Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Judasar
1 Judas, tænari Jesu Krists og bróðir Jákups - til hini kallaðu, sum eru elskað í Gudi Faðir og varðveitt Jesusi Kristi.
2 Miskunn, friður og kærleiki falli tykkum margfalt í lut!
3 Tit elskaðu! Táið mær lá nógv á hjarta at skriva til tykkara um felags frelsu okkara, sá eg meg noyddan at skriva til tykkara við áminning um at berjast fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur.
4 Tí nøkur menniskju hava sníkt seg inn, sum langt síðani er skrivað um frammanundan, at tey skulu falla undir henda dóm: Gudleys, ið misbrúka náði Guds okkara til skammloysi og avnokta einasta høvdinga og Harra okkara, Jesus Kristus.
5 Men tó at tit eina ferð fyri allar vita tað alt, skal eg tó minna tykkum um, at Harrin, eftir at Hann hevði frelst fólkið út av Egyptalandi, seinni oyddi tey, sum trúðu ikki,
6 og at einglunum, sum hildu ikki fast við tign sína, men góvu upp sín egna bústað, heldur Hann føstum í ævigum leinkjum undir myrkrinum til dómin hin stóra dag.
7 Somuleiðis eru Sodoma og Gomorra og býirnir har rundan um - sum á sama hátt sum hesi drivu hor og gingu eftir fremmandum holdi - settir til fyridømi, við tað at teir líða ævigs elds straff.
8 Tó gera eisini hesi á sama hátt: Tey ganga í dreymum, dálka holdið, vanvirða harradømi og spotta dýrdir.
9 Mikael yvireingil hættaði sær tó ikki, táið hann trætti við Djevulin um likam Mósesar, at leggja á hann háðandi dóm; nei, hann segði: "Harrin straffi teg!"
10 Men hesi spotta tað, sum tey kenna ikki; og tað, sum tey av náttúruni vita um - eins og dýrini, ið einki vit hava - við tí oyða tey seg sjálv.
11 Vei teimum! Tey eru farin veg Káins, hava fyri vinnings skuld kastað seg út í villu Bileams, og eru gingin til grundar í uppreistri Kora!
12 Hesi eru skerini við kærleiksmáltíðir tykkara; uttan at skammast halda tey veitslur við tykkum og fóðra seg sjálv. Tey eru vatnleys skýggj - fúkandi fyri vindinum, trø, ber sum um heystið, ófruktbør, tvær ferðir deyð, rykt upp við rót.
13 Tey eru villar havsbylgjur, sum skúma frá sær sína egnu skomm, villfarandi stjørnur - niða og nátt í allar ævir eru teimum goymdar!
14 Um hesi var tað eisini, Enok, sjeyndi maður frá Ádami, profeteraði og segði: "Harrin kemur við hinum mongu túsund heiløgu Sínum
15 at halda dóm yvir øllum og straffa øll hini gudleysu fyri øll gudleysu verk teirra, sum tey gjørdu, og fyri øll hini hørðu orð, tey talaðu móti Honum, gudleysu syndarar teirra!"
16 Hetta eru tey, sum knarra og gremja seg um lut sín - og so liva tey eftir lystum sínum! Muður teirra talar hugmóðig orð, tóat tey fyri vinnings skuld smikra fyri fólki.
17 Men tit, elskaðu, minnist orðini, ið frammanundan eru talað av ápostlum Harra okkara Jesu Krists!
18 Teir søgdu tykkum jú, at á síðstu døgum skulu koma spottarar, sum ganga eftir gudleysu lystum sínum.
19 Hetta eru tey, sum skilja seg frá, náttúrlig menniskju, sum ikki hava anda.
20 Men tit, elskaðu, uppbyggið tykkum á heilagastu trúgv tykkara, biðið í Heilaga Andanum,
21 og haldið tykkum soleiðis í kærleika Guds, meðan tit bíða eftir náði Harra okkara Jesu Krists til ævigt lív!
22 Talið summi til rættis, tí tey ivast!
23 Frelsið onnur við at ríva tey út úr eldinum! Uppaftur øðrum skulu tit miskunna - við ótta, so tit hata enntá hin av holdinum dálkaða kyrtil!
24 Honum, sum mentur er at varðveita tykkum frá falli og lata tykkum stíga fram fyri dýrd Sína, ólastandi, í gleði,
25 Honum, hinum einasta Gudi, Frelsara okkara við Jesusi Kristi, Harra okkara, tilhoyrir dýrd, hátign, styrki og máttur, framman undan allari tíð, nú og í allar ævir. Amen.