Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til Filemon
1 Paulus, fangi Krists Jesu, og bróðirin Timoteus - til Filemon, elskaða vin okkara, sum arbeiðir saman við okkum,
2 Appiu, systur okkara, Arkippus, sum stríðir saman við okkum, og samkomuna í húsi tínum.
3 Náði veri við tykkum og friður, frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!
4 Eg takki Gudi mínum, altíð táið eg minnist teg í bønum mínum,
5 við tað at eg hoyri um kærleika tín og trúnna, ið tú hevur til Harran Jesus og øll hini heiløgu -
6 fyri at felagsskapur tín í trúnni kann verða virksamur fyri Kristus í hinum fulla kunnleika um alt hitt góða, sum í tykkum er.
7 Tí stóra gleði og troyst havi eg fingið av kærleika tínum, við tað at hjørtu hinna heiløgu eru lívgað av tær, bróðir!
8 Tóat eg við miklum dirvi í Kristusi kundi givið tær boð um tað, sum tú eigur at gera,
9 biði eg tó heldur, fyri kærleikans skuld, soleiðis sum eg eri, gamli Paulus - nú eisini fangi Krists Jesu -
10 eg biði teg fyri syni mínum, Onesimusi, sum eg havi fingið í leinkjum mínum,
11 honum, sum áður var tær "óhentur", men nú er bæði tær og mær "hentur" - honum, sum eg nú sendi tær aftur.
12 Tak ímóti honum - tað er mítt egna hjarta!
13 Eg hevði havt hug at latið hann verðið her hjá mær, so hann í tín stað kundi tænt mær í leinkjum mínum, sum eg beri fyri evangeliið;
14 men eg vildi einki gera uttan samtykki títt, fyri at góðska tín skal ikki vera eins og av noyðslu, men av fríum vilja.
15 Tí kanska hann júst tí varð skildur frá tær lítla stund, fyri at tú kundi fáa hann aftur til æviga ogn,
16 ikki sum træl longur, men sum meir enn træl, sum elskaðan bróður. Tað er hann mær á serligan hátt, og hvussu mikið meiri tá ikki tær - bæði í holdinum og í Harranum!
17 So satt sum tú tí roknar meg fyri sambróður tín, so tak ímóti honum sum ímóti mær!
18 Hevur hann gjørt tær nakran órætt, ella skyldar hann tær nakað, so skriva tað á rokning mína!
19 Eg, Paulus, skrivi við míni egnu hond: Eg skal gjalda tað - fyri at eg skal ikki siga við teg, at tú skyldar mær enntá teg sjálvan!
20 Ja, bróðir, ver mær "hentur" í Harranum, lívga hjarta mítt í Kristusi!
21 Í áliti á lýdni tínum skrivi eg til tín, vísur í, at tú gert enntá meir enn tað, sum eg sigi.
22 So skalt tú eisini gera mær herbergi til reiðar; tí eg vóni, at eg við bønum tykkara skal verða tykkum givin.
23 Epafras, sum saman við mær er fangi í Kristi Jesusi, letur heilsa tær,
24 somuleiðis Markus, Aristarkus, Demas, Lukas - ið gera sama verk sum eg.
25 Náði Harra okkara Jesu Krists veri við anda tykkara!