikki longur við honum, men HARRIN gav illum anda loyvi at plága hann, so at hann varð bæði tunglyntur, øvundsjúkur og fullur av hatri. Boð varð sent eftir Dávidi, og hann spældi so væl fyri Saul kongi, at hann sissaðist. Dávid fór viðhvørt heim aftur frá Saul at røkta smáfæ faðirs síns í Betlehem. 1. Sám. 17,15. Ein dagin, Dávid vitjaði brøður sínar, ið vóru í heri Sauls í bardaga móti filistarum, harmaðist hesin ungi seyðadrongurin, tá hann sá, hvussu ræddur herur Sauls var fyri kappanum Goliat. Andi hansara, sum uppvandur var í felagsskapi við og í áliti á hin livandi Gud, dámdi ikki hetta at hoyra heidningin spotta her hins livandi Guds. Tá hann so hevði felt kappan við sleingibandi og steini, gjørdist hann kendur maður.
      Tað var tá, Saul spurdi um mannin og hvør, ið átti hann. Sama dag tók Saul hann til sín og gav honum ikki loyvi at fara heim aftur til faðir sín. 1. Sám. 18,2. Dávid og Jónatan, sonur Saul, gjørdust nú bestu vinir, men tá sungið varð um Dávid, at hann feldi 10.000 og Saul 1000, kom ilt í Saul, tí hesi orð dámdi honum illa. Frá tí degi hevði Saul ilt eyga á Dávidi. Dagin eftir kom illur andi frá Gudi á Saul, so hann leikaði óður inni í húsinum, meðan Dávid spældi á hørpuni, sum hann hvønn dag var vanur. Saul hevði spjót í hondini, og tað kastaði hann og hugsaði: „Eg skal renna tað gjøgnum Dávid og inn í bróstið.“ Men Dávid hevði seg undan tvær ferðir. Tá fór Saul at ræðast Dávid, við tað at HARRIN var við honum – men frá Saul var hann vikin. Í langa tíð jagstraði Saul Dávid har í landinum, og fleiri ferðir var Dávid Sauli so nær, at hann kundi dripið ella skatt hann, men tað vildi hann ikki. Dávid helt til í hellinum við Adullam. Í fjallalandinum har á leið varð søkt eftir honum, sum var hann eitt villdjór. Vit lesa um tað í 1. Sám. 22. So lesa vit í 1. Sám. 27,1: „Men Dávid hugsaði við sær sjálvum: Eina ferð komi eg nú kortini at lata lív fyri hond Sauls, eg havi einki gott at vænta mær! Eg veit eingi onnur ráð enn at rýma til Filistaraland; so gevur Saul uppat at leita eftir mær allastaðni í Ísraelslandi, og eg sleppi undan hond hansara.“ So er tað, vantrúgvin sleppur framat. Saul og menn hansara høvdu gjølla leitað eftir honum, og HARRIN hevði varðveitt hann í náði síni, men so ein dag, tá álitið ikki er, sum tað var, nú eru eingi ráð uttan at rýma frá øllum. Í okkum býr hetta sama lyndi. Ansa vit ikki eftir, ger tað vart við seg fyrr ella seinni; og royndirnar av hesum kunnu vit ikki vænta betri enn hansara. Nú doyði Saul, og landið kom í brøðrastríð. Dávid spurdi HARRAN, um hann skuldi fara aftur til Juda. HARRIN svaraði: „Ger so!“ Tá spurdi Dávid: „Hvar skal eg fara?“ HARRIN svaraði: „Til Hebron.“ T.e. samfelag. Gleðiligt er, tá tað er í lagi millum Harran og barn hansara. Í 2. Sám. 5 lesa vit, at Dávid verður kongur yvir øllum Ísrael. Hetta argaði filistarar. 2. Sám. 5,17. Teir lupu á, men Dávid vann á teimum.
      Tá nú Dávid sat sum kongur yvir øllum Ísrael, fór hann at spyrja, um nú nakar mundi vera eftir av ætt Sauls. Honum longdist eftir at vísa einum slíkum miskunn fyri Jónatans, besta vinar síns, skuld. Hann fekk nú at vita, at ein sonur Jónatan var á lívi og sendi boð eftir honum. Hesa vøkru søguna lesa vit í 2. Sám. 9,1–13. Av synd og iðran Dávids kunnu vit læra mangt og mikið. Natan profetur við sínum djúpa kunnleika til rættvísi HARRANS og fyrigevandi náði sá, at nú fingu fíggindarnir høvi at spotta. 2. Sám. 12,14. So lesa vit um Urias, henda rætthugsandi stríðsmannin, sum ikki kundi hugsa sær at hava tað hugnaligt heima, meðan hinir høvdu tilhald úti á markini. 2. Sám. 11,11. Dávid mátti eftir hetta líða nógv ilt. Eitt hitt svárasta mundi vera uppreistur Absaloms, q.v. Dávid doyði, tá hann var 70 ár, 2. Sám. 5,4, og varð jarðaður í Dávidsstaði, um ár 960 f.Kr. Eftir heimkomuna úr Bábel var enn stað í Jerúsalem kallað „Dávidsgravir“. Nehem. 3,16.
Debir(hebr. talari, av dabar = tala.) Josva 10,3. Ein av kongunum, sum Adoni-Zedek, kongur í Jerúsalem, sendi boð til og bað um hjálp.
   2. Býur í Juda, um 20 km í útsynning úr Hebron; Josva tók hann fyrst. Josva 10,38. Seinni, tá teir høvdu mist hann, tók Otniel hann aftur. Josva 15,14–17. Kána’anitar kallaðu býin Kirjat-Sefer, sum kann umsetast til „bókabýur“. Nútímans Tel Beit Mirsim. Útgrivin og kannaður frá 1924 og úteftir. Staðið ber prógv um at hava verið bústaður frá um 2200 f.Kr. Av byggiverki og leiríløtum sæst, at fólk var har, til fólkið varð flutt til Bábel, ár 598 f.Kr.
   3. Annað Debir var í ætt Gads, ikki langt frá Mahanajim, Josva 13,26, men kann vera tað sama sum Lo-Debar, q.v.
Debora(hebr. býfluga.) 1. Mós. 35,8: „Nú doyði Debora, dadda Rebekku, og varð jarðað niðan fyri Betel, undir eikini; tí kallaði hann hana grátieikina“ (allon bakut). Debora var farin við teimum heiman frá húsi Betuels.
   2. Kona Lappidot, profetinna, dómari í Ísrael. Dóm. 4: „Men tá Ehud var deyður, gjørdu ísraelsmenn við sama lagi tað, ið ónt var í eygum HARRANS. Tá seldi HARRIN tey í hendur Jabins kongs í Kána’an; kongasæti hansara var í Hazor, og herhøvdingi hansara æt Sisera og búði í Haroset-Haggojim.
      Tá róptu Ísraelsmenn til HARRAN, tí Jabin hevði 900 jarnvagnar, og hann kúgaði Ísraelsmenn í 20 ár, og tað hart.“ Hesa undurfullu søgu lesa vit í Dómarabókini 4,1–24. Deborasongurin, Dóm. 5, er tiltikin. Hann er mettur sera høgt millum bókmentir Ísraels. Ein merkiliga livandi og greidlig frásøgn um hitt harða og barbariska lívið í tólvtu øld f.Kr.
      Hon endar kortini við hesum dýrabaru orðum. Hon talar við HARRAN sín Gud: „… men tey, ið elska Teg, skulu vera sum smyrsl, táið hon kemur upp í megi síni!“ (v. 31.)
Dedan(hebr. lágt.) Sonur Raema, son Kusj, sum var sonur Kam. 1. Mós. 10,7.
   2. Sonur Joksan, sum var sonur Ábraham og Keturu. 1. Mós. 25,3.
Deha(týdn. óvissur.) Eitt av fólkasløgunum, ið roknað eru upp, sum sagt er um, at hin stóri og navngitni Osnappar flutti burtur og læt búgva í býum Samaria og aðrastaðni í landinum hinumegin Ánna. Ezra 4,9.
Dekapolis(gr. tíggju býir.) Landspartur við 10 býum í Norðurgalilea, nær við vatnið. Matt. 4,25; Mark. 5,20; 7,31. Býirnir vóru Skytopolis, Hippos, Gadara, Pella, Filadelfia, Gerasa, Dion, Kanata, Rafhana og Damaskus. Av teimum er nú bert Damaskus eftir, sum kann kallast býur. Teir vórðu upprunaliga bygdir aftan á tíð Aleksanders hins Stóra. Tað vóru eftirmenn hansara, sum grundaðu teir. Rómverjar bygdu teir uppaftur ár 65 f.Kr. Frá teimum høvdu teir ávís serrættindi.
Deker(hebr. vápnasveinur.) Faðir ein av fútum Sálomos. Hann hevði Sja’albim, Bet-Sjemesj og Elon til Bet-Hanan. Ben-Deker, q.v. 1. Kong. 4,9.
Delaja(hebr. sum HARRIN hevur loyst.) Ein av sonum Eljoenai, av kongsættini gjøgnum Zerubbabel, hann er tíggjunda ættarlið undan Kristusi (Strong: Harmony of the gospels). 1. Krøn. 3,24.
   2. Høvd fyri tjúgu og triðja prestaskifti á døgum Dávids. 1. Krøn. 24,18.
   3. Eftirkomarar Delaja, Tobiasar og Nekoda: 652. Og av eftirkomarum prestanna: … Hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; teir vórðu tí sum óreinir stongdir úti frá prestadøminum. Ezra 2,60.62.
   4. Nehem. 6,10: „Táið eg einaferð kom inn hjá Sjemaja, syni Delaja, son Mehetabel, inn í hús hansara – hann helt seg inni júst tá – segði hann: Lat okkum saman fara inn í hús Guds, inn í templið, og síðani steingja tempuldyrnar! Tí teir koma og ætla at drepa teg, ja, teir koma í nátt at drepa teg!“
   5. Ein av høvdingunum, umtalaðir í Jer. 36,12, sum bókrullan við spádómum Jeremiasar varð lisin fyri. Seinni bønaðu teir, hann og aðrir, kongin um ikki at brenna rulluna, men kongurin lurtaði ikki eftir teimum.
Demas(gr. av fólkinum.) Felagi Paulusar ápostuls. Fil. 24. Ein teirra, ið Paulus roknar upp: „ið gera sama verk sum eg.“ Kol. 4,14: „Lukas, læknin, hin elskaði, og Demas lata heilsa tykkum.“ 2. Tim. 4,10: „Tí Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er, og fór til Tessalonika.“ Eftir hetta er einki sagt um Demas.
DemetriusÁp. 19,23: „Um hesa tíðina varð ikki lítil gøla um vegin. Har var silvursmiður, ið æt Demetrius. Hann gjørdi artemistempul av silvuri og veitti smiðunum ikki lítla inntøku. Hann kallaði nú teir saman, somuleiðis arbeiðsmenninar, ið fingust við slíkt, og segði: Tit menn! Tit vita, at av hesum arbeiði hava vit stóru inntøku okkara. Og nú síggja og hoyra tit, at ikki bert í Efesus, men næstan um alt Asia hevur hesin Paulus við yvirtalan síni villleitt stóran hóp, við tað at hann sigur, at tað eru ikki Gudar, teir, ið gjørdir verða við hondum. Nú er ikki bert vandi fyri, at hetta yrki okkara skal verða vanvirt, men eisini, at tempul hinnar stóru gudinnu Artemisar skal verða hildið fyri einki, og at endi skal verða gjørdur á stórleika hennara, sum alt Asia og jarðarríki dýrkar. Táið teir hoyrdu hetta, vórðu teir fullir av vreiði og róptu: Stór er Artemis Efesusmanna. Røringur kom nú í allan staðin“ o.s.fr. Býarskrivarin fekk tá við síni lagaligu talu fólkið at sissast. Artemis kallaðu rómverjar Diana.
Derbe(hebr. baraldur, einiberjatræ.) Lítil býur við fjallið Taurus, um 25 km eystan fyri Lystra. Paulus og Barnabas vunnu mangar lærisveinar har. Áp. 14,6.20; 20,4; 16,1.
De’uel(hebr. Gud veit.) Faðir Eljasaf, sum var høvdingi gadita. 4. Mós 7,42. Í 4. Mós. 2,14 er hann kallaður Re’uel. Stavirnir R og D eru rættiliga líkir í upprunamálinum.
Deyðaangist(gr. agonia.) Lukas 22,44. Hetta orðið stendur bert hesa einu ferðina í Nýggja Testamenti.
Diana= Artemis, hygg Demetrius.
Dibla= Ribla,q.v.
Diblajim(hebr. køka av turrum fikum.) Faðir Gomer, ið var kona Hoseas profet. Hos. 1,3.
Dibon(hebr. minkandi, svinnandi.) Býur eystan fyri Jordan, har ætt Gads búsettist. 4. Mós. 32,34. Tí eisini kallað „Dibon-Gad“. Hoyrdi upprunaliga til Móab. Dibon er roknaður upp í teir, sum hoyra til Ruben, í Josva 13,9.17. Á Esaiasar og Jeremiasar døgum hoyrdi hann aftur til Móab. Es. 15,2; Jer. 48,18.22–24. Í Es. 15 eisini kallað Dimon.
Dibri(hebr. orðkringur.) Faðir Selomit, sum átti son, ið spottaði navn HARRANS og bannaði tí. 3. Mós. 24,10–11.
Dikla(hebr. pálmalund.) Ein av sonum Joktans, ættaður frá Sem. Eftirkomarar teirra búsettust í Suðurarabia, helst í Jemen. 1. Mós. 10,27; 1. Krøn. 1,21.
Dilan(hebr. fløta við agurkum.) Býur í láglendi Juda. Josva 15,38. Kanska núverandi Tell en Negile.
Dimna(hebr. køstur.) Levitabýur í Zebulon. Josva 21,35. Í 1. Krøn. 6,77 stendur Rimmono.
DimonSama sum Dibon, q.v. (Gesenius).
DimonaSama sum Dimon.
Dina(hebr. vard, hevnd.) Dóttir Jákup og Leu og samsystir Símeon og Levi. Søguna lesa vit í 1. Mós. 34. Jákup helt, at sama gjørdi, hvar hann búsettist, men hetta royndist ikki so. Sikem var ikki staðið, hann stóð á, tá hann gjørdi lyfti, 1. Mós. 28, aftaná at hann hevði fingið lyftið frá HARRANUM. Nei, tað var í Betel. Eftir hetta sigur HARRIN við Jákup: „Ger teg til, far til Betel, verð verandi har.“ 1. Mós. 35,1. Jákup átti at verið í Betel og ikki í Sikem. Børn Guds eiga at vera vandin í, hvar tey hava gongd og leið sína her í heiminum. Hetta hevði ivaleyst lætt um ferðina og fríað tey undan mongum, ið tvørligt var.
Dionýsius(gr. sum hoyrir til ella tilbiður Dionysos = Bakkus.) Áp. 17,34. Tá Paulus hevði talað á Areopagus: „Men nakrir menn hildu seg til hansara og komu til trúgv; teirra millum var Dionýsius, limur av areopagusráðnum
Diotrefes(gr. uppaldur av Jupiter = Zeus.) Vit lesa um hann í 3. br. Jóh. 9 og 10.
Disjan(hebr. rennandi, sum sagt er um kvik djór.) Ein av ættarhøvdingum Horita, synir Se’ir í Edomslandi. 1. Mós. 36,21.28.30.
Disjon(hebr. týdn. sum Disjan.) Bróðir Disjan. 1. Mós. 36,21.30.
   2. Abbasonur Se’ir. Einasti sonur Ana og bróðir Oholibamu, sum var seinna kona Esau. 1. Mós. 36,25.
Di-Zahab(hebr. gullstað.) Stað í Sinai, ikki langt frá Reyðahavi. 5. Mós. 1,1. Kallað nú Mersa Dahab.
Dobrat1. Krøn. 6,72. Sama staðið sum Daberat, q.v.
Dodai(hebr. sum HARRIN elskar.) 1. Krøn. 27,4: „Yvir flokkinum, sum gjørdi tænastu í øðrum mánaði, var Dodai Ahohitur.“
Dodava(hebr. sum HARRIN elskar.) Faðir Eliezer úr Maresa, profeteraði móti Jósafat og segði: „Aftur fyri, at tú hevur givið teg í felag við Ahazja, skal HARRIN lata tað, ið tú hevur tikið tær fyri, koma upp í einki!“ 2. Krøn. 20,37.
Dodo(hebr. sum elskar ella elskaður.) Faðir Pua og abbi Tola dómara, av ætt Issakars. Dóm. 10,1.
   2. Ahohitur, faðir Eleazar, ið var ein av hinum trimum køppunum, ið vóru við Dávidi, táið teir háðaðu filistarar, sum vóru samankomnir har til bardaga. 2. Sám. 23,9.
   3. Betlehemsmaður, faðir Elhanan, sum var ein av teimum tríati Dávids. 2. Sám. 23,24.
Doeg(hebr. ræddur.) Edomitur. Yvirmaður hirða Sauls. Hesin Doeg var inni hjá Ahimelek presti í Nob, tá Dávid kom hagar, flýddur undan Saul. Prestur gav honum breyð og svørð. Doeg segði hetta fyri kongi, sum so í øði dømdi Ahimelek og fedrahús hansara til deyða. Tá vaktin, sum hjá Saul stóð, ikki vildi drepa prestar HARRANS, høgdi Doeg teir allar niður, 85 menn. 1. Sám. 22,9–19.
Dofka(hebr. rakstur. Av at reka kríatúr.) Stað millum Refedim og Reyðahav áttanda staðið, har fólk Ísraels gjørdi steðg á ferðini úr Egyptalandi. 4. Mós. 3,12–13.
Dor(hebr. tilhald. Garður, ringur av tjøldum.) Gamal býur kána’anita. Fólkið har læt skatt til Sálomo kong. 1. Kong. 4,11. Nútímans Tantura, um 13 km norðan fyri Kesarea.
DorkasKristin kvinna í Joppe. Áram. navn hennara var Tabita, sum merkir Dorkas, t.e. hind, hjørtur. Hon var rík av góðum verkum og gav nógvar olmussur. Vit lesa í Áp. 9 frá v. 10, at hon varð sjúk og doyði, og at Pætur vakti hana til lívs aftur.
Dotan(hebr. tveir brunnar.) Ein háslætti á vegnum úr Sýrlandi til Egyptalands, um 16 km norðan fyri Samaria. Kent fyri at vera gott beitilendi. Staðið, har Jósef hitti brøður sínar. 1. Mós. 37,16–17. Vit lesa í 2. Kong. 6 um kongin í Áram og Elisa profet, sum tá var staddur í Dotan. Les v. 8 til 23.
Drotning himmalsinsJeremias 44,15–19. Hetta var norðursemitisk gudinna, væl kend frá átrúnarligum skriftum, funnar í Ras Shamra, fyrrv. Ugarit. Hon varð kallað Anath og hildin at vera verji fyri tí kynsliga og kríggi. Eisini hjákona Ba’als. Ljótar myndir av hesi naknu gudinnu eru grivnar úr jørðini í ísraelskum bústøðum frá øðrum og fyrsta ártúsundinum f.Kr. Móses og Áron ávaraðu í álvara og strangleika fólk Ísraels móti slíkum. Alt hetta var beint tvørtur ímóti tí strongu siðalæru, ið HARRIN Gud teirra kravdi av teimum.
Drusilla(gr. døgg.) Yngsta dóttir Heródes Agrippa I og konu hansara Cypros. Hon var so systir Heródes II. Hon var 6 ára gomul, tá faðir hennara doyði ár 44 e.Kr. (Josefus.). Ætlanin var, at hon skuldi giftast við Epifanes, syni Antiokus, men tað kom til einki, tí hann noktaði at standa við lyftið at lýða trúgv jødanna. Hon varð gift við Azizus, kongi í Edessa, men fór frá honum og giftist við Feliks. Eftir Áp. 24,24 var hon hjástødd, tá Paulus talaði við Feliks.
Duma(hebr. tøgn.) Sonur Ísmael. 1. Mós. 25,14; 1. Krøn. 1,30; Es. 21,11. Ivaleyst ættarfaðir eina ætt í Arabia, har stað hevur verið kallað eftir honum. Es. 21,11.
   2. Býur í Juda, sami sum Daume, um 15 km frá Hebron.
   3. Nútímans Dumat el Jendel eru nøvn frá ísmaelitaættini.
   4. Duma í Es. 21,11 man tala um deyðatøgn eins og Sálm. 94,17 og 115,17.
Dura(akkad. virkisveggur, leið, øki.) Stað í landspartinum Bábylon, har Nebukadnezar setti upp standmynd av gulli. Dán. 3,l. Ymisk støð í Bábel vórðu kallað Dura. Ein á hevur tað navnið og staðið Tulul Dura har tætt við.