|
|
|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | | Annað bræv Jóhannesar | | 1 | Hin elsti - til hina útvaldu frú og børn hennara, sum eg av sonnum elski - og ikki bert eg, men eisini øll, ið hava lært sannleikan at kenna - |
| | 2 | fyri sannleikans skuld, sum verður verandi í okkum og skal vera við okkum til ævigar tíðir. |
| | 3 | Náði, miskunn, friður, frá Gudi Faðir og frá Jesusi Kristi, Syni Faðirsins, skal vera við okkum, í sannleika og kærleika. |
| | 4 | Eg havi stórliga glett meg um, at eg havi funnið nøkur av børnum tínum at liva í sannleikanum, eftir boðnum, ið vit fingu frá Faðirinum. |
| | 5 | Og nú biði eg teg, frú - ikki, sum eg hevði skrivað tær nýtt boð, men tað, sum vit høvdu frá upphavi - at vit skulu elska hvørt annað. |
| | 6 | Hetta er kærleikin, at vit liva eftir boðum Hansara. Hetta er boðið, soleiðis sum tit hava hoyrt tað frá upphavi, fyri at tit skulu liva eftir tí. |
| | 7 | Tí mangir villleiðarar eru farnir út í heimin, sum ikki játta Jesus sum Kristus, komnan í holdi; slíkur er villleiðarin og Antikristus. |
| | 8 | Varðið tykkum, at tit missa ikki tað, sum vit hava avrikað, men kunnu fáa fulla løn! |
| | 9 | Hvør tann, ið víkur av leið og verður ikki verandi í læru Kristusar, hevur ikki Gud; tann, sum verður verandi í læruni, hevur bæði Faðirin og Sonin. |
| | 10 | Kemur onkur til tykkara og lærir ikki hesa læru, so takið ikki ímóti honum í húsum tykkara og biðið hann ikki vælkomnan! |
| | 11 | Tí tann, ið biður hann vera vælkomnan, fær lut við honum í óndu verkum hansara. |
| | 12 | Eg havi nú nógv at skriva til tykkara; men eg vil ikki gera tað við pappíri og blekki; nei, eg vóni at koma til tykkara og tala munnliga við tykkum, so gleði okkara kann verða fullkomin. |
| | 13 | Børn systur tínar, hinnar útvaldu, lata heilsa tær. |
| |
|
|
|
|
|
|