Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Bíbliuhondbókin

AÁBDEFGHIÍJKLMNOPRSTUVZ
Za’anajim(hebr. flytingar.) Stað við Kedesj, umtalað í Dóm. 4,11. Sama sum nútímans Khon et-Tujjar, um 5 km í landnyrðing úr Tabors fjalli.
Za’anan(hebr. flakkar, gongur.) Stað, sum Mika profetur nevnir í kap. 1,11, tá hann talar um syndir Samaria og Jerúsalems og sigur, at tey skulu verða sligin við ógrøðandi slagi. Ikki er rættiliga vist, hvar staðið var.
Za’anannimSama sum Za’anajim. Josva 19,33.
Za’avan(Sama sum Za’anan.) Ein sonur Ezer, ið var av ættarhøvdingunum í Edomslandi. 1. Mós. 36,27; 1. Krøn. 1,42.
Zabad(úr arab. Hann – Gud – hevur givið.) Sonur Natan, sum var sonur Attai. Attai var sonur Jarha, ið var trælur Sesans. 1. Krøn. 2,34–36.
   2. Ein av eftirkomarum Efra’ims. 1. Krøn. 7,20.23.
   3. Sonur Simat, hina ammonitisku. Annar av teimum, sum drópu Jóas kong. 2. Krøn. 24,26.
   4. Ein av eftirkomarum Zattu. Hann var ein teirra, sum høvdu tikið fremmanda kvinnu til konu og lovaðu at senda tær aftur. Ezra 10,27.
   5. Av eftirkomarum Hasums. Somuleiðis, Ezra 10,33.
   6. Av eftirkomarum Nebos. Somuleiðis, Ezra 10,43.
Zabbai(hebr. vallari?) Ein av sonum Bebai. Hann sendi heidnu konu sína aftur. Ezra 10,28.
   2. Faðir Baruk, sum arbeiddi ógvuliga dúgliga upp á eitt stykki av múrinum um Jerúsalem. Neh. 3,20.
Zabbud(hebr. givin.) Av eftirkomarum Bigvai. Ezra 8,14.
Zabdi(hebr. HARRIN gevur.) Sonur Zera og abbi Akan í ætt Juda. Josva 7, l.
   2. Hin triði, ið nevndur er av sonum Sjime’i benjaminit. 1. Krøn. 8,19.
   3. Kallaður Sjifmitur. Ein av embætismonnum Dávids. Hann hevði umsjón við víninum, sum niður fyri var í víngørðunum. 1. Krøn. 27,27.
   4. Kendur levitur á døgum Nehemiasar. Neh. 11,17.
Zabdiel(hebr. Gud hevur givið.) Faðir Jasobam, sum var yvir fyrsta flokki – ið gjørdi tænastu í fyrsta mánaði – í heri Dávids. 1. Krøn. 27,2.
   2. Yvirmaður hjá 128 dugnamonnum, tá teir komu heim úr Bábel, Neh. 11,14.
Zabud(hebr. givin.) 1. Kong. 4,5: „… Zabud, sonur Natan, var prestur, vinmaður kongs.“ Hetta heitið, „vinmaður kongs“, hevði ein maður havt fyrr, Husai Arkitur. 2. Sám. 15,37; 16,16; 1. Krøn. 27,33.
Zadok(hebr. rættvísur.) Sonur Ahitub og saman við Abjatar høvuðsprestur á døgum Dávids. Hann var av húsi Eliazars, sonar Árons og var ellivti maður frá Áron. 2. Sám. 8,17. 1. Krøn. 6,3–8.
      Í 1. Krøn. 12,28 er sagt frá, at hann kom til Dávid í Hebron aftan á deyða Sauls, við 22 høvuðsmonnum og ivaleyst mongum stríðsmonnum. Zadok var trúgvur í vinskapi við Dávid kong. Tá Absalom gjørdi uppreistur, og kongur flýddi úr Jerúsalem, komu Zadok og levitarnir við honum og høvdu ørk Guds við sær, og tað var eftir boði kongs, at teir vendu aftur til Jerúsalems til saman við Husjaj at fáa fram boð millum Jerúsalem og kong. 2. Sám. 15,25; 17,15. Aftan á, at Absalom var deyður, vóru Zadok og Abjatar teir, sum sendu boð til judamenn um afturkomu kongs. Tá Dávid var gamal, og Adonja setti uppá, at hann skuldi vera kongur, lokkaðu Jóab og Abjatar prestarnar at koma í part við teimum, men Zadok vikaðist ikki. Dávid bað tí Zadok og Natan profet salva Sálomo til kong eftir seg. 1. Kong. 2,27: „So rak Sálomo Abjatar burt og læt hann ikki sleppa at vera prest HARRANS longur – “, og í v. 35: „…og Zadok prest setti kongurin í stað Abjatars“. Ætt hansara hevði høvuðsprestaembætið fram til útlegdina í Bábel. Ezra hin skriftlærdi var ættaður frá honum. Ezra 7,1.5.
   2. Á listanum yvir høvuðsprestar í 1. Krøn. 6,12 lesa vit, at ein annar Ahitub fekk sonin Zadok, sum fekk sonin Sjallum. Summir halda, at skeivt navn er komið frá avskrift í gomlum døgum. Onkur heldur hetta vera Odeas, sum Josefus nevnir (í Ant. X, 8,6). Hann er kanska hin sami, sum nevndur er í 1. Krøn. 9,11; Neh. 11,11.
   3. Av teimum, sum komu til Dávid í Hebron, er sagt frá í 1. Krøn. 12,28: „Somuleiðis Zadok, ungur, veldigur kappi, við fedrahúsi sínum, 22 høvuðsmonnum.“
   4. Faðir konu Uzzias kong; hon æt Jerusja og var móðir Jótam kong. 2. Kong. 15,33; 2. Krøn. 27,1.
   5. Zadok, sonur Ba’ana, er nevndur millum teir, sum arbeiddu upp á múrin um Jerúsalem. Neh. 3,4. Hann man vera tann sami, sum í Neh. 10,21 er við at undirskriva sáttmála Nehemiasar.
   6. Zadok, sonur Immer, er nevndur millum teir, sum arbeiddu upp á múrin um Jerúsalem. Neh. 3,29.
   7. Ein av monnunum, sum Nehemias setti yvir goymslurnar í húsi HARRANS. Neh. 13,13.
Zafenat-Panea(Úr egyptiskum: Uppihald landsins ella heimsins er hin livandi.) Navn, sum Farao, egyptakongur, gav Jósefi, tá hann setti hann yvir alt Egyptaland. Jósef bjargaði teimum undan hungursdeyða. Les 1. Mós. 41–45.
      Veruligi týdningur navnsins er „bjargari, t.e. frelsari heimsins ella landsins“.
Zafon(hebr. norðan, loyniligt, fjalt. Norðan varð hugsað um sum stað myrkursins ella tað fjalda, mótvegis sunnan sum stað ljóssins.) Stað, sum við býti av landinum fall til ætt Gads. Josva 13,27. Nútímans Tell el Kos, norðarlaga í Jordandalinum.
Zair(hebr. lítið.) Stað eystan fyri Deyðahavið, har Jóram kongur við heri sínum vann á edomitum. 2. Kong. 8,21. Býur er til í dag um 8 km í landnyrðing úr Hebron, sum er nevndur Sair. Hetta kann vera sama staðið.
Zakarias(gr. snið av hebr. Zakarja, sum HARRIN minnist.) Faðir Jóhannes doypara, q.v. Luk. 1,5.
   2. Tann Zakarias, sum Harrin Jesus talar um í Luk. 11,51 og í Matt. 23,35. Um hesa hendingina lesa vit í 2. Krøn. 20,21. Her stendur, at hann var sonur Jójada prest, meðan Harrin Jesus segði, at hann var sonur Barakias. Hebr. orðið „ben“ „sonur“ er ikki altíð at skilja beinleiðis, men merkir mangan t.d. „eftirkomari“, ,,eftirmaður“ o.a. Zakarias prestur var eftirmaður Jójadas.
   3. Sonur Jeberekja. Saman við Uria presti vitni hjá profetinum Esaias. Es. 8,2.
   4. Profetur, sonur Berekias. Hann er hin næstseinasti av profetunum, sum vit nevna „teir smáu“ eftir raðfylgjuni í Gamla Testamenti. Hann var millum teirra, sum komu heim úr Bábel við Zerubbabel. Hann var ein av ættarhøvdingunum millum prestarnar. Neh. 12,12.16. Hann virkaði millum tey heimkomnu í Jerúsalem. Saman við samtíðarmanninum Haggai royndi hann at fáa ísraelsmenn at fara til verka at fáa templið afturreist.
   Bók Zakariasar:
      A. Íðinskapur Harrans fyri fólki Sínum, kap. 1–8.
      1. Ávaring, áminning til umvending 1,1–6.
      2. Sjónirnar, profeturin sá, 1,7–6,8.
         a. Teir 4 hestarnir, 1,7–17.
         b. Tey 4 hornini og teir 4 smiðirnir, 2,1–4.
         c. Maðurin við málisnørinum, 2,5–17.
         d. Høvuðspresturin Josva, 3,110.
         e. Gullljósastakin og oljutrøini, 4,1–14.
         f. Hin flúgvandi bókrullan, 5,14.
         g. Kvinnan í efumálinum, 5,511.
         h. Hinir 4 stríðsvagnarnir, 6,1–8.
      3. Krýning Josva, 6,9–15.
      4. Spurningar og svør viðv. føstu, 7,1–14.
      5. Harrin fer aftur at miskunna Ísrael, 8,1–23.
      B. Ríki Messiasar, kap. 9–14.,
      1. Messias skal stovna friðarríki Sítt, kap. 9.
      2. Endurreising Ísraels, kap. 10.
      3. Hin góði hirðin og teir ringu, kap. 11.
      4. Náðiandin og bønarandin, kap. 12.
      5. Roynd og reinsan, kap. 13.
      6. Ósigur og sigur, kap. 14.
      Í Matt. 27,9–10 stendur: „Tá gekk tað út, sum talað er við Jeremiasi profeti…“ Orðini, ið so koma, eru frá Zakariasi kap. 11, men Zakarias sigur í kap. 7,7: „Minnast tit ikki orðini, ið HARRIN læt prædika við profetunum, ið frammanundan hava verið…“ Somuleiðis í kap. 7,12.
Zakarja(hebr. sum HARRIN minnist.) Sonur Jeroboam annan í ríki Ísraels. Hann var hin seinasti av ætt Jehus og hin fjúrtandi av kongunum í Norðurríkinum. Hann tók hásætið eftir faðir sín. 2. Kong. 14,29. Ár um 742 f.Kr. Hann var kongur í 6 mánaðir, tá Sjallum tók hann av døgum. 2. Kong. 15,8–10.
   2. Faðir Abi, sum var móðir Ezekias kong. 2. Kong. 18,2; 2. Krøn. 29, 1 .
   3. Ein høvdingi í ætt Rubens. 1. Krøn. 5,7.
   4. Sonur Meselemja. Duravaktari við inngongd samkomutjaldsins. 1. Krøn. 9,21; 26,2.14.
   5. Benjaminsmaður. Umtalaður í 1. Krøn. 9,37.
   6. Levitur av øðrum flokki, hørpuspælari. 1. Krøn. 15,18–20.
   7. Ein av prestunum, sum blástu í lúðrar framman fyri ørk Guds. 1. Krøn. 15,24.
   8. Levitur á døgum Dávids. 1. Krøn. 24,25.
   9. Hin fjórði, ið nevndur er av sonum Hosa levit. 1. Krøn. 26,11.
   10. Faðir høvdingan Jiddo, sum var yvir hálvari ætt Manasse í Gilead. 1. Krøn. 27,21.
   11. Ein av høvdingunum, sum Jósafat kongur sendi út til at læra fólkið lóg HARRANS. 2. Krøn. 17,7.
   12. Faðir Jahaziel levit. 2. Krøn. 20,14.
   13. Ein av sonum Jósafat kongs í Juda. 2. Krøn. 21,2.
   14. Profetur, sum hevði góða ávirkan á Uzzias kong, meðan hann var ungur. 2. Krøn. 26,5.
   15. Levitur av fólki Asafs á døgum Ezekiasar kongs. 2. Krøn. 29,13.
   16. Levitur av fólki Kahats á døgum Josiasar kongs. 2. Krøn. 34,12.
   17. Ein av høvuðsmonnunum yvir húsi Guds á døgum Josiasar kongs. 2. Krøn. 35,8.
   18. „Av eftirkomarum Paros-Zakarja, og við honum 150 mans.“ Hesir vóru av teimum, sum komu heim úr Bábel við Ezra. Ezra 8,3.
   19. Annar høvdingi, sum kom heim úr Bábel við Ezra. Ezra 8,11.
   20. Ein av ættarhøvdingunum í útlegdini. Ezra 8,16.
   21. Ein av eftirkomarum Elams, sum hevði tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,26.
   22. Ein av teimum, sum stóðu undir vinstru lið Ezra, tá hann las upp lógina fyri fólkinum. Ezra 8,3.
   23. Ein av judamonnunum, sum búðu í Jerúsalem aftan á herleiðingina. Neh. 11,4.
   24. Zakarja, sonur Silomitin, sum búði í Jerúsalem aftan á herleiðingina. Neh. 11,5.
   25. Prestur, sonur Pasjur. Neh. 11,12.
   26. Levitur. Zakarja, sonur Jónatan, sum leiddi tónleikin. Neh. 12,35.
   27. Prestur, sum saman við øðrum blásti á lúðuri, tá nýggi múrurin um Jerúsalem varð vígdur. Neh. 12,41.
Zakeus(man vera annar staviháttur av Zakarias.) Hann var yvirtollari í Jeriko. Les Luk. 19,1–10. Vit læra mangt av hesum. Zakeus er vanvirdur; hann, sum var ísraelsmaður, kravdi toll fyri Rómveldið. Hann vildi fáa at síggja Jesus. Hetta var so góð ætlan, at hon mátti eydnast. Harrin er eisini til reiðar við signing Síni: „Í dag er frelsa komin yvir hetta hús … Tí Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí, sum fortapt er og frelsa tað.“ Zakeus er glaður og veit við tað sama, at nú hann er ein av náðaðu Harrans, klæðir ikki alt honum, og hann sigur í v. 8: „Harri, helvtina av tí, sum eg eigi, gevi eg fátækum, og havi eg kravt ov mikið frá nøkrum, lati eg fýra ferðir so mikið aftur!“ Samanber 4. Mós. 5,7 og 2. Mós. 22,1.
Zakkai(helst stytting av Zakaria.) Har talið er sagt frá, tá menn Ísraels komu heim aftur í fylgi við Zerubbabel, har stendur í Ezra 2,9: „Eftirkomarar Zakkai: 760.“
Zakkur(hebr. sum minnist, ella sum minst verður til.) 1. Krøn. 4,26: „Synir Misma vóru: Hammuel, sonur hansara, Zakkur, sonur hansara, og Sime’i, sonur hansara.“
   2. Faðir Sjammua, sum var ein av njósnarunum, sum Móses eftir boði HARRANS sendi úr Paransoyðimørk at kanna Kána’ansland. 4. Mós. 13,4.
   3. Ein sonur Ja’azia, son Merari. 1. Krøn. 24,27.
   4. Sonur Asaf, sangara, og leiðari av triðja luti í sangaraskiftunum. 1. Krøn. 25,2.10; Neh. 12,35.
   5. Zakkur, sonur Imri. Ein av teimum, sum laðaðu uppaftur múrin um Jerúsalem. Neh. 3,2.
   6. Ein av levitunum, sum skrivaðu undir sáttmálan við Nehemiasi. Neh. 10,12.
   7. Faðir Hanan og sonur Mattanja. Zakkur var ein av teimum, sum Nehemias setti yvir goymslurnar. Neh. 13,13. Ár 434.
Zalaf(hebr. reinsan – R. Young.) Faðir Hanun, sum arbeiddi upp á múrin um Jerúsalem. Neh. 3,30.
Zalmon(hebr. myrkt, arab. salima og etiop. salma, at vera myrkt.) Ein av reystastu køppum Dávids var Zalmon ahohitur, av ætt Benjamins úr Ahoa. 2. Sám. 23,28. Í 1. Krøn. 11,29 kallaður Ilai.
   2. Skógklætt fjall nær við Sikem. Dóm. 9,48. Dávid sigur í Sálmi 68,15: „Táið hin Alvaldi spjaðir kongar har, er tað, sum tað kavar á Zalmon“, t.e. ljóst í myrkrinum; av týdninginum Zalmon = skýmligt.
Zalmona(hebr. myrkur, skuggar.) Stað í oyðimørkini, har fólk Ísraels gjørdi steðg, millum Horsfjall og Punon, sunnan fyri Edom. Har á leið, sum Elot hevur ligið í farnum tíðum. 4. Mós. 33,41.42.
Zalmunna(hebr. skjól er noktað, verji frátikin.) Annar av kongunum í Midjan, sum Gideon fangaði og sló. Hin æt Zeba. Dóm. 8,4–23.
Zamzumitar(sum gera nógv um seg við óljóði.) 5. Mós. 2,18–21.
Zanoa(hebr. heksut.) Býur í láglendi Juda. Hann er nevndur millum býir judamanna í Suðurlandinum við markið móti Edom. Josva 15,21.34. Nevndur millum býirnar, har judamenn búðu aftan á herleiðingina. Neh. 11,30. Nehemias sigur frá í 3,13, at menn úr Zanoa vældu um Dalsportur, og teir laðaðu eisini túsund alin av múrinum. Staðið kallast nú Kirbet Zanu ella Zamu, um 16 km vestan fyri Jerúsalem.
   2. Bygd í fjallalandinum. Josva 15,48.56, um 16 km í útnyrðing úr Hebron. Í 1. Krøn. 4,18: “… Jekutiel, faðir Zanoa.“ „Faðir“ her hevur týdningin „bygdi“, „grundlegði“, ella helst uppafturbygdi.
Zarefat(hebr. reinsistað, gr. snið Sarepta.) Harrin sigur í Lukas 4,26, at Sarepta var við Sidon. Vit kenna best staðið av hini undurfullu søguni, sum vit lesa í 1. Kong. 17,1–16. Aðrir søgumenn siga, at staðið lá millum Týrus og Sidon, nærri við Sidon, við strondina. Nú í tíðini er bygd, har nevnd Sara-fend. Har í nánd eru toftir, sum uttan iva eru av fyrndarbýnum Zarefat (Sarepta).
ZareptaSarepta, Zarefat, q.v.
Zaretan(hebr. svalligt.) Vit lesa í Josvabók um ferðina um ánna Jordan. Í kap. 3,16 lesa vit: „Tá steðgaði vatnið, ið omanífrá kom, og stóð sum veggur langt burtur, við býin Ádam, sum liggur tætt við Zaretan; men tað, sum rann oman móti vatninum á slættlendinum – Salthavi – rann heilt burtur. So fór fólkið yvirum, beint yvir av Jeriko.“
Zattu(hebr. planta, vakurt, kanska elskuligt.) Ein av teimum mongu, ið nevndir eru av teimum, sum komu heim úr útlegdini í Bábel. „Eftirkomarar Zattu: 945.“ Ezra 2,8. Nehemias 7,13 roknar teir til 845. Í Ezra 10,27 eru nevndir seks, sum sendu frá sær fremmandu kvinnurnar. Onkur hjá Zattu, maður ella ætt, hevur skrivað undir sáttmála Nehemiasar. Neh. 10,14.
Zaza(hebr. framúrskarandi.) Hin seinni, ið nevndur er av sonum Jónatans, sum var ein av eftirkomarum Jerame’els, av ætt Juda. 1. Krøn. 2,33.
Zeba(slátur, offur.) Dóm. 8,5. Hygg Zalmunna.
Zebadja(hebr. HARRIN hevur givið.) Benjaminsmaður av ætt Beria. 1. Krøn. 8,15.
   2. Benjaminsmaður av eftirkomarum Elpa’al. 1. Krøn. 8,17–18.
   3. Hin seinni, ið nevndur er av sonum Jeroham úr Gedor, sum var millum teir, sum komu til Dávid í Ziklag. 1. Krøn. 12,7.
   4. Triði sonur Meselemja kora’it. 1. Krøn. 26,2.
   5. Sonur Asael, bróður Jóab. Gjørdi tænastu í fjórða mánaði. Her er talan um herhøvdingar Dávids. 1. Krøn. 27,7.
   6. Ein av levitunum, sum Jósafat kongur sendi um landið til at læra fólkið lóg HARRANS. 2. Krøn. 17,8.
   7. Sonur Ísmael, herhøvdingi yvir ætt Juda á døgum Jósafats kongs. 2. Krøn. 19,11.
   8. Av eftirkomarum Sefatja. Við honum komu heim úr útlegdini í Bábel 80 mans. Ezra 8,8.
   9. Prestur av eftirkomarum Immers, sum hevði tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,20.
Zebedeus(Snið Nýggja Testamentisins av navninum Zabdai ella Zebadja, q.v.) Faðir ápostlarnar Jákup og Jóhannes. Matt. 4,21. Kona hansara æt Saloma. Matt. 27,56; Mark. 16,l. Zebedeus var fiskimaður í Galilea og búði í ella nær við Betsaida. Hann hevði daglønamenn hjá sær, so hann man hava verið múgvandi maður. Í evangeliunum er hann bert nevndur í Matt. 4,21–22 og Mark. 1,19–20. Í báðum støðunum er hann í bátinum og fæst við gørnini, hann og synirnir.
Zebida(hebr. sum hevur fingið.) Móðir Jójakim kong. Les 2. Kong. 23,36. Í onkrum umsetingum er navnið stavað Zebuda.
Zebina(áram. keyptur.) Ein av eftirkomarum Nebos, sum hevði tikið fremmanda kvinnu til konu. Ezra 10,43.
Zebo’im(hebr. villdjór, fleirtal.) Navn á einum dali, sum umtalaður er í 2. Sám. 13,18. Á hesi leið, sum her er sagt frá, er ein gjógv, sum kallað verður Shuk ed-duba, t.e. „villdjóragjógv“.
Zebojim(týdn. sum Sebo’im.) Ein av býunum, sum HARRIN oyddi saman við Sodoma. 1. Mós. 10,19; 5. Mós. 29,23; Hos. 11,8.
Zebul(hebr. bústaður.) Fúti Abimeleks í Sikem. Vit lesa alt um hetta í Dóm. 9,1–57.
Zebulon(hebr. bústaður.) Tíggjundi sonur Jákups og yngsti sonur Leu. 1. Mós. 30,19–20. Áðrenn farið varð til Egyptalands, er einki sagt um Zebulon uttan tað, at hann átti tríggjar synir: Seres, Elon og Jale’el. Samanborið við 4. Mós. 26,26 gjørdust teir fedrar at trimum ættbólkum.
Zebulons, ÆttÁ ferðini um oyðimørkina var Zebulon saman við Juda og Issakar fremst í tilhaldinum. Í tali vóru teir 57 400. 4. Mós. 1,31. Høvdingi teirra var Eliab, sonur Helon. 4. Mós. 7,24. Vit lesa í 4. Mós. 34,16–18: „HARRIN talaði við Móses og segði: Hetta eru nøvn mannanna, ið skulu skifta landið millum tykkara … ein høvdingi av hvørjari ætt – sum tit skulu taka at skifta landið.“ V. 25: „Av ætt Zebulonita ein høvdingi, Elizafan, sonur Parnak.“ Tá njósnararnir vórðu valdir, 4. Mós. 13,10, var høvdingin fyri Zebulon: Gaddiel, sonur Sodi.
Zedad(hebr. síða, brattlendi.) Býur, sum nevndur er í sambandi við markið fyri norðan. 4. Mós. 34,8. Núv. „Zadad“ við vegin úr Ribla til Palmyra. Ezekiel profetur spáar um framtíðar landamark Ísraels og nýtir sama navnið. Ezek. 47,15.
Zedekias(hebr. HARRIN er rættvísur.) Sonur Kena’ana. Ein av profetunum, sum spáaðu fyri Jósafat og ísraelskongi, og sum Jósafat ikki hevði álit á. 1. Kong. 22,1–12.
   2. Seinasti kongurin í Juda ríki, ár 598–587 f.Kr. Undanmaður hansara, Jójakin, varð herleiddur til Bábels, tá Nebukadnezar hevði tikið Jerúsalem 598 f.Kr., og Zedekias varð settur til varakong. Líkt er til, at hann hevði besta hug til at gera eftir ráðum Jeremiasar og geva seg undir Bábel, men hann var í torførari støðu. Hann hevði ongar menn hjá sær, sum kunnigir vóru í politikki. Teir vóru allir hertiknir og burtfluttir saman við Jójakin kongi. Í landinum gjørdist ógvuliga fløkt. Ein egyptiskur og ein bábyloniskur flokkur stóðu harðliga hvør móti øðrum. Ein syrgiligur blandingur av religiónini verður vavdur upp í hetta skilaloysi. Ezekiel profetur, sum er millum tey herleiddu, er frá sær sjálvum, tá hann hoyrir um standin; og í heimlandinum stríðist Jeremias til fánýtis móti hóttandi vanlukkuni. Zedekias var ikki nóg sterkur til at halda ímóti, tá Farao Psammetik II legði seg út í stýrislag teirra og eggjaði teir til at gera uppreistur. Hann gjørdi eina ferð til Palestina ár 590 f.Kr., og samstundis noktaði Zedekias at lata skatt til Bábel. Uppi í uppreistrinum vóru eisini Edom, Móab, Ammon, Sidon og Týrus. Jer. 27,1–22. Nebukadnezar kom nú til Ribla og gjørdi haðani herferðir móti Palestina og Sýrlandi. Hann kringsetti Jerúsalem. Eina stutta tíð helt kringsetingin uppat, tí Farao Hofra, eftirmaður fyrrnevnda Farao, kom til hjálpar. Hann mátti Nebukadnezar fyrst reka heim aftur. Jer. 34,21; 37,3 o.s.fr. Jeremias, sum spáaði um úrslitið av stríðnum, varð klagaður fyri landasvik. Tá teir komu aftur til at kringseta Jerúsalem, flýddi Zedekias, men teir fingu hann aftur við Jeriko. Har mátti hann síggja, at synirnir vórðu dripnir, áðrenn hann varð blindaður, bundin við leinkjum og sendur til Bábels. Býurin varð brendur, múrarnir rivnir niður og fólkið sent til Bábels. 2. Kong. 24,18 og kap. 25.
   3. Sonur Jekonja og sonarsonur Jójakim í Juda. 1. Krøn. 3,16.
   4. Ein lygiprofetur. Les. Jer. 29,21.
   5. Sonur Hananja, ein av høvdingum Juda. Les Jer. 36,11–12. Hetta er lættari at skilja, um vit lesa Jer. 36,1–32.
Ze’eb(hebr. úlvur.) Annar av teimum høvdingunum, sum efra’imsmenn fangaðu og drópu. Oreb, q.v. Dóm. 7,24–25.
Zefanias(gr. snið av hebr. Zefanja.) Sonur Kusji. Ein av hinum „smáu“ profetunum. Eftir Zef. 1,1 kann hann hava verið fjórði maður frá Ezekiasi, judakongi. Líkt er til, at hann hevur livað fyrru tíðina av lívstíð Josiasar kongs, tí hin stóra trúbótin, sum fór fram á døgum Josiasar, er ikki umtalað hjá Zefaniasi.
   Bók Zefaniasar:
   I. Dagur Harrans er nær, 1,1–3,8.
   1. Dómur yvir Juda og Jerúsalem, 1,4–13.
   2. Spásøgn um dag HARRANS, 1,14–18.
   3. Juda verður eggjað til umvending, 2,1–3.
   4. Dómur yvir fólkið har uttanum, 2,4–15.
   5. Dómur yvir Jerúsalem og heidningafólkini, 3,1–8.
   II. Harrans dagur er her, 3,9–20.
   1. Fólkasløgini ákalla navn HARRANS, 3,9.
   2. HARRIN er mitt millum fólk Sítt, 3,10–20.
Zefanja(hebr. HARRIN fjalir ella goymir.) Levitur av húsi Kora. 1. Krøn. 6,36.
   2. Sonur Ma’aseja. Les um hann í Jer. 21,1–8; 29,25–29.
   3. Faðir ein Josias. Zak. 6,10.
Zefat(hebr. vaktartorn.) Dóm. 1, 17. Eldri navn á býi, sum ættir Juda og Símeons vunnu sigur á og kallaðu Horma, t.e. bann, vígsla, halgan. Hvar staðið var, eru menn ikki heilt vissir í. Fimm km vestan fyri Be’ersjeba er stað, sum kallað er Tell es-Saba og kann vera gamla Zefat.
Zefata(týdn. sum Zefat.) Zefatadalur við Maresja. Staðið, har Asa kongur í Juda vann á Zera etiopara. Vit lesa 2. Krøn. 14,1–15.
Zefi(týdn. sum Zefat.) Ein sonur Elifaz, son Esau. 1. Krøn. 1,36.
Zefo(týdn. sum Zefi.) Ein av ættarhøvdingunum í Edom. 1. Mós. 36,15.
Zefon(hebr. sum vakir, sum væntar.) Elsti sonur Gad. 4. Mós. 26,15. Ættarfaðir zefonitaættina.
Zeker(hebr. kendur.) Ein sonur Jeriel, sum var faðir stovnsetara Gibeons. 1. Krøn. 8,31.
Zela(hebr. klettur, brøtt líð.) Býur í Benjamin, har ætt Kisj hevði gravstað. Les 2. Sám. 21,14.
Zelek(hebr. kann merkja skrætt, rivnað, klovnað o.a.) Ammonitur, ein av reystastu køppum Dávids. 2. Sám. 23,37.
Zelofhad(hebr. Ikki er rættiliga vist, hvør rætti týdningurin er, men helst er tað: skuggi, t.e. verji móti óttanum.) Sonur Hefer, son Gilead, son Makir, son Manasse. Hann átti ongan son, men bert døtur. Tá tær so spurdu, hvussu nú skuldi verða við arvinum, varð kunngjørt, at døtur arva faðir sín, men so máttu tær ikki giftast út úr ættini. Josva 17,3; 4. Mós. 27, 1–11.
Zelotes(gr. íðin, úr áram. Kánaneari.) Navnið bóru nakrir, sum hoyrdu til ein tjóðskaparligan flokk. Matt. 10,4 og Mark. 3,18. Tá Símun, ein av lærisveinum Harrans, verður nevndur Zelotes ella Kánaneari, man tað vera fyri at kenna hann frá Símun Pæturi. Luk. 6,15.
Zelza(hebr. sum skuggar fyri sólini.) Stað við mark Benjamins. Vit lesa í 1. Sám. 10,2.
Zemarajim(hebr. dupult klætt, skógvaksið.) Ein av gomlu býunum, sum lutaðist Benjamin. Josva 18,22. Upproknaður saman við Bet-Araba og Betel.
   2. Ein av hæddunum í Efra’imsfjøllum. Les 2. Krøn. 13,1–4 o.s.fr.
ZemaritarEin av elstu tjóðunum, sum umtalaðar eru. Bert nevndir í 1. Mós. 10,18; 1. Krøn. 1,16.
Zemira(hebr. songur.) Ein sonur Beker, son Benjamin. 1. Krøn. 7,8.
Zenan(hebr. tilhaldsstað til fæið.) Býur á láglendi Juda. Josva 15,37. Kann vera, at hetta er sama staðið, sum í Mika 1,11 er stavað Za’anan.
Zenas(gr. stytting av Zenadorus, t.e. gáva frá gudinum Zeus.) Ein bróðir, sum Paulus kallar „hin lógkøni“. Titus 3,13.
Zer(úr hebr. Zur, t.e. víggirdur.) Býur í luti Naftali. Ikki er vist, hvar hann lá. Josva 19,35.
Zera(hebr. at spretta. Eisini at rísa, sum um sólina.) Ein sonur Re’uel, son Esau. 1. Mós. 36,13; 1. Krøn. 1,37. Í 1. Mós. 36,17 eru hesir menninir kallaðir „høvdingar í Edomslandi … ættaðir frá Re’uel“.
   2. Tvíburabróðir Perezar, sum Juda átti við Tamar. 1. Krøn. 2,4; Matt. 1,3. Frá Zera kom zeraitaættin. 4. Mós. 26,20.
   3. Ein sonur Símeons. 1. Krøn. 4,24.
   4. Levitur av húsi Gersons; hann var sonur Iddo. 1. Krøn. 6,21.
   5. „Zera etiopari“. Les um hann og Asa kong í 2. Krøn. 14,1–15.
Zeraja(hebr. HARRIN er risin.) Prestur, sonur Uzzi av eftirkomarum Ezra. 1. Krøn. 6,6.51; Ezra 7,4.
   2. Faðir Eljoenai, av sonum Pahat-Móab. Ezra 8,4.
Zered(hebr. vøkstur, runnur, kanska pílatræ.) Zereda og Zereddal lesa vit um í 5. Mós. 2,13–14 og 4. Mós. 21,12–13.
Zereda(týdn, óvissur.) Býur í Efra’imsfjøllum. Vit lesa um henda býin og annað í sambandi við hann í 1. Kong. 11,26–40.
Zeredata(hebr. týdn. óvissur.) Stað á Jordanslættanum. Staðið har koparlutirnir til tempul Sálomos vórðu stoyptir. 2. Krøn. 4,17.
Zerera(hebr. týdn. óvissur.) Staðarnavn, sum vit hitta í Dóm. 7,22, tá midjanitar flýddu undan Gideon og heri hansara.
Zeresj(Ivaleyst av avestiskum uppruna Zarsh = hin glaða, hin káta.) Kona agagitin Haman, sum royndi at fáa Mordokai hongdan. Ester 5,10.
Zeret(hebr. skreyt.) Sonur Ashur, stovnara Tekoas, við konu hansara Helu. 1. Krøn. 4,7.
Zeret-Sjahar(beinari hasjahar – hebr. morgunroðin.) Ein av býunum, sum lutaðist ætt rubenita. Josva 13,19.
Zeri(hebr. smyrsl, balsam.) Sangari av ætt Jedutuns. 1. Krøn. 25,3. Í v. 11 stavað Jizri.
Zeror(hebr. bundi, knýti.) Ein av forfedrum Sauls kongs. 1. Sám. 9,1.
Zerua(hebr. spitølsk.) Móðir Jeroboams I.
Zerubbabel(úr akkad. Zeru Babeli, kann merkja ættaður úr Bábel.) Sonur Sealtiel. Føddur og vaksin upp í Bábel. Persarakongurin Kýrus setti Zerubbabel til landshøvdinga í Juda og gav honum boð um, at hann skuldi fáa heim aftur til Jerúsalem íløtini, sum templið átti, og sum Nebukadnezar hevði tikið burtur haðani. Ezra 2,2; 5,2; Haggai 1,1–6; 2,2; Neh. 7,7; 12,l. Hann fyriskipaði eisini saman við Josva høvuðspresti og fleiri familjuhøvdingum fyrsta flokkin av jødum, sum eftir fyriskipan Kýrusar kongs ár 538 f.Kr. fóru aftur til Jerúsalems.
      Tá Kýrus kongur gav jødum loyvi til at fara heim aftur, var tað tí, at hann vildi lata teir fáa høvi til at byggja tempul Guds teirra upp aftur. Ezra 1,3. Annað árið eftir, at teir fyrstu komu heim aftur, byrjaðu teir at byggja.
      Nú komu samariubúgvar og vildu vera við í verkinum. Tá teir ikki fingu loyvi til tað, fingu teir, við at skriva til kong, steðgað verkinum. Hetta lá so stilt, til Darius varð kongur 521–486 f.Kr. Eisini tá vóru tað Josva og Zerubbabel, sum stóðu fyri arbeiðnum.
      Zerubbabel er nevndur í ættartali Jesu Krists, Matt. 1,12. Her stendur, at hann var sonarsonur Jójakin kong, og so í ætt við Dávid kong. Í 1. Krøn. 3,19 stendur, at Zerubbabel var sonur Sealtiel, bróður Pedaja. Rímiliga er Sealtiel deyður og hevur ikki átt son. So skuldi Pedaja taka einkju hansara eftir lógini í 5. Mós. 25,5.6; og fekk hann son við henni, skuldi hann, eftir somu lógini, í ættartalinum roknast sum sonur Sealtiel.
   2. Zerubbabel, sum nevndur er í Luk. 3,27 má vera ein annar við sama navni. Faðir tann Sealtiel æt Neri. Hin fyrri var sonarsonur Jójakin kong.
Zeruja(hebr. særd.) Systir Dávid kong og móðir herførarar hansara Absai, Jóab og Asael. Hvør maður hennara var, er ikki greitt frá. Les 1. Krøn. 2,16.
Zetam(hebr. oljutræ.) Ein sonur Ladan gersonit. 1. Krøn. 23,8. Saman við Jóel, bróður sínum, skuldi hann ansa eftir skattunum í húsi HARRANS. 1. Krøn. 26,22.
Zetan(týdn. sum Zetam.) Ein sonur Bilhan í ætt Benjamins. 1. Krøn. 7,10.
Zetar(úr gomlum persiskum, sigrari, vinnari.) Ein av hinum sjey hermonnum Ahasverusar kongs. Ester 1,10.
Zia(hebr. skelvandi.) Ein av gaditunum, sum búðu í Basan. 1. Krøn. 5,13.
Ziba(kann vera úr áram. og merkja: lítil grein.) Tænari í húsi Sauls. 2. Sám. 9,1–19.
Zibeon(hebr. villur, okkurt slag av villdjórum.) Faðir Anab, hvørs dóttir Oholibama var kona Esau. 1. Mós. 36,2.20.24.
Zibja(hebr. ungur hjørtur.) Sonur Sjaharajim við konu hansara Hodesj. 1. Krøn. 8,9.
   2. Móðir Jóas kongs. Hon var úr Be’ersjeba. 2. Kong. 12,1.
Ziddim(stavað Hazziddim: fjallalíðirnar.) Ein av víggirdu støðum Naftali. Josva 19,35.
Zidon(hebr. skansi.) Ógvuliga gamal, væl kendur býur við strond Miðjarðarhavsins, um 40 km norðan fyri Týrus. Býurin verður nú nevndur Saida og hoyrir til tjóðveldið Libanon. Hann lá og liggur enn á smølum tanga út úr slættlendinum, sum er millum Libanon (fjallið) og havið. Zidon hevði stóra, rúmliga havn, men hon er nú nærum full av sandi. Staðið var bert um eina dagsferð frá keldum Jordans. Tað varð við lutakasti lagt til ætt Asers, men ongantíð tikið. Dóm. 1,31. Í kap. 10,12 er tað roknað upp í fíggindarnar. Longu á døgum Josva varð hann kallaður „Stóri Zidon“. Josva 11,8; 19,28. Hann er umtalaður í „Amarnabrøvunum“ frá um ár 1400–1370 f.Kr. Zidon er nevndur í Nýggja Testamenti. Matt. 15,21: „Jesus fór so haðani og kom Sær burtur til landið við Týrus og Sidon“; Luk. 4,26: „… men bert til eina einkju í Sarepta við Sidon.“ Áp. 27,3: „Dagin eftir fóru vit inn á Sidon.“ Hetta var á ferð Paulusar úr Kesarea til Róm.
Zif(hebr. blómandi, reinsandi.) Ein av býum ættar judamanna, ytst við markið móti Edom. Josva 15,24.
   2. Hin elsti av 4 sonum Jehallelels. 1. Krøn. 4,16.
Zifa(týdn. sum Zif.) Hin næstelsti av fýra sonum Jehallelels. 1. Krøn. 4,16.
ZifjonElsti sonur Gad. 1. Mós. 46,16. Stavað Zefon í 4. Mós. 26,16.
Zifron(hebr. góður angi.) Stað norðast í landinum, har sum norðurmarkið skuldi verða. Í landnyrðing úr Damaskus eru sjónligar toftir av býi, sum hevur verið kallaður Zifron. 4. Mós. 34,9.
ZifsoyðimørkLes 1. Sám. 23,14–15.
Ziha(hebr. turt.) Ein av tempultænarunum, hvørs eftirkomarar komu heim úr Bábel. Ezra 2,43; Neh. 7,46.
Ziklag(týdn. óvissur, kanska: skeivt, bent, boygt.) Býur í Negev, sunnast í Juda. Seinni roknaður upp í býir Símeons. Josva 15,31; 19,5. Vit lesa í 1. Sám. 27, at Dávid fór til Akisj kong í Gat, sum læt hann fáa Ziklag. Av sonnum ein sjáldsom søga. Les 1. Sám. 27,1–12. Fólk búðu í Ziklag aftan á heimkomuna úr Bábel. Neh. 11,28. Staðið er nú kallað Tell el Khuweilfeh millum Debir og Be’ersjeba.
Zikri(hebr. viðgitin.) Sonur Jizhar, son Kahat. 2. Mós. 6,21.
   2. Benjaminsmaður av sonum Sime’i. 1. Krøn. 8,19.
   3. Benjaminsmaður av sonum Sjasjaks. 1. Krøn. 8,23.
   4. Benjaminsmaður av sonum Jerohams. 1. Krøn. 8,27.
   5. Sonur Asaf. Í Neh. 11,17 stavað Zabdi og í 12,35 Zakku.
   6. Ein av eftirkomarum Eliezers og faðir Selomots, sum saman við brøðrum sínum skuldi ansa eftir øllum tí, sum var HARRANUM halgað, tí, sum Dávid kongur, ættarhøvdingarnir, høvuðsmenninir yvir 1000 og yvir 100 og herhøvdingarnir høvdu halgað. 1. Krøn. 26,25–26.
   7. Faðir Eliezer, sum var ættarhøvdingi rubenita á døgum Dávids. 1. Krøn. 27,16.
   8. Faðir Amasja, sum sjálvboðin tænti HARRANUM við 200 000 røskum hermonnum. 2. Krøn. 17,16.
   9. Faðir Elisafat, sum var ein av høvuðsmonnunum yvir 100, sum Jójada prestur gjørdi sáttmála við, áðrenn teir gjørdu Jóas til kong. 2. Krøn. 23,1.
   10. Zikri, kappi úr Efra’im, drap kongasonin Ma’aseja, Azrikam hallarstjóra og Elkana, sum næstur gekk konginum. 2. Krøn. 28,7.
   11. Sonur Jóels, sum var yvirmaður benjaminita, sum í Jerúsalem búðu. Neh. 11,9.
   12. Prestur av húsi Abia á døgum Jójakims um ár 445 f.Kr. Neh. 12,17.
Zilla(hebr. skjól.) Onnur kona Lemeks. Hon átti Tubalkáin og Na’amu. 1. Mós. 4,19.22–23.
Zilletai(hebr. zillat jah: Verndarskuggi HARRANS.) Benjaminsmaður av eftirkomarum Sjime’is. 1. Krøn. 8,20.
   2. Ein av høvdingunum í Manasse, sum góvu seg í part við Dávid, tá hann var í Ziklag, q.v. 1. Krøn. 12,20.
Zilpa(arab. sulfah = tign.) Trælkvinna, sum Laban gav dóttur síni Leu. 1. Mós. 29,24. Hon varð seinni móðir tveir av sonum Jákups – Gad og Aser. 1. Mós. 30,9–13; 35,26; 37,2; 46,18. Um ár 1925 f.Kr.
Zimma(hebr. ætlan.) Levitur, ættaður frá Gerson. 1. Krøn. 6,20, kanska hin sami, sum í v. 42.
   2. Ein levitur av húsi Gersons, á døgum Ezekiasar. 2. Krøn. 29,12.
Zimran(hebr. prísaður.) Ein sonur Ábrahams, sum hann átti við Keturu, seinnu konu síni. 1. Mós. 25,2.
Zimri(hebr. prísaður, vaktari.) Sonur Salu, høvdingi millum símeonitar. Pinehas, sonur Eleazar, drap hann saman við hini midjanitisku kvinnuni, sum hann hevði tikið sær. 4. Mós. 25, 7.14.
   2. Tænari hjá Baesa, ísraelskongi. Var høvuðsmaður yvir helvtini av hervagnunum. Hesin fekk samansvørjing í lag og drap kongin og tók ríkið eftir hann, men stýrdi bert í 7 dagar, tí fólkið gjørdi Omri til kong og fór ímóti Zimri, sum, tá hann sá, at hann var kringsettur, setti eld á kongshøllina og doyði soleiðis. 1. Kong. 16,15–20.
   3. Spottnavn, sum Jesabel gav Jehu, tá hann kom ríðandi inn í Jizre’el til at týna hús Akabs. 2. Kong. 9,31.
   4. Sonur Zera, sum var sonur Juda. 1. Krøn. 2,6.
   5. Sonur Ahaz, sum var sonur benjaminitin Joadda. 1. Krøn. 8,36; 9,42.
Zin(hebr. lágt.) Oyðimørk vestan fyri landaøkið, sum er millum Deyðahavið og Reyðahavið. 4. Mós. 13,21.
Zion(hebr. sólfjall, kastali.) Upprunaliga var hetta navn nýtt um heyggin, sum lá millum Kidronsdal og Tyropoion-dalin í Jerúsalem. Seinni varð allur vestari parturin av tí gamla Jerúsalem kallaður við hesum navni. 2. Sám. 5,7. Umframt hin upprunaliga søguliga týdningin hevur navnið Zion tríggjar aðrar týdningar í Bíbliuni:
   1. Dávidsstaður, 1. Krøn. 11,5. Í Gamla Testamenti bendir tað á býin Jerúsalem, sum Dávid kongur hertók og gjørdi til høvuðsstað.
   2. Profetiska navnið á Jerúsalem í túsundáraríkinum. Es. 1,27; 2,3; 4,1–6.
   3. Í Nýggja Testamenti verður hitt nýggja Jerúsalem eisini kallað við hesum navni, Zion, sum er hin himmalski, ævigi staðurin, bústaður samkomunnar, sum vit lesa um í Op. 21 og 22.
Zior(hebr. lítið.) Býur í fjallalandi Juda, tætt við Hebron. Josva 15,54. Helst hin sami, sum í dag kallast Si’ir.
Zippor(hebr. smáfuglur.) Faðir Balak, móabskongs. Er bert nevndur sum faðir Balaks. 4. Mós. 22,2,4.10.16; 23,18; Josva 24,9; Dóm. 11,25.
Zippora(hebr. smáfuglur.) Kvennkyn av Zippor. Dóttir Jetro, prest í Midjan, gjørdist kona Mósesar og fekk synirnar Gersom og Eliezer. 2. Mós. 2,21; 4,25; 18,2–4.
ZivSama sum Siv, 1. Kong. 6,1.37.
Ziz(hebr. blóma, blankt, skyggjandi.) Dalur ella gjógv, sum lá frá Deyðahavinum og niðan móti Tekoa. 2. Krøn. 20,16. Jósafat vann sigur á ammonitum og móabitum. Hazziz, q.v.
Ziza(hebr. yvirflóð.) Høvdingi í Símeonsættini, sonur Sifi. 1. Krøn. 4,37.
   2. Sonur Rehabeham við Ma’aku, dóttur Absalom. 2. Krøn. 11,20.
Zoan(hebr. láglendi.) Gamal býur í Egyptalandi. Nevndur í 4. Mós. 13,22, har sagt verður, at hann varð grundaður sjey ár aftan á Hebron í Kána’anslandi.
Zoar(hebr. lítið.) Ein av býunum, sum lógu í Jordandalinum. Var millum teir fyrstu býirnar, sum bygdir vóru í Kána’an, upprunaliga kallaður Bela. 1. Mós. 14,2. HARRIN spardi býin, tá Lot bað Hann um tað. 1. Mós. 19,22. Eisini nevndur í sambandi við landið, sum Móses hugdi yvir á frá Pisgatindi. 5. Mós. 34,3.
Zoba(hebr. tilhald.) Ríki, sum lá norðan fyri Damaskus. Verður nevnt í sambandi við Saul og Dávid, har teir bardust við kongin í Zoba. 1. Sám. 14,47; 2. Sám. 8,3; 1. Krøn. 18,3.
Zobeba(hebr. hin lagaligi.) Ein sonur Koz, sum nevndur er í 1. Krøn. 4,8.
Zofa(hebr. ílat.) Sonur Helem, nevndur í 1. Krøn. 7,35. Í 1. Sám. 26,11 er hetta orðið nýtt um vatnkrukku. Í 1. Kong. 17,12 fyri krukku.
Zofai(Sama týdning sum Zofa.) Var sonur Elkana. 1. Krøn. 6,26.
Zofar(hebr. spurvur.) Ein av teim trimum vinmonnum Jobs, sum komu til at ugga hann. Í Job 2,11 er hann nevndur at vera úr Na’ama.
Zohar(hebr. ljósleittur.) Faðir Efron, sum Ábraham keypti Makpelahelli frá. 1. Mós. 23,8; 25,9.
   2. Ein sonur Símeons. 1. Mós. 46,10; 2. Mós. 6,15; í 4. Mós. 26,13 og 1. Krøn. 4,24 er hann kallaður Zera.
Zohet(hebr. prúður.) Ein av sonum Jisi. 1. Krøn. 4,20.
Zora(hebr. hvepsur, ræðsla.) Býur í Dan, men lá innan fyri landamørk Juda. Josva 15,33; 19,41; Dóm. 18,2. Samson varð føddur í Zora. Dóm. 13,2.25. Rehabeam víggirdi býin. 2. Krøn. 11,10. Eftir heimkomuna úr Bábel búðu nakrir av Judaættini har. Neh. 11,29.
ZoratitarEin ætt í Juda, t.e. teir, sum ættaðir vóru úr Zora. 1. Krøn. 2,53; 4,2.
Zuar(hebr. lítil.) Faðir Netanel, av ætt Issakars. 4. Mós. 1,8; 2,5; 7,18,23; 10,15.
Zuf(hebr. hunangur.) Efra’imitur, faðir Tohu, ið var oldurabbi Sámuel profet. 1. Sám. 1,1.
Zur(hebr. klettur.) Midjanitahøvdingi, faðir Kozbi, sum Pinehas drap saman við ísraelsmanninum Zimri, tá plágan kom yvir fólkið við Sittim. 4. Mós. 25,15.
   2. Sonur benjaminitin Je’uel. 1. Krøn. 8,30; 9,36.
Zuriel(hebr. Gud er klettur mín.) Høvdingi yvir fedrahúsi Meraritaættanna, tá ið fólkið varð talt í Sinaioyðimørk. 4. Mós,. 3,35.
Zurisjaddai(hebr. hin Alvaldi er klettur mín.) Símeonitur, faðir Sjelumiel, ið var ein av teimum 12, sum skuldu hjálpa Áron at telja fólkið í Sinaioyðimørk. 4. Mós. 1,6.