|
|
|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | | Triðja bræv Jóhannesar | | 1 | Hin elsti - til Gajus, hin elskaða, sum eg av sonnum elski. |
| | 2 | Tú elskaði! Eg ynski, at tær skal gangast væl á allan hátt, og at tú skalt hava heilsuna - eins og sál tíni gongst væl. |
| | 3 | Tí eg varð ógvuliga glaður, táið nakrir brøður komu og vitnaðu um sannleikan, sum í tær er - sum tú jú livir í sannleikanum. |
| | 4 | Størri gleði havi eg ikki enn tað, at eg hoyri, at børn míni liva í sannleikanum. |
| | 5 | Tú elskaði! Tú gert trúfast verk í tí, sum tú gert fyri brøðurnar - og tað fyri fremmandar. |
| | 6 | Teir hava fyri samkomuni vitnað um kærleika tín. Og tú gert væl í at hjálpa teimum á veg, soleiðis sum Gudi er verdigt; |
| | 7 | tí fyri navns Hansara skuld fóru teir avstað, uttan at hava nakað frá heidningunum. |
| | 8 | Skylda okkara er tí at taka okkum av slíkum, so vit kunnu verða samverkamenn sannleikans. |
| | 9 | Eg havi skrivað nakað til samkomuna; men Diotrefes, sum fegin vil vera fremstur millum teirra, tekur ikki ímóti okkum. |
| | 10 | Eg skal tí, táið eg komi, minna um verkini, ið hann ger, hvussu hann baktalar okkum við illum orðum. Og hetta er honum ikki nóg mikið; nei - fyrst tekur hann ikki sjálvur ímóti brøðrunum, og síðani forðar hann teimum, ið vilja gera tað, og koyrir tey úr samkomuni. |
| | 11 | Tú elskaði! Tak ikki eftir hinum illa, nei, tak eftir hinum góða! Tann, ið ger hitt góða, er av Gudi; tann, ið ger hitt illa, hevur ikki sæð Gud. |
| | 12 | Demetrius hevur góðan vitnisburð av øllum - og av sannleikanum sjálvum. Eisini vit geva honum vitnisburð, og tú veitst, at vitnisburður okkara er sannur. |
| | 13 | Eg havi mangt at skriva tær; men eg vil ikki skriva til tín við blekki og penni. |
| | 14 | Men eg vóni skjótt at fáa teg at síggja, og tá skulu vit tala munnliga saman. |
| | 15 | Friður veri við tær! Vinirnir lata heilsa tær. Heilsa vinunum við navni! |
| |
|
|
|
|
|
|